Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28 Hetta er tað, ið Sirið Sten­ berg, landsstýris­kvinna í heilsumálum, segði um nýggju leiðslubygnaðin, tá hon 27. februar legði menningarætlanina um sjúkrahúsverkið fyri løg­ tingið. – Tað er mín greiða fatan av tí, sum mær er handað, at ein for­treyt fyri nógvum av til­mæl­ unum í menningar­ætl­ anini er, at sjúkrahús­ verkið er skipað sum ein organisatión. Tí er málið hjá mær sum lands­stýriskvinna, at sjúkrahúsverkið fram­ eftir verður skipað á henda hátt. – Hetta merkir ítøki­ liga, at í seinasta lagi 1. januar 2018 er settur ein ovasti leiðari fyri sjúkra­húsverkið, sum saman við lokalu stað­ bundnu leiðslunum koma at mynda fram­ tíð­ar leiðsluna í sjúkra­ húsverkinum. – Við áliti og virðing fyri øllum pørtum, verður framhaldandi tørv­ur á at hava lokalar leiðslur á staðnum, men tær leiðslurnar verða eis­ini partur av samlaðu sjúkra­hús­leiðsluni. Hetta merkir, at lokalu leiðslur­ nar á øllum sjúkra­hús­ unum hava eina felags ábyrgd fyri virk­sem­inum í samlaða sjúkra­hús­verk­ inum. – Soleiðis fær framtíðar sjúkrahúsleiðsla ábyrgd­ ina av at leggja til rætt­ is viðgerðir og tæn­astur tvørtur um sjúkra­hús­ ini, soleiðis at saml­aða tilfeingið í sjúkra­hús­ verk­inum verður nýtt so skilagott sum gjørligt. Tað vil við øðrum orð­ um siga, at leiðslan hev­ur myndugleika til – innan fyri karmarnar í sjúkrahúslógini og teim­ um kørmum, sum polit­ iska skipanin setir – at skipa funktiónirnar upp á tvørs av sjúkrahúsunum. hallur@sosialurin.fo MENNINGARÆTLANIN Hallur av Rana Tað var dómurin í einum lesarabrævi frá Jógvani Skor­heim, borgarstjóra í Klaks­víkar kommunu, um viku­skiftið, ið viðgjørdi menn­ingar­ætlanini um sjúkra­hús­verkið, ið Sirið Sten­berg hevur lagt fyri løg­ tingi. Jaliga orðavalið er eitt til­vitað val frá borgarstjór­ an­um, ið hevur valt at broyta fram­ferðarhátt við­ víkj­andi Klaks­víkar Sjúkra­ húsi. Borgar­stjórin ynsk­ir nevni­liga heldur at søkja sam­starv um hvussu sjúkra­ húsini skulu mennast, enn einans at finnast at øllum, ið landsstýriskvinnan og lands­ stýrið koma við. – Vit høvdu ein fund fyri nøkrum mánaðum síð­ an við Klaksvíkar býráð, tinglimum og borgarstjórum úr Norðoyggjum, umframt borgarstjórunum úr Fugla­ firði og Eysturkomm­unu, har eg mælti til, at heldur enn bara at kritisera uppskotini frá landsstýrini, so skuldu vit leggja á annan bógv og verða proaktiv og konstruktiv, og sjálvi koma við uppskotum, um hvussu økið skal skipast, greiðir Jógvan Skorheim frá. Úrslitið av fundinum gjørdist ein heildarætlan við tíggju punktum, um hvussu heilsuøkið skal skipast í norðurøkinum, ið vórðu hand­að landsstýriskvinnuni. Landsstýriskvinnan hevur lurtað Borgarstjórin metir, at tað er sjón fyri søgn, at nýggi framferðarhátturin hevur virkað, tí landsstýriskvinnan hevur lurtað eftir fleiri av sjónar­miðunum. – Landsstýriskvinnan hev­ur flutt seg nærri okk­ ara sjónarmiðum. Tann pro­ aktivi og konstruktivi dia­ log­urin hevur borið nógv longri í sjúkrahúsmálinum, enn tað nakrantíð hevur við einans at liggja í skotgrøvini og finnast at øllum, sigur Jógvan Skorheim. Meðan borgarstjórin fegn­ast um, at lands­stýris­ kvinnan hevur lurtað eft­ir teirra ynskjum, so er hann meira varin við nýggja leiðslubygnaðin, ið lands­ stýriskvinnan mælir til. – Leiðsluspurningurin er øgiliga ógreiður. Tá ið eg hoyri Sirið Stenberg tosa um leiðslu­bygnaðin, og tá ið eg hoyri Hera Ellingsgaard, stjóran á Klaksvíkar Sjúkra­ hús, tosa um sama evnið, so tykist tað fyri mær, at tey tosa um hvørt sítt evni, sigur Jógvan Skorheim, ið heldur ikki metir, at tilmælið er serliga greitt á hesum økin­ um. – Tí má tað gerast púra greitt undir aðalorða­skift­in­ um, hvørjar ætlanir lands­ stýris­kvinnan hevur við­ víkj­andi leiðslubygnaðin á sjúkrahúsunum, sigur Jógv­ an Skorheim. hallur@sosialurin.fo – Ongantíð hava vit verið so nær einari góðari loysn fyri Klaksvíkar Sjúkrahús Hetta segði lands­stýris­ kvinnan um leiðsluna – Hetta merkir ítøkiliga, at í seinasta lagi 1. januar 2018 er settur ein ovasti leiðari fyri sjúkrahúsverkið, sum saman við lokalu staðbundnu leiðslunum koma at mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum, segði Sirið Stenberg – Tann proaktivi og konstruktivi dialogurin hevur borið nógv longri í sjúkrahúsmálinum, enn tað nakrantíð hevur við einans at liggja í skotgrøvini og finnast at øllum, sigur Jógvan Skorheim