Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Eyðun sigur sína hugsan... Terji Nielsen Tað er ógvuliga avmarkað, hvørjar avbjóðingar før­oysk­ ir hondbóltsvenjarar fáa utt­ an fyri heimligu kapp­ing­ina á sínari yrkisleið. Millum heilt fáu avbjóðingar í al­ tjóða høpi, sum venjararnir kunnu fáa, eru royndir við føroyskum landsliðum. Hetta hava eitt nú Kári Niel­ sen, Ingi Olsen, Andreas F. Hansen og aðrir fingið góða nyttu burturúr, og hetta hevur verið ein av fáu gularøtunum hjá føroysku hond­bóltsvenjarunum. Løtuvinningur Tað er einki galið í, at tú letur onkran útlending sleppa framat. Men spurningurin er, hvat føroyskur hondbóltur fær burtur úr hesum, og hvat vit vilja við føroyskum hondbólti. Tí um vit taka til dømis Sonna Larsen, ið er settur U21-landsliðsvenjari, og Jeppe Borch, ið er settur A-landsliðsvenjari, so er her talan um tveir venjarar, ið hava verið í Føroyum í ávika­víst eitt og tvey ár. Tað er væl hugsandi, at teir longu eru burtur aftur um eitt ella tvey ár, og við teimum fara so eisini nakrar forkunnugar venjararoyndir, sum man kundi latið føroyskar venjar­ ar fingið. Gamaní hava tað ver­ið nakrir útlendskir hondbólts­ venjarar í Føroyum, sum síð­ani hava sett fast búgv í Før­oyum, men teir eru ikki so mangir. Tí er spurningurin, hvussu HSF skal raðfesta. Skal man velja at brúka peng­ arnar uppá teir venjarar, sum man her og nú væntar geva besta úrslitið, ella skal man velja at brúka pengarnar uppá føroyskarar venjarar, sum harvið fáa forkunnugu royndirnar, og sum eisini kunnu geva tær víðari til aðrar venjarar í Føroyum. Sama støða er galdandi úti í føroysku feløgunum. Í kvinnudeildini eru tað ein spanióli og ein brasilumaður, sum standa á odda fyri teim­ um báðum fremstu feløg­ unum í kappingini, og í mansdeildini er útlendsku venjararnir í yvirtal. Tað er tí einki at taka seg aftur í, at tað hevði havt sera stóran týdning fyri føroyskan hondbólt, um føroyskir venjarar fingu størvini, tí tað hevði ment hesar venjarar nógv, og tað er væl saktans eitt av endamálunum hjá Hondbóltssambandinum, at føroysku venjararnir fáa so góðar fortreytir sum gjørligt. Men samstundis eiga før­ oyskir hondbóltsprofilar at gerast meiri sjónligir og bjóða seg fram sum venjarar, tá ið teirra yrkisleið er liðug. Ber til at hava dupultan leiklut? Somuleiðis kann spurning­ ur setast við, at man set­ur venjarar, sum framman­und­ an eru venjarar úti í feløgum í bestu deildini. Tí tað er sjálvsagt ógvuliga avmarkað, hvussu væl hesar fáa fylgt við leikarum í øðrum feløg, tá ið teir skulu hugsa um sítt egna lið í landskappingini. Um vit til dømis taka Kára Nielsen, so var hann leysur av øllum feløgum, og hann hevði tí umstøður til at fara út og hyggja eftir leikarum utt­an at hava nøkur atlit at taka til. Aðrastaðnis her í blaðnum hyggja vit eitt sindur nærri eftir gongdini í HSF seinastu tíðina, og vit práta við Geir Wardum, hondbóltsvenjara, sum sigur sína hugsan um kósina, ið HSF hevur sett. Undir øllum umstøðum ynskja øll, at tað skal gangast føroysku landsliðunum so væl sum gjørligt uttan mun til, um tað er við føroyskum ella útlendskum venjara. Tað er blivið alt meiri vanligt, at ítróttarfólk banna ella brúka ófantaligan málburð í samrøðum við miðlarnar. Eisini hoyrist meira til, at ítróttarfólk ætla sær at drekka ella ballast eftir týdningarmiklar dystir. Og oftari síggjast ølfløskur og enntá sjussar á lofti. Eg haldi meg ikki vera so sartan, og eg veit alt um, at ítróttur inniheldur nógvar kenslur. Miðlarnir ynskja sær eisini kensluspælið – glaðar vinnarar og keddar ella illar taparar. Skuldi tað so ikki verið funnin fressur, tá ið ítróttarfólk nú gera nógv av í samrøðum við miðlarnar? Bara til eitt vist! Tað er ikki serliga sjarmerandi, at eiðir í tíð og ótíð flúgva um oyruni á hyggjarum og lurtarum í beinleiðis loftmiðlasamrøðum. Banniorðini skurra. Tey eru ógvuliga sjáldan neyðug fyri at siga tað, sum liggur á hjarta, men hinvegin kunnu tey órógva boðskapin. Tað er heldur ikki serliga neyðugt at veipa við ølfløskum og sjussum og breggja sær av komandi ballum í loftmiðlum eftir týdningarmikla sigurin. Góðu løturnar skulu feirast, sanniliga, men tað er eingin orsøk at yvirdríva, meðan mikrofonir og upptøkutól framvegis eru tendrað. Tað ljóðar eitt sindur dupultmoralskt, men hetta snýr seg eisini um eitt alment rúm og eitt privat umhvørvi. Í almenna rúminum framstanda ítróttarfólk eisini sum fyrimyndir fyri børn og ung, og hyggjara- og lurtaraskarðin er ein breið og fjølbroytt fjøld av vanligum føroyingum. Tí ræður um at hugsa um, hvørji signalini eru, sum ítróttarfólk senda um alt landið í løtum við endaleysari gleði ella stórum vónbrotum. Hetta snýr seg um at sýna ábyrgd sum ítróttarfólk og fyrimyndir. Ein orsøk til hesa støðuna er kanska, at sosialir miðlar hava gjørt alt samskifti markleyst óformelt og frítt, at tað næstan er ov nógv av tí góða. Tað er í øllum førum ov nógv av tí góða, tá ið hetta fría samskiftið spreiðir seg inn í teir sterku traditionellu miðlarnar sum radio og sjónvarp. Fyrst og fremst eiga ítróttarfólkini sjálvi at hugsa um, hvussu tey framstanda í miðlunum, men hetta snýr seg eisini um miðlar, ítróttarfeløg og stuðlar. Hvat vilja tey (ella eg kundi sagt vit) í felag hava, at ítrótturin útstrálar, og hvussu eiga ítróttarfólk sum fyrimyndir hjá børnum og ungum at uppføra seg í almenna rúminum? Fyrst og fremst haldi eg, at boðini eru til ítróttarfólkini sjálvi: Stýrið tykkum eitt sindur! eydun@sosialurin.fo Stýrið tykkum eitt sindur! HVUSSU SKAL HSF RAÐFESTA? Venjarastørv í føroyskum hondbólti hanga ikki á trøunum, og avbjóðingarnar hjá venjarunum eru ikki nógvar. Tí er tað fallið fleiri fyri bróstið, at HSF velur at seta útlendskar venjarar til landsliðini hjá sær Andreas F. Hansen er ein av føroysku venjarunum, sum hevur verið landsliðsvenjari. Hann var venjari hjá føroysku kvinnunum fram til fyri kortum. Nú er ein breti, Scott Harrington, settur ístaðin. Mynd: Álvur Haraldsen