mánadagur 6. mars 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mars 2017 · Nr. 28
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú vunnu tit ársins fyrsta steyp
– hvat leggja tit í ein slíkan sigur?
– Ikki tað heilt stóra. Hatta er eitt
sindur meiri enn ein venjingar
dystur, men vit leggja ikki ov nógv
í tað.
Tit og KÍ hava longu nú vunnið
eitt steyp í part í ár. Verða tit
hesa bæði liðini, sum aftur í
ár fara at kappast um FM og
løgmanssteypið?
– Ja, tað rokni eg við. Hatta eru
tveir av kandidatunum. Eg vænti,
at B36 verður heilt har uppi eisini.
Tú hevur vunnið FM tríggjar
ferðir, men hvussu endurvinnur
man FM?
– Eg veit ikki, men nú fari eg so
at royna.
Skal Víkingur vinna antin FM
ella løgmanssteypið fyri at árið
skal vera góðkent?
– Nei, tað veldst alt um, hvussu
árið gongur. Mest umráðandi er,
at árið verður positivt, Men man
skal helst vera við til tað síðsta.
Sjálvandi kunnu skaðar og annað
ávirka úrslitið.
Sær tú teg sjálvan sum
landsliðsvenjara einaferð í
framtíðini?
– Ja, tað hevði verið ein heiður, um
man fekk tann møguleikan.
Vikan ið fór
Kem Weihe megnar sum tann fyrsti
at rógva 2.000 metrar innandura
í eini tíð undir seks minuttir og
setur harvið føroyskt met, tá ið
kappast verður í FM í innirógving.
Tíðin hjá Kem Weihe var 5:59,9.
Sølvi Vatnhamar skoraði
sigursmálið, tá ið Víkingur
vinnu Stórsteypadystin móti KÍ
á Tórsvølli. Úrslitið av dystinum
er 2-1 til føroyameistararnar.
Kurvabóltsfelagið á Toftum, Ravnur,
hevur tryggjað sær pláss í finaluni,
eftir at teir vinna á Hamar á Toftum.
Spurningurin er nú bara, um tað
verður Hamar ella Sporðdrekin, ið
skal dystast við Ravn í FM-finaluni.
Venjarin hjá spanska stórfelagnum
Barcelona, Luis Enrique, boðar
frá, at hann gevst í felagnum
í summar. Luis Enrique hevur
verið venjari í FC Barcelona í
trý ár. Fyrsta kappingarárið
vann felagið La Liga, sponsku
steypakappingina og Champions
League. Annað árið vann felagið
báðar tær heimligu kappingarnar.
Enn ein landsliðsleikari boðar frá,
at hann ikki er tøkur til dystin móti
Andorra seinni í mánaðinum. Rene
Shaki Joensen hevur ein skaða at
dragast við, og hann verður ikki
klárur í hesum mánaðinum.
HB boðar frá, at felagið hevur
gjørt sáttmála við danan Mart
in Bergvold, sum áður eitt
nú hevur spælt í Seriu A og
vunnið danska meistaraheitið
tríggjar ferðir við FCK.
ÍF boðar frá, at felagið hevur gjørt
sáttmála við 27 ára gamla Adeola
Runsewe, sum er úr Nigeria. Hann
hevur fyrr umboðað feløg sum FC
Midtjylland, Skive, Vendsyssel,
Silkeborg og HB Køge í Danmark,
og Trelleborgs FF í Svøríki.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Sámal Erik Hentze
Aldur: 45 ár
Starv: Fótbóltsvenjari/
Sjálvstøðugur vinnurekandi
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Nýggj nevnd er vald í Føroya Ríðingarfelag.
Sitandi formaður heldur fram – hvør er hann?
2 HB hevur gjørt sáttmála við danan Martin
Bergvold. Hvat felag spældi Martin Bergvold fyri í
Seriu A?
3 Hvørjir eru nýggir A-landsliðsvenjarar hjá
monnum í hondbólti?
