týsdagur 5. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 189 - 5. oktober 2004
Nr. 189 - 5. oktober 2004
13
Bjarti Mohr
Fólkaflokkurin
Fyri bert heilt fáðum
árum síðani var avrátt
ikki at byggja m.a.
Brimil í Føroyum tí tað
fór at ovurhita búskapin.
Nýggi Smyril mátti fyri
alt í verðini ikki gersat
liðugur her heima heldur
av somu orsøk. Nú er
vend komin í, men tían-
verri tann skeiva vegin.
Arbeiðsloysi veksur og
inntøkurnar hjá komm-
unum, landskassa og
føroysku húsarhaldun-
um eru minnkaðar mun-
andi.
Tórshavnar Kommuna
hevur tey seinastu árini
tikið hædd fyri hesari
gongd við at hava ein
varðisligan
búskapar-
politik. So at siga øll
skuld er goldin niður.
Við tí sum stendur inni á
bók er kommunan netto
skuldarfríð.
Tað góða við hesum er
at kommunan er før fyri
at seta arbeiði í gongd
sum kunnu seta ferð
aftur á búskapin. Ìløgur
skulu gerast í m.a. skúl-
ar og ellis- og røktar-
heim. Ein útbygging av
havnaøkinum er eisini
neyðug skal kommunan
fylgja við í kappingini.
Umframt hesar íløgur
eru nógvar aðrar verk-
ætlanir sum kunnu setast
í gongd. Tórshavnar
Kommuna er eitt kraf-
tsentur og hesar íløgur
koma at hava eina posi-
tiva ávirkan á alt mið-
staðarøki.
Tórshavnar Komm-
una eitt kraftsentur
VIÐMERKINGAR
Kári Árting
Valevni Tjóðveldisfloksins
til Býráðsvalið í Havn
Fyri rúmari tíð síðani
frættist um at komunan
arbeiddi
við
einari
byggiætlan fyri Kolla-
fjørð. Hetta er skilagott
og eisini tiltrongt, tí
gamli vegurin, sum er
meginæðrin í bygdini er
ikki annað enn gamli
grúsvegurin, sum upp-
runaliga var gjørdur til
hestavogn. Síðuvegirnir
liggja sum eg veit ikki
hvat og sýnið er manga
staðni ringt. Hetta hósk-
ar ikki til tíðarinnar krøv
um ferðslutrygd og null-
hugsjón.
Tað eigur at bera til at
geva sær stundir, at nýta
evni og hugflog fyri at
gera eina vælumhugsaða
byggiætlan fyri bygdina.
Tí tað finnist jú longu
ein byggisamtykt fyri
bygdina, so tað skuldi
ikki verið neyðugt at
bíða leingi fyri at fáa av-
gjørt hvar nøkur hús
kunnu standa, uttan at
hetta kemur at spolera
allar framtíðarætlanir.
Grundstykki hava ikki
verið tøk í rúma tíð, og
einki røkist fyri nakrari
nýggjari útstykking.
Komunan kann sjálv-
andi vísa á at grund-
stykki eru til taks í Hoy-
vík, men tað eru tey so
sanniliga eisini í bygd-
unum Norðanfyri.
Tað kann ikki vera
meiningi við saman-
leggingini, at fólk skulu
flyta burtur úr bygdini, tí
tá er einki vunnið hjá
nøkrum.
Marin Katrina Frýdal
valevni Tjóðveldisflokksins
til kommunuvalið í Tórs-
havnar kommunu
Tosaði við ein suðuroying
fyri stuttum, ið nú býr
norðanfjørðs. Í prátinum
fall tosið á seyðahald í
Suðuroynni, ið brýtur nak-
að frá tí, ið er aðrastaðni í
landinum. Tá sigur hann:
"Veist tú ikki, at í Suður-
oynni hevur seyðurin størri
status enn fólkið"? Til hetta
svaraði eg: "Og veist tú,
hvør hevur hægst status í
Havn, jú tað eru bilarnir."
