Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYAMEISTARAR OG FØROYSK MET Føroyskt fimleikalið hevur kappast í Finnlandi, føroyameistarar eru funnir í inniróðri og føroysk met eru sett í svimjing. Stuttsøgdu ítróttartíðindini hava fylgt við einum hendingarríkum vikuskifti Pætur Albinus BORÐTENNIS Um vikuskiftið varð 6. og seinasta Grand Prix-umfar spælt í høllini í Hvalba, og eftir kappingina varð samantalt hvør hevur verið bestur í hvørjum aldursbólki ígjøgnum alt kappingarárið. Fyri at verða taldur við í samlaðu støðuni, er krav, at leikarin er við í fimm av teimum seks kappingunum. Samlaðu vinn­ ararnir vóru hesir: Smápiltar: 1 Jósvá F. Højgaard (TBF). Pinkur: 1. Marin Elisabet Poulsen (Royn), 2. Ninna Holm (Royn). Piltar: 1. Rói Hjaltason (TÓR), 2. Julian F. Knudsen (TÓR), 3. Høgni Heinason (TÓR. Smágentur: 1. Britt Michelsen (TBF), 2. Róa Múller (Royn), 3. Rakul Rúnadóttir (TBF). Smádreingir: 1. Ári F. Jensen (TÓR), 2. Sjúrður Hjalta­son (TÓR), 3. Hallur Ferjá (TÓR). Gentur: 1. Victoria Debes (TBF), 2. Noomi Eysturberg (Royn), Hanna Højgaard (TBF). Dreing­ir: 1. Hjalgrím Højgaard (TBF). Kvinnu­unglingar: 1. Maria Albinus (TBF). Mansunglingar: 1. Helgi Ólavson (TBF). Meistaradeild, kvinnur: 1. Anna Mikkjalsdóttir (TBF). Meist­aradeildin, Menn: 1. Peter Niclasen (TÓR), 2. Pætur Albinus (TÓR), 3. Knútur Jóannesarson (TÓR). FIMLEIKUR Team Eina, unglingaliðið hjá Havn­ar Fimleikafelag í estetiskum fimleiki, hevur um vikuskiftið luttikið í OVO Cup í Finnlandi. Í finaluni í gjár fingu tær karakterin 14.5, og saman við karakterinum frá innleiðandi umfarinum gav hetta samlaða karakterin 28.68. Tað rakk til eitt 8. pláss í kappingini. Genturnar hjá Team Eina verða verandi í Finnlandi í nakrar dagar afturat, har tær skulu vera á venj­ingarlegu. INNIRÓÐUR FM í inniróðri var í høllini í skúl­ anum við Løgmannabreyt leygar­ dagin, har luttakaratalið var 101. Høvuðssøgan á degnum var, at Kem Weihe í opnum bólki hjá monn­um í tungvekt megnaði at seta nýtt føroyskt met. Við tíðini 5.59,9 gjørdist hann tann fyrsti her á landi, sum róðu undir seks minuttir. Sverri Sandberg Nielsen hevur róð 5.47,9, men hansara tíð er ikki skrásett í føroyskum róðuri, av tí at hann umboðar danska lands­ liðið. KURVABÓLTUR Leygardagin dystaðust Ravnur og Hamar á Toftum. Ravnur vann spennandi dystin 46-35. Tað var annars havnarfelagið, Hamar, sum førdi 21-18 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki fingu Ravnur yvir­takið, eftir at gongd kom á hjá Ernersto Ferrari, sum skoraði 10 stig í síðsta fjórðingi. Samstundis hevði Bjarni Zachariassen hevði fleiri umráðandi blokk í verjuni. Toppskorari hjá Ravni var Ernesto Ferrari við 16 stigum, og hjá Hamar var David A. Galan toppskorari við átta stigum. Ravnur eru enn ósigraðir, og er nú eisini tryggjað sum tað eina liðið í finaluni, sum verður 13. mei. Meira spennandi verður, hvat av hinum feløgunum, Hamar ella Sporðdrekin, koma í finaluna. Teir hava spælt tveir dystir móti hvørjum øðrum, og hava vunnið ein í part. Næsti dyst­ ur er 11. mars klokkan 15.00 í Tofta Skúla, har Ravnur tekur ímóti Sporðdrekanum. SÚKKLING Einans eitt