Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2017 · Nr. 25 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað kemur dátt við hjá sand­ oyggjafólki, at strand­fara­ skip­ið Teistin bar við land á Gomlu­rætt í gjárkvøldið, og skaði stóðst á kúlustevnið. Tíðliga í morgun varð Jós­ up settur í sigling um Skop­un­ ar­fjørð, men longu á fyrsta túri úr Skopun í morgun stóðu nøkur fólk eftir á bryggj­uni, sum ikki sluppu við, tí Jósup var fullur. Eftir ferðaætlanini er fyrsta ruta úr Skopun klokkan 06.45, men Jósup loysti, tá hann var fullur og soleiðis nakr­ar minuttir fyri tíðina. Tá Jósup hevði verið á Gomlu­rætt og sett ferðafólkið av henda fyrsta túrin úr Skop­ un, varð beinanvegin loyst aft­ ur og lagt á aftur fjørðin. Tað var klokkan gott átta í gjár­kvøldið, at Teistin bar við land, tá hann skuldi leggja at á Gomlu­rætt. Teistin hevur tveir azi­ mutt­ar, sum tað verður rópt, og tá annar av hesum ikki rigg­aði, tá skipið skuldi leggj­ ast at, fekk skiparin ikki stýrt, sum hann skuldi, og tí bar skip­ið við land. Tá froskmaður í gjár­kvøld­ ið hevði verið niðri og kanna skað­an, vísti tað seg, at ein riva upp á eina lítla sponn var kom­in á kúlustevnið, og at sjógv­ur lak inn. Í morgun varð Teistin so tik­in upp á bedingina hjá skipa­smiðjuni Mest í Havn, har skaðin á kúlustevnið skal um­v­ælast. Fólk, sum dagliga sigla við Teist­anum, siga seg vóna, at slík­ir tekniskir trupulleikar ikki henda aftur, tí tankin er ræð­andi, um slíkt skuldi hent ein brimdag í Skopun, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Fyribils er Jósup í sand­oy­ ar­sigling. Men, Jósup tekur ikki bilar, og tí kann roknast við, at nólsoyarskipið Ternan fer at røkja siglingina – og so hava nólsoyingar trup­ul­leik­ an. Enn er ikki greitt, hvussu langa tíð umvælingin av Teist­ anum fer at taka. vilmund@sosialurin.fo ­ Fólk, sum dagliga sigla við Teistanum, siga seg vóna, at slíkir tekniskir trupulleikar ikki henda aftur, tí tankin er ræðandi, um slíkt skuldi hent ein brimdag í Skopun Ein ræðandi tanki OPIÐ HÚS: Í kvøld, mánakvøldið 6. mars klokkan 19.30, bjóðar tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna øllum, sum vilja vita meira um gymnasialu tilfeingisbreytina, at vera hjartaliga vælkomin. Tiltakið er serliga ætlað ungum, sum ætla sær at søkja inn á miðnám og teirra foreldrum, men øll áhugaði eru vælkomin. Vilmund Jacobsen – Vit fegnast um, at mammo­grafi­kann­ing­arnar eru lagdar soleiðis til rætt­is, at bíðitíðin eftir svari er stutt, sigur Krabba­ meinsfelagið Fleiri kvinnur í Før­oy­um hava verið til mammo­grafi­ kanningar gjøgnum ár­ini, hóast tað ikki hevur ver­ið talan um skipaða screen­ ing. – At allar kvinnur millum 50 og 69 ár nú fáa tilboðið, halda vit vera eitt framstig. Nú fáa allar sama tilboð og tí eis­ini sama møguleika at taka av tilboðnum. Tað sigur Krabba­meins­ fe­lag­ið, sum vísir á, at fyri­ mun­ir eru við screeningini. – Sjúkan verður staðfest tíð­liga, viðgerðin verður mild­ari, og haraftrat verður eft­ir­viðgerðin minni. Ein annar fyrimunur við screen­ingini er, at stúranin hjá kvinn­um, sum hava latið seg kanna, verður minni, tá einki er at síggja. – Tað krevur góða fyri­ reik­ing at seta mammo­ grafi­screeningina í verk, og Lands­sjúkrahúsið hevur fyri­reikað hetta væl. Krabbameinsfelagið sig­ ur, at tá kanningin er gjørd, er tað næsta, at kvinnan skal fáa boð um, hvat kann­ ing­in vísti. – Tíbetur fáa allar flestu kvinn­ur at vita, at einki er at síggja, men at bíða eftir svari er hjá flestu fólkum ein tíð við stúran. Tí fegnast vit um, at kanningarnar eru lagd­ar soleiðis til rættis, at bíði­tíðin eftir svari er stutt. Krabbameinsfelagið er fegið um, at politiska skip­ an­in hevur raðfest mammo­ grafi­screening, og at Lands­ sjúkra­húsið hevur lagt orku í at seta hana í verk.  Sonni á Horni, borgarstjóri og Torfinn Nón (Heildarverk) skriva undir sáttmála um jørðarbeiði, sum er fyrsta stigið at byggja nýggja barnaskúla í Fuglafirði Litaðu ljósini í Gjónni Vilmund Jacobsen Gjáar bygd ger seg nú klára til várið, og gistingarhúsið Gjáargarður er latið upp aftur eftir ein longri vetrarsteðg. Um vikuskiftini er nógv virksemi í bygdini, og Gjáargarður er altíð eina vitjan verdur, nú tey hava latið uppaftur. Í Sunda kommunu vísa tey á, at vøkru ljósini í Gjónni við Gjógv fara at lýsa fram til og við grækarismessu, 12. mars. - So, hevur tú ikki verið og hugt at ljósunum, er lagamanni at koyra tær ein túr hesa vikuna. Í Sunda kommunu vilja tey fagna várinum, og tað gera tey við at lata ljósini lýsa til á grækarismessu. Flottu myndina eigur faroephoto.com vilmund@sosialurin.fo Ein tíð við stúran – Tíbetur fáa allar flestu kvinnur at vita, at einki er at síggja, men at bíða eftir svari er hjá flestu fólkum ein tíð við stúran, sigur Krabbameinsfelagið