Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 189 - 5. oktober 2004 Nr. 189 - 5. oktober 2004 11 Orrustan í Tjóðveldisflokkinum hevur elvt til undran og spekulatión í politiska umhvørvinum. Sum kunnugt hevur formaður floksins, Høgni Hoydal, verið fyri hvøssum álopum frá fráfarna næstformanni floksins, Torbjørn Jacobsen. Orðadrátturin millum næstformann og formann hevur verið harður. Stríðið er nú komið so langt út, at Høgni Hoydal tykist at vera farin at umhugsa rættarmál móti flokksins enfant terrible, Torbjørn Jacobsen. Tor- bjørn, ið altið hevur havt mót og manshjarta til at ganga sínar egnu leiðir uttan mun til parolur og flokksboð frá formanninum, er týðuliga púra óávirkaður av hesi hóttan. Skal verða gingið eftir innihaldinum í ósemjuni, snýr hon seg um, hvørt formaðurin hevur sagt ósatt um familju- rættarligu lógirnar, ið vóru til viðgerðar í undanfarnu sam- gongu. Her stendur orð ímóti orði. Hóast formaðurin hevur fingið hjálp frá sínum gamla aðalstjóra í Tinganesi, tykist tað, sum ikki alt er komið fram í hesum máli. Tað er í sjálvum sær ivasamt, at ein av landsins hægstu embætis- monnum leggur seg út í eitt innanhýsis flokksstríð. Hetta so mikið meira sum, at Torbjørn Jacobsen heldur fast um sín pástand, hóast aðalstjórin í innlendismálaráðnum (fyrr løgmálaráðnum) er komin tí kroysta flokksformanninum til hjálpar. Tað er tí nógv, sum bendir á, at Torbjørn hevur grein í sínum máli, og tað er pínligt fyri aðalstjóra so væl sum fyri formann Tjóðveldisflokksins. Tað eru mong, sum spyrja, um hetta stríðið nú bara snýr seg um, hvør, ið hevur rætt í spurninginum um fram- løguna av familjurættarmálunum. Nógv bendir á, at hetta stríðið snýr seg um annað og meira. Spurningurin er, um ikki stríðið er eitt tekin um eina álvarsama og djúpa leiðslukreppu í Tjóðveldisflokkinum. Tað er einki at taka seg aftur í, at Høgni Hoydal hevur verið ein gløggur, íðin, dugnaligur og dynamiskur flokksleiðari. Hann hevur fastatøkur á flokkinum og hevur við harðari hond út- manererað alla andstøðu innnanflokks (ta gomlu garduna við Signari, Finnboga og teirra stuðlum á odda). Men so brast millum Torbjørn og formannin. Tað tykist sam- stundis rættiliga greitt, at alt fleiri tjóðveldisfólk hava ilt við at góðtaka leiðslustíl Høgna. Tjóðveldisflokkurin er ein rættiliga afturlatin flokkur, og tí hevur almenningurin uttan fyri umhvørvið kring formannin lítið innlit í tað, sum fer fram í flokkinum. Uttan á nakran hátt at illtonkja formann og hansara næsta leiðsluumhvørvi, kundi ymisk bent á, at her er eitt demokratiskt undirskot í Tjóðveldisflokkinum. Hetta kann kanska við ávísum rætti sigast um allar føroyskar flokkar. Tað eru sum oftast formenninir, sum ráða fyri borgum innanflokka. Her er sostatt talan um ein generellan før- oyska trupulleika. Hinvegin tykist trupulleikin í løtuni at vera størri enn vanligt er. Øðrvísi kann orðadrátturin millum Torbjørn og Høgna valla tulkast. Henda ósemja snýr seg ivaleyst meira um formansins dagliga atburð og stíl sum heild enn um eitt ávist politiskt trætumál. Formaðurin hevur ein trupulleika, og tá formaðurin hevur ein trupulleika, so