mánadagur 6. mars 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. februar 2017 · Nr. 25
Vilmund Jacobsen
Næstu mánaðirnar verður
25 ára gamla Marjun Andre
asardóttir úr Syðrugøtu í
starvsvenjing hjá Eystur
kommunu. Hon tekur í løt
uni eina útbúgving innan
Leisure Management við
fokus á ferðavinnu.
– Í síni starvsvenjing fer
Marjun Andreasardóttir at
arbeiða við at menna ferða
vinnuna í kommununi.
Tað vita tey í Eystur
kommunu at siga í dag.
Ymiskt á skránni
Marjun Andreasardóttir byrj
aði sína starvsvenjing tann
13. februar, og hon kemur at
arbeiða í Eysturkommunu
fram til í summar.
– Hon fer eitt nú at arbeiða
við
ferðavinnupakkum
og ferðavinnuskeltum, og
hon fer at fyrireika kunn
ingardiskin í nýggju býráðs
húsunum.
Í Eysturkommunu siga
tey, at Marjun Andreasar
dóttir fer at samstarva við
ymisku aktørarnar í komm
ununi og at skipa fyri átøk
um annars fyri at menna
ferðavinnuna í økinum.
Vilmund Jacobsen
Bjørn Patursson, fyristøðu
maður í Koltri, hevur lagt
myndir av turkaðum gása
krovum út á Facebook-síð
una hjá Koltri.
Hann vísir á, at í fjør
kom so mikið undan, at
pláss var til at turka nakrar
føroyskar gásarungar.
Nútíðar
føroyingurin
man best kenna gásina sum
jóladøgurða, men soleiðis
hevur ikki altíð verið.
Jóan
Pauli
Joensen,
fólkalívfrøðingur,
hevur
víst á, at í sínari tíð var van
ligt at turka gásarungar.
Tá gásin var turr í febru
ar ella í mars var vanligt at
eta turra gás til morgun
matar.
– Turr gás við heitum
drýli afturvið var góður
matur, sigur hann.
Jóan Pauli Joensen vísir
á, at gás og dunna vórðu
ikki havd til matna á jólum,
soleiðis sum vit kenna tað
í dag.
– Jólagásin er nýggjari
fyribrigdi. Heldur var tað
so, at gásin varð etin turr,
sigur fólkalívfrøðingurin.
vilmund@sosialurin.fo
Áður var vanligt at turka
gásarungar, og hetta plagdi at
vera góð føði til morgunmatar
ADHD í Klaksvík: Hin 8. mars
klokkan 19 skipar ADHD-felagið
fyri temakvøldi um ADHD
í býráðssalinum í Klaksvík.
Rebekka Perlick, sálarlækni á
Barna-og ungdómspsykiatriini
á Landssjúkrahúsinum fer at
greiða frá um ADHD. Haraftrat
fara fólk við persónligum
royndum at siga sínar søgur.
Ísland
er álitið
í løtuni
Vilmund Jacobsen
Seks føroysk
ísfiskalínuskip fiska í
íslendskum sjógvi. Eitt
kemur heim at landa í
dag, og møguliga koma
tvey seinni í vikuni.
Ísfiskalínuskipini í
íslendskum sjógvi
fáa mest av toski og
hýsu og so nakað av
brosmu og longu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at
siga, at umframt
ísfiskalínuskipini, eru
eisini fýra føroysk
frystilínuskip í
íslendskum sjógvi. Tey
eru nýliga byrjaði túr,
so tað er óvist, nær tey
koma inn at landa.
Fýra línuskip eru
til fiskiskap undir
Føroyum. Eitt fiskar
mest av longu og
brosmu, og tvey fiska
mest av toski og hýsu.
Fjórða línuskipið undir
Føroyum fiskar mest
tosk og so nakað av
svartkalva og blálongu.
Tvey av línuskipunum,
sum fiska undir
Føroyum, koma inn at
landa í vikuni - og so
koma hini bæði helst
fyrst í næstu viku.
- Flestu partrolarar
eru til fiskiskap. Teir
fáa mest av upsa,
men fiskiskapurin
er smáligur. Skipini
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Um
djúpvatnstrolararnar
verður sagt, at ein
kemur inn at landa
í dag, og hesin
hevur mest av toski,
hýsu og upsa. Ein
djúpvatnstrolari
fiskar blálongu og
stinglaks og kemur
væntandi eisini inn
at landa í vikuni.
Tríggir
djúpvatnstrolarar
fiska svartkalva og
frysta fiskin umborð.
- Fýra trolbátar eru
nýliga byrjaðir túr
norðanfyri. Teir fáa
mest av toski og hýsu og
koma væntandi inn at
landa í vikuni, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
vilmund@sosialurin.fo
Turr gás
í Koltri
Nú Marjun Andreasardóttir er í starvsvenjing
hjá Eysturkommunu, fer hon at arbeiða við
at menna ferðavinnuna í kommununi
Fokus
á ferðavinnu
í Eysturkommunu
Vestmanna kommuna
fekk heili 16,86
prosent meira inn í
kommunuskatti í februar
í ár enn sama mánaða í
fjør
Marjun Andreasardóttir byrjaði
sína starvsvenjing tann 13.
februar, og hon kemur at arbeiða í
Eysturkommunu fram til í summar
Myndin er av turrum gásarungum í Koltri
Mynd: Bjørn Patursson