Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 189 - 5. oktober 2004 Nr. 189 - 5. oktober 2004 9 MARKNAÐARRÁK Oljan, sum veruliga hevur verið í andglettinum í sein- astuni, varð aftur sera týð- andi fyri fíggjarmarknaðir- nar í farnu viku. Orsøkin er, at oljuprísurin tá náddi hægsta stiginum í yvir 20 ár. Vikuliga verður upp- gjørt hvussu oljugoymslur- nar í USA broytast. Meðan oljugoymslurnar javnt og samt eru lækkaðar seinastu vikurnar, so hækkaðu goymslurnar hinvegin við 3,4 milliónum tunnum fyri viku síðani. Hetta var jaligt, og fekk oljuprísin at lækka nakað. Kortini liggur oljan framvegis á methøgum stigi. Farna vika var eisini merkt av bjørtum búskapar- tølum. M.a. var endaliga talið fyri BTÚ-vøksturin í 2. ársfj. í USA dagført úr 2,8% í 3,3%. Samstundis lækkaði prísvøksturin ikki sum óttað varð, men gjørd- ist 3,2% sum væntað. Av tí at ótti hevur verið fyri, at oljan skuldi ávirka BTÚ- vøksturin skeiva vegin, og av tí at Alan Greenspan hevur verið minni dapur- skygdur um hækkandi prís- vøkstur, so hækkaðu láns- brævarentur og partabrøv av hesum. Størsta hendingin hesa vikuna verður fríggjadagin, tá sera týdningarmikla ar- beiðsmarknaðarfrágreið- ingin úr USA verður kunn- gjørd. Seinasta mánaða var hendan jalig og væntað verður sum heild, at 150.000 arbeiðspláss vóru sett á stovn í septembur. Orsakað av ódnunum sum hava herjað í USA, verður frágreiðingin torfør at tulka. Onnur búskapartøl benda á, at væl hevur ging- ist á arbeiðsmarknaðinum. Møguleiki er tí fyri einari bjartari frágreiðing, sum kann fáa lánsbrævarentur og partabrøv at hækka. Fríggjadagin kemur fyrsti týðandi roknskapurin fyri 3. ársfjórðing, tá risa- fyritøkan úr USA, General Electric (GE), leggur fram síni tøl. Væntað verður, at inntøkan hjá GE verður góð. Áhugavert verður hvat GE sigur um sítt vind- mylluvirksemi, tí hetta kann ávirka Vestas. Hesa vikuna hevur evropiski miðbankin (ECB) eisini rentufund. Tey fara ikki at broyta rentustigið. Fíggjarmarknaðirnir verða í bíðistøðu til fríggjadagin, men Kaupthing væntar, at partabrøv og lánsbræva- rentur kunnu hækka hesa vikuna, men hetta avger arbeiðsmarknaðarfrágreiði ngin úr USA. Oljugoymslurnar hækkaðu Vika 41, 2004 www.kaupthing.fo Big Brother barnið til Føroya Føroyska Sissal og sjeikurin Robert, sum løgdu sínar ástir sam- an fyri opnum skermi í sjónvarpssendingini Big Brother, eru nú vorðin foreldur. Son- urin, ið hevur fingið navnið Kornelius, er fyrsta barnið, ið er git- ið í eini reality-send- ing, og um knappar 14 dagar kemur hann á vitjan í Føroyum sam- an við mammu síni BIG BROTHER BARNIÐ Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Longu áðrenn hann var føddur, var hann kendur, og um knappar 14 dagar kem- ur fyrsta barnið, sum er git- ið í einari reality-sending, á vitjan í Føroyum. Sissal ætlar sær nevniliga til Før- oya at vísa føroysku familj- uni lítla Kornelius. Korne- lius varð føddur í juli, og hann hevur enn ikki verið í Føroyum og heilsað upp á sínar røtur. Í longri tíð hevur Big Brotherparið roynt at hildið seg burtur frá fjølmiðlun- um, og tí hevur lítli Korne- lius higartil ikki verið at sæð. 1. oktober kundi BT tó kunngera fyrstu myndina av lukkuligu Big Brother familjuni við føroysku Sissal, danska Robert og lítla Korneliusi. Lukkulig Hóast tey fingu eina óvan- liga -og kanska ikki serliga romantiska og ævintýr- kenda byrjan uppá parlagið, so hava tey prógvað, at tey klára skerini, so hvørt sum tey koma. Við lítla Korneliusi er kærleikin teirra millum bara vaksin, og hóast nógv mundu ivast, áðrenn barnið varð føtt, so hava ungu for- eldrini prógvað, at tey megna uppgávuna til fullnar. Eftir buldraligu byrjanina inni í Big Brother húsinum, vóru tey uttan iva sera fá, ið roknaðu við, at Sissal, Robert og barnið nakrantíð