mánadagur 6. mars 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MENNINGARÆTLANIN
EIN SJÚKRAHÚSLEIÐSLA
OG ALT AKUTT TIL
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Árni Gregersen
Álitið er skrivað og lands
stýriskvinnan hevur fingið
tað.
Næsta tunga stigið er at
fáa politisku skipanina at
góðtaka tær broytingarnar,
sum menningarbólurin mæl
ir til.
Bert uppskotið um, at ein
leiðsla eigur at vera fyri øll
trý sjúkrahúsini, kann elva
til eitt nýtt stríð millum mið
staðarøkið og útjaðaran.
Sjálvt um tað fleiri ferðir
fyrr er havt á lofti, at rættast
og best fyri eitt felags
heilsuverk hevði verið, at
ein leiðsla stóð fyri øllum
trimum
sjúkrahúsunum,
so hevur tað higartil verið
trupult at fáa eina semju um
hendan spurningin.
Ein annar partur av álit
inum snýr seg um, at øll akutt
viðgerð eigur at fara fram á
Landssjúkrahúsinum. Mælt
verður beinleiðis til, at akutt
tilbúgvingin í Klaksvík meira
ella minni verður niðurløgd,
tá ið Eysturoyartunnilin til
Havnar er komin ígjøgnum.
Hinvegin verður mælt
til, at Suðuroyar Sjúkrahús
á Tvøroyri varðveitir akutt
móttøkuna. Hetta tí at fjar
støðan til Suðuroyar er ein
avbjóðing.
Bólkurin mælir til, at í
Klaksvík verður skaðastova,
sum skal hava opið 24 tímar
um samdøgrið og kann veita
neyðugar tænastur til borg
arar í Norðoyggjum og Eyst
uroy.
Mælt verður til, at hend
an
skaðastovan
verður
mannað við einum lækna
sum forvakt, umframt við
sjúkrarøktarfrøðingum, sum
kunnu taka sær av sjúkling
um við einføldum og smærri
snuddum.
Hesi bæði til,mælini eru
helst tey, sum fara at reisa
størstu politisku spurning
arnar, tá ið álitið til heystar
fer at vera grundarlag undir
einum aðalorðaskifti í Løg
tinginum.
Uppskotini eru ikki nýggj
og hava áður verið til við
gerðar í politisku skipanini
uttan at hetta hevur broytt
nakað serligt um støðuna.
Fíggjarligi parturin
Arbeiðsbólkurin hevur eisini
hugt at, hvat heilsuverkið og
kanska serliga sjúkrahús
verkið kostar – og hvat tað
fer at kosta í framtíðini.
Tølini vísa, at vit brúka
færri pengar til heilsuút
reiðslur enn grannar okkara
í hinum norðanlondunum
gera.
Føroyar
kunnu
best
samanberast við Ísland og
Finnland, meðan hini londini
brúka munandi meira fyri
hvønn íbúgva enn vit gera.
Um vit samanbera før
oysku
heilsuútreiðslurnar
við útreiðslurnar hjá hin
um, so eru tær føroysku í
norðurlendskum
saman
hangi í botninum saman við
teimum finsku og teimum
íslendsku – millum 20.000 og
25.000 kr.
Tær donsku og svensku
liggja á umleið 35.000-37.000
kr. fyri hvønn. Tær norsku
liggja uppi á umleið 50.000
í 2013.
Tað er vert at leggja til
merkis, at 15-25 prosentav
útreiðslunum eru privat
fíggjaðar í hinum londunum,
meðan henda uppgerðin ikki
tekur privatfígging í Før
oyum við, tí upplýsingar um
privatgjøld eru ikki tøkar.
Viðvíkjandi alment fíggj
aða partinum av heilsuút
reiðslunum, liggja Føroyar
omanfyri Ísland og Finnland,
men
niðanfyri
Danmark,
Noregi og Svøríki.
Um vit síðani hyggja at,
hvussu føroysku sjúkrahús
útreiðslurnar – ikki heilsuút
reiðslurnar – eru samanborið
við hini norðurlendsku lond
ini, so síggja vit, at føroysku
útreiðslurnar
liggja
væl
hægri enn hinar.
Tað kemur kanska óvart
á, tí vit kundu vænta, at
mynstrið var tað sama, sum
við samlaðu heilsuútreiðsl
unum.
Men her altso ein munur.
Sjúkrahúsútreiðslurnar
fyri hvønn íbúgva í Føroyum
eru í 2013 komnar upp á um
leið 15.000 kr.
Tað er 2.000-3.000 kr.
hægri enn í Noregi, Svøríki
og Danmark fyri hvønn
íbúgva.
Arbeiðsbólkurin,
sum
hevur gjørt eina menningar
ætlan sigur, at orsøkin til, at
vit í Føroyumer, at vit brúka
lutfalsliga nógv av samlaðu
útreiðslunum til heilsu í
sjúkrahúsverkinum.
Meðan
grannalondini
brúka millum 35 og 45 pro
sent av útreiðslunum til
sjúkrahúsverkið, so brúka
vit í Føroyum millum 75
og 80 prosent av samlaðu
heilsuútreiðslunum
til
sjúkrahúsverkið.
Í tíðarskeiðnum frá 2009
til 2016 er útreiðslurnar til
hækkaðar við 230 milljónum
krónum.
Í dag er tað soleiðis, at
samlaðu útreiðslurnar hjá
landskassanum til sjúkra
húsini hækkaðu úr 15 pro
sentum í 2009 til 17 prosent
av samlaðu útreiðslunum hjá
landkassanum í 2014.
Eitt álit um eina menningarætlan fyri heilsuverkið er latið landsstýriskvinnuni við heilsumálum, Sirið Stenberg
Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur kallað
ætlanina hjá landsstýriskvinnuni fyri ein krígsavbjóðing.
Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum, heldur
at uppskotið hjá landsstýriskvi9nnuni er eitt
gott stig á leiðini og bendir ræøtta vegin
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur lagt
upp til aðalorðaskifti um heilsuverkið