Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 189 - 5. oktober 2004 Nr. 189 - 5. oktober 2004 19 -Íbúgvar í Føroyum skulu ikki býtast sundur í a- og b- borgarar, tá teimum tørvar sjúkraviðgerð. Tí heilsan skal hava eitt trygdarnet, sum virkar. Á hesum øki skulu meskarnir vera ov smáir, heldur enn ov stórir. Og eitt sjúkrahúsverk fyri øll er ein av grundsúlun- um í tí samfelag, sum tey flestu av okkum munnu ynskja, so at gerandisdagurin verður tryggari segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaðurin við møttøkuna av nýggja sjúkrahús- bygninginum SJÚKRAHÚS Jan Müller Myndir: Jens K Vang og Jan Müller – Leingi er tað, ið væl skal vera. Og tess størri er gleð- in at vera við til at taka tann nýggja sjúkrahúsbygningin alment í nýtslu segði Hans Pauli Strøm, landsstýris- maður við móttøkuna á L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m fríggjadagin. Hann ynskti øllum hjartaliga tillukku við hesum imponerandi úr- slitinum. Hetta er valaverk, sum so nógv fólk hava baksast við tey seinastu mongu árini, við at projek- tera, við at fáa gongd á, og síðani við at greiða hesa ovurhonds uppgávuna úr hondum. Landsstýrismaðurin vísti á, at byggiætlanin hevur samanumtikið hildið seg innanfyri tann kostnað, sum varð ásettur fyri góð- um 6 árum síðani og helt fyri, at hetta man vera eitt eindømi, tá talan er um eina so stóra verkætlan. Og fyri hetta hava nógv fólk rós uppiborið: bygginevndin, sum megnaði at halda fast við upprunaligu verkætlan- ina, Landsverk, ráðgevandi verkfrøðingar og arkitektar, handverkarar og arbeiðs- fólkið annars. Og landsstýrismaðurin helt fram: – Ein sjúkrahús- bygningur er ikki "bara" ein og hvør bygningur. Tað munnu ikki vera nógv bygningsverk, sum krevja so nógvar ymiskar installa- tiónir av øllum møguligum, og ómøguligum slag, sum eitt nútímans sjúkrahús. Hvør einasta av teimum nógvu funktiónunum hevur síni serligu krøv til innrætt- ing og til útbúnað. Og hetta skal jú bara rigga. Hvørja einastu ferð. At savna hesar óteljandi træðrirnar til eina hægri eind er jú eitt avrik, sum fær okkum onnur at undrast eina løtu sum hesa - áðrenn vit yppa øksl og halda leiðina fram. Tí vit hava so líðandi vant okkum við, at eitt sjúkrahús jú er ein sjálvsagdur partur av samfelagnum. Tað er bara har. Summum tørvar tað meira og summum minni. Men á okkara døgum leggja vit øll leiðina fram- við onkuntíð í lívinum. Og hurðarnar standa tíbetur opnar fyri teimum, sum hava tað fyri neyðini. Íbúgvar í Føroyum skulu ikki býtast sundur í a- og b- borgarar, tá teimum tørvar sjúkraviðgerð. Tí heilsan skal hava eitt trygdarnet, sum virkar. Á hesum øki skulu meskarnir vera ov smáir, heldur enn ov stórir. Og eitt sjúkrahúsverk fyri øll er ein av grund-súlunum í tí samfelag, sum tey flestu av okkum munnu ynskja. So at gerandisdagurin verur tryggari. Landsstýrismaðurin vísti á, at við útbyggingini eru arbeiðsumstøðurnar hjá einum parti av starvsfólk- unum á Landssjúkrahúsin- um vorðnar munandi betri. Rannsóknarstovan er savn- að á einum stað. Hetta man vera ein broyting tann rætta vegin fyri bioanalytikarar- nar. Kirurgiin hevur fingið stásiligar umstøður at arbeiða í. So nú verður lagamanni at koma undir knívin. Og tað verður spennandi at hoyra meira um, hvussu dagkirurgiska deildin fer at roynast. Sjúk- lingarnir og teirra avvarð- andi fáa í øllum førum stásiligar umstøður. Munur Nýggja landssjúkrahúsið – eitt valaverk Landsstýrismaðurin tekur nýggja bygingin alment í brúk Løgmaður var millum mongu gestirnar til móttøkuna er á forhøllini, sum vit so leingi hava kent hana, og so at kunna sita og fáa sær ein bita við útsýni yvir Nóls- oyarfjørð. (Munnu hesi fólkini vilja heimaftur, tá av tornar?) Og hann helt fram: – Nýggjar umstøður á bráðfeingis móttøkuni, ella skaðastovuni, munnu nógv hava ynskt sær í langa tíð. Serlæknarnir