mánadagur 6. mars 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28
FMA
Danjal av Rana
Føroysku tónlistavirðisløn
irnar, FMA, eru sjálvandi
ein fagnaður av føroyskum
tónleiki. Her skulu vit heiðra
tey, sum á onkran hátt skara
fram úr í alsamt vaksandi
rúgvuni av dygdargóðum
føroyskum
tónleikarum,
sangarum og framleiðarum.
Onkur hevur lyndi til at
fílast inn á enska heitið á
tiltakinum, Faroese Music
Awards, men tað kann vísa
seg als ikki at vera so býtt.
Tí
samstundis
sum
vit
heiðra okkara egnu, er hetta
ein framúrskarandi sýnis
gluggi fyri umheiminum at
síggja, hvat føroyskur tón
leikur hevur at bjóða. Bæði
framførslur og virðisløna
handanirnar geva útlendsk
um gestum eina fatan av, hvat
rørir seg innan føroyskan
tónleik.
Skulu smakka
føroyskan tónleik
Fleiri útlendskir gestir eru
bodnir og hava boðað frá
luttøku á FMA í ár og arbeiðs
bólkurin hevur tí eisini roynt
at skipa fyri øðrum tiltøkum
fyri hesi.
Flestu teirra koma til
Føroya hósdagin, og longu
hóskvøldið
verður
fyrsta
konsertin fyri teimum, tá
millum annað 200 skal spæla
í Sirkus. Fríggjadagin verður
ein stór upptakt til FMA í
Reinsarínum, har umframt
útlendsku gestirnar, pláss
verður fyri 120 áskoðarum. Á
hesi konsertini spæla Danny
& the Veetos, Marius Ziska,
Benjamin Petersen, FRUM
og Benjamin Rajani, umframt
onkur
loyniligur
serligur
gestur.
Leygardagin
skulu
út
lendsku gestirnir til Klaks
víkar og eisini har eru ym
iskar tónleikaupplivingar á
skránni, áðrenn FMA byrjar í
Norðurlandahúsinum leygar
kvøldið.
– Tað hevur alla tíðina
verið eitt ynski frá tónleika
umhvørvinum, at FMA eisini
skuldi vera ein sýnisgluggi út
í heim fyri føroyskan tónleik.
Vit vilja bjóða bransjufókum
og tíðindafólkum hendan
vegin og geva teimum eitt
upplivilsi. Soleiðis fáa vit
bæði ein heimligan og ein
útlendskan profil, sigur Knút
Háberg Eysturstein, sum sit
ur í arbeiðsbólkinum fyri
FMA.
Málið er at koma út
Hann sigur, at tað eru eini
15 útlendskir gestir, sum
koma til FMA í ár, bookarar,
tíðindafólk, sølufólk og pr-
fólk av ymsum slag. Tey eru
úr Íslandi, Danmark, Noregi,
Týsklandi og Bretlandi.
– Tað er sjálvandi eitt
ynski hjá teimum flestu
tónleikarunum
at
sleppa
út um Føroyar at spæla,
hóast Føroyar er vøggan fyri
tónleikin, staðið, har hann
sprettir. Tað kann tó vera
torført at vita, hvar man skal
byrja og hvussu man skal
bera seg at, hvønn man skal
tosa við. Tá kann tað lætta um
og vera ein fyrimunur, um vit
fáa fólk hendan vegin, sum
kann geva okkum umtalu
ella seta okkum í samband
við røttu fólkini, sigur Knút
Háberg Eysturstein.
Endamálið við tiltøkunum
er at geva útlendsku gestun
um ein smakk av, hvat Før
oyar er, hvat føroysk mentan
og tónleikur er.
– Onkur teirra kenna til
føroyskan tónleik og hava
longu spælt ella skrivað um
føroyskan
tónleik.
Konni
Kass hevur millum annað
longu verið nógv spæld í
Radio Eins í Berlin og Anja
Caspary frá Radio Eins er
millum teirra, sum koma til
Føroya. Tað er frálíkt, at hon
hevur møguleikan at koma
higar at vitja, at síggja landið
og hoyra, hvat annað vit hava
at bjóða, sigur Knút Háberg
Eysturstein.
Annars
koma
millum
annað umboð fyri íslendska
kringvarpið RÚV, fyri Intro,
sum er størsta tónleikablaðið
í Týsklandi og fyri Believe
Digital, sum tekur sær av
allari digitalu søluni hjá Tutl.
Norðurlond eru kul
– Hetta er fyrstu ferð, at
FMA ger nakað miðvíst fyri
útlendskar gestir, at ting
eru á skrá, sum venda seg til
teirra. Eg haldi tað vera sera
gott, at FMA nú vendir sær
bæði til heimliga marknaðin
og útlendsk vitjandi, sigur
hann.
Knút Háberg Eysturstein
sigur, at áhugin fyri føroysk
um tónleiki er stórur.
– Ofta eru tað einstøk
nøvn, sum birta áhugan
hjá feløgum ella persónum,
sum so leita eftir meiri. Man
merkir væl, at so skjótt fólk
hoyra, at tað er úr Føroyum,
so fáa tey størri áhuga fyri
føroyska tónleikapallinum.
Vit njóta eisini væl av, at vit
eru norðurlendingar og tí
eru partur av norðurlendska
rákinum, sum hevur verið
seinastu árini. Norðurlond
og tað norðurlendska er kul,
bæði innan tónleik, sjónvarp
og matgerð, sigur Knút Há
berg Eysturstein.
danjal@sosialurin.fo
- Vit njóta eisini væl av, at vit eru norðurlendingar og tí eru partur av
norðurlendska rákinum, sum hevur verið seinastu árini. Norðurlond
og tað norðurlendska er kul, sigur Knút Háberg Eysturstein
Stórur
útlendskur
áhugi fyri FMA
Knút Háberg Eysturstein