hevur flokkurin ein trupulleika. Hetta má koma flokkinum illa við, tí heili tvey val standa fyri durum. Tískil man formaðurin ivaleyst vera til reiðar at fara langt til tess at bøta um viðurskiftini við Torbjørn Jacobsen og aðrar misnøgdar flokkslimir. DAGSINS MEINING Sosialurin Leiðslukreppa VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sjúrður Skaale Tað ber ikki til bara at verja tað, sum vit hava. Vit mugu finna uppá okkurt nýtt. Og tá vit hava funnið uppá okkurt nýtt, skulu vit aftur finna uppá okkurt nýtt. Hesin hugurður er grund- arlagið undir vinnupoli- tikkinum í øllum framkom- num londum. Og tað er or- søkin til, at tey eru fram- komin. Í tíðum har arbeiðs- pláss flyta og alt kann verða gjørt nógv bíligari í eystur- londum, er alneyðugt at finna nýggjar vinnuvegir. Tí nýta øll framkomin lond veldugar upphæddir til vinnugransking: Hvussu gera vit tað betri, sum vit longu gera, hvussu finna vit uppá nýtt, og hvussu marknaðarføra vit. Granskingin kastar einki av sær fyrstu tíðina - men hon gerst so við og við grundarlag undir einum stórum parti av búskap- inum. Lond, sum satsa upp á gransking, fáa altíð ein framlítandi, offensivan og sterkan búskap. Tann defensivi búskapurin Í Føroyum hava persónligir slóbrótarar givið landsbú- skapinum nýggj bein at standa á. John Dam, Eiler Jacobsen og eitt ótal av øðrum, bæði stórum og smáum, hava verið framlít- andi og offensivir. Men okkara politikarar hava verið afturlítandi og defensivir. Í staðin fyri at stuðla teimum, sum kunnu finna okkum nýggj bein at standa á, hava teir verið paniskt ræddir fyri, at tey beinini, vit longu hava, skulu brotna. Í 1980’unum kostaði henda ræðsla okkum kanska einar 10 milliardir tilsamans. Hugsanin var, at alt tað, sum var, skuldi verða verandi. Eisini tað, sum ikki bar seg. Konkurs- lógin varð sett úr gildi, tí politikarar dugdu ikki at ímynda sær, at menn, hvørs skip fór á heysin, nakrantíð kundu finna uppá nakað annað at gera. Privatmenn fingu nógvar pengar, og Palleba fekk eina stóra rokning. Finn- bogi Ísakson nevndi hetta mangan illgrunasama al- menna-privata samstarv "privatkommunisma". Hon hevði til endans við sær at alt skramblaði saman, og fólkið fekk ein mylnustein av skuld um hálsin. Vísdómsorð úr Kollafirði Undir síðsta valstríði komu nógv vísdómsorð úr Kolla- friði. Johan segði m.a. nak- að soleiðis um vinnupoli- tikk: "Um ein maður dettur á vegnum, so trúgva vit sjálvsagt uppá, at hann er førur fyri at reisa seg upp og ganga víðari. Hann verður ikki liggjandi til hann doyr." Trupulleikin er, at polit- ikararnir ikki hava havt somu trúgv, tá tað snýr seg um eitt skip, sum fer av knóranum. Tá hevur hugs- anin verið, at tey, sum missa arbeiði, ongantíð kunnu fara at gera nakað annað. Og tí mugu vit hjálpa teimum at gera tað sama, sum tey altíð hava gjørt - hóast tað gevur undirskot. Men eitt sterkt vinnulív fáa vit bara um vit eggja fólki at finna uppá nýggj ting og ganga nýggjar leiðir. Tí er so týdningar- mikið, at pengar verða brúktir til gransking. Um pengar í staðin verða brúkt- ir til at stuðla undirskots- forrætningum, fáa vit hin- vegin eitt