fóru at enda sum ein lukku- lig kjarnufamilja. Men sambært BT er tað júst tað, tey nú eru. – Vit eru sera, sera lukku- lig, og Kornelius er ógvu- liga róligur og deiligur, sig- ur 21 ára gamla Sissal, sum trívist sera væl í nýggja leiklutinum sum mamma. Hóast tey bæði Sissal og Robert ikki júst eru kend fyri at vera ábyrgdarfull og búgvin, so hava tey væl og virðiliga gjørt allan ónd- sinnaðan slatur til skamm- ar, við at prógva, at tey eru vaksin við stóru uppgávuni at gerast foreldur. Robert, sum er 22 ára gamal, tekur ábyrgdina sum familjumaður í stórum álv- ara, og hann fer nú í gongd við at gera útbúgvingina sum IT-verkfrøðing lidna, soleiðis, at hann kann taka sær av familjuni. – Tað er jú dýrt at hava eitt lítið barn, sum hann sigur. Sissal kann njóta at vera heimagangandi mamma nakað afturat, men eisini hon hugsar um útbúgving. Hon var í læru sum frisør, tá hon fór við í Big Brother sendingina, og nú ivast hon í, hvørt hon skal taka frisør- útbúgvingina uppaftur ella hon skal gerast stewar- dessa, sum hon altíð hevur droymt um. Um hon hevði fingið arbeiði hjá Atlantic Air- ways, hevði hon sæð mun- andi meiri til familju sína her heima, og tað er avgjørt ein lokkandi tanki fyri hana. Meðan heimurin hugdi Tað vóru mong, ið fylgdu við í Big Brother sending- ini, tá hon fyri einum ári síðani varð send. Summi vóru enntá so áhugað, at tey keyptu sær sonevnda Big Brother kanalina, sum sendi beinleiðis frá Big Brotherhúsinum 24 tímar um døgnið. Føroyska Sissal Frihsdal setti av álvara dám á send- ingina, og hon gjørdi tað kanska serliga spennandi hjá føroyingum at hyggja. Við øllum tí hon segði og gjørdi, helt hon á at skelka hyggjararnar, og meining- arnar um hana vóru sera nógvar. Øll tosaðu um Big Broth- er sendingarnar og serliga skandalirnar sum vóru, tá Sissal m.a. kastaði sær av vatninum á gólvið, rakaði sær í neðra og annað framm- anfyri opnum skermi. Hetta varð viðgjørt bæði í donsk- um og føroyskum fjølmiðl- um. Størsti skelkurin kom tó, tá Sissal byrjaði at fjasast við Robert, og tá tey bæði, hin 10. oktober í fjør, end- aðu undir somu dýnu, með- an allur heimurin kundi fylgja við í teirra ástarleiki. Hetta fekk eisini vanliga føroyingin at taka penn í hond, og fleiri lesarabrøv vóru í føroysku bløðunum um hetta mundi, ið við- gjørdu Sissal og Big Broth- er húsið. Summi vóru døm- andi, og søgdu, at hon var eitt ræðuligt umboð fyri føroysku tjóðina, meðan onnur skýrdu Sissal at vera eitt frískt ískoyti til ein ann- ars gráan gerandisdag. Sissal sjálv hevur ongan- tíð latið seg ávirkað av øll- um tosinum um hana, men hevur staðið við sítt og sína persónligheit. Hóast fá høvdu roknað við tí, so hildu Robert og Sissal tó saman, eisini eftir at sendingin var liðug, og brátt varð kunngjørt, at famøsi ástarleikurin hevði givið úrslit, tí Sissal varð vorðin við barn. Síðani tað hava Robert og Sissal fleiri ferðir verið í Føroyum á vitjan, og eisini hava tey arbeitt í barrunum í náttklubbunum í Havn. Síðani lítli Kornelius varð føddur, 17. juli í ár, hava tey tó ikki verið heima á klett- unum aftur. Um knappar 14 dagar fær føroyska familjan tó høvi at síggja lítla eygna- steinin, tá Sissal kemur heim til Føroya við Korne- liusi, sum allarhelst ikki fer at vera einabarn serliga leingi. Sissal og Robert siga seg nevniliga fegin vilja hava nógv fleiri børn saman í framtíðini. So nakað av einum ævin- týri varð tað kanska, hóast alt... Í ansingarstovninum Mylnuhúsið í Klaks- vík arbeiða tey í so- kallaðum sporum. Hetta merkir, at tey eygleiða børnini fyri at vita, hvat hugtekur tey mest, og gjøgnum prát við børnini verð- ur gerandisdagurin á stovninum myndað- ur. Fríggjadagin og leygardagin varð ráð- legging hildin, har ljóskastarin var settur á nevniliga henda arbeiðsháttin