Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. oktober 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 189 - 5. oktober 2004 Nr. 189 - 5. oktober 2004 5 – Bæði Sandoyingar og norðoyingar fáa tunnil næstu árini. Og fyri fyrstu ferð er tunnil undir Skop- unarfjørði nevndur í eini fíggjarlóg ÚTBYGGINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Næsta ár skulu fleiri tunlar gerast afturat í Føroyum. Tað sæst á fíggjarlógini fyri 2005, sum landsstýrið legði fyri løgtingið herfyri. Í fíggjarlógini hevur landsstýrið sett pening av til at fyrireika tríggjar nýggjar tunlar. Og fyri fyrstu ferð er eisini undirsjóvaruttnil um Skopunarfjørð nevndur í eini fíggjarlóg. Annars eru tað bæði norðoyingar og sandoying- ar, sum fáa nýggjar tunlar komandu árini. Í løtuni verður arbeiðið fyrireikað at gera tunnil Norður um Fjall í Borð- oynni. Tað er ein tunnil úr Klaksvík til Norðoyri, sum skal koma ístaðin fyri tunn- ilin ímillum Klaksvík og Árnafjørð og tunnilin Árnafjørð og Norðtoftir. Teir báðir tunlarnir eru smalir og væntandi er ikki, at teir fara at taka ferðsl- una, tá ið tunnilin um Leir- víksfjørð er liðugur. Tí er ætlanin at gera ein nýmótans tunnil, sum gongur heilt úr Klaksvík til Norðoyri í einum strekki. Á fíggjarlógini fyri næsta ár, eru 500.000 krónur sett- ar av at halda fram við fyri- reikingunum. Tunnil til Viðareðis Men í saman viðfangi er at halda fram og at gera tunnil til heilt til Viðareiðis. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, sigur, at ætlanin er at gera eina heildarætlan fyri allan vegin, heilt úr Klaksvík til Viðareiðis og ein partur av tí verður ein tunnil á strekkinum ímillum Hvannasund og Viðareiði. Sostatt hevur landsstýrið skotið upp at seta 500.000 krónur av til forkanningar til ein tunnil til Viðareiðis. Bjarni Djurholm sigur, at ætlanin er at hava eitt tunn- ilsarbeiði ígongd alla tíðina og sostatt er ætlanin at fara undir vegastrekkið Klaks- vík - Viðareiði, tá ið Hovs- tunnilin er liðugur um eini tvey ár. Hann sigur, at eftir ætlan skal arbeiðið at dagføra vegasambandið ímillum Klaksvík og Viðareiði, bjóðast út. Ætlanin er at bjóða tað út í einum, ella kanska í tveimum umførum. Tunnil til Dals Og langt um leingi sær eisini út til at sandoyingar fáa sín tunnil ímillum Húsavík og Dal, sum tosað hevur verið um leingi. À fíggjarlógini fyri næsta ár, hevur landsstýrið sett eina millión av til at fyri- reika tunnilsgerð ímillum Húsavík og Dal, og ætlanin er nú at gera kjarnubor- ingar fyri at vita, hvar linju- føringin skal vera. Bjarni Djurholm sigur, at hetta arbeiðið er ikki so umfatandi og mett verður, at tað kann gerast sam- stundis sum onnur arbeiði. – Landsverk hevur eitt lið av tunnilsarbeiðarunum og eg haldi at tað er rætt at varðveita ta serfrøðina hjá Landsverk. Tí er ætlanin at tað verður manning frá Landsverki, sum skal gera tunnilin til Dals. Tað skilst eisini, at ætlanin er at fara undir tunnilin, tá ið kjarnu- boringarnar eru gjørdar. Men alt veldst sjálsvagt um, hvat kjarnuboringarnar vísa, leggur hann afturat. Undirsjóvartunnil um Skopunarfjørð Í fíggjarlógini fyri næsta ár hevur landsstýrið eisini skotið upp at seta 500.000 krónur av til at gera tær fyrstu kanningar í sam- bandi við undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Sand- oy. Í fyrstu syftu er ætlanin at biðja Jarðfrøðisavnið gera eina meting um, hvar á strekkinum tað er frægast at gera seismiskar kanningar. Men nær farið verður undir ein slíkan tunnil, er vónleyst at siga nú. Tað veldst alt um