Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Sosialurin 90 ár Síða 11 Rottur góðar dag­ ar í Havn Undir 4 eygum síða 5 Gjørt tveir søgufilmar Málið um sjúkrahúsverkið í Før­oy­ um endar altíð í einum eljustríði um »sjálv­stýri« til Klaksvíkar Sjúkr­ a­hús. Hesaferð tykist støðan eitt sind­ ur øðrvísi – nú fólk við á­virk­an í Klaks­vík taka rímuliga væl und­ir við leistinum hjá lands­stýr­is­kvinn­ uni í heilsumálum. Stríð er um, at lands­stýr­is­kvinn­ an ætlar at seta ein ovasta stóra fyri alt sjúkra­húsverkið – og tað kallar ann­ar fólka­floks­ting­mað­ ur­in fyri eina krígsavbjóðing, men hin fólka­floks­ting­kvinn­an kall­ar tað eina nið­ur­lað­ing av Klaksvíkar Sjúkra­húsi, at tað verður ein felags leiðsla fyri øll sjúkrahúsini. Einki fær norðoyingar upp á barri­kad­ur­nar, sum kjak­ið um sjúkr­a­hús­ið – og altíð er tað tað, at tey í Havn vilja taka vald frá Klaks­ vík­ar Sjúkra­húsi – og al­tíð er tað við tí ringa, ljóða skuld­set­ing­ar, sum hes­a­ferð er eru serliga harðar frá and­støðu­ting­fólku­num hjá Fólka­flokk­inum. Men tey sum sita við ábyrgd í Klaksvík, borgarstjórin, og stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, eru meira konstruktiv í sínum útsagnu,, og tað er sera gott, tí so spyrtst kanska okkurt gott burtuúr hesaferð. Tað sigur seg sjálvt, at sjúkra­ hús­verk­ið í Føroyum má virka sum ein heild. Tað ber ikki til, at vit hava trý sjálv­støð­ug sjúkrahús, sum koyra hvør í sín­um lag. Tí mugu við­ur­skift­ini skipast í felag. Fyrrverandi landsstýrismaður sig­ur í blaðnum í dag, at tað er skila­gott av leiðsluni á Klaksvíkar Sjúkra­húsi at taka undir við leisti­ num hjá lands­stýr­is­kvinn­uni »Av tí, at Klaksvíkar Sjúkrahús, eins og Lands­sjúkra­hús­ið, ligg­ur í mið­ stað­ar­øki­num, so trúgvi eg, at um Klaks­vík­ar Sjúkra­hús ikki hevði meld­að seg inn í kamp­in og sam­ starv­að, so hevði tað ver­ið byrj­an­in til eina nið­ur­lag­ing­ar­pro­sess fyri sjúkrahúsið«, sigur Jon Jo­hannes­ sen, fyrr­verandi landsstýrismaður í heilsu­mál­um, nú tað er líkt til, at sjúkra­hús­ini fáa ein ovasta leiðara fyri alt sjúkra­hús­verkið. Sjálvandi er tað trygdin hjá borg­ar­unum, sum skal setast í fremstu røð. Men tað sampakkar tí­verri ikki altíð við tað, sum lokal­ pol­it­ik­ar­ar vilja. Tað snýr seg tíverri nógv meira um, at ávísir politikarar skulu slúka nakrar kamelar – sum als ongan týdninga fyri borgaran og slett ongan týdning fyri trygdina hjá fólkinum – men bara fyri valds­ trongd hjá ávísum politikarum. Tað kann og skal broytast. Vón­ andi verður tað eitt uppbyggjand orð­as­kifti á tingi í morgin. eitt stríð um vald – Eg havi sitið við í politiska fylgi­bólkinum fyri eini nýggj­ari heilsunýskipan, tað hev­ur verði sera væl arbeitt, og tíðliga í tilgongdini, við teim­um leiðsluroyndum eg havi, fann eg útav, at fyri at fáa meg­inpartin av teimum 25 til­mælinum at virka, so er tað ikki bert neyðugt, men alneyðugt, at tað er ein skip­ ari á Polo. Eg hugsi í hesum førum um tørvin hjá sjúk­ ling­i­num. Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, fyrr­ver­ andi løg­mað­ur, á Facebook í sam­bandi við orðaskiftið um sjúkra­húsverkið, sum verður í morg­in. – Eg vil hava heilt klárt at vita, tá orðaskifti verður, um heilsu­nýskip­anin leggur upp til tríggjar skiparar á Polo ella ein skipara á Polo. – Fýra skiparar á Polo er ikki ein gongd leið, heldur fyrr­ver­andi løgmaður. Kaj Leo: Bara ein skipari á Polo Ávísir lokalpolitikarar skulu slúka nakrar kamelar Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin – Nú er løtan til at taka av­ gerð­ina. Nú er ikki at hava kálva­hjarta, men skera ígjøgn­um. Soleiðis sigur ein annar fyrr­ver­andi løgmaður, Jó­ ann­es Eidesgaard. – Øll vita innast inni, hvør rætta leiðin at ganga er, men spurn­ing­ur­in er bara, um ting­fólk tora at lyfta seg upp um persónlig politisk og lok­ al áhugamál. – Týsdagin fáa vit at síggja, hvørji hava format og ikki, sigur Jóannes Eid­es­ gaard, uttan heilt ítøkiliga at siga, at hann tekur und­ir við uppskotinum hjá lands­stýr­ is­kvinn­uni.. Nú skal skerast ígjøgnum Føroysk Miðla­ fólk heldur fram sum sjálv­ støð­ugt felag Aðalfundurin samtykt, at Føroysk Miðlafólk ikki skulu leggja saman við Starvs­manna­felagnum Leygardagin hevði yrk­ is­fel­agið hjá føroyskum miðla­fólk­um, sum nevnd­ ist »Felagið Føroysk Miðla­ fólk«, aðalfund, har nýggj nevnd er vald, og framtíð fel­ags­ins sett út í kortið Tað hevur ljóðað, at fel­agið hjá fjølmiðlafólki, sum fyrr æt Føroya Blað­ manna­felag, skuldi leggjast saman við Starvs­manna­fel­ ag­num, har fjøl­miðla­fólk­ini í Kring­varp­i­num eru lim­ir. Men tað vildu lim­ir­nir í øllum førum ikki, tí fel­ag­ ið skrivar soleiðis í tíð­ind­ a­skrivi: »Felagið hevur farna ár­ið arbeitt miðvíst við at kanna, um felagið skuldi fara í samstarv ella leggja saman við annað felag. Eft­ ir að­al­fund­in í dag er full semja um, at felagið heldur fram sum sjálvstøðugt fel­ ag.« Nýggja nevndin í Før­ oysk­um Miðla­fólkum er breitt sam­ansett við fólkum úr øll­um miðlaheiminum, tað veri seg úr almenna Kring­varp­ i­num, privatu miðlunum og frí­yrk­is­fólkum. Hesi manna nú nevnd­ina í felagnum: Jón Brian Hvidtfeldt, formaður Øssur Winthereig, næstformaður Sólvit Nolsø, skrivari Uni Arge, nevndarlimur Beate L. Samuelsen, nevndarlimur Jógvan Hugo Gardar, tiltakslimur Jens Kristian Vang, tiltakslimur Sólvit Nolsø og Jens Kristian Vang eru nýggir í nevndini«. Halda fram við egnum fakfelag