leygardagur 2. oktober 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 188 - 2. oktober 2004
Nr. 188 - 2. oktober 2004
53
Gudstænastur sunnu-
dagin 3. oktober
17. sunnudag eftir trinitatis
Vesturkirkjan: Heri Joensen
kl. 11.00, konfirmatión
Argjar: Bergur D. Joensen kl.
11.00, konfirmatión
Havnar kirkja: Sonja Klein kl.
11.00, konfirmatión
Kaldbak: Jóannes Fonsdal kl.
12.00, konfirmatión
Christianskirkjan: Hans Eiler
Hammer kl. 11.00
Mikladalur: Niels Pauli
Danielsen kl. 12.00, altarg.
Klaksvíkar sjúkrahús: Elsa
Funding kl. 10.00
Norðoya Røktarheim: Elsa
Funding kl. 14.30
Viðareiði: Farið verður aftur í
kirkju kl. 12.00
Kvívík: Marjun Bæk kl. 12.00
Haldarsvík: Mogens Tilsted
Christensen kl. 12.00, altarg.
Fríðrikskirkjan: Martin R.
Joensen kl. 11.00, konfirma-
tión
Oyndarfjørður: Jógvan Fríð-
riksson kl. 12.00
Selatrað: Jógvan Fríðriksson
kl. 17.00
Fuglafjørður: Uni Næs kl.
11.00, altargongd
Funningsfjørður: Uni Næs kl.
16.00
Norðskáli: Sverri Steinhólm
kl. 11.00, altargongd
Glyvrar: Meinhard Bjartalíð
kl. 11.00, altargongd
Miðvágur: David Johannesen
kl. 11.00, konfirmatión
Dalur: Jákup R. Hansen
kl. 12.00, altargongd
Tvøroyri: Jónsvein Bech kl.
11.00, konfirmatión
Hov: Patrick de Neergaard kl.
12.00
Vágur: Helgi Hróbjartsson
kl. 11.00
Sumba: Bjarni Bæk, dóm-
próvstur, kl. 12.00
Hvalba: Ólavur Rasmussen kl.
12.30
Kirkjuliga Missiónshúsið
á Argjum
Sunnudagin kl. 18.00: Møti
við Sannu og Henning
Mortensen.
Í vetrarhálvárinum verða
møtini kl. 18.00.
Stýrið
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30:
Morgunmøti og samstundis
barnaansing. Kl. 11.30:
Samvera við drekkamunni.
Kl. 12.00: Sunnudagsskúli.
Kl. 12.00 verður eisini møti,
har Sámal
í Skorini av Eiði talar.
www.hebron.fo
Lívdin í Hoyvíkar skúla
Leygarkvøldið kl. 20.30:
Ungdómsmøti.
Sunnumorgunin kl. 10.30:
Familjumøti har Símin
Absalonsen talar um evnið:
"Torførir spurningar- Hví
Kristindómur?".
Á tilbiðjunarmøtinum kl.
12.00 talar Svenning av Lofti
um evnið: "Evangelisering"
Barnaansing er fyri børn
undir skúlaaldur á báðum
møtinum.
Drekkamunnur er millum
møtini.
Sunnudagsskúlin er kl. 12.00.
Týskvøldið kl. 20 verður
annar partur av ”Samkomulív
og Samfelag í Lívdini”
www.livdin.fo
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Sunnudagin ongi tiltøk vegna
meinigheitslegu. Mánakvøldið
kl. 20.00: Felags bønamøti í
Filadelfia, Mikumorgun kl.
07.00: Bøn.
KFUK, Tórshavn
Mánadagin 4. oktober kl.
15.00 í KFUK: Eldrasam-
samkoman, og mánakvøldið
kl. 19.30 í KFUK: 4. Grein:
(Blómubinding).
Missiónshúsið við
Landavegin
Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu-
dagsskúli í Býlingshúsinum á
Norðrasta Horni.
Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti
í missiónshúsinum v/ Martin
Thomsen.
Ebenezer
Sunnudag
kl. 10.00 Breyðbróting.
kl. 12.00 Sunnudagsskúli
kl. 18.00 Evangeliskt møti
Øll eru vælkomin.
Heimasíðan: www.ebenezer.fo
Meinigheitshúsið
Leygardagin kl. 16.30: Bønar-
løta fyri kvinnur.
Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu-
dagsskúli.
Sunnudagin kl. 18.00: Møti v/
Klæmint Tausen.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30:
Messa í Kerit.
Leygardagin kl. 11.00: Há-
messa v/ William Kenney,
hjálparbiskupi, Gøteborg, í
Mariukirkjuni. Aftan á verður
kirkjukaffi.
Eingin sunnudagsskúli.
Filadelfia
Landavegur 22
Í dag kl. 10.00-12.30: Møti v/
kaffisteðgi, barnamøti er
eisini meðan møti er, kl.
19.00: Møti, barnamøti er
eisini meðan møti er, kl.
22.00: Lovangsmøti.
Sunnudagin kl. 11.00:
Morgunmøti, kl. 11.50:
Sunnudagsskúli og ABC v/
Alex O´Campo, evni er:
"Myndugleiki hins trúgvandi"
2. partur, kl. 18.00: Familju-
møti.
Mánadagin kl. 20.00: Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067. Telefonin svarar
man-frí frá 8-16
www.filadelfia.fo
Tórshavnar Hvítu-
sunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti og kl. 18.00: Evangel-
iskt møti. Øll eru vælkomin.
Nazaret Kaldbak
Hjúnini Corine og Sørin
Joensen, sum fara til Thei-
lands at virka sum trúboðarar,
greiða frá og vísa myndir á
møtinum 3. oktober. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Vestmanna Missiónshús
Vikuskiftismøtini halda fram í
kvøld kl. 20.00 við Hans Eiler
Hammer, Gulaki og Jónhildu
Hansen, Magna Christiansen
o.ø.
Sunnudagin kl. 14.30: Sunnu-
dagsskúli og kl. 19.00 greiðir
Ása Lützen frá ferð í Ukraina.
Saron Vestmanna
Evangeliskt møti verður
sunnudagin kl. 18.00.
Verið hjartaliga vælkomin í
Saron.
Tabor Toftir
Ungdómsmøti í kvøld er av-
lýst vegna felags ungdóms-
møti á Glyvrum. Bilar koyra
av Toftum. Øll eru hjartaliga
vælkomin!!!
Missiónshúsið í Leirvík
Sunnudagin kl 18.00 møti,
Reimund v. fleiri greiða frá
Kina túrinum. Innsavnan til
húsið. Ungdómsmøti kl 21.00.
Mikukvøldið bíbliutími kl.
20.00.
Thabor, Fuglafjørður
Leygarkvøldið verður farið á
felagsungdómsmøti á
Glyvrum kl. 20.00. Koyrt
verður frá Thabor kl. 19.30.
Sunnudagin verður eingin
sunnudagsskúli, men
familjumøti verður kl. 17.00.
Aftaná verður felags ábit.
Missións- og Ungdóms-
húsið á Glyvrum
Sunnudagin. Sunnudagsskúli
kl. 14.00. Møti kl. 18.00 við
Torstein Johannesen. Inn-
savnan til Heimamissiónina.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30: Sunnu-
dagsskúli og kl. 19.00: Møti
við Alfred Olsen. Innsavning
til húsið. Eftir møtið verður
drekka. Øll eru vælkomin.
Gøta
Onki ungdómsmøti verður í
kirkjukjallaranum leygar-
kvøldið. Víst verður til felags-
ungdómsmøti í missións-
húsinum á Glyvrum.
Elim, Søldarfjørður
Sunnudagin kl. 12.00: Breyð-
bróting og sunnudagsskúli.
Sunnudagin kl. 18.00: Møti
við vitnisburðum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Lívsins Orð, Runavík
Sunnudagin kl.17.00 verður
evangeliskt møti.
Mánakvøldið kl. 20.00 møtir
ungdómsbólkurin.
Keldan í Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21.00:
AWAKE við Arna Abra-
hamsen.
Sunnudagin kl. 17.00: Møti
við Martin Olsen. Barnamøti
kl. 17.00.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Avhaldshúsið í Mikladali
Hugnaløta í Avhaldshúsinum
Í sambandi við konfirmanta-
legu í Mikladali fara vit at
bjóða øllum til eina hugnaløtu
í Avhaldshúsinum í Mikladali
leygarkvøldið kl.20.30. Á
skránni verður felagssangur,
andakt og drekka. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Getsemane, Klaksvík
Sunnudagin kl. 13.30:
Sunnudagsskúli,
sunnukvøldið kl. 18.00: Møti.