veikt og sjúkt vinnulív. Tað kenna føroy- ingar alt til. Javnaðarfloksins avgerð Sitandi samgonga hevur gjørt tann stóra skaða, at hon hevur steðgað at kalla allari gransking í Føroyum. Tað er í sjálvum sær ein vanlukka. Og nú vilja Fólka- og Sambandsflokkurin (teir rópa seg liberalar...) fara eitt stig víðari, og leggja privatar slangur niður í landskassan av nýggjum. Javnaðarflokkurin hevur ivast, og tað sigst hava ver- ið stór ósemja innanflokka. Men nú sær út til, at tann parturin av Javnaðarflokk- inum, sum vil venda aftur til privatkommunismuna, hevur vunnið: Flokkurin er eftir øllum at døma gingin við til, at ávísar fyritøkur, sum geva undirskot, skulu stuðlast. Javnaðarflokkurin má gera sær greitt, at hetta fær avleiðingar. Tað ber ikki til at gera mun á fólki og fyritøkum. Fáa rækjuskip- ini studning, verða nógvar 100 fyritøkur í Føroyum, sum fara at hava moralskan rætt til sama studning - ikki minst fiskavirki á landi. Trýstið frá hesum fyritøk- um fer at økjast - og so er vandi fyri, at búskapurin aftur fer í knas. Hin møguleikin Men enn er einki samtykt. Hóast tað verður trupult, kann tann framlítandi part- urin av Javnaðarflokkinum framvegis vinna stríðið. Ger hann tað, verður latið upp fyri fleiri møguleikum. Størsti møguleikin er, at politikarar fara at broyta hugburð. Í staðin fyri at stuðla tí, sum ikki gongur, kunnu teir t.d. brúka peng- arnar til vinnugransking í breiðastu merking. Tað er soleiðis tað almenna best stuðlar vinnuni, og tað er soleiðis, pengarnar kasta mest av sær til samfelagið. Ikki her og nú, men um nøkur ár. Í stríðnum um skatta- lættan sær nú eisini út til, at tann framlítandi parturin av Javnaðarflokkinum hevur tapt stríðið móti teimum ábyrgdarleysu populistun- um. Men heldur ikki hetta er samtykt. Klára teir skila- góðu javnaðarmenninir eis- ini at steðga skattalættan- um, kunnu eisini nakrir av teimum pengunum fara til framlítandi og offensivan vinnupolitikk. Eydnast tað, hava vit gott í væntu. Og so eiga hesir javnaðarmenn virðing uppiborna. Boygna teir framlítandi javnaðarmenninir hinvegin undir trýstinum frá egnum flokki og tí stóra meirilut- anum í ABC-samgonguni, sum eftir øllum at døma bara starir blint inn í for- tíðina, kann tað hava við sær óbótaligan skaða fyri Føroyar. Lurtið eftir Johan í Kollafirði! Skilagóðir javnaðarmenn eiga virðing uppiborna, klára teir at steðga privatkommunismuni Nú frítíðarskúlin verður viðgjørdur í fjølmiðlunum er umráðandi at fólk vita okkurt um frítíðarskúlar, hví tørvur er á frítíðarskúl- um og hvat flestu frítíðar- skúlar arbeiða eftir. Jógvan Philbrow Frítíðarskúlaleiðari Navnið "Frítíðarskúli" er heldur misvísandi, tí frí- tíðarskúlin er ikki í familju við ein skúla. Rætta heitið er frítíðarheim sambært Dagstovnalógina. Hví ganga í frítíðar- heim/ansing? Flest, hava helst tað áskoð- anina at frítíðarheimi er bert til fyri at nøkta ein ans- ingar tørv hjá foreldrum, eitt stað har barnið kann verða meðan mamma og babba eru til arbeiðis. Tað er tað eisini, men tað eru eisini fleiri aðrar orsøkir til at barnið skal ganga í frí- tíðarskúla. Ein øðrvísi bygdarmynd er eitt. Har