týsdagur 5. oktober 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 189 - 5. oktober 2004
Nr. 189 - 5. oktober 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Leygarmorgunin
hevði Jens Ásar Olsen
sín seinasta starvsdag
í Klaksvíkar svimji-
høll. Eftir 30 ár fer
hann nú frá sum
lívbjargari, og í tí
sambandinum høvdu
starvsfelagar og
kommunan skipað
fyri einari lítlari
samankomu í høllini
SAMANKOMA
Solby A. Eliaesen
solby@sosialurin.fo
Leygarmorgun svimja van-
liga nógv fólk í Klaksvík.
Serliga eru nógvar barna-
familjur. Seinasta leygar-
morgun var ein serligur
dámur í høllini, og kaffi-
borð stóðu fram við kapp-
ingarhylinum. Hetta tí at
Jens Ásar Olsen, sum hevur
arbeitt í høllini í 30 ár, fór
frá. Kaffi, køkur og sunkist
og bomm til børnini var at
fáa. Og borðið varð dúgliga
vitjað
allan
morgunin.
Serliga børnini frøddust um
møguleikan at fáa sunkist
og bomm, meðan tey
svumu. Nógv vaksin gingu
eisini í teirra svimjiklæðum
og drukku kaffi, meðan tey
nýttu høvi at heilsa upp á
Jens Ásar. Umframt at
mong vóru komin í høllina
bert til hetta høvið og ikki
at svimja.
Jens Ásar Olsen verður
ikki longur at síggja í
svimjihøllini sum lívbjarg-
ari. Men at svimja fer hann
helst kortini.
– Eg vænti enntá, at eg
fari at sleppa ókeypis fram-
við billettsøluni av og á, tók
Jens Ásar skemtandi til.
Nógv fólk var og svam í
høllini hendan morgunin,
og nógv vóru somuleiðis
komin at siga Jens Ásari
farvæl á hesum seinasta
starvsdegi.
Meðan børnini stuttleik-
aðu sær óført í hyljunum,
vórðu fleiri røður hildnar.
Millum annað Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri,
onkur av starvsfeløgunum
og umboð fyri fólk, ið
svimja dagliga.
Øll komu tey inn á lætta
sinnalagið á Jens Ásari,
sum uttan iva hevur sett sín
dám á gerandisdagin í
høllini líka síðani hon lat
upp í 1974.
– Tá høllin læt upp, var
tað ein stórur dagur fyri
klaksvíkingar. Men hetta er
ikki beinleiðis nakar stórur
dagur, nú Jens Ásar fer frá.
Men tað minsta vit kunnu
gera, er at senda honum
heilsur við á vegnum, helt
ein fyri í røðu sínari.
Lívbjargarin segði farvæl
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen handaði Jens Ásari eina lítla gávu í sambandi við,
at hann nú er farin frá sum lívbjargari
Mynd: Norðlýsið
Starvsfelagarnir hjá Jens Ásari í høllini og kommunan høvdu tikið stig til hugnaløtuna leygarmorgunin
Mynd: Norðlýsið
60 ára føðingardagur og silvurbrúdleyp
6. oktober verður Andrias í Túni, Toftum, 60 ár. Hann
er burturstaddur føðingardagin.
13. oktober hava Hanna og Andrias í Túni verið gift
í 25 ár. Tey eru burturstødd.
40 ára føðingardagur
Fríggjadagin 22. oktober verður Jákup Berg, Sam-
býlið á Bárðarfløtti í Vági 40 ár.
Vælkomst verður í Stóra Pakkhúsið í Vági kl.
19.00. Tey, ið vilja gleða Jákup við at koma, kunnu
ringja í Sambýlið áðrenn 17. okt. á tlf. 374074.
Brúdleyp
Sunnudagin 10. oktober kl. 15.30 giftast í Biersted
kirkju, Búgvi Nattestad, ættaður av Tvøroyri, og
Annika Poulsen, ættað úr Vági. Brúdleypsadressan er:
Nørrehalne Forsamlingshus, Bakkemøllevej Nørre-
halne, 9430 Vadum.
Leygardagin 9. oktober giftast Guðrun Godtfred Leo,
Hvalba, og Mortan Ólason Vang, Tórshavn. Vígslan
verður kl. 11.00 í Ebenezer. Familja, vinir og kenn-
ingar eru vælkomin í brúdleyp í HB-húsinum kl.
13.00.
Dania Paula Danielsen og Bárður Dam í Baianstovu
verða vígd í Vesturkirkjuni 6. november kl. 15.00.
Veitslan verður í HB-húsinum sama dag kl. 19.00.
Øllm ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í
veitslu, verða biðin um at boða frá á 322301 ella
322303 í seinasta lagi sunnudagin 10. oktober.
Brúdleyp og silvurbrúdleyp
Týsdagin 12.oktober kl. 18.00 giftast í Glyvra kirkju
Joan Erhardsdóttir Justinussen, Glyvrar, og Dan
Lysholm Jensen, Argir.
Sama dag hava Jakoba og Erhard Justinussen,
Skipanes, silvurbrúdleyp.
