Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2004 21 Síðani ásetingarnar fyri tíggju árum síð- ani vórðu broyttar, soleiðis at tað í staðin fyri tvey vóru givin trý stig fyri at vinna, hevur B36 bæði rokk- ið hægsta og næst- hægsta stigatalinum 10 ÁRA AFTURLIT Jóannes Hansen Landskappingin, sum tað leygardagin varð lagt lok á, var tann tíggjunda síðani, at ásetingarnar fyri úrtøku burturúr vunnum dystum vórðu broyttar, soleiðis at tað í staðin fyri tvey skuldu gevast trý stig fyri at vinna. HB er meistari hesa ferð við 41 stigum. Í teimum tíggju kappingunum frá 1995 og til 2004 hevur hetta verið stigatalið, sum meistarin oftast er endaður á. Merkisvert er tað, at HB hevur vunnið meistara- heitini trý tey seinastu árini - í 2002, 2003 og í ár - við 41 stigum hvørja ferðina. KÍ var meistari við 41 stig- um í 1999, og tá ið GÍ í 1995 vann fyrstu kapping- ina undir nýggju skipanini, var úrtøkan hjá gøtumonn- um eisini 41 stig. Hægstu úrtøkuna hesi tíggju árini hevur B36 stað- ið fyri, og hóast teir bara í gásareygum vóru næstbest- ir hesa ferð, og tað ivaleyst svíður, at grannarnir fyri norðan fyri triðju ferð á rað fingu gullið um hálsin, so kunnu teir í árstalsfelag- num reypa sær av, at teir bæði eiga hægsta og næst- hægsta stigatalið. Í 1997 setti B36 met við 48 stig- um, og í 2001 fingu teir 46 stig. GÍ eigur meistaraskapin við fægst stigum hesi tíggju árini. Tá ið teir vóru meist- arar í 1996, var tað við 39 stigum. Tá ið tað valdast samlaða stigatalið, og tá ið hugt verður eftir muninum í stig- um frá meistaraliðnum og aftur til tey næstu, eru tað ivaleyst fleiri, sum siga, at tað hevur ikki so nógv at siga, tí tað valdast um, nær tað er vorðið greitt, at eitt lið er vorðið meistari. HB var meistari undan triðju síðsta umfarinum í ár. Síðani tá spældu teir tríggj- ar ferðir javnt. Um teir høvdu verið kroystir av kappingarneyta, so er væl hugsandi, at teir høvdu havt vunnið kanska allar tríggjar tær síðstu ferðirnar ella í hvussu so er onkra av upp- gerðunum. Hesa ferð var HB sjey stig frammanfyri B36 á silvurplássinum. Í fjør var HB fýra stig frammanfyri B36, og í fyrraárið vóru teir fimm stig frammanfyri NSÍ. Størsti stigamunurin frá meistaraliðnum og aftur til nummar tvey tey seinastu tíggju árini var í 1995, tá ið GÍ var meistari við 41 stig- um. HB var næstbest við 33 stigum. Minsti munurin á meist- ara og næsta kappingar- neyta seinastu tíggju árini var í 1996. Tá var GÍ meist- ari við 39 stigum ella sama stigatali, sum KÍ fekk. GÍ varð meistari, tí teir høvdu betri málmun. Um skipanin við innanhýsis dystum, sum nú er galdandi, hevði verið galdandi tá, so hevði tað verið KÍ, sum hevði verið meistari. TB minst úrtøku Um tað verður hugt eftir úrtøkuni hjá liðnum, sum er endað aftast og harvið er flutt beinleiðis niður, so eigur TB, sum leygardagin tryggjaði sær sess í bestu deildini, tvey met. Í 1996 fluttu teir niður við trettan stigum. Hetta er hægsta stigatalið, sum nakað felag er endað á aftasta pláss- inum við seinastu tíggju árini. Í 2002 flutti TB niður við seks stigum. So lítla úrtøku hevur einki annað felag fingið í bestu deildini sein- astu tíggju árini. Tvørámenn hugsa iva- leyst nú um, hvussu nógv stig teir skulu vinna næsta ár, um teir skulu sleppa undan aftasta sessinum og harvið beinleiðis niðurflyt- ing. Í ár flutti B68 niður við átta stigum. Í fjør flutti FS Vágar niður við ellivu stig- um, og í 2001 flutti FS Vágar niður við níggju