sekund var á muni ímillum nummar eitt og nummar tvey, tá ið Tórshavnar Súkklufelag leygardagin skipaði fyri ársins fyrstu súkklukapping. Talan var um ein einkultstart, sum varð súkklaður millum Kaldbaksbotn og Kaldbaks bygd. Hvørt umfar var átta kilometrar, og skuldi hetta súkklast tríggjar ferðir, soleiðis at tað bleiv til 24 kilometrar tilsamans. Tað gjørdist sera tætt ímillum Jóanis Albert Nielsen og Gunnar Dahl-Olsen, og endin var, at Gunnar vann við einum sekundi. Gunnar brúkti 41 minuttir og 59 sekund um teir 24 kilometrarnar, og Jóanis Albert 42 minuttir. Hilm­ ar kom á mál sum nummar trý, og hann brúkti 42 minuttir og 49 sekund. SVIMJING SuSwim-stevna hevur verið í Páls Høll um vikuskiftið, og har vórðu trý nýggj føroysk met sett. Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir setti nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon svam teinin við tíðini 2:28.40. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti nýtt føroyskt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil við tíðini 28.80, meðan Beinta Poulsdóttir Debes, somuleiðis úr Havnar Svimjifelag, setti føroyskt met í 200 metra bringusvimjing á langgeil við tíðini 2:43.38. TALV Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag skal gera ein rimmar vørr í síðsta umfari í landskappingini um knapp­ar tvær vikur, skulu teir endur­vinna meistaraheitið í talvi. Havnar Telvingarfelag økti leiðsl­ una við hálvum stigi eftir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í gjár. Havnarmenn, sum hava verið omaná í øllum níggju dystunum í vetur, vunnu 3-1 á øðrum liði hjá Klaksvík. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson grundløgdu sigurin á aftaru borðunum, meðan Olaf Berg og Martin Poulsen máttu sættast við remis á báðum fremstu borðunum. Sandavágs Talvfelag vann 2½-1½ á fyrsta liði hjá Klaks­ vík. Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði á 1. borði remis móti Ólavi Simonsen, meðan Torkil Nielsen mátti lúta fyri Stein­ tór Rasmussen. Spenningurin er uppaftur størri í 2. deild. Har er Gøtu Talv­fe­ lag framvegis á odda og á upp­flyt­ ingarkós. Í gjár vunnu teir tepran sigur á havnarmonnum. Gøtumenn eru í harðari kapping við Sandavág og partvíst Vestmanna um uppflyting. Gøtumenn hava í ár á fremstu borðunum styrk úr Havn og Klaksvík. Sigurð B. Justinussen og Rógvi Dragaberg gera ivaleyst góðan mun. Hinir á gøtuliðnum vóru Reinhold Isaksen og Petur Páll Mikkelsen. Gøta hevur 21 stig, Sandavágur 20 og Vestmanna 18½ stig. Í seinasta umfari hava gøtumenn dyst móti vestmenningum, og Sandavágur og Havnin eiga dyst sínamillum. Einki er avgjørt. Í hinum endanum liggja toftamenn til niðurflyting. Sjálvt við gamla føroyameistaranum Jens Christiani Hansen á liðnum taptu toftamenn fyri Sandavági í dag. Tað var tann tíð, at Tofta Talvfelag var eitt av veruligu toppliðunum í fremstu deildini. 3. deild stendur Havnin til at vinna. Teimum á baki eru Runavík og Kollafjørður. Lands­ kappingin í talvi endar leygardagin 18. mars. STUTTSØGD TÍÐINDI Peter H. Niclasen er GP-meistari í borðtennis Vár Eidesgaard setti nýtt føroyskt met Team Eina (HF) í Finnlandi