fíggjarorkuna í landinum, sigur lands- stýrismaðurin. Tað eru nógvir spurn- ingar at taka støðu til, bæði um linjuføringar og í hvønn mun, Hestoyggin skal tak- ast við í einum undirsjóvar- tunli undir Skopunarfjørð. Men aðrir politikarar, vit hava tosað við, meta, at um 10 ár er koyrandi ímillum Streymoy og Sandoy. Tað við Bjarni Djurholm ikki leggja høvdið á blokk- in uppá. Hinvegin ivast hann ikki í, at tað verður í næstu framtíð, at fast samband verður í Sandoynna. Samferðsluætlan fyri alt landið Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at allar hesar kanningarnar, eru eis- ini eitt lið í arbeiðnum hjá Landsverki at gera eina samferðsluætlan fyri alt landið. Í hesum sambandi skal Landsverk gera eina meting um, hvussu og hvar tað er sannroynt, at vegakervið kann útbyggjast tey næstu árini. Í sandoynni býr ikki so nógv fólk og politikarar hava nevnt fyri Sosialinum, at skal fast samband í Sand- oynna forsvarast fíggjar- liga, verður neyðugt at fáa Suðuroynna uppí. Tá ið undirsjóvarunnilin so er liðugur, skulu suðuroyingar sostatt ikki longur sigla til Havnar, men til Sands. Verður Suðuroyggin tengd uppí Sandoynna er fólkagrundarlagið undir einum føstum sambandi um skopunarfjørð, vaksið 5.000 fólk. Og so er fólkagrundar- alagið undir føstum sam- bandi í Sandoynni líka stórt sum fólkagrunarlagið undir fasta sambandinum í Norð- oyggjar. Fleiri tunlar gerast afturat næstu árini - Vit skulu hava færri pappír, einfaldari lógir og størri rættvísi, sigur Jørgen Niclasen LÓGARSMÍð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Nú má tað vera slutt við donskum lógum í Føroyum. Soleiðis tók Jørgen Niclasen, løgtingsmaður til á tingsins røðarapalli hós- dagin. Hann er formaður í trivn- aðarnevndini hjá løgting- inum. Samstundis arbeiðir landsstýrið við at gera eina nýggja forsorgarlóg. Og gongst sum ætlað, verður tað Jørgen Niclasen, ið sum formaður í trivnaðarnevnd- ini, skal standa á odda fyri tingsins viðgerð av hesum ógvuliga umfatandi og fløktum lógarsmíðinum. Jørgen Niclasen vísir á, at tá ið lógir verða gjørdar í Føroyum, ikki minst á almannaøkinum, er tað heldur reglan enn undan- takið, at ein tilsvarandi donsk lóg at kalla óbroytt verður týtt til føroyskt og sett í gildi her. Tí er grund at stúra fyri, at nettupp ein ógvuliga umfatandi og víttfevnandi forsorgarlógin verður av sama slagi, har ein tilsvar- andi donsk lóg verður sett at galda í Føroyum. - Men nú má tað verða slutt við at kopiera danskar lógir og seta tær ókritiskt í gildi í Føroyum, sigur løg- tingsmaðurin. Hann vísir á, at Danmark er 100 ferðir størri enn Før- oyar og fyrisitingin er til- svarandi stór. Og sostatt er tað mangan, at danskar lógir ikki hóska til eina lítla fyrisiting í okkara lítlu Før- oyum, segði Jørgen Nicla- sen. Men avleiðingin av tí vanligalógarsmíðinum í Føroyum, har danskar lógir verða týddar til føroyskt, er, at lógir verða settar í gildi í Føroyum, sum eru alt ov tungar og óliðiligar at um- sita. Eftir tørvi og ikki eftir kravi Jørgen Niclasen heldur, at tað er strembandin eftir at „millimetur-rættvísinum”, sum ger, at lógirnar verða so tungar og fløktar. - Men millimetur-rættvísi er ómetaliga dýrt. Og eg ivist í, hvussu rættvíst tað er, tá ið samanum kemur, tí hóast roynt verður at gera lógirnar so nágreiniligar sum gjørligt, eru tað summi, sum detta niður- ímillum kortini og ikki fáa ta hjálp, tey áttu at fingið. Hann vísir á, at okkara samfelagið er ikki bara 100 minni enn Danmark í fólka- tali. Somuleiðis eru livium- støðurnar og umsorganin