Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Farið er nú undir seinasta partin av grundspælinum í FTZ-deildini, har finaluliðini til FM-finalurnar skulu finnast. Langur steðgur hevur verið í landskappingini orsakað av landsliðsundankappingum og steypakappingini, men síðani fyrs­ tu landskappingardystirnir í 2017 vórðu spældir undanfarna viku­ skiftið er tað serliga eitt lið, sum hevur skarað framúr. Tað er KÍF. Góður seinni hálvleikur gjørdi útslagið Fyrsta tekinið um, at kollfirðingar skulu takast í álvara í kappingini um finaluplássini kom, tá ið KÍF fyri átta døgum síðani vann á útivølli ímóti sjálvum oddaliðnum í deildini, H71. Hetta úrslitið gerst enn meira hugtakandi, tá ið havt verður í huga, at talan var um fyrsta ósigurin hjá hoy­vík­ ingum á heimavølli í hesum kapp­ ingarárinum. Mikukvøldið var ongin slingur í valsinum, tá ið KÍF á heimavølli vann ein væntaðan, kravdan og greiðan heimasigur ímóti botn­ proppinum í deildini, Team Klaks­ vík. Og í gjár streyk KÍF síðani avstað við triðja sigrinum á rað, tá ið teir vitjaðu StÍF í høllini á Skála. Í fyrra hálvleiki megnaðu strandingar, sum vegna sína plasering ikki hava nakað serligt at spæla fyri restina av kappingarárinum, at arga koll­ firðingar og fara til hálvleiks á odda 13-12. Men í seinna hálvleiki vísti KÍF styrki og vann at enda við sjey málum, 28-21. Meðan nógv ábyrgd var á heðrunum á Sveini Justinussen hjá StÍF, ið skoraði heili 11 mál, so var málskjótingin hjá KÍF meira javnt býtt. Kollfirðingar hava ikki ein ein­stakan stórskjútta í sama mun sum H71 og VÍF, og tí er neyðugt, at fleiri taka ábyrgd av málskjótingini hjá teimum. Við sigrinum er KÍF nú fýra stig frammanfyri VÍF og hevur bert tvey stig upp til H71. Kollfirðingar hava tó spælt fleiri dystir enn bæði hesi liðini. Komandi sunnudag verð­ur møguleiki hjá KÍF at vinna fjórða sigurin á rað, tá ið enn ein úti­dystur bíðar. Hesaferð ímóti Kyndli, ið ikki skal avskrivast heilt í finalustríðnum. Kyndil kom í gongd aftur Kyndilsmenn høvdu eina keðiliga steypakapping, har tað ikki eydn­aðist at spæla seg víðari úr bólka­spælinum. Síðani hevur drúgv­ur dystarsteðgur verið hjá Kyndli, tí tá ið liðið fór á vøllin til grannauppgerðina ímóti Neista­ num í gjár var tað fyrsti dystur hjá kyndilsmonnum í fimm vikur. Men spæligleðin lýsti veruliga úr teimum grønu, ið vunnu trygt ímóti teimum bláu. Sigursgrundin varð stoypt í fyrra hálvleiki, tí Kyndil fór til hálvleiks á odda við fimm málum, 14-9, og hendan leiðsl­ an varð varðveitt í seinna hálvleiki. Ongantíð eydnaðist tað veruliga Neistanum at fáa spenning í dystin. Kyndil vann 26-21. Kyndil hevur fimm stig upp til KÍF, men tó ein dyst í hondini. Møgu­leikan at veruliga melda seg inn í finalustríðið fáa kyndilsmenn miku­kvøldið, tá ið VÍF vitjar í høllini á Hálsi. Trýst er á vestmenningunum, sum skulu aftur á røttu kós eftir mis­eydnaða steypakapping og tap á heimavølli ímóti H71. Undir øll­ um umstøðum verður spennandi at fylgja síðstu og avgerandi dystu­ num í grundspælinum hjá monn­ um - tað er verri enn so vist, at tað fyri triðja ár á rað verða H71 og VÍF, ið spæla finalurnar. Neistin-Kyndil 21-16 (9-14) Neistin: Rói Berg Hansen 7, Teis Horn Rasmussen 3, Rasmus Müller 3, Frank Askildsen 3, Teitur Magnusson 2, Herbjørn Lava 1, John í Innistovu 1 og Torkil Hentze 1. Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Tummas Pauli Hanusarson 6, David Edvardsen 4, Bartal Klein Olsen 3, Høgni Klein Olsen 2, Rógvi Dal Christiansen 2, Bjarni Sørensen 1 og Jan Pauli Toft Johannesen 1. StÍF-KÍF 21-28 (13-12) StÍF: Sveinur Justinussen 11, Kjartan Johansen 4, Jógvan Gregersen 3, Borgar M. Persson 2 og Fríði G. Djurhuus 1. KÍF: Rúni Joensen 7, Fríði Weyhe 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Andrias Nielsen 4, Frederik Sørensen 3, Teitur Joensen 2, Jákup Trygvason 1 og Tony Weyhe 1. KOLLFIRÐINGAR ERU FLÚGVANDI KÍF hevur av álvara fingið vind í seglini og hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað og er á finaluplássi. Stríðið um finaluplássini er tó verri enn so avgjørt Venjarin hjá KÍF, danski Jeppe Borch, kann fegnast um góðu gongdina hjá sínum liði HONDBÓLTUR