Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Talan var ikki um besta vikuskiftið hjá føroysku útisetunum í Danmark hetta vikuskiftið. Eingin av teimum sum vóru í dysti, megnaðu at fáa fulla úrtøku, har Hallur Hansson enntá var við til at tapa stórt ímóti FC Keypmannahavn á útivølli. Báðir iðraðu seg um misnýttar møguleikar Einastu føroysku leikararnir, ið fingu stig, vóru teir báðir, Meinhard E. Olsen og Finnur Justinussen sum møttust í innanhýsis dysti millum Vendsyssel og Fremad Amager. Dysturin endaði við 0-0 javnleiki. Eitt úrslit, sum teir í Fremad Amag­er vóru betri nøgdir við enn teir í Vendsyssel. Eftir dystin fekk Sosialurin orðið á Meinhard E. Olsen, ið iðraði seg um úrslitið. – Talan er um eina nokkso tóma kenslu eftir dystin, tí bæði vit sum lið – og serliga eg sjálvur, skuldu at havt avgjørt dystin. Vit høvdu nógvar møguleikar, har eg hevði tann størsta møguleikan, greiðir Mein­hard E. Olsen frá. Møguleikin uppstóð eftir eitt hornaspark, har ein av verju­leik­ arunum fyrst vann bóltin við fremra økið, tá bólturin so stakk fyri føturnar hjá Meinhard E. Olsen við aftara økið. Meinhard valdi at skjóta sjálvur fyrstu ferð, men í veruleikanum hevði hann betur tíð enn hann gav sær far um, og iðraði hann seg um, at hann ikki hevði tikið eina nerting afturat. Eisini Finnur Justinussen, sum kom á vøllin seinastu 20 minutt­ irnar av dystinum, kundi at havt avgjørt dystin fyri Fremad Amager móti endanum. – Tað kom eitt innlegg úr høgru síðu, har málmaðurin kom eitt sindur skeivt út. Eg skallaði bólt­ in uppum málmannin, men tí­verri fór bólturin ein metur við síð­una av bóltinum, sigur Finnur Justinussen, sum viðurkennir at hann helst skuldi at havt skora uppá mál­møguleikan. Viljormur spældi fult fyri fyrstu ferð í ár Á Vejle stadion í Vejle, spældi Vejle sunnudagin ímóti Skive. Eftir ein langan skaðasteðg, var Viljormur Davidsen sunnudagin aftur á lið­num hjá Vejle, har hann fyri fyrstu ferð í tríggjar mánaðir fekk fulla leiktíð eftir eina skurðviðgerð í knænum. Hjá Skive spældi nýggi mað­urin, Jákup Thomsen, sum felagið hevur leiga frá FC Midt­jylland, ikki við, tí at hann var smá­skaddur. Dysturin endaði við einum 2-0 sigri til gestirnar úr Skive. Viljormur Davidsen, sum sunnudagin var lið­ skipari hjá Vejle, var ikki nøgdur við dystin og úrslitið. – Hetta er avgjørt ikki tann byrjanin, ið vit høvdu hugsa okkum, men vit mugu bara viðurkenna at vit taptu, og tí hyggja fram eftir. Stigatalvan er jøvn, so um man rakar ein stima, kann man flyta seg langt framvegis, sigur Viljormur Davidsen, ið er glaður fyri at vera á vøllinum aftur. – Eg eri sjálvsagt ikki nøgdur við at vit taptu dystin, men um skal eg hyggja positivt uppá dystin, er tað gleðiligt at eg sunnudagin fyri fyrstu ferð í tríggjar mánaðir spældi 90 fullar minuttir. Eisini helt eg sjálvur at tað gekk fínt hjá mær leikliga, sigur Viljormur Davidsen. Hallur fekk bank í Parkini Seinasta uppgerðin, ið varð spæld við føroyskari umboðan sunnu­ dagin, var í Parkini í Keyp­manna­ havn, har Hallur Hansson og AC Horsens vitjaðu danska oddaliðið, FC Keypmannahavn. Og sigast má, at Hallur Hans­ son og liðfelagarnir av álvara fingu oyrini í maskinuna. Teir taptu nevniliga 5-0, eftir at teir í hálv­ leikinum høvdu verið aftanfyri 3-0. Ósigurin sunnudagin ber við sær, at AC Horsens nú liggur á tíggjunda plássi í donsku Superliguni. Fleiri sótu uttan fyri við skaða Jóan Símun Edmundsson spælir eisini í donsku Superliguni, og skal hann í kvøld í eldin, tá OB á heimavølli skal spæla ímóti AaB. Av øðrum føroyskum leik­ ar­um í donskum fótbólti, sótu Heini Vatnsdal, René Shaki Joen­ sen, Brandur Hendriksson Olsen, Teit Jacobsen og Jákup Thom­ sen allir uttanfyri við skaða hetta vikuskiftið, meðan Hákun Ed­ munds­son ikki kom á vøllin fyri Vend­syssel. Bæði Meinhard E. Olsen og Finnur Justinussen, sum sunnudagin møttust í innanhýsis dysti millum Vendsyssel og Fremad Amager, iðraðu seg aftaná dystin um misnýttar málmøguleikar. Teir skuldu báðir at havt avgjørt dystin EG SKULDI AT HAVT AVGJØRT DYSTIN FÓTBÓLTUR Meinhard E. Olsen: Meinhard E. Olsen (í hvítum) kendi á sær, at hann skuldi at havt avgjørt dystin móti Fremad Amager sunnudagin.