Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 189 - 5. oktober 2004 Nr. 189 - 5. oktober 2004 17 Fyritøkan hjá Per Zachariassen vann triðja pláss í ‘Reger- ingens Iværk- sætterpris’ – ein kapping ið skal vísa at danir vilja læra av amerikanarum tá tað snýr seg um at stimbra entre- preneurskap ÍGONGDSETAN Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com TV framleiðslu fyritøkan hjá Per Zachariassen og Henrik Hancke Nielsen, Blu Entertainment, gjørdist nummar trý í kappingin um ‘Regeringens Iværksætter- pris 2004,’ ein virðisløn upp á eina hálva millión krónur fyri at menna nýtt vinnuvirksemi. Tað stóð greitt aftan á finaluna tann 30. september sum fyritøk- an Omada vann framman fyri Quilts of Denmark og Blu Entertainment. ‘Regeringens Iværksætt- erpris’ er eitt árligt tiltak ið skal birta upp undir entre- preneur andan og eggja teimum, ið vilja ganga und- an og megna at menna vinnandi fyritøkur ið kunnu vaksa og skapa nýggj ar- beiðspláss. Í nógvum londum, eitt nú Danmark, er umhvørvið fyri entrepreneurar lítið at reypa av í samanbering við USA. Hetta evnið er komið meira og meira á dagsskrá tey seinastu árini og góðar kreftir í vinnulívinum vilja saman við myndugleikum og øðrum eisini gera nakað ítøkiligt við støðuna. Á tí stóra finalukvøldin- um á Base Camp uddi við promentum fólki og fyri- takarum og atmosferan var høg. Tað merktist at danskir myndugleikar hava ambi- tiónir um at stimbra ný- fyritaksemi. »Der stiftes rigtig mange virksomheder i Danmark, og det er glimr- ende,« segði tann danski búskapar- og vinnumála- ráðharrin, Bendt Bendtsen. »Men vi halter efter ud- landet når det gælder skab- elsen af vækstvirksom- heder. Virksomheder der genererer arbejdspladser.« Rós frá CBS og BBC Juryin kallaði prísvinnaran fyri einki minni enn ein »ny dansk kronjuvel der kan åbne en motorvej for andre.« Omada, sum saman við Blu Entertainment vann tað innleiðandi umfarið í Keypmannahavn og Norður Sjællandi, hevur ment rit- búnaðin Omada Enterprise og ráðgevur annars í IT management og SAP. Blu Entertainment menn- ir og framleiðir stórar studiobaseraðar undir- haldssendingar fyri sjón- varp. Millum dømi roknast ‘Stjerne for en aften’ og ‘Den store klassefest, eisini ‘Satsa’ sum vit kenna í Før- oyum. Sendingarnar verða seldar til sjónvarpsstøðir kring allan heimin og Blue Entertainment eru upp á einans trý ár vorðin Dan- markar leiðandi veitari av originalum donskum TV formatum, tað er hugtøkum fyri undirhaldssendingar. Harumframt hevur fyritøk- an útviklað eina nýskapan innan framleiðslu metodu, nevniliga BluBox, sum er eitt mobilt, automatiserað og lyklaklárt TV studio ið kann pakkast niður í tríggj- ar bingjur. Hetta ger tað bí- ligt at framleiða sendingar sum til ‘Jeopardy!’ og ‘Hvem vil være millio- nær?’ -- einast ein brotpart- ur av tí arbeiðskraft sum vanliga verður brúkt til slíkar sendingar krevst. Fokus á at skapa saman- hangandi, visuell upplivils- ir og haldbar merkir við høgum undirhaldsvirði, er uttan iva ein partur av frá- greiðingini upp á suksess- ina hjá Blu Entertainment ApS. Felagið varð stovnað í 2001 av Per Zachariassen og Henrik Hancke Nielsen. Ídag arbeiða 60 fólk á fyri- tøkuni, sum í 2003 umsetti fyri so mikið 69 milliónir og hevði eitt avlop harav upp á góðar 7 