Brúdleypið og silvurbrúdleypið verður hildið í
húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum
leygardagin tann 16. oktober kl. 17.00 fyri innbodn-
um.
Eftir kl. 22.00 verður opið hús á sama stað, har øll,
ið hava hug at gleðast saman við brúðarparinum og
silvurbrúðarparinum eru hjartaliga vælkomin.
UTTAN ÚR HEIMI
Tað ber til at útrudda
fátækradømið í
menningarlondunum
innan 2050, sigur
varastjórin í Heims-
bankanum.
FÁTÆKRADØMI
Árni Joenen
fartekst@mail.dk
Heimsbankin væntar stóran
vøkstur í heimsbúskapinum
tey næstu árini. Bankin
roknar við, at búskapurin
fer at veksa úr 35.000
milliardum
dollarum
í
135.000 milliardir dollarar
tey næstu 45 árini. Tað fer
at hava við sær, at heimurin
verður førur fyri at metta
tvær milliardir fólk afturat,
og at øll fáa sín grundleggj-
andi tørv nøktaðan, sigur
bankin.
-Tað ber til at sleppa av
við fátækradømið innan
2050, men tað krevur, at vit
longu nú seta okkum niður
og leggja eina langtíðar-
ætlan, sigur varastjórin í
Heimsbankanum,
Ian
Johnson, við danska blaðið
Information.
Hann sigur, at sosialur
ójavni er orsøk til nógvar
ósemjur. Heimurin fer at
fáa stórar trupulleikar, um
tey ríkastu 20 prosentini
framvegis standa fyri 80
prosentum av bruttutjóðar-
framleðsluni í 2050. Tí er
tað sera mráðandi, at vit
gera nakað munagott fyri at
beina fyri fátækradøminum
í menningarlondunum, sig-
ur Ian Johnson.
Tøl hjá bankanum vísa,
at í 1990 høvdu umleið ein
triðingur
av
heimsins
íbúgvum minni enn ein
amerikanskan dollara at
liva fyri um dagin. Málið
hjá bankanum og ST er, at
hesin parturin skal vera ein
sjeyndapartur í 2015, og at
fátækradømið er burturi í
2050.
Skal
málið
røkkast,
mugu tær politisku leiðsl-
urnar kunnast betur, heims-
handilin má gerast frælsari,
bardagin ímóti fátækra-
døminum má skipast betur,
og inntøkurnar mugu býtast
javnari enn í dag.
Einki fátækradømi um 50 ár
Minst 14 palestinar,
tey flestu sivilfólk,
doyðu í einum
ísraelskum álopi á
Gaza-geiran sunnu-
dagin. Útlendsk
hjálparfólk eru í øðini
um ísraelsku fram-
ferðina.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
-Ísrael søkir við vilja at
sivilum málum og brýtur
fólkarættin, sigur Gudrun
Bertinussen við NTB. Hon
arbeiðir í Miðeystri sum
umboð fyri Norsku Fólka-
hjálpina.
Norska umboðskvinnan
sigur, at støðan í Gaza-geir-
anum er so álvarssom, sum
hon ikki hevur verið í fleiri
ár. Norski uttanríkisráð-
harrin,
Jan
Petersen,
fordømdi sunnudagin ísra-
elsku framferðina í Gaza-
geiranum og serliga áopið á
flóttafólkaleguna Jabalyia.
Eisini
ST-aðalskrivarin,
Kofi Annan, hevur hvass-
liga fordømt framferðina
hjá ísraelska herinum.
Men ísraelsku myndug-
leikarnir lata ikki atfinn-
ingarnar við seg koma.
Sunnudagin fóru umleið
200 stríðsvognar og grav-
kýr inn í Gaza-geiran.
Frammanundan
høvdu
ísraelsmenn søkt at fleiri
flóttafólkalegum, og sam-
bært keldum á sjúkrahús-
unum hava álopini teir
seinastu dagarnar kostað
minst 60 palestinum lívið.
Tríggir ísraelsmenn eru
deyðir í samanbrestunum.
Hjálp frá ST
Um vikuskiftið kravdu
ísraelsku myndugleikarnir,
at leiðarin fyri ST-mat-
vøruhjálpini
í
teimum
palestinsku økjunum, danin
Peter Hansen, skuldi koyr-
ast frá. Ísrael vil vera við, at
ST hevði latið víðgongdar
palestinar flyta eina rakett í
einum sjúkrabili. Tað sást á
myndum, sum eitt ómann-
að flogfar hevði tikið,
søgdu ísraelsku myndug-
leikarnir.
Peter Hansen hevur víst
skuldsetingini aftur. Hann
sigur, at tað var ikki ein
rakett, men ein børa, sum
bleiv borin inn í sjúkrabilin,
og ST hevur kravt, at Ísrael
skal taka skuldsetingina
aftur.