BARNAANSING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Í sambandi við árliga ráð- leggingardagin hjá Mylnu- húsinum hevði leiðarin Hanna Thøgersen boðið einari dansktalandi, itali- enskari kvinnu til Føroya at halda skeið fyri starvsfólk- unum. Kvinnan, sum eitur Daniela Cecchin, er út- búgvin pedagog í Italia og seinni sálarfrøðingur í Dan- mark. Hon hevur skrivað eina bók, sum eitur Den in- tegrerende baggrund. Henda bókin er eitt amboð til teir stovnar, sum í dag arbeiða við teimum sokall- aðu sporunum, ið tey fáa við at eygleiða barnið og tess áhugamál. Nógv kom burturúr hesar báðar dagarnar, og Daniela heldur, at starvsfólkið í Mylnuhúsinum er á rættari leið í teirra arbeiðshátti. – Teimum manglar bara viðhvørt at fáa børnini við, sigur hon. Barnanna veruleiki Sum eitt dømi kann nevnast ein verkætlan sum tey elstu barnagarðsbørnini arbeiða við fyri tíðina. Tey hava gjørt av at fara at spæla sjónleikin um Robin Hood. Undir skeiðinum kom tó fram, at starvsfólkini, sum eru um hesi børnini, ivað- ust í, um tey høvdu megnað at fáa børnini við. Tí tá tey byrjaði at venja leikin, vísti tað seg, at áhugin hjá børn- unum fyri hesari verk- ætlanini dalaði sera skjótt. Eini sjey børn vildu vera Robin Hood. Øll vaksin vita, at tað er bara ein Robin Hood, og tað mátti so sigast fyri børnunum. Men har er tað, at Daniela traðkar inn og spyr: Hvat so um tað eru sjey Robin Hoodar. – Í hugaheiminum hjá børnunum kann tað gera tað sama, hvussu nógvir Robin Hood vóru. Um tað er tað, sum tey hava hug til, jamen, so er at royna tað. Tað ræður um at finna tað, sum hevur týdning fyri børnini, og hugtekur tey fyri at halda teimum til. Og um tað so merkir, at í teirra veruleika eru tað sjey Robin Hoodar, so bilar tað onki, heldur hon. Hetta dømið oman fyri kann vísa rættiliga týðu- liga, hvussu upptikin vaks- in fólk eru av, at fakta og onnur viðurskifti altíð eru røtt, men hugaheimurin hjá børnunum loyvir nógv meira. Hetta kann sjálvandi gera sítt til, at tað er trupult hjá børnum og vaksnum at tosa saman, men eftir skeiðið hjá Danielu, søgdu fleiri starvsfólk, at hon hevði megnað at víst teim- um, at tey eru á rættari leið í teirra arbeiði. Samstundis megnaði hon eisini at geva teimum nøkur amboð at arbeiða víðari við. Barnaperspektiv Den integrerende baggrund snýr seg fyrst og fremst um, at starvsfólk, sum dagliga eru um børnini, læra at skapa samband millum tey sjálvi og barnið. Og at til- rættisleggja dagin á stovn- inum saman við børnunum. Hetta er, sambært Dani- elu Cecchin, ongin trupul- leiki, um ein hevur fingið tey røttu amboðini til tess at kunna virka á ein tílíkan hátt. Daniela greiðir frá, at við at eygleiða barnið, fær starvsfólkið eina fatan av, hvat veruliga hugtekur barnið, hvat tað tímir, evnar og rúmar. Sokallað spor. Útfrá sporunum frá teim ymsu børnunum, kunnu tey so lættliga fáa barnið við í tilrættisleggingina av degn- um, um barnið bert merkir, at tað verður tikið við í arbeiðið. – Tað ræður um at læra seg at síggja tað út frá ein- um barnaperspektivi, legg- ur Daniela dent á. Men sjálvandi skal barnið heldur ikki avgera alt, heldur hon fram. Tað ræður um at finna javnvágina ímillum, so at tað ikki er bara tann vaksni, sum ger av, men so sanniliga heldur ikki bara barnið. – Javnvágina finnur eitt starvsfólk í gjøgnum ein dialog við barnið. Bæði siga, hvat tey kundu hugsað sær, og at enda verður so funnið fram til eina fel- agsloysn, greiðir Daniela frá. Daniela Cecchin fer enntá so langt sum at siga, at sætt við politiskum eyg- um er hetta tann rætti veg- urin til at menna og læra eitt barn til at liva í einum demokratiskum samfelag, har samstarv og dialogur eru nøkur av lyklaorðunum. Broytingar Daniela ivast ikki í, at broy- tingar fara at koma í ger- andisdagin