4 Hvussu eitur formaðurin í HSF?
5 U21-landsliðið í hondbólti hevur spælt seg til
HM-endaspælið í summar. Hvar verður endaspælið
avgreitt?
6 Víkingur vinnur leygardagin Stórsteypadystin á
KÍ. Tveir beiggjar skoraði bæði málini hjá Víkingi í
2-1 sigrinum. Hvørjir eru teir?
7 Hvussu eitur formaðurin í Víkingi?
8 Málskjútti hjá KÍ er Dion Splidt. Hvørjum felag er
hann komin frá til KÍ?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Brandur í Dali
2. Livorno
3. Jeppe Borch og Halgir
Dahl Olesen
4. Gunn Ellefsen
5. Algeria
6. Gunnar og Sølvi
Vatnhamar
7. Brandur Jacobsen
8. AB
Hetta er ein bók um tíðina hjá
Michael Laudrup sum venjari.
Frá tí hann tekur við í Brøndby IF
í 2002, til miðskeiðis í tíðarskeið
num sum venjari í Swansea í 2013.
Bókin er skrivað av Jonas
Nyrup og Niels Pedersen, sum
búgva á Mallorka, tá Michael Lau
drup er venjari har í kappinga
rárinum 2010-11. Fyrsti sekvens
urin er nakað tungur og nógv orð
verða brúkt til at lýsa umstøð
urnar. Tó kemur ferð á bókini
stutt seinni.
Talan er ikki um eina bók, har
Michael Laudrup sleppur at seta
orð á síni egnu avrik, men hann
svarar bæði kritikki og vísir á
umstøður. Tosað verður eisini við
millum annað Erik Larsen, sum í
fleiri ár arbeiddi tætt saman við
Michael
Laudrup.
Somuleiðis
verður tosað við fleiri keldur,
sum hava við mannin at gera, og
talan er um bæði fyri og ímóti
venjaranum Michael Laudrup.
Tað er ikki semja um, um bólt
snillingurin úr Danmark er ein
góður venjari ella ein, sum livur
upp á sítt navn. Hann hvørki
skeldar ella tekur tvídystirnar,
men er tó prinsippfastur.
Størsti trupulleikin við bókini
er, at hon longu er eitt sindur
gomul, tí Michael Laudrup blívur
stutt seinni koyrdur í Swansea, og
hevur síðani ikki havt eitt seriøst
venjara arbeiði.
Tað krevur eitt sindur av vitan
um tíðina hjá Michael Laudrup
sum venjara, fyri at fáa mest
burtur úr bókini.
Les um: Tú hevur fylt eitt sindur
við Michael Laudrup sum venjara,
men í allar mátar ein áhugaverd
bók fyri ein føroyskan lesara, ið
kennir til besta spælaran norður
lond nakrantíð hava fostrað.
Ikki lesa um: Tú væntar at fáa
meiri at vita um spælaran Micha
el Laudrup, og annars ikki veit
hvat Getafe er.
Hvussu er hon at
lesa: Yvir 500 síður,
men sum við øllum
gjøgnumførdum
bókum í dag, so er
hon væl skrivað
og løtt at lesa.
Onkuntíð snýr tað
seg ov nógv um
skrivararnar, men
tað ger einki.
Hvat sigur tú: Eg
búði í Danmark
um tað mundið, tá
Michael Laudrup
var venjari hjá
Brøndby, og
havi altíð fylgt nøkunlund við
yrkisleiðini hjá honum. Fyri meg
er bókin avgjørt verd at lesa.
★★★★★★
UMMÆLI
Michael Laudrup:
En gentlemen i nye klæder
Fakta:
Michael Laudrup hevur síðani bókin kom út verið venjari hjá
Lekhwiya SC og Al-Rayyan SC í Katar. Nakað hann er blivin
kritiseraður fyri, tí tað ítróttarliga ikki er á høgum stigi.
Tróndur Arge ummælir