Altjóða fjølmiðlar siga,
at ísraelski forsætisráð-
harrin, Ariel Sharon, hevur
lovað at halda á við álop-
unum á Gaza-geiran, so
leingi vandi er fyri, at víð-
gongdir palestinar skjóta
rakettir inn í Ísrael. Sein-
asta mikudag rakti ein ra-
kett býin Sderot, og tvey
børn lótu lív.
Leggja Ísrael undir at søkja at sivilfólki
Hjálparfelagsskapir og ST leggja Ísrael undir at fara alt ov harðliga fram ímóti palestinskum
sivilfólki.
Stórsigur til generalin
Nú er greitt, at Yudhoyono, generalur, vann forsetavalið
í Indonesia herfyri.
Í gjár var liðugt at telja atkvøðurnar í 31 av teimum
32 landspørtunum, og tá hevði generalurin fingið 24
milliónir fleiri atkvøður enn fráfarandi forsetin,
Megawati Sukarnoputri. Í tí landspartinum, sum var
eftir at telja, eru bara 300.000 veljarar, so úrslitið har
broytir einki. Formliga tekur Yudhoyono við tann 20.
oktober.
Generalurin er eisini farin at fyrireika eg til tað
nýggja starvið. Hann segði í gjár, at hann ætlar sær at
skipa stjórn innan 100 dagar, og tá skulu indonesar
eisini fáa at vita, hvørji mál hann og stjórnin fara at
seta sær.
Indonesia er tað fólkaríkasta muslimska landið í
heiminum. Umleið 123 milliónir fólk vóru á vali.
Valdsskifti í Slovenia
Teir konservativu og teir høgrasinnaðu vunnu
tjóðartingsvalið í Slovenia um vikuskiftið.
Sunnukvøldið noyddist Anton Rop, forsætisráðharri,
at ásanna, at samgongustjórnin hevði tapt valið, og at
tann liberaldemokratiski flokkurin hjá forsætisráð-
harranum noyðist at sita í andstøðu tey næstu fýra árini.
Samstundis kunngjørdi formaðurin í demokratiska
flokkinum, Janez Jansa, at hann ætlar sær at skipa eina
mið-høgrastjórn.
Munurin á samgonguni og andstøðuni var ikki stórur,
tá uppteljingin var liðug. Úrslitið kom kortini ikki
óvart á fólk, tí veljarakanningar undan valinum høvdu
víst, at andstøðan stóð til at vinna.
Fær ikki borgararætt
Anne Frank, sum bleiv svikin og latin nazistunum í
Amsterdam í 1944, fær ikki niðurlendskan ríkis-
borgararætt. Tað bar heilt einfalt ikki til sambært gald-
andi lóg.
Anne Frank og familja hennara flýddu úr Týsklandi
til Niðurlond, tá nazistarnir komu til valdið, og í 1941
tóku myndughleikarnir týska ríkisborgararættin frá
henni. Hon gjørdist ongantíð niðurlendskur ríkisborg-
ari og var tí statsleys, tá hon doyði av tyfus í týskari
týningarlegu í mars í1945.
Nú hava nógvir kendir niðurlendingar talað fyri, at
hon eigur at fáa niðurlendskan ríkisborgararætt, sjálvt
um hon doyði fyri 59 árum síðani. Tey vilja vera við, at
hon er tann best kendi niðurlendingurin í søguni, og at
sjálvt listamaðurin Vincent van Gogh og fótbóltsstjørn-
an Johan Cruyff kunnu ikki sammetast við hana í so
máta.
Men niðurlendsk lóg loyvir ikki myndugleikunum at
geva deyðum fólki ríkisborgararætt, og tí verður Anne
Frank verandi statsleys. Løgmálaráðið sigur seg skilja
tey, sum hava talað hennara søk, men at tað noyðist at
halda seg til lógina.
Anne Frank gjørdist heimskend, tá dagbókin, sum
hon skrivaði í týningarleguni, kom út í 1947. Bókin er
týdd til umleið 60 mál og er seld í nógvum milliónum
eintøkum. Tað var pápi Onnu, Otto Frank, sum gav
bókina út. Hann slapp livandi úr týsku týningarleguni
og fekk niðurlendskan ríkisborgararætt í 1949.
Tey fremmandu nógv verd
Nógvir danir halda, at lítil nytta er í teimum nógvu
fremmandafólkunum, og at tey tvørturímóti kosta sam-
felagnum nópgvar pengar.
Men nú vísir ein kanning, at í verulekanum kann
samfelagið fáa stórt gagn av teimum fremmandu.
Kanningarstovnurin Epinion sigur, at eydnast tað at
útbúgva 7.000 fremmandafólk til at arbeiða innan al-
mannaverkið, kann tað geva tí almenna sjey milliardir
krónur í vinningi.
Epinion vísir á, at stórur tørvur er á arbeiðsmegi
innan almannaøkið, og at tey fremmandu kundu loyst
hendan tørvin. Tað hevði eisini loyst seg fyri samfel-
agið, sjálvt um tað kostar ímillum 300.000 og 700.000
krónur at geva einum fremmandafólki ta neyðugu
útbúgvingina, sigur stovnurin.
C
M
Y
K
15
14