Eftir mínum tykki eiga
vit í felag at skipa fyri átøk-
um, ið kunnu minka um
bilatalið í býnum. Komm-
unan
kundi
fyriskipað
kapping í hesum sambandi;
t.d. saman við dagstovnum,
skúlum, foreldrum, feløg-
um, arbeiðsplássum v.m.
Sum dømi, kundu tey, ið
fingu flest fólk at ganga
ella súkkla til arbeiðis, í
skúla ella í dagstovn, verið
stimbrað við eini viður-
kenning, t.d. eini kapping
um eina størri peningaupp-
hædd ella eina uttanlanda-
ferð.
Endamálið skuldi verið, á
ein jaligan hátt, at fingið
minkað munandi um bila-
talið inn í býin vanligar
arbeiðsdagar.
Góð fyridømi um tílík
átøk eru endurskinsátakið
hjá Ráðnum fyri ferðslu-
trygd, "ársins virki" hjá
Vinnuhúsinum og "best
røkta bygd" hjá Ferðaráð-
num.
Eg eri fullvís í, at øll
høvdu verið glaðari, um vit
minkaðu um ferðsluna í
býnum. Bæði tey, ið veru-
liga hava tørv á at nýta
bilin, og somuleiðis tey, ið
fara at ganga ella súkkla.
Tað er stórur munur á at
koma
til
arbeiðis
um
morgunin, tá tú á leiðini
hevur sagt góðan morgun
nakrar ferðir við fólk tú
møtir ávegis til arbeiðis.
Og ikki um at tala hinar
ágóðarnar afturat, nevniliga
at bøta um heilsuna, væl-
veruna og trivnaðin. Hetta
er eisini í tráð við ætlanina
hjá landsinsmyndugleikun-
um, ið hava sett betri
fólkaheilsu í fremstu røð.
Besti hátturin at læra
børnini um ferðsluna er, at
tey sjálvi fara út í hana (við
vaksnari hjálp, har tað er
neyðugt), tí á baksetrinum í
bilinum hjá foreldrunum
fáa tey onga ferðslufrálæru.
Fólk, ið búgva í mið-
býnum, fáa ikki verið til
fyri bilum hjá øðrum, ið
treingja seg inn á teirra
nærumhvørvi. Loysnin á
trupulleikanum má tó vera
meira
munadygg,
enn
dáragerð býráðsins í Mort-
anstovubrekkuni. Fyri løtu-
vinning mátti eisini hesin
grøni bletturin dvína, uttan
at miðbýurin tó fær eina
haldgóða loysn á parker-
ingstrupulleikunum aftur-
fyri. Eini trý verulig P-hús
spjædd í býnum, t.d. eitt í
Álakeri, eitt á Skálatrøð og
eitt á Frúutrøð, høvdu hin-
vegin munað nakað. Og,
annars, tá tað kann løna seg
hjá
fuglfirðingum
at
spreingja tunnlar til at
goyma fisk í, mundi tað so
ikki lønað seg at gjørt ein
P-hús tunnil í Havn.
Og hvussu við at ment
bussleiðina til eitt veruligt
alternativ til privatkoyring-
ina?
Gongufólk,
fólk
við
barnavognum ella í koyri-
stóli og súkklur mugu eisini
hava pláss í Havnini. Spur-
ningin, "Torir tú at súkkla í
býnum"? hoyrir ein mang-
an. Jú, í heimsins minsta
høvuðsstaði er hesin spurn-
ingur dagsaktuellur.
Maud Wang Hansen
Býráðsvalevni Tjóðveldis-
flokksins
Ein mamma stendur eins-
amøll við børnunum, ein
torfør men livulig støða.
Hon hevur góða útbúgv-
ing og gott arbeiði.
Hon er í tí støðu, at hon
hevur tørv á ansing til síni
børn.
Hon kann ikki siga, at
hon onga familju hevur,
men rættari, at familjan
ikki hevur umstøður fyri, at
hjálpa henni, hvørki nú ella
seinni.
Hon heldur eisini, at
hvørki familjan ella sam-
felagið "eigur" ábyrgdina
av, at ansa hennara børnum.
