Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Terji Nielsen Í juni mánaða í fjør bleiv nýggj nevnd vald í Hondbóltssambandi Føroya. Formaðurin seinastu mongu árini, Kristjan Johansen, takk­aði fyri seg, eftir at hann sam­ an við øðrum hevði reist HSF úr øskuni og fingið gongd á lands­liðs­ arbeiðið aftur. Ein nýggj nevnd undir leiðslu av Gunn Ellefsen, sum frammanundan hevði sitið í nevndini í H71 í mong ár, tók við, og nýggja nevndin hevði nakrar stórar uppgávur fyri framman. Ikki færri enn tríggj­ar undankappingar skuldu spæl­ast í Føroyum beint eftir og beint fyri nýggjár, so eitt stórt fyri­reik­ingar­ arbeiði skuldi gerast. Fyrireikingararbeiðið gekk væl, og kappingarnar blivu avgreiddar til UG, og at U21-landsliðið so spældi seg til HM-endaspælið var ógvu­liga óvæntað og sera stórt fyri før­oyskan hondbólt. Tá ið so armarnir vóru komnir niður aftur eftir kappingarnar, var stórvask á skránni í Hond­bólts­sam­ bandinum. Mastodonturin takkaði fyri seg Tað eru júst tríggjar vikur síðani, at vit her í Sosialinum kundu av­ dúka, at Kári Nielsen, venjari hjá føroyska U21- og A-landsliðnum hjá monnum í hondbólti, legði frá sær, og at hann hevði boðað Hond­ bóltssambandinum frá hesum. Hetta kom sum ein skelkur fyri allar hondbólts-Føroyar, tí bert fáar vikur frammanundan hevði føroyska U21-landsliðið skrivað søgu við at spæla seg til HM-enda­ spælið í Algeria í summar undir leiðslu av júst Kára Nielsen og Inga Olsen. Um orsøkina til at hann legði frá sær, segði Kári Nielsen soleiðis fyri trimum vikum síðani: – Nú hevur man spælt seg til HM-endaspælið, og øll vit, sum hava verið kring liðið, halda, at tað skal meiri orka til, og tað er har, at samstarvið hjá okkum er steðgað. Høvdu teir karmar, sum vit halda eru neyðugir, verið har, so høvdu vit hildið fram, segði Kári Nielsen við Sosialin 13. Februar. Samstundis var greitt, at hjálpar­venjarin hjá Kára Nielsen á U21-landsliðnum, Ingi Olsen, ikki slapp at taka við sum nýggjur høvuðsvenjari. Orsøkin var ein nýggj meginregla, sum Hond­bólts­ sambandið hevur ásett. Hesari meginreglu greiddi for­ kvinnan í Hondbóltssam­bandinum, Gunn Ellefsen, frá í sama blað. – Vit hava eina grundleggjandi reglu, at foreldur at spælarum ikki skulu vera høvuðsvenjarar, og tí er Ingi Olsen ikki eitt evni til høvuðsvenjarastarvið, tí hann eigur ein son í bruttohópinum. Tað eru ikki vantandi dygdir. Sam­ felagið er so lítið, og tað er nóg ringt, at venjarar hoyra til ávís feløg. Eiga teir eisini børn í hópin­ um, so blívur tað kanska ein ov stór­ur trupulleiki, segði Gunn Ellef­ sen. At Ingi Olsen, sum var hjálpar­ venjari hjá Kára Nielsen á U21- landsliðnum, varð frávaldur sum nýggjur høvuðsvenjari, tí hann hev­ur ein son í hópinum, helt Kári Nielsen ikki nógv um. – Ingi er ógvuliga dugnaligur mað­ur. Eg dugi ikki at síggja, hvør trupulleiki er við, at Ingi hevur ein son, segði Kári Nielsen. Nýggja meginreglan merkti sam­stundis, at venjarin hjá A-lands­ liðnum hjá kvinnum, Andre­as F. Hansen, eisini mátti lúta, tí hann eigur tvær gentur í lands­liðs­hóp­ inum. Útlendski leisturin Sostatt var man sloppin av við venjararnar hjá báðum A-lands­ lið­unum og U21-landsliðnum hjá monn­um. Nú skuldu nýggir venj­ arar setast. Og her kann bara staðfestast, at nevndin í HSF hevur valt at skrotta Nýggja nevndin í HSF hevur valt ein útlendskan leist til føroysku landsliðini, og tí hava venjarahøvd rullað. Størsta offrið eitur Kári Nielsen FØROYSKI LEIST VRAKAÐUR Handan tjaldið í HSF: Føroysku hondbóltslandsliðini hava havt føroyskar venjarar, men nú hevur leiðslan í HSF framt stórvask og sett útlendskar venjarar við róðrið á øllum landsliðunum Mynd: Álvur Haraldsen HONDBÓLTUR