fyri hvørjum øðrum nógv øðrvísi í Føroyum enn í Danmark. - Føroyar eru eitt lítið samfelag, sum er ógvuliga gjøgnumskygd. Vit kenna øll hvønn annan, í hvussu so er úti um landið. Tí hava vit nógv størri møguleika at veita, eftir hvat er rímiligt, heldur enn hvat er „para- grafryttarí”, sum tað er nú. - Tað eru fólk, sum fáa almannaveitingar, sum ikki áttu at fingið tær. Og tað eru fólk, sum áttu at fingið veitingar, men sum ikki fáa tær. - Eitt nú er tað munur á, hvussu forsorgarlógin við- gerð hjún og, hvussu hon viðgerð pør íð liva saman ógift og tað er heilt burtur- við. - Vit hava gjørt eitt tungt lógarverk, har grundstøðið er, hvat fólk hava krav uppá, heldur enn, hvat tey hava tørv á. - Skal nakar broyta tann hugburðin, má tað vera lóggevarin, altso løgtingið. Eitt nú vísir hann á, at eftir forgarlógini verður ávís hjálp latintil heilt ávís endamál, vaskimaskinu, køliskáp o.s.fr. uttan at hyggja eftir um mótakarin hevur brúk fyri tí, ella hevur brúk fyri onkrum øðrum, ella hevur brúk fyri meiri enn tað. Og hann sigur, at vegurin burturúr hesum, er eitt ein- faldari lógarverk. - Eg fari í hvussu so er at gera mítt til at vit fáa eitt einfaldari lógarverk, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at hettaer galdandi fyri so nógvar lógir. Men forsorgarlógin er er ein ómetaliga stór lóg, so hann heldur, at tað er ógvuliga hósakndi at byrja við henni. Politikarar uppí beinanvegin Í sambandi við at nýggj forsorgarlóg nú skal gerast, hevur hann tí heitt á lands- stýrismannin í almanna- málum, Hans Paula Strøm um at skipa fyri einum evnisdegi fyri løgtinginum, har teir ymsu flokkarnir kundu siga sína hugsan um lógina og har landsstýrið sostatt kundi fáa eina ábending um, hvat tann politiski viljin er á økinum. - Eg haldi, at tað hevur týdning, at lóggevarin, altso løgtingið, verður við í arbeiðnum, ímeðan lógar- smíði fer fram, ístaðin fyri at fáa eitt liðugt lógarupp- skot á borðið, tí tá er lóg- gevarin fyri ein stóran part settir út av spælinum, uttan so, at hann tveir landsstýri- num alt lógaruppskotið aftur í høvdið. Hann sigur, at lands- stýrismaðurin gav tilsøgn um at halda ein slíkan evnisdag. Nú má tað vera slutt við donskum lógum í Føroyum - Forsorgarhjálp skal latast eftir tørvi og ikki eftir, hvat fólk hava krav uppá, sigur Jørgen Niclasen, formaður í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum –Útgeráin, sum skal brúkast til at bora kjarnuboringar í sambandi viá tunnilin til Dals, er longu komin í Sandoynna –Almennu Føroyar hava skattainntøkur og ríkisveitingina sum høvuðs inntøku- keldur. Tá samgongur skiftivís saga eitt petti av báðum greinum, tá sigur tað seg sjálvt, at tann politikkurin kann ikki áhaldandi halda fram uttan skuldin hjá tí al- menna økist mun- andi, sigur Hermann Oskarsson BÚSKAPAR POLITIKKUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Seinasta hósdag legði landsstýrismaðurin í fíggj- armálum, Bárður Nielsen, fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2005. Ein av høvuðs- tættunum í fíggjarlógar- uppskotinum hjá ABC- samgonguni er nógv um- røddi skattalættin. Í frágreiðingini til fíggj- arlógaruppskotið verður sagt, at samgongan rað- festir skattalættan høgt, og tí hevur landsstýrið gjørt av, at lata ein skattalætta á 60 mió. krónur komandi ár, hóast inntøkurnar í lands- kassanum eru fallandi. Formaðurin í Búskapar- ráðnum, Hermann Oskars- son, sigur seg ikki enn hava nærlisið fíggjarlógarupp- skotið, og tí ynskir hann ikki at viðgera uppskotið í síni heild. Hann heldur