Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28 UNDIR FÝRA EYGUM Hvør er tín yndislutur? – Ein málningur av Steffan Danielsen, sum eg keypti, tá ið eg var 18 ára gamal. Málningurin hongur væl í stovuni, og hann blívur bara størri og størri í mínum eygum. Málningurin er úr Nólsoy og hevur eitt sera flott litspæl. Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja? – Í 1960’unum fylgdi eg væl við krígnum í Vietnam, har amerikanarar tveittu bumbur og napalm yvir fólkið. Tað skar í mítt hjartað at síggja ræðuleikarnar, og eg havi havt stórt sympati við fólkinum har. Tí setti eg mær fyri at fara at vitja landið, og tað fari eg at gera. Signar á Brúnni heldur, at foreldur eiga lut í skeivu gongdini. – Tað byrjar í uppvøkstri­ num, har foreldur geva børn­ um eina óavmarkaða kenslu av, at tey eru nakað ser­ligt. Sleppur eitt barn ikki at spæla við á einum ítróttar­ liði, krevja foreldur eina frágreiðing frá venjaranum, men tey seta eingi krøv til síni børn. Dugir tú trý greb á einum gittara, ja, so skalt tú partú geva tónleik út. Foreldur føra síni børn fram, men seta ikki krøv. Tey halda seg helst gera væl ímóti børnunum, men tað er ein bjarnatænasta, heldur Signar á Brúnni. Lítið konstruktivt Signar á Brúnni heldur, at á einum øki broytist føroyskur politikkur tó ikki, og tað er tá ið tað kemur til samstarv. – Føroyskur politikkur er alt ov uppbýttur í samgongu og andstøðu, og tað er líka­ mikið, hvør situr hvar. Sam­ gongan er í flestu førum einsa­møll um at fáa mál ígjøg­num, tí andstøðan skal sum prinsipp vera ímóti, og samgongan er ímóti øllum uppskotum, sum andstøðan kemur við. Tað eru alt ov fáar breiðar semjur og alt ov lítið konstruktivt samstarv um mørk, sigur á Brúnni, sum stúrir fyri gongdini í sam­ felagnum. – Vælferðin er sum ong­an­ tíð, og vit ríða á einum aldu­ kambi. Tað er blivið garrvilt við øllum íløgunum, og tað verður als ikki hugsað um, at vit koma aftur í ein aldudal. Tað er ikki av ongum, at tað verður sagt, at tað skal sterkur ryggur til at vera góð­ar tíðir, og at vandi er í hvørj­ari vælferð. – Nú brúka vit tríggjar milli­ardir krónur til at gera undirsjóvartunlar. Annar skal stytta eina farleið á megin­økinum millum Eyst­ ur­oynna og Havnina við ein­ um hálvum tíma, sam­stund­ is sum at ferðslan í Havn ivaleyst fer at vaksa so nógv, at tað fer at taka eitt korter longur at koma inn og út úr Havnini. Tunnilin millum Sandoynna og megin­økið gevur størri meining, men hann er eisini ein sera stór íløga, heldur Signar á Brúnni. – Tað, sum økini uttan fyri Havnina ivaleyst fara at uppliva, verður, at høv­uðs­ staðurin fer bara at draga enn meira til sín, og tað verð­ ur enn lættari hjá ung­dóm­ inum at leita til Havnar. Dámar væl kjak Tað eru liðin 15 ár, síðani Sign­ar á Brúnni gavst í poli­ tikki, og í fimm ár hevur hann verið pensjónistur, men hann fylgir framvegis væl við, er virkin og hevur mein­ingar um samfelagið. – Eg brúki nakað av tíð á Facebook, tí mær dámar væl at fáa eitt gott kjak ella at skriva onkrar hugleiðingar. Mær dámar væl at ganga túrar og at fáa prát við fólk, sum møti í bygdini ella aðra­ staðni. – Fyrstu tíðina, eftir at eg gavst sum skúlastjóri í Klaksvík, longdist mær inn­ aftur, men nú kennist tað gott ikki at vera politikari ella skúlastjóri, men heldur at fáast við annað, sigur Sign­ar á Brúnni. – Eg fái eisini nógv góð prát við fyrrverandi starvs­ felagar. Til dømis tosi eg so at siga hvørja viku við Hergeir Nielsen um ymiskt, sum er frammi í samfelagnum ella okkurt, sum vit minnast frá fyrr. Signar á Brúnni stevnir nú við stórari orku fram ímóti frumsýning av tveim­ um søguligum dokumentar­ filmum, sum hann hevur arbeitt við seinastu árini, og ávegis og aftaná fer virkni pensjónisturin uttan iva eisini at fáa nógv prát og kjak við fólk. eydun@sosialurin.fo UM SIGNAR Á BRÚNNI Signar á Brúnni er fuglfirðingur og 72 ára gamal. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari og skúlastjóri í føroyska fólkaskúlanum. Í 1970 varð hann valdur í løgtingið, og hann hevði eina politiska yrkisleið heilt fram til 2002. Hann sat í løgtinginum í 28 ár og var fleiri skifti landsstýrismaður. Síðani Signar gavst sum skúlastjóri í Klaksvík í 2012, hevur hann havt onkur avloysarastørv í fólkaskúlanum, og hann hevur verið virkin á fleiri økjum – eitt nú við at framleiða tveir søguligar dokumentarfilmar um vinnulívið og handilslívið í Fuglafirði. – Tú skalt duga at taka teg aftur og hugsa, at nú hava onnur tikið við. Tú skalt verða glaður og finna tær okkurt annað at gera, sigur Signar á Brúnni, sum er sera virkin pensjónistur Mynd: Álvur Haraldsen Gjørt tveir søgu­ligar filmar Seinastu stívliga trý árini hevur Signar á Brúnni arbeitt við tveimum søgu­ ligum dokumentar­filmum. Annar filmurin snýr seg um Pidda’sa handil og Haraldsen, og hin filmurin er um gomlu smiðjuna og gomlu bedingina í Fugla­ firði. – Vit hava havt kvøld­ setu, har fólk, sum starv­ aðust á hesum støðum, hava greitt frá, og eg havi eisini gjørt ymisk prát við fólkini. Tað er sera áhuga­ vert at hoyra tey siga frá, og bara síðani eg byrjaði við arbeiðnum, eru sjey fólk, sum eg havi tosað við, farin, sigur Signar á Brúnni. Í løtuni eru hann og Zacharias Hammer í holt við at klippa og seta mongu samrøðurnar sam­ an til tveir filmar, sum hvør verður umleið ein tíma til longdar. Ætlanin er, at filmarnir verða frumsýndir seinni í hesum mánað­inum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.