stigum. Ivaleyst kann tað nýtast sum tummulfingur regul, at um tað eydnast at vinna fleiri enn tíggju stig, so skal tað vilja illa til, um tað ikki fer at eydnast at sleppa undan aftasta sess- inum. So kunnu teir í TB og aðrir droyma seg fram til, hvørjum hesi stigini skulu vinnast ímóti. B36 eigur framvegis metið Gull, silvur og niðurflyting 1995-2004 Ár Gull Stig Silvur Stig Aftast Stig 1995 GÍ 41 HB 33 NSÍ 8 1996 GÍ 39 KÍ 39 TB 13 1997 B36 48 HB 41 B71 7 1998 HB 45 KÍ 38 TB 8 1999 KÍ 41 GÍ 39 ÍF 10 2000 VB 40 HB 38 Sumba 10 2001 B36 46 GÍ 42 FS Vágar 9 2002 HB 41 NSÍ 36 TB 6 2003 HB 41 B36 37 FS Vágar 11 2004 HB 41 B36 34 B68 8 21 Tað er aftur lívligt á Sevmýri Framtíðin tykist síggja ikki so galin út, men í fyrstu atløgu verður tað ógvuliga stórt tak at halda tørn um plássið í fremstu deildini, sum TB tryggjaði sær leygar- dagin UPPFLYTARIN Jóannes Hansen Sjálvsagda vendingin er, at leygardagin kom TB upp á pláss aftur. Síðani fyrstu niðurflytingina í 1988 hevur aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, fleiri ferðir verið í næstbestu deildini og vent. Vónin hevur hvørja ferð verið, at tað skuldi eydnast aftur at vera við í kappingini, har tað er mest hugaligt at vera. Nú eydn- aðist tað at flyta uppaftur, men í fyrstu atløgu verður á Tvøroyri ikki rokna við nógvum øðrum enn, at TB skal stríðast fyri at varðveita plássið í 1. deild. Hetta er í fyrstu atløgu. Tá ið hugt verður eitt sind- ur longri fram í tíðina, eru teir ikki sørt bjartskygdir á Tvøroyri. Úrslitini í yngru deildunum boða frá, at tað eru evnaríkir spælarar í TB, og um rætt verður borið at, og umstøðurnar annars vera at liva og virka har suðuri, so átti hetta um ikki so mong ár at sæst aftur í TB. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at tað var óhugsandi, at yngstu liðini hjá TB skuldu kappast í meistara- bólkinum. Í ár vunnu smá- dreingirnir og piltarnir bronsu, og smápiltarnir vunnu silvur í FM kapping- ini. Oftast er tað meiri spurningurin, hvørjir møgu- leikar verða givnir teimum ungu og børnunum heldur enn, um evnini eru har. Í ár hevur Eyðun Svalbard tikið sær av smádreingjaliðnum, meðan Pól F. Joensen hevur tikið sær av piltunum og smápiltunum. Fleiri av hesum knassun- um fara um nøkur ár at vera við til at lyfta TB. Júst nú uppflytingin er vorðin veruleiki, er stóri spurning- urin, hvussu tað fer at verða næsta ár. Sofus Laðanberg er for- maður í TB. Hann er drív- megin, tá ið tað ræður um at fáa fíggjarliga grundar- lagið undir felagnum at rigga. Í dagliga yrki sínum er hann norðanfjørðs. Í fleiri ár sigldi hann um Vestmannasund. Nú er hann stýrimaður á Dúgv- uni, sum siglir um Leir- víksfjørð. Tað hevur ikki verið verri fyri TB kassan, at formaðurin hevur siglt um Vestmannasund og nú siglir millum Klaksvík og Leirvík. Har er nógv fólk at hitta, sum ikki javnan eru á Tvøroyri, og so dettur onk- ur króna her og onnur har í TB kassan. Á Tvøroyri eru tað eisini fleiri, sum arbeiða í stuð- ulsfelagnum og sum eru við í øðrum tiltøkum, sum hava til endamál at økja um inntøkurnar og á annan hátt at skapa karmar um og grundarlag fyri fótbóltinum á Tvøroyri. Í fótbóltsdeildini er sam- felagsfrøðingurin Bjarni Mortensen formaður. Tað er ivaleyst ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tað fyrst og fremst eru formaðurin í felagnum og so formaðurin í fótbóltsdeildini, sum fyrst og fremst hava við tað fótbóltsliga at gera. Nógv at fáa upp á pláss Bjarni