mánadagur 6. mars 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
URIN
Terji Nielsen
Ein av royndastu venjarum í Før
oyum er Geir Wardum, sum til
dagligt venur kvinnurnar hjá VÍF.
Hann heldur tað líkjast ongum,
at HSF nú velur at satsa uppá
útlendskar loysnir til føroysku
loysnirnar heldur enn at halda
fram við føroyska leistinum, sum
gamla leiðslan í HSF hevði lagt
lunnar undir.
Bara lúsin útlendsk er
– Eg má siga akkurát sum er,
so bleiv eg ótrúliga skuffaður
av, at Ingi Olsen ikki slapp at
taka yvir á U21-landsliðnum,
tá ið Kári Nielsen takkaði fyri
seg. Ingi eigur børn á bæði
mans- og kvinnusíðuni, so tað
má vælsaktans merkja, at hann
kann gloyma alt um at gerast
høvuðsvenjari hjá einum av
landsliðunum. Hetta líkist ong
um og er ótrúliga synd, sigur Geir
Wardum.
Hann vísir á, at tá ið HSF bygdi
upp av nýggjum undir leiðslu av
Kristjan Johansen fyri nøkrum
árum síðani, stóðu føroyskir
venjarar klárir at taka sær av
landsliðunum, og hetta bleiv
gjørt fyri so at siga onga samsýn
ing.
– Vit hava eisini foreldur, sum
hava staðið fyri samlingum hjá
ungdómslandsliðnum,
og
tað
er eitt stórt sjálvboðið arbeið
ið kring landið, sum hevur gjørt
tað møguligt hjá Hondbóltssam
bandinum. Tí sakni eg, at man
ikki heldur fast í einum føroysk
um leisti. Men tað sær út til, at
nýggja nevndin í HSF hevur valt
ein annan leist, har alt er betri,
um bara tað er ein útlendskur
venjari, og tað skilji eg ikki, sigur
hann.
Geir Wardum spyr eisini,
hvussu
føroysku
venjararnir
skulu menna seg, um teir ikki fáa
stóru avbjóðingarnar við lands
liðunum.
– HM-endaspælið í Algeria
hjá U21-landsliðnum í summar
er størsta avbjóðingin, sum ein
føroyskur hondbóltsvenjari kann
fáa, men man velur heldur eina
útlendska loysn, hóast tað eru
Kári Nielsen og Ingi Olsen, sum
eiga hatta liðið við húð og hár,
sigur Geir Wardum.
Størri vansi við
klub-venjara
At tað ikki ber til at vera lands
liðsvenjari, tí man eigur børn
í hópinum, men tað ber til hjá
einum klub-venjara at vera lands
liðsvenjari, heldur Geir Wardum
lítið um.
– Eg haldi, at tað er verri at vera
venjari hjá einum FTZ-liði og U21,
enn tað er at vera venjari og eiga
børn í hópinum. Sjúrður(Olsen,
blðm.) hjá Inga spældi sera væl
í kappingini her í januar við
U21. Hann byrjaði ikki ein dyst,
men bleiv skiftur inn av Kára
Nielsen – ikki Inga Olsen. Ein
venjari velur bestu leikararnar,
serliga í landsliðshøpi. Eg meti, at
vansin er størri við einum klub-
venjara, sum er knýttur at fleiri
spælarum, meðan til dømis Ingi
Olsen bara er knýttur at einum
leikara, og hjá kvinnulandslið
num var Andreas F. Hansen
knýttur at tveimum leikarum.
Tú skalt eisini minnast til, at
allan vegin ígjøgnum í øllum
feløgum í Føryum hava foreldur
verið venjarar. Feløgini byggja á
foreldur sum venjarar, sigur Geir
Wardum.
Ein bílig umbering
Spurdur, hví hann heldur, at
nýggja leiðslan í HSF er komin
við nýggju meginregluni, har
høvuðsvenjarar ikki skulu hava
børn í hópinum, er Geir Wardum
ikki í iva.
