mánadagur 6. mars 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinastu tvey árini hevur Neistin
verið einaráðandi í føroyskum
kvinnuhondbólti og vunnið tvær
greipir á rað. Hesi bæði árini hev
ur Kyndil verið nærmasti kapp
ingarneytin, men tó altíð verið við
undirlutan ímóti bláu grannunum
í avgerandi dystunum.
Í hesum kappingarárinum hev
ur okkurt tó bent á, at kyndils
kvinnur eru í ferð við at vinna
sær yvirtakið. Tvær ferðir áður
í landskappingini hevur Kyndil
vunnið ímóti Neistanum, og fyri
tveimum vikum eydnaðist tað
teimum grønu at vinna fyrsta
finalusigurin ímóti neistakvinnum
síðani FM-finalusigurin í 2014.
Kyndil hevði munin í ársins steypa
finalu, og harvið høvdu neista
kvinnur okkurt at prógva, tá ið
nógv tey sterkastu í føroyskum
kvinnuhondbólti brustu saman
fyri fjórðu og seinastu ferð í hesum
grundspælinum.
Verjan vann dystin
Ofta stendur nógv á í hesum
grannadystum,
sum
mangan
verða merktir av hørðum spæli
og stríðsvilja heldur enn vøkrum
hondbóltsspæli. Soleiðis var eisini í
gjár. Málini vóru fá í tali, og tí snúði
tað seg um hava ta bestu verjuna
fyri at vinna dystin.
Tað eydnaðist neistakvinnum
at fáa verjuna at rigga sera væl, og
tey bert 14 málini, ið Kyndil skoraði,
prógva hetta so dyggiliga. Ein góð
verja elvir sum oftast til góðan
málverja, og soleiðis var eisini hjá
neistakvinnum, tí landsliðsmál
verjin Fríða Petersen spældi ein
sera sannførandi dyst í málinum.
Í
fyrra
hálvleiki
tóku
neistakvinnur fyrsta taki mótvegis
sigrinum og fóru til hálvleiks á
odda 10-7. Munurin var umleið
tann sami ímillum liðini í seinna
hálvleiki, og sostatt vann Neistin
at enda 19-14.
Kyndil manglar
síðstu stigini
Við sigrinum hevur Neistin mate
matiskt tryggjað sær annað plássið
í FM-finalunum. Landskappingin í
Hvonndeildini hevur ikki verið
tann mest spennandi at fylgja í ár,
tí ongin ivi er um, at Kyndil fer av
stað við hinum finaluplássinum.
Soleiðis sum støðan er nú manglar
fýra stig í síðstu fimm dystunum
fyri, at kyndilskvinnur endaliga
tryggja sær finaluplássið, og nógv
skal henda ímillum himmal og jørð,
um hetta ikki skal eydnast.
Bronsan ávegis til Vágs
Leygardagin vitjaði VB-kvinnurnar
StÍF á Skála. Tað leikaði javnt á
fyrsta korterið, har liðini fylgdust
á máltalvuni. Men síðsta korterið í
fyrra hálvleiki tók útiliðið veruliga
dik á seg og avgjørdi mestsum
dystin. Liðini fóru til hálvleiks við
støðuni 15-9 til VB, og harvið var
mótbrekkan hjá strandingum sera
tung undan seinna hálvleiki.
Í seinna hálvleiki byrjaði VB
við at økja um leiðsluna og var
eitt skifti á odda 21-14, men síðsta
korterið eydnaðist heimaliðnum
at pynta um úrslitið, so endaligi
munurin ikki gjørdist so stórur. At
enda vann VB ikki meir enn 26-23,
men sigurin kom kortini ongantíð
í vanda.
Frástøðan hjá VB til tey fremstu
finaluplássini er ov lang til, at vág
bingar kunnu gera sær nakrar
finaluvónir, men tær hjá VB
kunnu fegnast um, at frástøðan
til nummar fýra í deildini, VÍF, nú
er fýra stig. Hóast vestmenningar
hava spælt ein dyst færri enn VB, so
eru tað vágbingar, ið eru á bronsu
kós.
NEISTAKVINNUR
FINGU UPPREISN
Eftir taptu steypafinaluna fyri tveimum vikum síðani reistu neistakvinnur seg ímóti kyndilskvinnum
StÍF-VB 23-26 (9-15)
StÍF: Poula D. Berg 6, Ninna K.
Johansen 4, Erla Petersen 3,
Sunfríð B. Johansen 3, Ingibjørg
Kass 2, Birna Johannesen 2, Vár D.
Poulsen 2 og Guðrun Gærdum 1.
VB: Danijela Mistric 11, Helga
Eyðunsdóttir Kjærbo 5, Christina
Holm 2, Magna Tórðardóttir 2,
Gurið Krosslá Augustinussen 2,
Rannvá Johannessen 1, Rebekka
Godtfred 1, Barbara K. Hjelm 1 og
Bára K. Mortensen 1.
Neistin-Kyndil 19-14
(10-7)
Neistin: Birita Ingolfsdóttir 4,
Marjun F. Danberg 3, Ása Dam á
Neystabø 3, Eir Berg 3, Jacklin
Durhuus 2, Gunnfríð P. Nólsoy 1,
Brynja Høj 1, Lilja Mohr 1 og Fríða
Petersen 1.
Kyndil: Bjarta O. Johansen 5,
Anna A. Brimnes 5, Súna Krossteig
Hansen 1, Ásleyg Súnadóttir
1, Gudrun Restorff 1 og Bára
Krossteig Hansen 1.
HONDBÓLTUR