mánadagur 6. mars 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Fyrrverandi
politikarin
og skúlamaðurin Signar á
Brúnni fór fyri fimm árum
síðani um pensjónsaldur,
men hann hevur næstan ikki
stundir at vera pensjónistur.
Síðani
hann
fór
frá
fyri aldur sum skúlastjóri
í Skúlanum á Ziskatrøð í
2012, hevur hann røkt fleiri
avloysarastørv í fólkaskúl
anum, og hann hevur verið
virkin á fleiri øðrum økjum
eisini.
– Tú skalt duga at taka teg
aftur og hugsa, at nú hava
onnur tikið við. Tú skalt
verða glaður og finna tær
okkurt annað at gera, sigur
Signar á Brúnni.
– Eg má siga, at eg havi
havt so nógv at tikist við, at
eg havi ikki rættiliga havt
stundir at verið millum aðrar
pensjónistar í tilhaldum. Eg
tími væl at vera saman við
eldri fólk, men mær dámar
eisini væl, at tað hendir nak
að, og eg havi nógv at takast
við, sigur hann.
Virðing fyri
teimum eldru
Hóast hann hevur verið
skúlamaður alt sítt vaksna
lív, er hann helst enn betri
kendur kring landið sum
politikari. Í 1970 var Signar
á Brúnni fyrstu ferð valdur
í løgtingið, og heilt fram til
2002 var hann virkin í poli
tikki.
– Tá ið eg fyrstu ferð varð
spurdur, um eg vildi stilla
upp í politikki, segði eg nei,
tí eg helt ikki, at eg hevði
nóg stórt samfelagsinnlit.
Tey spurdu aftur, og eg segði
ókey, tí eg var púra vísur í, at
eg fór ikki at verða valdur.
Men tað, sum ikki skuldi
henda, hendi, og so byrjaði
ein drúgv yrkisleið í politikki
mest sum av tilvild, sigur
Signar á Brúnni.
Hann sat í heili 28 ár í
løgtinginum sum umboð
fyri Tjóðveldisflokkin, hann
var fleiri skifti landsstýris
maður, og hann røkti eisini
aðrar politiskar álitissessir.
– Mítt ættarlið hevði sera
stóra virðing fyri teimum
eldru
politikarunum,
og
vit lurtaðu eftir teimum og
lærdu av teimum. Teir vóru
sera fittir og fryntligir menn
og hjálptu okkum væl. Við
árunum bleiv eg meira og
meira bitin av politikki, og
tað gjørdi, at eg helt fram við
politiska arbeiðnum í nógv ár.
– Eg royndi at vera semju
søkjandi, og eg var ein av teim
um, sum ynskti at Tjóðveldis
flokkurin skuldi koma uppí og
hava ávirkan og ikki bara sita
uttanfyri og finnast at.
Signar á Brúnni heldur, at
tíðin í politikki var sera gev
andi.
– Eg lærdi sera nógv, og
eg fekk innlit í nógv sam
felagsviðurskifti. Eg hevði
gott samstarv við politikarar
í øllum flokkum, og tá ið eg
hugsi aftur á tíðina, fegnist
eg um ymiskt, sum eg var við
til at fáa ígjøgnum.
– Vit gjørdu nýggja lóg
gávu fyri lestrarstuðul, sum
skundaði undir, at fólk fóru
at lesa. Mentanargrunnin
bleiv til tað, sum hann er í
dag og kundi geva listafólki
møguleikan at liva av stuðli
í tíðarskeiðum, eg var við at
gera álitið um yvirtøku av
fólkakirkjuni, og so var mið
námsskúlin á Kambsdali eitt
av stóru málunum, sum eg
var við til at gjøgnumføra,
sigur hann.
Aftur í skúla
Í 2002 endaði politiska yrkis
leiðin hjá Signari á Brúnni
eins knappliga, sum hon var
byrjað. Hann var ikki upp
stillaður á løgtingsvalinum í
2002 og takkaði fyri seg.
– Hóast tað var nokk so
knappliga, at eg fór úr poli
tikki, var eg fyrireikaður
uppá, at tað skuldi enda.
Eingin verður sitandi fyri
alla tíð, og eftir 28 ár í løg
tinginum, hevði eg tænt fyri
meg, sigur hann.
Hóast Signar á Brúnni
var politikari í meira enn trý
áratíggju, varðveitti hann
alla tíðina sambandið við
fólkaskúlan, har hann starv
aðist, tá ið hann ikki var í
politikki fulla tíð.
