týsdagur 5. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 189 - 5. oktober 2004
Nr. 189 - 5. oktober 2004
7
Í eitt hálvt ár hevur 14
ára gamla Bjørg Klak-
stein úr Klaksvík
borið Dimmalætting
og Sosialin út til hald-
arar hvørt fríggja-
kvøld. Frá mána-
kvøldinum av verður
hetta víðkað til at
verða tveir og tríggjar
dagar um vikuna. Tað
dámar henni væl
BLAÐÚTBERING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Tað er fríggjakvøld. Klokk-
an er farin av hálvgum átta.
Bjørg og mamma hennara,
Bergfríð, sita og bíða eftir,
at bilurin við bløðunum
skal koma.
Tað hava tær gjørt hvørt
fríggjakvøld í meira enn
seks mánaðir nú. Bjørg
hevur fingið eina fasta rutu
at bera bløð út, og mamma
hennara hjálpir henni fegin.
– Tað eru 55 haldarar á
hennara rutu, og bløðini eru
so avgjørt ikki løtt, so eg
hjálpi henni gleðiliga. Tað
tekur heldur onga tíð, sigur
Bergfríð.
Møggurnar báðar plaga
at taka tíð, tá tær fara út við
bløðunum. Bjørg sigur, at
tað skjótasta tær hava klár-
að tað uppá er 25 minuttir.
– Men vanligt tekur tað
millum ein hálvan og ein
tíma, sigur hon skilagóð.
Flennandi greiða tær frá,
at í fyrstuni plagdu tær at
krossa av á yvirlitinum yvir
haldararnar, hvør hevði
fingið og so framvegis.
Men tað nýtist teimum ikki
longur, tí tær duga uttanat,
hvør heldur hvørt blað á
rutuni hjá Bjørg.
Full ferð á
Meðan prátið gongur aftur
og fram, gongur hurðin. Nú
eru tað bløðini, sum eru
komin. Bjørg tekur ein saks
í hondina, og so tekur hon
bløðini úr posanum og
klippir bondini av, meðan
mamma hennara kannar um
nakrar broytingar eru á
yvirlitinum.
So bera tær øll bløðini út
í bilin og fara at gera seg
klárar til at fara.
Klokkan er júst farin av
átta, tá bilurin rullar út úr
túninum, og rutan er púra
klár. Tær koyra hartil, sum
hon byrjar. Bjørg tekur
nøkur bløð og leypir úr
bilinum. Hon rennur niðan
millum nøkur hús og tveitir
bløðini í postkassan hjá
fólki. Meðan koyrir Berg-
fríð longur og fer sjálv við
nøkrum bløðum. Bjørg nær
so mammuna aftur, og so
koyra tær aftur eitt petti.
Soleiðis gongur tað alla-
tíðina. Bjørg fer av fyrst og
rennur so aftaná við bløð-
um til teir ymsu haldar-
arnar.
– Hon rennur so skjótt.
Hon plagar eisini at taka
trappur og brekkur, sigur
Bergfríð skemtandi.
Tað er væltilrættislagt,
hvør tekur hvat hús og
hvørji bløð. Har er ongin
slingur í valsinum, og alt
gongur væl.
Bjørg sigur, at tað eru
ikki øll, sum hava post-
kassa. Tá plagar hon bara at
stinga blaðið millum rim-
arnar á hurðini ella tveita
tey inn í gongina.
– Summi vilja hava meg
at leggja tað á eitt ávíst
stað. Til dømis hjá einari
konu veit eg, at um tað er
stongt, so skal eg leggja
blaðið inn í hjallin, greiðir
hon brosandi frá, áðrenn
hon hvørvur niðan millum
tvey hús í myrkrinum.
Bløðini fækkast í tali á
baksetrinum á bilinum.
Men nú líður eisin móti
endanum. Hetta var sum
eitt vanligt fríggjakvøld.
Tað tók okkurt um trý kort-
er at bera teimum 55 hald-
arunum bløðini.
Meira at gera
Men frá komandi viku skal
Bjørg byrja at bera út
aðruhvørja viku trý kvøld
og aðruhvørja tvey. Tá
koma tey eisini nakað fyrr
við bátinum, greiðir Berg-
fríð frá.