hinvegin, at skattalættin hjá samgong- uni er eitt greitt tekin um ein ideologiskan dyst mill- um borgarligar sambands- samgongur á aðrari síðuni og sjálvsstýrissamgongur á hinari síðunu, har báðir partar leggja seg eftir at minka um inntøkur lands- kassans. Race to the bottom Hermann Oskarsson ber ótta fyri, at ideologiski dysturin millum samgong- ur, ið skiftivís vilja skerja ríkisveitingina og skerja skattin, kann hava ein ógvuliga óstøðugan bú- skaparpolitikk við sær. – Tú kanst kalla gongd- ina fyri eitt „Race to the bottom”. Ein partur av politisku flokkunum hevur sum málsetning at minka ríkisveitingina, meðan ein annar partur vil lækka skattin. Við at kubba av ríkisveitingin ynskja sjálvs- stýrissamgongur at geva skattainntøkunum í Før- oyum størri týdning, meðan borgarligu samgongurnar vil lata skattalætta fyri at økja um týdning av ríkis- veitingini fyri føroyska bú- skapin, vísir Hermann Oskarsson á. Formaðurin í Búskapar- ráðnum heldur, at úrslitið av hesum politikki er, at inntøkurnar hjá landskass- anum støðugt minka, og at hetta førir til eitt stórt hall í almennu roknskapunum, sum aftur er við til at økja óneyðugt um skuldina hjá tí almenna. Hann heldur at gongdin við skiftandi landsstýrum, sum øll leggja dent á at minka um inntøkurnar- antin við skattalætta ella minking av ríkisveitingini er við at máa grundarlagið undir føroyska búskap- inum. –Almennu Føroyar hava skattainntøkur og ríkisveit- ingina sum høvuðs inn- tøkukeldur. Tá samgongur skiftivís saga eitt petti av báðum greinum, tá sigur tað seg sjálvt, at tann poli- tikkurin kann ikki áhald- andi halda fram uttan skuldin hjá tí almenna økist munandi, sigur Hermann Oskarsson Í somu støðu Formaðurin í Búskapar- ráðnum væntar, at skatta- lættin hjá ABC-sam- gonguni verður bert løtuvinningur hjá føroyska skattgjaldaranum. Hann vísir á, at samgongan megnar ikki at lata ein skattalætta á tilsamans 240 mió. krónur við bert at skerja innan fyrisiting, og tí verður eisini neyðugt hjá landsstýrinum at skerja í játtanini hjá almennum stovnum. –Politikkarar undirmeta ofta krøvini hjá fólki um støðið á almennum tænast- um. Fólk seta høg krøv til heilsuverk, skúlaverk, al- mannaøkið og eldraøkið, og tað vísir seg, at politikk- arar kenna seg noyddar at eftirlíka hesum krøvum, sigur Hermann Oskarsson Hann væntar ikki, at fólk fara at lata sær lynda, at tænastustøðið hjá tí al- menna lækkar munandi, og tí heldur hann tað er ógvu- liga trúligt, at skattatrýstið verður økt aftur. Ymisk motiv Hermann Oskarsson greiðir frá, at motivini hjá flokk- unum í ABC-samgonguni fyri skattalættanum eru rættiliga ymisk. Hann vísir, at Javnaðarflokkurin kann grundgeva fyri, at ein skattalætti betrar um livi- korini, tí einstaklingurin hevur meira pening eftir. Fólkaflokkurin heldur skattalættin er rættur, tí so fara fólk at arbeiða meir, og harvið lata fleiri skatta- krónur til landið, meðan Sambandsflokkurin heldur skattalættin er skilagóður, tí tað er frægari, at borgarin hevur peningin í sínum lumma, enn at tað almenna tekur peningin inn. Kapping um at náa botnin –Politikkarar undirmeta ofta krøvini hjá fólki um støðið á almennum tænastum. Fólk seta høg krøv til heilsuverk, skúlaverk, almannaøkið og eldraøkið, og tað vísir seg, at politikkarar kenna seg noyddar at eftirlíka hesum krøvum, sigur Hermann Oskarsson Á stabbamyndini sæst, at avlopið hjá landskassanum er minkað nógv, og verður í 2004 og 2005 negativt. Á myndini sæst, at inntøkur landskassans eru nógv minkaðar seinastu árini. C M Y K 5 4