innan medisin kunnu nú fegnast um at sleppa at virka á somu gongd í rúmligum hølum. Eisini er tað dámliga djarvt at hava gjørt bíðirúmið so lítið sum gjørligt, við tí endamáli at fáa bíðitíðirnar heilt burtur. Vit eru spent at hoyra, um hendan ambi- tiónin eydnast. Og ovast á verkinum fáa so skurð- sjúklingarnir framúrskar- andi umstøður at koma fyri seg. At tey rørslutarnaðu ikki eru gloymd, er enn eitt prógv um, at talan er um eina verkætlan, sum er væl gjøgnumhugsað. Hans Pauli Strøm legði tó eina við, at vit mugu ikki hvíla ov leingi á teimum framdu avrikunum, tí nú standa aðrar avbjóðingar, onnur øki fyri túri. Her sip- aði hann m.a. til, at rehabiliteringin eigur at fáa ta raðfesting, hon og vit øll hava uppiborið. Í Føroyum er hetta fak-økið higartil nærum smokkað burturí- millum. Og tað er spell, tí rehabiliteringin er grund- leggjandi, hon fevnir víða. Talan kann vera um eldri fólk við ymsum smá-løst- um. Ella um fólk við ring- um ryggi. Um sálarliga sjúk. Ella um fólk, sum hóraðu undan eftir ferðslu- óhapp, eftir blóðtøpp ella eftir álvarsliga sjúku. Tey hava tað til felags, at teirra møguleikar fyri eini líkinda tilveru eru treytaðir av, hvørji tilboð um venjing, um endurbúgving, ið standa teimum í boði. Rehabiliteringin rúmar við øðrum orðum eini røð av møguleikum. Sum geva teimum sjúku eina betri tilveru, og sum, ikki at gloyma, í seinasta enda minka um almennar út- reiðslur. Sálarsjúklingar tolnir Síðani nevndi landsstýris- maðurin sjúklingarnir á Psykiatrisku deild, sum alt ov leingi hava livað undir vesaligum korum. Og sum ikki hava tær somu umstøð- urnar, ta somu røddina at gera vart við seg, sum aðrir sjúklingabólkar. Sálarsjúk- lingarnir hava verið tolnir. Nú má hesin sjúklingabólk- urin eiga tørn. Nú mugu tey fáa betri tilboð, ein veru- ligan møguleika at gera framstig, enn eitt kamar saman við fleiri øðrum. – Og eg kundi hildið áfram. Tí tað er ikki løtu- verk, sum enn liggur á láni, hvørki tá talan er um tæn- astur, ella tá talan er um- hølisviðurskifti. Tann fram- haldandi útbyggingin, um- vælingin og viðlíkahaldið er ómetaliga nógv annað og meira enn at skifta vind- eygu og at gera nøkur penslastrok fyri at fríðka um fasadurnar. Ein stór uppgáva, sum liggur fyri framman, er at umvæla bygningarnar frá seksti- árunum. Og barakkin, sum ongantíð var ætlað sum annað enn ein fyribilsloysn, men sum enn í dag, góð 40 ár seinni, enn verður brúkt. Hetta sigur okkum eitt sindur um tørvin á ábótum. Men tað sigur okkum eis- ini, hvussu eldhugað nógv av starvsfólkunum á Lands- sjúkrahúsinum eru. Tað, sum eyðkennir tykkum, er tann fakligi stoltleikin og hugurin at gera arbeiðið til lítar. Her í húsinum økist ferðin á dagsins gerning- um. Men sjúklingarnir skulu jú helst ikki kenna sviðan av tí øktu ferðini. Og tað er hendan javnvágin millum arbeiðstempo og tað menniskjansliga sam- skifti við sjúklingarnar, sum er torfør at finna. Og sum er stríggin at varðveita. Men sum ivaleyst er grund- leggjandi fyri tykkara fram- haldandi arbeiðsgleði. At enda minti lands- stýrismaðurin á, at allir landsins borgarar eiga at fáa gagn av hesum nýggju hølunum á Landssjúkra- húsinum, ikki bert fólk, sum búgva í miðstaðarøki- num og her um leiðir. Tí eiga vit at samskipa virk- semið á teimum trimum sjúkrahúsunum í landinum so væl sum til ber. Tað eru sanniliga stórar og týdn- ingarmiklar avbjóðingar á skránni innan føroyska sjúkrahúsverkið tey næstu nógvu árini. Tær kunnu saktans. Starvsfólkini eru sera væl nøgd við nýggju arbeiðsumstøðurnar Helena setti spakan í, Hans Pauli fullførdi verkið Politisku flokkarnir vóru væl umboðaðir. Her Edmund Joensen, Andreas Petersen, Krisjan Magnussen og Anita á Fríðriksmørk Starvsfólk oo. líða á hvat landsstýrismaðurin hevði at siga Umstøðurnar hjá sjúklingum og starvsfólki eru framúr C M Y K 19 18