Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 2004síða 28

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 188 - 2. oktober 2004 Nr. 188 - 2. oktober 2004 55 C M Y K 55 54 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Billettprísur: 55,- kr. Leygardagin 02.10.kl. 1700 Leygardagin 02.10.kl. 1900 Sunnudagin 03.10.kl. 1600 Sunnudagin 03.10.kl. 1800 Leygardagin 02.10.kl. 2015 Leygardagin 02.10.kl. 2315 Sunnudagin 03.10.kl. 1915 Sunnudagin 03.10.kl. 2215 Leygardagin 02.10.kl. 2100 Sunnudagin 03.10.kl. 2000 Leygardagin 02.10.kl. 2245 Sunnudagin 03.10.kl. 2145 Við danskari talu – Billettprísur: 55,- kr. Leygardagin 02.10.kl. 1800 Sunnudagin 03.10.kl. 1700 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Í sambandi við, at bøkurnar Havnar søga 1 og 2 koma út, skipar Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar Býarsavni og Føroya Forn- minnissavni fyri framsýning í Müllers pakkhúsi. FRAMSÝNING Tíðindaskriv Søgufrøðingarnir Jens Pauli Nolsøe og Kári Jesp- ersen hava í nøkur ár arbeitt burturav við einum bóka- verki um Havnar søgu frá landnámi til okkara dagar. Nú er komið somikið væl áleiðis við arbeiðinum, at fyrsta og onnur bók, ið er um tíðarskeiðið frá land- námi til 1816, verða at fáa til keyps. Í høvuðsheitum er fyrsta bókin um frásagnir og sam- tíðarlýsingar av Havnini, fornfrøðiligar rannsóknir í gomlu Havnini, ting- og rættarviðurskifti, bónda- garðin Húsagarð og vinnur hjá havnarfólki, einahand- ilin fram til umleið 1790 og staðanøvn innan- og uttan- garðs í Havnini. Onnur bókin er í høv- uðsheitum um Vágsbotns- handilin 1768-1793, kong- liga handilin frá umleið 1790 til 1816, skansa-verk- ið, hospitals- og heilsu- viðurskifti, kirkjurnar, skúlarnar í Havn, og hvussu Havnin veksur og mennist fram til umleið 1816. Høvundarnir hava eisini gjørt eina roynd at endur- skapa fólkavøksturin, demografisku gongdina í Havn og í Føroyum í tíðini frá 1600 til 1816. Havnar søga 1 og 2 er prýdd við nógvum mynd- um, kortum, skitsum, tekn- ingum og skjølum, sum almenningurin ikki áður hevur sæð. Sumt av hesum tilfari verður endurgivið á framsýningini, har eisini fornlutir eru at síggja. Jónhild Johannessen, arkitektur, hevur sniðgivið framsýningina. Dekostovan hevur staðið fyri grafisku uppsetingini. Framsýninigin í Müllers pakkhúsi er opin frá 1. oktober til 24. oktober, seinnapartin. Framsýning í Müllers pakkhúsi