Nakað eftir, at hann var
givin sum politikari, varð
hann spurdur, um hann
vildi loysa av sum skúla
stjóri í skúlanum á Ziskatrøð
eitt skifti, til nýggjur stjóri
skuldi setast.
– Eg var sera væl móttikin
í Klaksvík og treivst væl, men
tá ið tey søktu eftir nýggjum
stjóra, ætlaði eg ikki at søkja.
Eg helt, at klaksvíkingar
mundu ynskja sær eitt yngri
fólk sum skúlastjóra.
– Skúlastýrið á Ziskatrøð
setti seg í samband við meg
og bað meg søkja starvið.
Tað gjørdi eg so, og eg fekk
starvið. Og tað angraði eg
ikki. Eg fekk nøkur sera góð
ár sum skúlastjóri, og vit
fingu broytt ymisk viður
skifti í skúlanum til tað
betra. Eg hevði eitt sera gott
samstarv við lærararnar,
skúlastýrið og kommununa,
og tað var hetta sum gjørdi,
at vit fingu flutt skúlan
rætta vegin.
Eg fram um alt annað
Eftir at Signar á Brúnni gavst
sum skúlastjóri í Klaksvík,
hevur hann røkt onkur av
loysarastarv í skúlanum, og
tað hevur dámt honum væl.
Hann hevur eisini tykist við
ymiskt annað. Hann hevur
arbeitt við at gera søguligar
dokumentarfilmar
um
handilslívið og vinnulívið í
Fuglafirði, og hann skrivar
trúfastur um dystir hjá ÍF á
heimasíðuni hjá felagnum.
Signar á Brúnni fylgir
framvegis væl við í politikki
og
samfelagnum
annars,
og nú kann hann átaka sær
tann meiri uttanveltaða eyg
leiðaraleiklutin.
– Stórar broytingar eru
hendar í politiska umhvørv
inum seinnu árini. Uppaling
in av børnum er nógv broytt,
síðani eg var barn og ungur,
og tað sæst eisini aftur í
politiska umhvørvinum. Tað
virkar fyri mær, sum at tað
er púra burtur at vera hóv
ligur og at fara stillisliga
fram. Nú eru fólk ikki meira
enn komin inn um hurðina í
løgtinginum, áðrenn tey biða
um orðið og fara í miðlarnar
at markera seg, sigur hann.
– Politikkarar eru ikki
longur ein veruligur partur
av einum løgtingi og einum
flokki,
har
mann
tosar
innanhýsis, ger semjur og
stendur saman. Hevur tú
eina meining, leypur tú út
at markera teg. Ov nógvir
politikarar hugsa alt ov nógv
um at føra seg fram fyri at
fáa atkvøður til sín sjálvs.
Hetta gera tað serstakliga
trupult at leiða ein flokk og
eina samgongu, sigur Signar
á Brúnni.
– Løgmaður hevur ein
Urias post, tí tað er
næstan vónleyst at
vera leiðari í ein
um umhvørvi, har
politikarar hugsa
um seg og sítt
fram um alt ann
að. Eg’ið er blivið
óvanliga stórt,
og eg stúri fyri,
at tað fer bara
at versna.
Hvør politikari var fyrimynd hjá tær?
– Mín politiska fyrimynd var Finnbogi Ísakson, sum seinni
bleiv mín góði vinur. Hann var gløggur, greiður og sjáldasama
góður debatørur, og til samráðingar lá ræði fyri, og hann lærdi
meg nógv. Hann var bert tvey ár eldri enn eg, og tað viðvirkaði
helst til, at vit funnu sera væl út av tí.
Hvønn føroyskan sang metir tú serliga høgt?
– Vit eiga ørgrynnu av vøkrum og sigandi sálman. Ein, sum
er serliga góður og sigandi, er “Boðar tú til allar tjóðir” hjá
Jóannes bónda. Serliga seinasta ørindi er gott og minnir
okkum á at varðveita landið, viljan og hugin.
UNDIR FÝRA EYGUM
POLITIKARAR
ERU BLIVNIR
OV SJÁLVSØKNIR
– Tað virkar fyri mær, sum at tað er púra burtur at vera hóvligur og at fara stillisliga fram. Nú eru fólk
ikki meira enn komin inn um hurðina í løgtinginum, áðrenn tey biða um orðið og fara í miðlarnar at
markera seg, sigur Signar á Brúnni, sum stúrir fyri gongdini. Vit hava prátað við fyrrverandi politikaran
og skúlastjóran um virknu tilveruna sum pensjónistur og um, hvussu hann nú eygleiðir samfelagið