ið húsini í bygd- ini stóðu mest sum í einum grannalagið, var lætt at finna sínar spælivinir. Nú- tíðin er øðrvísi, fjarstøða og ferðsla ger sítt til at tað er trupult, enntá vandamikið at skula leita sær spælivin- irnar fram. Samstundis sum bygdar- myndin er broytt, eru krøv- ini til nútíðar barni broytt. Eitt tað fremsta kravið til barni, nú, er samskiftis før- leikin. Og hesin førleikin er torførur at menna og styrkja í einsemi. Heimurin broytist, allur sum hann er, førdur fram á einari tíðaraldu, ið er ógjør- lig at steðgað. Tíðaraldan Henda tíðaralda, førir broytingar við sær, skúlin, sum fyri stuttum var savn- ingarstað klárar illa at metta økta tørvin frá sam- felagnum. Bundin til, í ávísan mun, heldur stirvn- um traditónum. Samstundis sum fleiri og fleiri ábyrgdir verða lagdar út til hann. Nútíðin setur sera stór krøv til samskiftið - har møguleikarnar eru alsamt vaksandi. Samstundis gerst ein av grundarsteinunum undir samskiftinum, nevniliga menniskja samveru, ella sosial samvera meira týð- andi at duga. Samskiftið krevur at tú skilir, mál, kropsmál, tóna- lag - og ymiskar samskiftis- hættir,umframt annað. Við øðrum orðum; tað krevst at verða sosialur. Betur barni er fyri sosi- alt, betur er tað ført fyri at fóta sær í einum støðugt broytiligum samfelagið. Hvat er eitt frítíðarheim? Frítíðarheimi er fyrst og fremst eitt stað har ið barn- ið hevur frí. Tað at hava frí er, tað tíðina tú hevur at røkja tíni egnu áhugað mál. Frítíðarheimi er staði har í barni hevur møguleikan at spæla við vinunum, floks- felagar og onnur, sínar javnlíkar, undir tryggum og helst eisini avbjóðandi kor- um. Tí frítíðarheimi skuldi helst eisini bjóða børnun- um nøkur øðrvísi tilboð. Á frítíðarskúlanum ligg- ur høðusuppgávan í sosi- aliseringina av børnum, hendan hendur í stóran mun, í frítíðini hjá børnun- um. Her er tað at tey sleppa at royna seg, kjakast um hendingar, evni sum hava verið uppi í skúlanum og aðrastaðni. Her sleppa tey at gera sínar egnu royndir, undir tryggum umstøðum, har ið tey vaksnu eisini hava tíð og møguleikan at fylgja við og lofta, um tað skuldi verði neyðugt. Ein uppgáva sum gerast alsamt torførari í einum skemaløgdum degi - har pensum skal náast. Karmarnir á frítíðarskúl- anum eru leysir og tó. Fast- ar karmar fyri hvørjar av- talur eru galdandi, mat- pakka siðir og sømuligur atburður eru har fyri at tryggja at ein tryggleiki kann ráða í Frítíðar-skúlan- um. Tryggleikin aftur gerð at børnini fáa dirvi til at víðkað sjónarringin og granska umheimin. Her er sosialisering sett í hásætið, móti fakligu inn- læringin í skúlanum. Tað pedagogiska inni- haldið í einum Frítíðar- heimið. Fysisku karmarnir, sum frí- tíðarheim runt um í landin- um, virka undir, eru enn ymiskir. Tó tori eg at við vissu at siga at flestu frít- íðarheimini, við pedagog- iskum leiðslum líkjast inni- haldsliga. Dagligdagurin inniheldur ymisk tilboð, kreativt og rørsluligt, með- an denturin verður lagdur á at børnini hava frí. Tað at hava frí eigur at geva børn- um rúm at spæla, sum teim- um lystir, hava møguleikan at hvíla seg og at takast við onkrum sum hevur teirra áhugað. Her