milliónir krónur. Tann innovativi hugsun- arhátturin í tí ungu fyritøk- uni hevur fingið sjónvarps risar sum bretska BBC og amerikanska CBS at úttala at BluBox framleiðslu me- todan setir nýggjar stand- ardir fyri framtíðar TV framleiðslu -- nakað sum uttan iva við til at lyfta bæði motivatión og mót upp á framtíðina. ‘Gott at eydnast og OK at miseydnast’ Undir hátíðarhaldinum finalukvøldið á Base Camp hevði Kenneth P. Morse, stjóri á MIT Entrepreneur- ship Center, eina framløgu ið hann kallaði »The Spirit of Entrepreneurship: Foste- ring a Climate for the Crea- tion of Globally Successful New Enterprises in Den- mark.« Massachusetts Institute of Technology verður rokn- að sum tað fremsta í heim- inum tá talan er um at klekja nýggj hátøknifrøði- lig vinnuvirkir. Men góð leiðsla er enn meira týðandi enn fremsta tøknifrøði. »Eg hevði nógv heldur viljað havt ein fyrstafloks leiðslubólk við meðal tøknifrøði enn tað umvenda - eina fyrstafloks tøknifrøði við einum annanfloks leiðslubólki,« segði John T. Preston ið arbeiðir saman við Kenneth P. Morse innan MIT, einaferð undir einum fyrilestri um »Success facors in technology-based entrepreneurship.« Hann vísti á ymiskar týðandi tættir í umhvørvinum fyri entrepreneurskap, millum annað hugburð. »Nógvir partar av heim- inum, millum annað Stóra Bretland, líða undir bæði einum ótta fyri at miseydnast og einum ótta fyri at eydnast. Óttin fyri at eydnast er bilsnandi fyri amerikanarar og tykist stava frá ‘null upphæddar’ trúnni á at ríkidømi verður flutt heldur enn skapað. Hetta leiðir til ta áskoðan at um onkur gjørdist ríkari, so má onkur annar verða vorðin fátækari... USA hevur eina nærum ideella mentan fyri innovatión. Hon frøist yvir suksess og góðtekur miseydnan.« Hálvføroysk fyritøka millum vinnarar Per Zachariassen, sum eigur helvtina av Blu Entertain- ment, fekk 3. virðislønina í kappingini um »Regerings Iværksætterpris« Mynd: Árni Gregersen Í gjár lat upp tónleikasemi- nar í Norðurlandahúsinum undir heitinum "What dois it take?". Bjarni Djurholm, landsstýrismaðurin setti tiltakið. Síðani varð farið til verk í fleiri ymsum bólk- um við fyrilestrum, spurn- ingum og tjaki. Fleiri fyri- lestrarhaldarar eru komnir úr útlandinum, eitt nú Christer Lundblad frá Export Music Sweden, sum røddi um svensku tónleika- vinnuna, síðani Gunnar Madsen frá ROSA, sum er Dansk Rock Sammråd, sum tosaði um mentunarpolit- isku og tónleikavinnuligu støðuna í Danmark, og Lárus Jóhannesson úr 12Tónar úr Islandi, sum tosaði um styrkir og veik- leikar í íslendsku tónleika- vinnuni í dag. Í setanarrøðu síni segði Bjarni Djurholm m.a.: – Vit liva ikki av fiski eina, hevur kendur føroysk- ur tónleikari tikið til. Og rætt er tað, hóast vit ásanna, at fiskurin framvegis er okkara álit og eisini verður tað nógv ár framyvir. Hinvegin er eyðsýnt, at tænastuvinnur alsamt vaksa og at mangt bendir á, at tær kanska í dag eru 10 til 15% av okkara útflutningi. Tí- verri kann Hagstovan ikki greina tølini neyvt enn, men tað man fara at koma. Eitt av vinnupolitisku stevnumiðunum er at fjøl- tátta føroyska búskapin við Fokus á tónleikavinnu Frá tónleikavinnutiltakinum í Norðurlandahúsinum í gjár Mynd: Jonhard Hammer Framhald á s. 29 Reyni Service hava leingi verið kend sum ein tann fremsta bilasølan