mánadagur 6. mars 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MENNINGARÆTLANIN
BJARGINGIN HJÁ
KLAKSVÍKAR
SJÚKRAHÚSI
Hallur av Rana
Tá verður helst eitt mál, ið
fer at skugga yvir øll onnur,
tá aðalorðaskifti týsdagin
verður í løgtinginum um
menningarætlanina
fyri
sjúkrahúsverkið,
ið
Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna
í heilsumálum, hevur lagt
fyri tingið.
Spurningurin
um
før
oyska sjúkrahúsverkið skal
hava ein felags stjóra fyri
øll sjúkrahúsini, er vorðin
ímyndin av stríðnum hjá
teimum smærri sjúkrahús
unum at varðveita teirra
tænastur, og er samstundis
vorðin gordiski knúturin hjá
teimum landsstýrisfólkum,
ið ynskja eitt meira samskip
að sjúkrahúsverk.
Kanska kendasta roynd
in at loysa knútin varð
framd í 2011, tá táverandi
landsstýrismaðurin í heilsu
málum,
javnaðarmaðurin
John Johannesen, ynskti at
avtaka lokalu leiðslurnar og
skipa sjúkrahúsverkið undir
eina felags leiðslu.
Nýval varð tó útskrivað í
ótíð, og tá John Johannesen
ikki varð afturvaldur til løg
tingið, hvarv ætlanin við
honum.
Sirið ger eina roynd
Seks ár skuldu nevniliga
ganga,
áðrenn
eitt
nýtt
ítøkiligt uppskot kom um
hvussu at skipa sjúkrahús
leiðslurnar. Hesaferð er tað
Sirið Stenberg, ið saman við
teimum trimum sjúkrahús
stjórunum, Johnny í Grót
inum, stjóri á Landssjúkra
húsinum, Ronnie Midjord,
stjóri á Suðuroyar Sjúkra
húsi, og Heri Ellingsgaard,
stjóri á Klaksvíkar Sjúkra
húsi, hevur gjørt eitt upp
skot til eina felags leiðslu
fyri øll sjúkrahúsini.
Avtalan millum lands
stýriskvinnuna og sjúkra
hússtjórarnar mælir til, at
ein ovasti stjóri verður settur
fyri
sjúkrahúsverkinum,
sum saman við teimum
trimum núverandi sjúkra
hússtjórunum skal mynda
framtíðar leiðsluna í sjúkra
húsverkinum.
Eitt bragd
Hóast tað eru fleiri munir á
uppskotinum, ið nú liggur
á borðinum, og tí, ið John
Johannesen
legði
fram
fyri seks árum síðan, so er
fyrrverandi
landsstýris
maðurin skjótur at rósa
landsstýriskvinnuni fyri eitt
higartil gott politiskt handa
verk.
– At hava fingið eina
semju um ein ovasta stjóra
fyri
alt
sjúkrahúsverkið,
má sigast at vera eitt bragd,
sigur John Johannesen.
Meðan uppskot frá John
Johannesen innibar einar
lógarbroyting, ið legði tey
trý sjúkrahúsini saman í
ein stovn við felags játtan
og einum stjóra, ið síðan
setti lokalar leiðarar, so
hevur
nýggja
uppskotið
ikki eins víttfevnandi av
leiðingar. Men fyrrverandi
landsstýrismaðurin
metir,
at samansjóðingin av leiðsl
unum er eitt stig á røttu leið
móti eini betri samskiping av
sjúkrahúsunum.
– Tað eru enn nakrir
ósvaraðir spurningar, men
við hesum uppskotinum,
so tykist tað at førka seg
rætta vegin, so at man fær
eina góða loysn fyri alt
sjúkrahúsverkið, sigur John
Johannesen.
Í seinastu løtu
Tað er serliga leikluturin
hjá stjórunum á teimum
báðu smáu sjúkrahúsunum,
Suðuroyar og Klaksvíkar
Sjúkrahús, ið John Johanne
sen metir er orsøkin til, at
ein semja nú hómast um ein
ovasta stjóra.
– Tað, at tey hava meldað
seg inn í kampin, er ógvuliga
positivt. Tað gjørdi Suður
oyar Sjúkrahús rættiliga tíð
liga, og síðan er Klaksvíkar
Sjúkrahús eisini komið við,
sigur John Johannesen.
Fyrrverandi landsstýris
maðurin metir, at tað er í
seinastu løtu, at Klaksvíkar
Sjúkrahús hevur valt at
samstarva um eina nýggja
loysn. Um leiðslan hevði tikið
eina aðra støðu, metir John
Johannesen nevniliga, at
tað kundi fingið álvarsligar
avleiðingar fyri framtíðina
hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– Av tí, at tað eins og
Landssjúkrahúsið liggur í
miðstaðarøkinum, so trúgvi
eg, at um Klaksvíkar Sjúkra
hús ikki hevði meldað seg
inn í kampin og samstarvað,
so hevði tað verið byrjanin
til eina niðurlagingarprosess
fyri sjúkrahúsið. Nú kann
tað fáa ein veruligan leiklut
í føroyska heilsuverkinum,
heldur enn bara muta ímóti
øllum broytingum, og so líð
andi fána burtur, sigur John
Johannesen.
Tað er tó ikki heilt uttan
mótstøðu,
at
uppskotið
verður lagt fram. Serliga
løgtingsumboðini
hjá
Fólkaflokkinum á løgtingi
hava funnist harðliga at
nýggju menningarætlanini
hjá
landsstýriskvinnuni,
meðan tað tykist, at Jógvan
Skorheim,
borgarstjóri
í
Klaksvíkar kommunu og
løgtingsmaður fyri Sjálv
stýri, hevur valt eitt mild
ari orðaval um menningar
ætlanina, hóast hann ikki
er heilt tryggur við nýggja
leiðslubygnaðin.
– Tað hevur meira at
gera við atkvøðufiskarí enn
rationalitet,
tá
mótmælt
verður móti øllum broyt
ingum á Klaksvíkar Sjúkra
hús. Borgarstjórin hevur tó
helst ásannað, at tað er betri
at fáa nakað gott burturúr og
geva Klaksvíkar Sjúkrahúsi
ein veruligan status í nýggja
heilsuverkinum, heldur enn
bara muta ímóti og risikera,
at tað øvugta hendir, sigur
John Johannesen.
hallur@sosialurin.fo
– Av tí, at tað eins og Landssjúkrahúsið liggur í miðstaðarøkinum, so trúgvi eg, at um Klaksvíkar
Sjúkrahús ikki hevði meldað seg inn í kampin og samstarvað, so hevði tað verið byrjanin
til eina niðurlagingarprosess fyri sjúkrahúsið. Tað metir fyrrverandi landsstýrismaðurin í
heilsumálum John Johannesen, nú tað er líkt til, at sjúkrahúsini fáa ein ovasta leiðara
– At hava fingið eina semju um ein ovasta stjóra fyri alt sjúkrahúsverkið, má sigast at vera eitt bragd, sigur John Johannesen