Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR TRÝ KUNNU SLEPPA UPP Hilmar Jan Hansen Kappingarárið í fjør fluttu EB/ Streymur og 07 Vestur upp í stór­um stíli við ávikavist 67 og 65 stig­um. Liðini vunnu bæði 21 av 27 dystum, og fýra javnleikir hjá EB/Streymi ímóti tveimum hjá 07 Vestur gjørdu munin, tá tað snúði seg um gullið og silvurið, og bæði spæla nú í Effo- deildini. Bronsuvinnari bleiv FC Suður­oy við 54 stigum, og átta stig aftan fyri kom so Giza Hoyvík á fjórða plássi. Hetta vóru tey fýra liðini, ið kapp­aðust um tey bæði upp­ flytingarplássini, meðan verri gekst hjá fimta liðnum, B71, ið flutti niður saman við teimum næstbestu hjá AB. Í fjør vóru fimm Effo-feløg um­boðað við sínum næstbestu mann­ingum í 1. deild, og í ár verða sjey feløg umboðað, so kapp­ingin um uppflytingina í veruleikanum bara stendur millum trý av teimum tíggju liðunum. FC Suðuroy, sum royndi at bjóða av í fjør, er í ár partur av sam­starvsliðnum, TB/FC Suðuroy/Royn, sum longu er umboðað í bestu deildini, so tað verður bara mill­um AB, B68 og Giza Hoyvík, at veru­liga kappingin í 1. deild kemur at standa. Tað ber næstan til at siga, at lið­ini hjá NSÍ, KÍ, Víkingi, HB, B36, ÍF og TB/FC Suðuroy/Royn í næst­bestu deildini eru at rokna sum keylur hjá hinum trimum at renna ímillum. Onkuntíð eydnast at sleppa fram við keylunum og onkun­tíð standa tær fyri… Ein sovorðin kapping kann illa gerast serliga spennandi, tí í stóran mun koma nógvir dyst­ir mest at minna um venjingar­ dystir, har tað í veruleikanum stendur so sera lítið upp á spæl. Hvussu spælarar og lið skulu mennast av hesum, er ilt at síggja, so tí er tíðin helst kom­ in til, at sjálvur bygnaðurin í mansfótbóltinum verður endur­ skoðaður. hilmarjan@sosialurin.fo Sjey av liðunum í 1. deild hjá monnum hava stórt sæð einki at spæla fyri, tí í ár eru tað bara trý av liðunum, ið kunnu flyta upp í Effo-deildina, eydnast teimum at enda á øðrum av teimum báðum fremstu plássunum AB ætlar uppaftur B68 byggir upp Giza Hoyvík ivast Meðan B68 og Giza Hoyvík eru eitt sindur meira varin, tá tosað verður um uppflyting, er venjarin hjá AB, Kári Reynheim, púra avkláraður, tá vit spyrja hann um málsetningin fyri komandi kappingarárið: – Málsetningurin er sjálv­andi at flyta upp, tí tá tú ert niðurflytari, ræður um at koma uppaftur sum skjótast. Eg kenni ikki so nógv til hini liðini, men síggi ljóst upp á okkara møguleikar at koma uppaftur, sigur hann. – Vit hava ein hóp upp á 22 mans, og venjingarnar hava víst, at tað stendur væl til við bæði hugburði, ágrýtni og intensiteti. Fleiri av spælarunum havi eg áður vant sum unglingar, og fái eg teir at arbeiða hart fyri sakini, koma vit langt. Kári Reynheim minnir tó samstundis á, at tað slett ikki ber til at halda, at hetta kappingarárið verður eitt lætt ár, tí til tað er mótstøðan frá fleiri av hinum liðunum alt ov stór: – Eisini fleiri av næstbestu liðunum hjá Effo-feløgunum eru øgiliga góð, tá tey eru fullmannað, so eingin kemur sovandi til nakað, sigur hann. Kappingarárið í fjør bleiv B68 sannførandi niðurflytari, tí liðið fekk bara sjey stig burtur úr sjey javnleikum og vann ongan av sínum 27 dystum. Longu langt fyri kappingarenda stóð greitt, at B68 aftur mátti ta tungu gongd niður í 1. deild, men spurningurin er, hvussu skjótt farast skal uppaftur. – Her er ikki so øgiliga stórt trýst frá leiðsluni um, at tað skal flytast upp her og nú. Vit eru í eini tilgongd við egnum tilfeingi og byggja upp av nýggjum, sigur Súni Olsen, venjari hjá B68. – Vit hava ein øgiliga ungan hóp, men um tvey ella trý ár skuldu vit havt eitt sterkari lið. Vit fara sjálvandi inn fyri at vinna hvønn dyst, og røkkur tað til uppflyting, fara vit at fokusera upp á tað til ta tíð. Sjálvur er Súni Olsen í nýggjum leikluti sum venjari, og hann væntar ikki, at hann fer at spæla við sjálvur, tí hann hevur í eitt ár drigist við ein skaða: – Komi eg fyri meg, skal ein drúgv uppvenjing til, so fyribils eri eg bara á síðulinjuni við stoppuri og floytu, sigur Súni Olsen. Fyri nøkrum vikum síðani var Giza Hoyvík ein av uppløgdu uppflytingarkandidatunum, og fleiri nevndu møguleikan fyri, at ikki færri enn fýra feløg í høvuðsstaðarumráðnum kundu vera í Effo-deildini í 2018. Men heilt so høgt flúgva tey ikki í felagnum nú, tí umstøðurnar eru broyttar. – Ítróttarliga høvdu vit eitt hampiligt lið í fjør og væntaðu, at allir fóru at halda fram. Men síðani hava vit mist átta spælarar – harav seks til báðar kappingarneytarnar hjá okkum, tí fýra eru farnir út á Argir og tveir inn á Toftir, sigur Frankie Jensen, høvuðsvenjari hjá Giza Hoyvík. – Gamaní, hava vit eisini fingið tveir danskarar, umframt Hanus Thorleifsson og Evrard Blé, men vit eru ikki favorittar til nakra uppflyting. Hinvegin heldur Frankie Jensen, at AB er greiður favorittur at flyta upp, men hann kennir ikki nóg nógv til B68, til at meta um, hvussu langt B68 kann koma í ár.