– Nú koma tey túrin
hálvgum sjey av Leirvík,
men frá komandi viku av,
haldi eg, at tey fara at koma
túrin frammanundan við
Sam. Tað verður deiligt, tí
so verður tað eitt sindur
fyrr, heldur hon fyri.
Bjørg heldur, at tað er
deiligt at fáa meira at gera.
– Tað er gott at gera
meira, og man fær eisini tað
meira í løn, sigur hon, men
leggur so afturat, at hon
veit ikki, hvussu longi hon
fer at tíma hetta afturat.
Bjørg hevur hugsað um at
finna sær annað arbeiði,
men so sigur hon, at tá ein
hugsar um tað, so er at bera
bløð út ikki ein langur
arbeiðsdagur, og hon er
glað fyri sína løn.
– Tað er lekkurt at vinna
sína egnu pengar, sigur
Bjørg Klakstein í tí hon fer
við teimum seinastu bløð-
unum hetta fríggjakvøldið.
Klokkan nærkast níggju,
men nú hevur hon frí til
týskvøldið, tá hon og
mamma hennara aftur fara
avstað.
Bjørg ber bløð
– Tað er líkamikið, hvussu
veðrið er. Um tað regnar, so
plaga vit at hava posar við,
so bløðini ikki blíva so vát,
sigur 14 ára gamla Bjørg
Klakstein, sum ber bløð út á
einari av teimum átta
rutunum, sum eru í Klaksvík
Bløðini júst komin inn um
hurðina, so nú er bara at
gera klárt og fara til arbeiðis
Bjørg er fegin um at fáa góða hjálp at bera bløðini út
Muntra stongt vegna eldsbruna
Beint fyri klokkan 13
sunnudagin varnað-
ust fólk, at roykur
kom úr takinum úr
bygninginum, har eitt
nú Resturant Muntra
í Fuglafirði húsast
ELDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á løgreglustøðini í Runa-
vík sigur Jógvan E. Ósá, at
sløkkiliðsbilurin í Fugla-
firði var skjótur á staðið og
fekk bast eldinum, sum
stóðst av skamlopi ella
kortslutningi
uppi
á
ovastalofti í bygninginum.
Í frágreiðingini hjá løg-
regluni stendur, at talan var
um lítlan eldskaða og nak-
að royk-og vatnskaða.
Sosialurin var fram við á
Muntra mánamorgunin.
Ein lemmur er í loftinum
beint undir, har eldurin
kyknaði, og haðani fingu
sløkkiliðsmenninir
bast
eldinum.
Hóast eldurin var beint
omanfyri, har resturatiónin
er á miðhæddini, sást lítið
og einki til vatn og royk.
Í durinum við inngongd-
ina sást eitt lítið sindur av
sóti, og kanska kendist ein
farri av brendum í næs-
unum.
Klárt til veitslu
Uppi í resturatiónini stóðu
borðini dekkaði við dúkum
og øðrum pynti til kon-
firmatión og veitslu, sum
skuldu vera sunnudagin.
Maturin og alt stóð lið-
ugt, tá ið eldur kom í, og
streymurin reyk.
Men ráð vóru fyri hesum.
Konfirmatiónin
varð
hildin heima við hús við
mati, sum Muntra hevði
gjørt og veitslan, har 18
konfirmantar við makum
vóru savnaðir aftur eftir 50
árum, varð hildin í Ment-
anarhúsinum í Fuglafirði,
sum Muntra leigaði til
endamálið.
Eisini her stóð maturin
liðugur, tá ið fólk varnaðust
eldin.
Alt spældi væl av, hóast
neyðugt varð at flyta hesi
tiltøk úr resturatiónini hjá
Poul Rustin, sum í løtuni er
burturstaddur.
Væntandi gongur ein
vika ella so, áðrenn Restur-
ant Muntra í Fuglafirði
letur uppaftur.
Eldur var uppi á ovastalofti á
Resturant Muntra
sunnudagin. Fólk varnaðust
roykin, sum kom upp
ígjøgnum takið. Hol kom á
takið, og á myndini sæst, at
ein pláta er negld niðuryvir
holið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Íslandskvotan bjargar línuflotanum
Mánadagin landaði
línuskipið, Polar-
stjørnan, í Klaksvík.