– Hatta er ein øgiliga bílig um
bering, helst fyri at sleppa av
við Andreas F. Hansen, kvinnu
landsliðsvenjara, tí man torir ikki
at taka eina beinleiðis konfronta
tión. Ein góður, men forferdiliga
ljótur máti at sleppa av við hann
uppá, sigur Geir Wardum.
HETTA LÍKIST
ONGUM
Geir Wardum, hondbóltsvenjari:
føroyska
leistin,
sum
undan
gongufólk teirra í nevndini annars
høvdu lagt lunnar undir, og ístaðin
bleiv ein útlendskur leistur funnin
fram.
Á manssíðuni bleiv H71-venjarin,
danin Sonni Larsen, settur at taka
sær av U21-landsliðnum, meðan
Ingi Olsen slapp at halda fram
sum hjálparvenjari, eftir at hann
annars hevur tikið sær av hesum
árganginum, síðani teir vóru heilt
ungir. Nýtt venjaratoymi bleiv
sett til A-landsliðið. KÍF-venjarin,
danin Jeppe Borch, og navnframi
hoyvíkingurin Halgir Dahl Olesen
skulu nú taka sær av liðnum. Og
á kvinnusíðuni er bretin Scott
Harrington, sum til dagligt venur
menninar hjá Neistanum, settur
nýggjur
høvuðsvenjari,
meðan
neistakvinnan Sigrun Mikkelsen
er nýggjur hjálparvenjari.
Eingin tykist seta spurnartekin
við dygdirnar hjá nýggju venjar
unum, men tað, sum allatíðina
liggur og spøkir, er spurningurin
um, hví tað absolutt skulu vera út
lendingar.
Eitt annað er, at tá ið vit tosa um
teir tríggjar útlendsku venjararnar,
so eru hetta menn, sum ikki hava
havt fastan bústað í Føroyum,
og vit vita ikki, hvussu leingi teir
blíva her í Føroyum. Tað vil so
siga, at um teir til dømis velja at
fara aftur til heimlandið hjá sær
um eitt ella tvey ár, so fer eisini øll
tann vitan, sum teir hava nomið
sær í landsliðsarbeiðinum beint av
landinum aftur.
Tvey feløg ganga aftur
Hyggur man nærri eftir saman
setingini av venjaratoymunum,
so eru tað serliga tvey feløg, sum
ganga aftur – nevnliga H71 og
Neistin. Hesi feløg eiga umboð í
starvsnevndini, og flestu av nýggju
landsliðsvenjarunum hava tilknýti
til annað av hesum feløgum. Har
afturat hava tey bæði starvsfólkini
hjá HSF tilknýti til júst H71 og
Neistan.
Men er nakað galið í tí? Júst H71
og Neistin eru kend sum nøkur av
best skipaðu hondbóltsfeløgunum í
landinum, og tað er jú aðalfundurin
hjá Hondbóltssambandinum, sum
velur starvsnevndina, og har hava
øll feløg møguleika fyri at stilla
valevni upp, so tað er líka fyri øll.
Men tey, sum sleppa framat
maktini, skulu bara ansa eftir, at
tey røkja allar hondbólts-Føroyar
og ikki bara sáa, soleiðis at teirra
felag heystar sum mest.
Geir Wardum er royndur hondbóltsvenjari, og hann
er ógvuliga skuffaður av nýggja leistinum, sum
HSF hevur lagt við útlendsku venjarunum
Mynd: Álvur Haraldsen
HONDBÓLTUR
Kári Nielsen er ein mastodontur í føroyskum hondbólti, og tað var
undir hansara leiðslu, at U21-landsliðið spældi seg til HM-endaspælið.
Eisini hann er nú fallin, og útlendskur venjari settur ístaðin
Mynd: Álvur Haraldsen