Hon merkir tíðiliga á
børnunum , at tey krevja
meira av henni nú pápi
teirra ikki er her meir.
Tann saknurin og tær
kensluligu kreppurnar ein
sjálvsagt skal ígjøgnum eru
fyri ein og hvønn tungar at
bera.
Hon tekur oftari og oftari
frí frá arbeiði tí hon heldur,
at børnini eru sjúk ella tí
hon kennir seg troytta og
móða.
Føroyska
samfelagið
hevur tørv á hennara hjálp,
tí hon hevur útbúgving ið
tørvur er á.
Samstundis blívur møgu-
leikin hjá henni minni og
minni fyri at hjálpa sínum
egnu og síðani samfelag-
num.
Tá so talan er um, hvør
skal vera tann tíðningar-
miklasti persónurin í lív-
inum hjá hennara børnum,
tá hon er til arbeiðis og ikki
kann vera tann fyrsta at
síggja tað nýggja tey læra
og ikki kann troysta tey tá
tey fáa ilt ella eru kedd, ja
tá er tað ikki líkamikið hvør
í ger tað.
Tann harði veruleikin
vísti henni, at tá eitt barn í
Tórshavnar Kommunu fer í
annan flokk, ja so er tað
eingin sjálvfylgja, at ansing
er til tað. Tá metir man frá
Býráðsins síðu, at barnið er
nóg stórt til at klára seg
sjálvt aftaná skúlatíð, t.v.s. í
fleiri tímar dagliga.
Ferðsluruðuleiki, kavi og
hálka, rulluskoytur, SMS
og hvat man annars kann
koma í tankar um, er
dagligur kostur hjá hesum
børnum, sum tey nú skulu
royna at sleppa ígjøgnum
snikkaleys.
Børnini eru tað dýra-
barasta vit eiga og hava tey
rætt til at kenna seg trygg í
okkara lítla samfelag , sum
fyri tey er stórt og vanda-
mikið um tey skulu ganga
ígjøgnum tað uttan eina
leiðandi hánd.
Lat okkum vera við til at
geva børnum í skúlaaldri
virðilig kor og góð og
mennandi tilboð saman við
dugnaligum vaksnum fólki,
sum tekur ábyrgdina av
hesi uppgávu í fullum
álvara.
Kollfirðingar eru
svangari eftir grund-
stykkjum enn
rundstykkjum
Torir tú at súkkla í býnum?
Nær ert tú nóg gomul til at vera einsamøll?
Hildur Eyðunsdóttir
Býráðslimur fyri Tjóðv-
eldisflokkin í Tórshavnar
kommunu
Ein mamma spyr í lesara-
brævi, hví kommunan skal
sleppa ókeypis frá, at skipa
vanliga frítíðarundirvísing
fyri fólk við breki. Hetta er
eisini óhoyrt. Sjálvandi skal
kommunan skipa fyri eins
góðari frítíðarundirvísing
til teirra ið bera brek, sum
til onnur. Tað kann ikki
rættvísgerast, at kommunan
ikki hevur skyldu, at geva
hesum borgarum somu
rættindi sum hon gevur
øðrum borgarum.
Tilboðini um vanligt
frítíðarvirksemi til menn-
ingartarnað, og til teirra ið
bera onnur brek, eiga at
verða javnstillað við onnur
tilboð til frítíðarvirksemi
alt fyri eitt. Alt annað er, at
gera mismun á borgarum,
og tað er ósømiligt.
Vanliga frítíðarundirvísing fyri fólk við breki
Gjald fyri valgreinar
Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka
gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur.
Sosialurin
Fríggjadagin, 24. septemb-
er, skipaði Fuglafjarðar
skúli fyri almennari mót-
tøku á Muntra í samband
við, at Dánjal Vang, lærari,
hevur starvast í fýrati ár við
skúlan í Fuglafirði.
Nógv fólk vóru til mót-
tøkuna, sum eisini var ein
rættilig hugnaløta.
Á skránni var kórsangur,
felagssangur,
hornatón-
leikur, heilsanir og ábit.