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu-
dagsskúli.
Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti
v/ Olaf og Gvøðbjørg West.
KFUM&K Klaksvík
Sunnudagin kl.14.00: Sunnu-
dagsskúli. Kl.17.30: Bønar-
løta. Kl.18.00: Møti við
Hanus Lassen. Kl. 21.00:
Ungdómsmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu-
dagsskúli. Kl. 17.30: Bøn- &
lovsangsløta, kl. 18.00: Møti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Ungdómsmøti verður leygar-
kvøldið kl. 21.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Eingin sunnudagsskúli og
einki møti verða sunnudagin
vegna konfirmatióin.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11.00:
Breyðbróting, sunnudagin kl.
13.30: Sunnudagsskúli,
sunnukvøldið kl. 18.00:
Evangeliskur fundur.
Ónsdagin kl. 20.00: Bønar- &
uppbyggingarfundur.
Frelsunarherurin í Vági
Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu-
dagsskúli og sunnukvøldið kl.
18.00: Evangeliskt møti.
Heimaforbundið stendur fyri
hesum møtinum. Bønarmøti
hálvan tíma undan møtinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sion, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti. Sunnukvøldið kl. 18.00:
Møti.
Mánakvøldið kl. 21.00:
Bønarmøti og bønartænasta á
tlf. 373777. Tú ert vælkomin
at ringja um tær tørvar
forbøn.
Evangeliskur fundur
í Ålborg
Leygarkvøldið 2. okt. kl.
19.00 verður evangeliskur
fundur í Dag Hammerskjolds
gade 2, Ålborg. Talarar: Levi
Joensen og aðrir. Eftir fundin
bjóða vit kaffi. Øll eru hjarta-
liga vælkomin.
Samkoman Malta
Vinkelvej 2
Hirtshals
tlf. 98944370
Frá Fólkaheilsuverk-
ætlanini í Vági
Róð verður í Grindabátum
hvønn leygardag kl. 14:00.
Vit hittast á Kunningarstovuni
í Vági (Gamli skúli). veður og
vindur avgerð hvar leiðin
gongur og longd á túrinum.
Tiltakið er ókeypis, Nærri
fæst at vita við at venda sær
til Kunningarstovuna í Vági
tel 374342
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Í vetur verður matgerð í
Tilhaldinum undir
kvøldskúlaskipanini
hvønn miku- og fríggja-
dag frá kl. 10.-13.30 v/
Anne Grete Harlou, tilm.
tlf. 316491
Mánadagin 4. oktober
kl. 10.00–10.30: Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 10.30–17.00: Vit hugsa um
jólini
kl. 14.00–17.00: Kortspæl,
telving, landastrok, bobb-
spæl, dart og onnur spøl
Møguleiki er at koma sum
gestur. Tilmelding til døg-
urðan miku- og fríggjadag á
tlf. 316491
Týsdagin 5. oktober
kl. 10.00–11.30: Vit syngja,
Óli Vang. Øll eru hjartaliga
vælkomin
kl. 15.00: Málprát, Jóhan
H.W. Poulsen
Mikudagin 6. oktober
kl. 10.00–13.00: Matgerð,
Anne Grethe Harlou
kl. 12.00: Døgurði, tilmelding
mánadag á tlf. 316491
kl. 15.00: Gongutúrur frá
ringvegnum. Við bussi úr
Steinatúni kl. 15.15 niðan á
Háls, eftir gøtum í Hoydøl-
um og heim framvið Boða-
nesi. Bette Johansen,
tilmelding á tlf. 316491
kl. 17.00–21.00: Opið hús
Hósdagin 7. oktober
kl. 10.00–10.30: Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 11.00–11.45: Eingilskt
talumál, Ásmundur Jo-
hannesen (Bókasavnið á 1.
hædd)
kl. 14.00–17.00: Telduprát,
Brandur Petersen
kl. 14.00–16.00: Boccia í
kjallaranum
Fríggjadagin 8. oktober
kl. 10.00–13.30: Matgerð,
Anne Grethe Harlou
kl. 12.00: Døgurði
Møguleiki er at koma við
sum gestur. Tilmelding
mánadag á tlf. 316491.
kl. 13.00–17.00: Opið hús.