í Mylnuhús- inum eftir hetta skeiðið. – Útfrá tí, sum vit hava tosað um, og sum starvs- fólkið hevur reagerað uppá, so vænti eg, at onkrar broytingar fara at koma beinanvegin, meðan aðrar kanska koma so líðandi, sigur hon. Spurd, um hetta at barnið verður upplært við, at tað allatíðina skal takast við upp á ráð, ikki fer at merkja, at tað verður forkelað og vil hoyrast, svarar Daniela avgjørd absolutt ikki. – Børn duga væl at skyna á ymiskar støður. Tey vita, at okkurt, sum ein ger heima, ger ein ikki í barn- agarðinum og øvugt. Tað sama læra tey, hvussu ein ber seg at til veitslur ella hvat tað nú skal vera. Tað ber eisini væl til at læra eitt barn, at tað eru nøkur ting, sum mamma og babba bestemma uttan kjak, sigur hon. Men sjálvandi kann tað altíð vera, at onkur børn fara at stilla krøv um at verða hoyrd heima við hús, tí tey eru von við tað frá gerandisdegnum í barna- garðinum, leggur Daniela brosandi afturat. Fantastiskt skeið Starvsfólkini í Mylnuhúsinum, bæði peda- gogar og hjálparar, lata sera væl at skeiðinum. – Tað ber illa til at seta orð á alt tað, sum vit hava fingið burturúr. Men jú, tað er rættiliga nógv. Hetta hevur verið so spennandi og læruríkt, siga tey. Tey rósa Danielu Cecch- in upp um øll skýggj, og tað týdningarmesta, sambært teimum er, at tey hava lært, at tað er týdningarmikið at síggja veruleikan hjá børn- unum. – Eitt er hatta dømið um Robin Hood. Men eitt ann- að er so, at eitt barn vil mála eina grøna borg. So siga vit vaksnu beinanveg- in, at ein borg er grá. So er spurningurin aftur har: Hví kann ein borg, sum eitt barn ger, ikki vera grøn, siga starvsfólk í Mylnuhús- inum, sum vælnøgd fóru heim leygardagin eftir tveir spennandi ráðleggingar- dagar saman við italienska sálarfrøðinginum og peda- goginum, Danielu Cecchin. Hvat so um tað eru sjey Robin Hood’ar Hepnar gentur sluppu væl Sunnunáttina hendi eitt ferðsluóhapp á Vatna- vegnum í Vágoynni. Ein bilur við tveimum ungum gentum fór av ókendum orsøkum út av vegnum og rendi við síðuni inn í ein stóran stein. Bilurin fór illa, men genturnar fingu lítlan og ongan skaða. Vakthavandi á løgreglu- støðini í Miðvági sigur, at genturnar vóru hepnar at sleppa so væl frá óhapp- inum. – Bilurin fór í knús, so tær vóru sera hepnar, sigur vakthavandi. Onki bendir á, at ov nógv ferð ella rúsdrekka vóru orsøkin til óhappið. Løgreglan er tó ikki liðug at gera kanningar í málinum, men fyribils er orsøkin altso ókend. - sae – Smáttaríir í Klaksvík Nakað av herverki, rús- drekkakoyring og leys- gangandi hundar hava verið trupulleikar hjá løg- regluni í Klaksvík. Fríggjadagin varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Her- verk varð eisini framt á nakrar bilar. Dekk vórðu uppskorin á einum, og somuleiðis vórðu onkrir bilar skøvaðir. – Umframt hetta, so hava vit somuleiðis fing- ið fráboðanir um leysar hundar. Tað er eisini ein afturvendandi trupulleiki, sigur vakthavandi í Klaksvík. - sae – Harðskapur í trimum førum Løgreglan í høvuðs- staðnum letur væl at vikuskiftinum, hóast rættiliga nógv fólk hevur verið í býnum. – Vit hava tríggjar harð- skapssakir, har persónar hava fingið frammaná. Bert í tí eina førinum hava vit ikki funnið gern- ingsmannin, sigur vakt- havandi. Ein bátur fór úr Nólsoy leygardagin, har menninir umborð vóru fullir. Tá teir komu til Havnar, stóð løgreglan fyri teimum. – Tað er viðhvørt, at løg- reglan tekur ímóti endan- um, sigur vakthavandi og leggur afturat, at fyri uttan hesi dømini, hevur tað verið á einari leið í Havn um vikuskiftið. - sae - Leiðarin á Mylnuhúsinum, Hanna Thøgersen og Daniela Cecchin. Samstarvið teirra millum byrjaði, tá Hanna og ein onnur gjørdu uppgávu um Den integrerende baggrund. Hetta eru aðru ferð, at Daniela vitjaði í Føroyum og helt skeið C M Y K 9 8