Dánjal er føddur, 21.
februar 1940 á Tvøroyri,
sonur Paula Eliesar Vang av
Hamri í Froðba og Onnu
Kathrinu, f. Jacobsen úr
Sandvík.
Hann var bert 2 ára gam-
alur, tá ið mamman doyði
av sjúku, og sum 57 ára
gamal datt pápi hansara
oman.
Kona Dánjal, er Kathr-
ina, f. Olsen úr Klaksvík.
Børnini hjá teimum eru
Joan, Palli og Árni.
Dánjal tók realprógv við
Tvøroyrar skúla í 1956 og
sama summarið, sum hann
tók
prógvið,
starvaðist
hann sum krambakallur hjá
Nordafar í Føroyingahavn-
ini.
Men Dánjal hevur eisini
verið til skips, og í januar
1957 fór hann við íslendsk-
um trolara. Í Íslandi var
hann við trolarum og
garnaskipi, og hann royndi
seg eisini sum egnara.
Um heystið 1957 byrjaði
skúlagongdin hjá honum á
háskúla í Danmark, og á
sumri 1958 stóð hann upp-
tøkuroynd til at byrja á
Skive Seminarium, har
Dánjal tók læraraprógv á
sumri 1962.
Tey fyrstu tvey árini var
hann lærari í Danmark,
men frá 1. august 1964 varð
Dánjal settur sum lærari við
Fuglafjarðar skúla, og her
hevur hann starvast uttan
slit í samfull 40 ár.
Dánjal frá tað skoðsmál,
at hann er ein dugnaligur
og nærlagdur lærari, sum
fer grundiga til verka.
Hann er góður við børn-
ini, og tey eru góð við
hann.
Dánjal hevur eitt lætt og
positivt sinnalag.
Hann hevur havt fleiri
álitisstørv. Hann hevur ver-
ið nevndarlimur í FK í
Fuglafirði, hevur verið í
barnaverndini og í skúla-
nevndini í fleiri ár.
Dánjal Vang hevur síðan
1997 verið býráðslimur í
Fuglafirði.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
5. oktober. Placidus, deyður umleið ár 550. Tá
Bænadikt úr Nursia bygdi kleystrið Monte Cassino,
fekk hann jørð at byggja á frá ríkum rómverja,
Tertullus at navni. Placidus var sonur henda róm-
verja og gekk Bænadikt til handa. Hann kom sjálvur
upp í munkaskipanina og eftir boðum Bænadikts
bygdi hann eitt kleystur á Sikiloy. Kleystrið varð
rænt og lagt í oyði av sjórænarum og Placidus dripin
Rasmus Rasmussen doyði hendan dagin í 1962.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
við blómum, fjarritum, kortum og
uppringingum heiðraðu okkum á
gullbrúdleypsdegnum 10. september
2004.
Vinarligar heilsanir
Nessie og Sofus Poulsen
Aberdeen
Johanna býr í Toftum í Fuglafirði.
Hon var gift við Peter Jacob Jo-
hannesen, Petur Jacob hjá Thomas
Johan, sum andaðist 1992. Faðir og
Peter Jacob vóru brøður, og var
hetta barndomsheimið hjá teimum,
at Johanna og Peter Jacob giftust
inn í og settu føtur undir egið borð
undir hesum bitum.
Mamma Johannu andaðist 14
dagar, eftir at hon var fødd. Hon
var úr Kinn í Oyndarfirði og giftist
við Jógvan Hammer úr Pállsstovu
úr Elduvík. Johanna er yngst av
seks systkjum og einasta, sum er
eftir á lívi. Johanna er uppkallað
eftir mammu síni, sum æt Johanna.
Fía, sum var ættað úr Hálvmørk,
kom í móður stað. Hon var systk-
inabarn Johannu (mammuna), og
vóru góð forhold millum húsfólkið
og Fíu. Ein framúr røsk og arbeiðs-
som kvinna, sum tók húsið upp á
seg eftir deyða Johannu.
Johanna og Peter Jacob fingu trý
børn. Sólvá, Sunrid og Torkil.