7. oktober kl. 11.00–11.45
verður byrjanarskeið í
eingilskum talumáli.
Tilmelding á tlf. 316491.
Í vetur verður matgerð í Til-
haldinum undir kvøldskúla-
skipanini hvønn miku- og
fríggjadag frá kl. 10.00-13.30
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Tilhaldið Hugnin
er opið mánadag og mikudag
frá kl 14 til 17. Báðar
dagarnar er drekkamuður at
fáa. Bløðuni eru til taks. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Skrá
Mánadagin 4. okt.: Vit lurta
eftir fram við landi við Dánjal
í Klingruni.
Sunda pensionistafelag
Hugnakvøld verður í Eydnuni
á Oyrarbakka mánakvøldið 4.
oktober kl.19.00. Bussarnir
koyra sum vanligt.
Nevndin
TILTØK
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Hebr. 13, v. 1 og 2: »Bróðurkærleikin vari við!
Gloymið ikki gestablídni; tí at við tí hava summir sær
óatvitandi hýst einglum«.
Fyri tey fyrstu kristnu høvdu bróðurkærleiki og
gestablídni nógv at týða. Ikki bara sum nakað heilagt
og ófrávíkiligt, ið eigur at koma fram um alt annað.
Men sum teir útlendingar, tey fremmandu og sum teir
gestir, tey fyrstu kristnu kendu seg at vera í hesum
heimi og hartil ikki so sjáldan forfylgd og fyri álvar-
somum atsóknum av yvirvaldinum, var tað altavger-
andi, at har var samanhald – at øll royndu at vera góð
hvørt við annað, koma við tí góða uppbyggjandi orð-
inum og standa saman um tað, tey áttu við gleðiboð-
skapinum; tí var vanligt, at hitt eina kirkjuliðið sendi
øðrum kirkjuliðum avrit av teimum ápostlabrøvum, ið
send vóru tí, fyri at tey eisini kundu gerast kunn aðra-
staðni. Eins og tað eisini kendist sum sjálvfylgja, at
ferðandi apostlar og profetar vóruvæl móttiknir, hgar
teir komu – tí hevði Jesus ikki sjálvur sagt, at hann,
sum tekur ímóti teimum, ið koma í mínum navni, hann
tekur ímóti mær?
Aftur undir orðinum í Hebr. um ikki at gloyma
bróðurkærleika og gestablídni; »tí at við teimum hava
summir sær óatvitandi hýst einglum« verður helst
hugsað um ta ferðina, Ábraham og Sára og seinni Lot
á sinni fingu vitjan av Guði, í ferðalagi við tveimum
einglum – hendan frásøgn, ið helst hevur givið eitt nú
russiska rithøvundanum Tolstoi tilfar til sínar halgi-
søgur, um hvussu Jesus sum gestur og fremmandur,
kann koma at vitja eisini okkum – uttan at vit vóru
greið um tað. Og hvønn týdning slíkur bróðurkærleiki
og gestablídni hava, síggja vit eisini í Jesusar orðum
um evsta dag, tá kongur skal siga við tey rættvísu
høgrumegin: »Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at
eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var
ókunnigur, og tit hýstu mær. Sanniliga sigi eg tykkum,
so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum
minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað ímóti
mær«.
Og so er hetta við gestablídni og bróðurkærleika
tíbetur ikki bara søga og fortíð – hetta kann altsamalt
vera eisini okkum fyri og henda okkum tann dag í dag,
og mong munnu kenna av royndum, hvønn týdning tað
hevur at vit fingu góða móttøku, har vit komu inn á
gólvið, – sum at alt annað kom at standa í ljósinum av
hesi móttøku, komu við hugi og sál at verða áminnt
eisini á hann, sum á sinni tók til: »tann, sum tekur
ímóti teimum smáu í mínum navni, hann tekur ímóti
mær. Síggið tí til at tit ikki vanvirða eitt einasta av
hesum smáu, tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í
himlunum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í
himlinum«. (Mt. 18, 5ff)
Martin Restorff Jacobsen, á Nesi
C
M
Y
K
53
52