mánadagur 6. mars 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1995:
Kim
Larsen
sjarmeraði
pressuna
Danski
tónleikarin
Kim
Larsen og bólkur hansara
Kjukken vitja í Føroyum, og
danska tjóðarskaldið gevur
sær stundir at hitta fjølmiðla
fólk. Kim Larsen, sum ikki
altíð tímir pressuna so væl, er
í góðum lag, tá ið hann hittir
føroysku fjølmiðlarnar.
Kim
Larsen
sigur,
at
kvinnan gevur honum íblást
ur at skriva sangir, og hann
heldur seg framvegis ikki
hava skrivað sítt stóra hitt
enn.
– Stóri munurin á at
halda konsert í Føroyum og
í Danmark er, at í Danmark
situr onkur í sessunum, tá
tú trínur á pallin. Í Føroyum
eru stólarnir tómir. Men tey
koma. Tey standa uttanfyri
og drekka øl úr plastgløsum
áðrenn konsertina. Í Føroy
um er ikki loyvt at drekka
undir konsertini, sigur Kim
Larsen.
Rotturnar hava
góðar dagar í Havn
SOSIALURIN 1989
Maður hvakk við, tá ið rotta sat inni á gólvinum hjá honum
S
osialurin skrivar í mai mánaði
í 1989 um rottur, sum gera um
seg mitt í høvuðsstaðnum.
»Áirnar í Havn skulu reinsast, og
kloakkrørini førast til sjós í staðin
fyri at ganga út í áirnar. Hetta er
eitt stórt arbeiði og er byrjað, men
tað tekur sína tíð.
Rættará er ein áin. Niðari
partur av ánni er lokaður. Oman
fyri Frældið eru nýggjar kloakk
leiðingar lagdar, men niðanfyri er
fúlt.
Fólkini, sum búgva við Rættará,
nærindis
bryggjarínum,
síggja
javnan rottur í ánni. Tær eru kanska
ikki so stórar, men ótespiligar sum
rottur flest.
Einaferð í vetur varð klagað til
býráðið um rottur í Rættará, og tá
var eitur lagt fyri rotturnar. Tað er
gjørt aftur.
Sunnukvøldið kvakk ein maður,
sum býr við ánni, við. Inni á
gólvinum hjá honum sat ein rotta.
Tað var ikki nógv um rottuna, sum
helst hevði etið eitur, og maðurin
fekk lætt lívið av henni.
Maðurin setti síðan rottufellu
upp. Rotta hevði verið hjá felluni,
men varð sloppin. Síðani keypti
hann sær búrfellu, og mikumorg
unin sat rotta í henni.
Eitt er tað óhugnaliga við rott
unum. Fólkini við Rættará óttast
eisini heilsuvandan. Rotta er í ánni,
tí umstøður eru til tað. Og um
støður merkja í hesum førinum,
at nógv organiskt tilfar kemur við
kloakkunum út í ánna, har børn
ofta spæla.
Skal reinsast
Við Landavegin er Rættará sum
ein opin kloakk. Alt rennur beint
út í ánna, har børn ofta spæla.
Onkuntíð hevur verið klagað, tá ov
stórar nøgdir í senn eru farnar út í
ánna av bryggjarínum.
Kloakkirnar í Havnar kommunu
eru ofta á skránni í teknisku nevnd
og heilsunevndini. Tær, sum serliga
troka á at gera, er Rættará og Hoy
dalsá. Í næstu viku fara tekniska
nevnd og heilsunevndin at hava
felags fund um málið. Katrin Dahl,
forkvinna í heilsunevndini, sigur,
at tey øll eru greið yvir, hvussu
stór sugga Rættará er eins og Hoy
dalsá. Arbeiðini eru ikki byrjað, tí
fíggjarætlan er við at verða løgd.
Og at gera nýggjar kloakkir er
eitt sera kostnaðarmikið arbeiði.
Hvussu nógv verður gjørt, veldst
um pengarnar, settir verða av.
Men áirnar báðar mugu og skulu
reinsast, sigur Katrin Dahl.”
Tað var ikki ufo
Rættará er ein sugga, har
rotturnar trívast væl
Mynd: Kalmar
Í polititíðindum skrivar Sosial
urin í september 1995 um, at
telefonin á Politistøðini í Havn
kimaði, tí fólk sóu eitthvørt
óvanligt í luftini, og tey vistu
ikki, hvat tað var:
»Norðlýsi var tað ikki. Og
heldur ikki nakar ufo. Hetta
var bara ljósspæl frá tivolinum,
sum í hesum døgum er yvir við
Strond,« skrivar Sosialurin.
Seinast í farnu øld byrjaði Magn
us Gunnarsson sum freelansari
á Sosialinum og skrivaði um
bilar. Síðani 2003 hevur hann
verið í føstum starvi á Sosialin
um. Hann skrivaði um bilar og
umsat navnasíðurnar við føð
ingardøgum, starvsdøgum og
minningarorðum. Í nøkur ár hevur
hann arbeitt sum lýsingaráðgevi á
marknaðardeildini.
– Miðlahúsið er eitt gott og
kreativt arbeiðspláss við góðum
starvsfeløgum. Í mínum arbeiði
komi eg eisini í samband við nógv
fólk uttan fyri húsið, og tað dámar
mær sera væl, sigur Magnus
Gunnarsson.
Starvsfólk:
Magnus Gunnarsson
Forsíðan henda dagin í 1989
Kim Larsen fekk sær
ein guv, meðan hann
prátaði við Sosialin