Hetta eru fólkini, sum hava verið
við til at mynda Toftagarð í meira
enn eina hálva øld. Johanna er ein
sera fryntlig, fyrikomandi og
hjartalig kvinna. Hon dugir stak
væl at siga frá, og er orðarík og
dugur væl at taka til orðanna. Altíð
var tað hugnaligt, tá ið Johanna
stakk inn á gólvið á Bakkanum og
prátið gekk upp á tað besta um
Oyndarfjørð í sínum mannasniði
bæði so og so. Móðir og Johanna
vóru báðar úr Oyndarfirði og vóru
ikki tjúgunda fólk úr ætt.
Johanna ber einbýlisnavnið úr
Oyndarfirði við sær. Eingin býtir
einbýling fyri tað, hann er verdur
og standa húsini í Kinn uppi enn
tann dag í dag. Eini hús í ævintýri,
skaldskapi og sínum mannalagnum
standa nú millum nýmótans bygn-
ingar og tala sítt forna mál úr
gamlari føroyskari mentan. Her er
ein staður, sum dró alt til sín av
hugflogi í sevjuvætu í skiftandi árs-
tíðunum, væl sett í minni hjá
Johannu frá hesum einbýlingi . Her
er frítt og fagurt, og fjallagreinirnar
kring fjørðin tráa ikki lívið av tær,
men hava sítt yndismál í rytmisk-
um anda, sum lata upp fyri mong-
um, og plagar Johanna venda aftur
til hesar dagar inni í Kinn, tá ljómin
av degnum lýsti inn í eygna-krók-
arnar á ungum fólkum, og ung-
mannakætið rumsaðist undir bitun-
um inni í Kinn.
Ja, ja, Johanna ein dag kom
prinsurin úr Fuglafirði og fór um
Fuglafjarðarskarð við tær á fljóta
hesti sínum, og tit settu tykkum
niður í Toftum í Fuglafirði - uppi í
Tronganum, men eg má siga, ikki
hevur tað verið trongt undir bitun-
um av tínum lætta sinni, nei, blíð
og týð hava tit øll verið. Siður var
hjá okkum míni barnaár at stukkið
varð inn gólvið jólakvøld eftir
kirkjutíð til búgvið nátturðaborð
hjá Johannu og Petur Jacob. Hetta
vóru góðir dagar og minnisríkar
løtur, sum seint verða gloymdar.
Hóast likamliga veik er andin, vit
og skil ikki tær beskorið og liggja
enn frásagnirnar úr Oyndarfirði
enn tann dag tær næst hjartanum.
Tá ið prátið dettur inn á Kinnahús-
ini, livnar mangt forvitnisligt í
tínum huga um leiðina heim í
bygdina og inn á gólvið hjá Harald
í Hálvmørk, har vinkonur tínar
búðu. Tá livnar hugurin úr hesum
lyndrandi, heimliga, kosmiska um-
hvørvi, sum tú hevur tikið til tín og
goymt og latið víðari til eftirkomar-
arnar. Hetta er tignarligt.
Hetta var bert eitt lítið minnis-
brot, sum nú rann mær til hugs á
hesum føðingardegi tínum. Hjarta-
liga til lukku og gott lívskvøld.
Frits
Johanna í Kinn
- Johanna Johannesen í Fuglafirði
varð áttati fimm ár leygardagin 2. okt.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá
okkara kæra pápasystir, abbasystir og langabbasystir
Kerta Magnussen
andaðist og var jarðað.
Tøkk til prest, kirkjutænara, gravara, berarar,
sangarar, familju, vinir, grannar og øll tykkum, sum
mintust Kertu og fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til Heimarøktina og starvsfólkið á
Suðuroyar sjúkrahúsi, ið vóru um hana tað síðstu
tíðina.
Familjunnar vegna
Niels Olaf Eyvindsson
Hugnalig móttøka fyri Dánjali Vang
Her heilsar landsstýrismaðurin i mentamálum, Jógvan á Lakjuni, Dánjali Vang
á hátíðardegnum
C
M
Y
K
13
12