eru ikki treytir settar fyri at børnini skulu læra okkurt ávíst, ella náa okk- urt ávíst pensum. Her er tað barni, sum sjálvt sleppur at brúka tað tíðina tað vil, at læra, spæla og handla á lívspallinum. VIÐMERKINGAR Frítíðarskúlin Kári P. Højgaard Løgtingsmaður Alfred Olsen løgtingslimur, hevur áhugaverda grein í bløðunum viðvíkjandi Postverkinum. Hetta býtis- barn hevur verið kastibløka í trimum samgonguskeið- um og hevði undirritaði fyri munni, tá løgmansrøðan var til viðgerðar, at lands- stýrismaðurin í vinnumál- um hevði góðar nervar, fyrst í samgonguskeiðnum at taka posthúsmálið til við- gerðar enn einaferð, tí hvørja ferð málið hevur verið frammi, hevur sam- gonguskeiðið fingið ein bráan enda. Havi sjálvur verið virkin partur innan stovnin størsta partin av lívinum og er hægsta ynski mítt, at Post- verkið klárar avbjóðingar- nar, ið liggja fyri framman. Her verður neyðugt, at stig verða tikin, ið kosta pening og krevja politiskan rygg. Somuleiðis kann staðfest- ast, sum formaður Postfe- lagsins eisini hevur ført fram, at nøkur starvsfólk væntandi verða søgd úr starvi. Aftur til greinina hjá Al- fred Olsen, løgtingsmanni, ið samanber Postverkið við ævintýrið hjá H. C. Ander- sen, Den grimme ælling. Fyrst er at siga, at søgan um Postverkið ikki á nakr- an hátt er eitt ævintýr, men at hetta er ein órongiligur veruleiki, sum vit mugu og skulu taka støðu til. Alfred Olsen skrivar sitat: Søgan um Postverk Før- oya er tann øvugta, tí tá Postverkið í 1976 varð yvirtikið, var tað at líkna við ein svana.......... Tað er rætt, at frímerkja- deildin hevur verið og er peningamaskinan í Post- verkinum og tá samlara- áhugin minkar, ávirkar hetta eisini inntøkurnar. Hvussu sá Postverkið út tá tað var yvirtikið og var tað nú tann vakri danski svanin, ið føroyingar yvir- tóku, sum dugnaliga starvs- fólkið smb. greinini hevur vanskepla til eina dunnu ? Við yvirtøkuna átti Post- verkið bert posthúsini í Havn og Klaksvík. Starvs- fólkini, ið vóru limir í Dansk Postforbund, høvdu skipaði viðurskifti, men størsti parturin vóru sett "smb. kontrakt" (undirlønt mín viðmerking) har tey, ið høvdu posthúsið, fingu eina samsýning fyri leigu, reingerð og løn. Tað hevur kostað Postfelagnum al- mikið stríð og tikið nógv ár at fáa skipaði viðurskifti, so starvsfólkini innan henda stovn hava javnbjóðis set- anartreytir við onnur al- menn starvsfólk. Hendan uppdatering av starvsfólkaviðurskiftum hevur kostað pening. Sama er galdandi fyri hølis- viðurskiftini, har tað nú er ein frøði at koma inn á tey nossligu posthúsini, har fryntlig starvsfólk (skjótt øll í búna) avgreiða brúkar- an skjótt og væl. Bláu bilarnir, vakrir og reinir, bjóða bestu flutn- ingstænastu. Tó, her andar kappingarráðið stovnin í nakkan, tí hesin við al- mennum stuðli kappast við privata marknaðin og tað er bert ein spurningur um tíð, hvussu leingi hetta gongur. Posthús í handlum Her eri eg grundleggjandi ósamdur. Hendan skipan var gald- andi, tá føroyingar sigldu við seglum og fram til 1970 árini, og er eftir mínum tykki eins avoldað. Trygdin við einari postskipan eigur ikki at verða løgd út til kioskir og handlar. Tey stig tikin verða, mega vera framstig og ikki sum Alfred mælir til 35 ára afturstig. 