í Føroyum, ikki minst vegna góða kundatænastu; hetta varð alment viður- kent nú fyritøkan gjørdist Ársins Virki VINNUDAGURIN Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Eitt er at umboða eitt gott bilmerki sum Toyota; nakað heilt annað er at byggja upp eina vælvirkandi sølu- og tænastufyritøku kring hetta í Føroyum. Høvuðs boð- skapurin á vinnudegnum 2004 tann 1. oktober, tá Reyni Service varð kosið Ársins Virki, snúði seg um at tað at veita kundanum eina framúr góða tænastu, hevur givið góð úrslit fyri virkið. »Jú tað betýðir avgjørt nakað,« segði stjórin á fyri- tøkuni, Eivind av Reyni, tá vit hittu hann á máli aftan á útnevningina. »Hetta er jú ein viðurkenning av einum drúgvum og miðvísum ar- beiði vit hava gjørt her í fyritøkuni, ella ein virðis- meting av tí man hevur stríðst fyri.« Í sínari grundgeving fyri at útnevna Reyni Service til vinnara av kappingini hjá Vinnuhúsinum, segði nevndin at hon aftur í ár legði dent á at Ársins Virki skal hava givið gott fíggjar- ligt úrslit - vera sterkt og støðugt. Men samanborið við undanfarin ár so er valið í ár ikki fallið á eitt virki sum so ella so er knýtt at fiskivinnu ella útflutn- ingi; talan er um eitt inn- flutnings virki ið vendir sær móti tí føroyska brúkara marknaðinum, sum selir eina vøru men sum haraft- urat hevur lagt seg eftir at geva kundunum eina góða tænastu, alt við einum góðum úrsliti. Men hvat er tað í veru- leikanum Reyni Service hevur stríðst so nógv fyri? »At leypandi uppdatera fyritøkuna,« svaraði Eivind av Reyni. »Tað er hetta at reguliga tosa saman og taka viðkomandi spurningar upp, so sum hvat kunnu vit gera betri… Tað kann til dømis vera tænastan móti kundunum men tað kann eisini vera karmarnir um arbeiðsplássið. Hetta er nakað vit hava arbeitt inn miðvíst, líka síðani byrjan fyrst í 1970unum.« Tað snýr seg altso um arbeiðsplássið, tænastuna móti kundunum og tað fíggjarliga úrslitið. Men tað snýr seg eisini um virðis- øking, herundir seks mán- aða garanti fyri brúktar bilar. »Tit kunnu siga at tað at veita kundanum eina góða tænastu er ein sjálvfylgja,« varð víðari sagt í grund- gevingunum fyri heiðranini av Reyni Service. »Men her heima er hetta tíverri ikki altíð so. Í mun til nógvar aðrar fyritøkur hevur Reyni Service valt at raðfesta hesa sjálvfylgju á hægsta stigi. Og tað hevur givið úrslitið. Tí hóast kundarnir vita at Reyni Service ikki altíð liggur lægst tá tað kemur til sjálvan prísin fyri bilin, ja so koma kundarnir kortini til hetta virkið, aftur og aftur. Og tað er sjálvandi tí at vøran er so nógv annað enn bara bilurin. Tænastur- nar kundin fær runt um sjálva vøruna telja sera nógv - og tað hevur Reyni Service skilt. Ársins Virki selir ikki bara ein bil, men eitt tænastukonsept og virkið er í hesum ein fyri- mynd á tí økinum.« Hjá Reyni Service starv- ast ídag 50 starvsfólk. Fe- lagið hevði í fjør eitt ognar- avkast upp á 12 prosent, eitt eginpeningsavkast upp á 17 prosent. Eginpeningurin var upp á knapt 33 milliónir krónur og felagið hevði ein soliditet upp á 70 prosent. Ársins Virki: Tænastan hjá Reyni Service vinnur viðurkenning Hálvthundrað fólk starvast hjá Reyni Service Mynd: Álvur Haraldsen Eivind av Reyni, stjóri, og Árni Rasmussen, stjóri Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16