Hetta er annar túrur-
in hjá teimum undir
Íslandi, har teir koma
aftur við fullum skipi.
Fyrra túrin høvdu
teir stívliga 190.000
pund, og hendan túr-
in er veiðan nøku-
lunda hin sama, eini
180.000-190.00 pund
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipini hava gjørt tað
gott undir Íslandi í ár. Væl
av fiski hevur verið at fing-
ið, og sølurnar hava verið
rímiliga góðar. Fitt av toski
og hýsu er uppi í veiðini, og
tá ið prísirnir á hesum
fiskasløgum eru rímiliga
góðir í løtuni, hava íslands-
túrarnir havt stóran týdning
hjá línuflotanum, nú minni
hevur verið at fingið undir
Føroyum.
Polarstjørnan, sum Gutt-
ormur og Per Simonsen
eiga, er nú so gott sum
liðug við sína kvotu undir
Íslandi.
– Vit hava gjørt tveir túrar
har yvir. Fyrra túrin høvdu
vit 192.000 pund, og nú
skipið aftur er á Klaksvík, er
veiðan umleið hin sama,
eini 180.000-190.000 pund,
sigur Guttormur.
12 setur
Polarstjørnan landaði av
seinna túrinum í Klaksvík
mánadagin.
Skipari á fyrra íslandstúr-
inum var Gottormur sjálv-
ur, og hendan túrin hevur
sonur Gottorm, 28 ára
gamli Jóhan Simonsen,
verið skipari.
Teir høvdu 12 setur
hvønn túrin.
Umframt Polarstjørnuna,
sum Gottormur og Per
keyptu fyri stívliga 10 árum
síðan, eiga teir eisini línu-
skipið, Helenu, fyrrverandi
Fuglfirðing,
sum
teir
keyptu í mai/ juni mánaða
síðsta ár. Helena er eisini
undir Íslandi, og sambært
Guttormi gongur eisini
hampiliga væl hjá teimum
har yviri.
Helena er styttri enn
Polarstjørnan, men hon er
nakað breiðari. Skipið last-
ar eini 170.000 pund av ís-
fiski.
Stóran týdning
Guttormur sigur, at ís-
landskvotan hevur stóran
týdning fyri línuskipini –
ikki minst, nú línufiski-
skapurin undir Føroyum er
vorðin meira "normalur"
aftur, sum hann tekur til.
Í summar og í heyst hev-
ur lítil og eingin toskur
verið at fingið undir Føroy-
um, og tí kemur íslands-
kvotan væl við.
– Polarstjørnan hevur
loyvi at fiska 217 tons
undir Íslandi, harav í mest
lagi 25% kann vera toskur.
Hann sigur, at veiðan hjá
Polarstjørnuni hesar báðar
túrarnar hevur verið brosma,
longa, toskur og hýsa.
– Tann fyrra túrin seldu
vit fyri góðar 9 krónur í
miðal fyri kilo, men nú
prísurin á toski og hýsu er
batnaður, vænta vit, at
miðalprísurin hendan túrin
verður nakað hægri, sigur
Guttormur.
Óvanligt ár
Guttormur Simonsen sigur,
at hann ongantíð áður hev-
ur upplivað slíkan fiskiskap
undir Føroyum sum sein-
asta ár.
– Hetta var eitt óvanligt
ár, bæði til fiskiskap og
fiskaprísir.
Hann sigur at enda, at í
fjør var líkamikið, hvør
árstíðin var.
– Toskur var at fáa allar
tíðir av árinum, men soleið-
is er ikki í ár. Tí koma hesir
báðir túrarnir undir Íslandi
sera væl við hjá okkum.
Polarstjørnan aftur við
góðum fongi undan Íslandi.
Hetta er annar túrurin á rað,
at teir koma aftur við fullum
skipi. Nú er kvotan hjá
teimum undir Íslandi so gott
sum liðug
Kokkurin, Árni Muller, í
brúgvarútinum á
Polarstjørnuni – væl nøgdur
við góðan fong undir Íslandi
C
M
Y
K
7
6