7 posthús í Føroyum Hvussu nógv posthús eiga at verða, er fyrst og fremst ein spurningur, sum post- verksleiðslan saman við landstýrismanninum ið umsitur málsøki, eigur at greiða politiska myndug- leikanum frá, so hesir kunnu taka undir við broyt- ingunum. Tað skapar ótryggleika fyri starvsfólkini, at nærum líka so vist sum at fráboð- anin um fjallgongu kemur í heystfrítíðini, kemur árliga fráboðanin frá postverk- stjóranum um, at nú skal áseyðatalið minkast og uppsagnirnar koma. Gong- an seinasta ár var rikin til spekingar og var nærum komin í rætt, tá fjallfólki av ósemju rímdi. Trupult er at skifta so nógv fjallfólk, og illa gongst hjá Bjarna at fáa seyðin í rætt, tí nú er eisini vargur komin í fylgi. Berg- ur og Bjarni royna at taka uttanrætta, men eins og teir ferføttu á fjalli goyggja og ikki altíð akta harra sín og gera eftir boðunum, eru tekin um, at av hesum ávum sleppa minst tríggir hesa ferð. Livst so spyrst. Sjálvstýrisflokkurin vil vera við til at finna eina virðiliga loysn fyri Post- verkið og taka neyðug stig, at tryggja at stovnurin verð- ur uppdateraður til av- bjóðingarnar, ið liggja fyri framman. Her skal nógvur peningur til ca. 35 mill. og var hetta eisini ætlanin saman við einskiljingini. Spyrjið brúkaran, har landpostboð avloystu smærru posthúsini, hvussu skipanin er, og um tey kundu hugsa sær at vent aftur til tað gamla. Alfred Olsen, ongin kann liva við hesi óvissuni og tað áliggur postverksleiðsluni og samgonguni at viðgera hetta málið innanhýsis saman við Postfelagnum, áðrenn farið verður í fjøl- miðlarnar. Tað var undir alt lágmark, at postverksleiðsl- an enn einaferð fór út í fjølmiðlarnar í ótíð, uttan at starvsfólkini vórðu kunn- aði, men tað er líka so langt úti, at tingmenn í sam- gongu alment viðgera støk mál av einari heild, áðrenn málið er viðgjørt endaliga innanhýsis og borðbart. Postverkið, ljóta dunnan Heðin Mortensen formaður í mentamála- nevndini í Tórshavnar kommunu Í staðin fyri at vísa á tað positiva, sum er hent innan barnaansingarøk- ið, heldur Jógvan Arge fram við síni negativu skriving, líkt eini gráti- konu. Hann og hansara fólk kunnu ikki góðtaka, at sitandi samgonga í bý- ráðnum hevur megnað at bygt ansingarstovnar og soleiðis loyst allan tørv- in. Hetta er hent bæði við og uttan hjálp frá Jógvan Arge, tí veruleikin er tann, at hann hevur at- kvøtt ímóti ávísum ans- ingarstovnum, sum eru bygdir. Jógvan Arge vísir eisini við síni skriving á, at hann eftir fýra ár í bý- ráðnum framvegis ikki kennir vanligar manna- gongdir innan býráðs- arbeiði. Tað stendur rimmar- fast, og tað kunnu allir nevnarlimir í menta- málanevndini og umsit- ingini vátta, at Jógvan Arge hevur fingið øll tøl og ætlanir um regulering á barnaansingarøkinum fyrilagt á fundi í menta- málanevndini í sam- bandi við fíggjarætlan- ina. Men framvegis leggur hann umsitingina og meg undir at siga ósatt. Tí fær niðurstøða mín ikki verið onnur, enn at Jógvan Arge hevur ikki bara sovið í tímanum — hann hevur snorksovið. Ikki bara grenja, Jógvan C M Y K 11 10