Mortensen sigur, at tey í felagnum hava leingi arbeitt út frá, at møguleikin fyri uppflyting skuldi ger- ast veruleiki. Men hann heldur samstundis, at tað er nógv arbeiði eftir at gera, áðrenn TB kann roknast at vera ført fyri at fara í stríðið fyri at varðveita nývunna plássið. Í fyrstu syftu verður á onkrum økjum byrjað so at siga niðanfyri nullpunktið. Dan Mortensen, sum í fleiri ár hevur verið liðformaður og ein av bestu TB spælar- unum, er farin av landinum at arbeiða. Ein av gávuríku ungu monnunum, Bárður Dimon, ætlar sær at fara sama veg, og Rasmus Nol- søe, sum eisini er evnaríkur ungur spælari, ið er upp- aldur á Sevmýri, spælir við HB. – Tá ið tað viðvíkur tí fót- bóltsliga, so eru tað tríggir lutir, sum vit fokusera uppá. Allir eru teir neyðugir, og hvør sær eru teir ivaleysa stórir. Eitt er, at vit mugu leggja stóra orku í at menna ungu og í 1. deildarhøpi ikki royndu spælararnar, sum nú skulu royna seg. Í hesum bólkinum eru lutfalsliga nógvir. Eitt annað er, at stór- ur dentur skal leggjast á org- anisatiónina ella skipingina av liðnum. TB hevur spælt rættuliga álopskent í ár. Tað fer neyvan at bera til at halda fram á sama hátt, nú mótstøðan verður av heilt øðrum slagi. Tað verður heldur eingin meining í bara at verja og sparka burtur. Nú skal finnast fram til, hvat er skilabest. Og fyri tað triðja mugu vit fáa nýggjar spæl- arar. Bæði heilt góðar spæl- arar at styrkja um toppin og so aðrar spælarar, sum kunnu vera við til at styrkja um breiddina á liðnum. So her er nóg mikið at arbeiða við, staðfestir Bjarni Mort- ensen. Jon Johannesen hevur verið leikandi venjari í gott og væl tvey ár. Tá ið vit fregnast um, hvussu tað verður við venjara næsta ár, sigur Bjarni Mortensen, at hetta ikki er avgjørt enn. – Vit eru akkurát fluttir upp. Hetta verður ein av fyrstu uppgávunum, sum vit mugu fara undir at loysa. Hvussu verður tað við spælarum? – Vit hava tríggjar veter- anar á liðnum. Her hugsi eg um Jon Johannesen, Óla Johannesen og Einar Peter- sen. Harafturat hava vit havt ganesisku Daniel, sum er 194 centimetra høgur miðvallari og Immanuel, sum er álopsspælari. Enn er eingin formliga avtala gjørd við hvørki teir ella aðrar. Men vit fara nú undir hetta arbeiðið, og tað ræður um at spæla kortini rætt, so vit koma í so mikið fræga støðu, sum tað ber til. Tað krevst, um vit skulu hava møguleika at røkka málin- um, sum vit halda, at tað er møguleiki fyri at røkka, sigur Bjarni Mortensen. Hann heldur eisini, at fótbóltshýrurin aftur er vorðin góður á Tvøroyri: – Í níti árunum mistu vit so nógv fólk, at tað næstan var neyðugt at byrja av nýggjum. Áhugin millum fólkið her suðuri hevur al- tíð verið stórur, men tað hevur ikki altíð kenst so hugaligt. Nú sær framtíðin hampuliga góð út. Tað eru fleiri, sum vilja lyfta og bera, og so er at vóna, at vit næsta ár fara at fáa fólk til eitt lið, sum verður ment at kappast við hini. Nr. 189 • týsdagur • 5. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tað er eitt ungt lið við nøkr- um royndum kreftum, sum nú hevur spælt aldursfor- setan í føroyskum fótbólti upp aftur í ovastu deildina Mynd: Áki Bertholdsen Rómurin var øgiligur á Tvøroyri, tá ið Emmanuel Larby hevði lagt TB á odda 2-1 stutt fyri tíð, og harvið sent teir á 1. deildarkós Mynd: Áki Bertholdsen C M Y K 20 Seinasta freist at lata broyt- ingar inn til telefonbókina 2005 er mána- dagin 1. nov. 2004 Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist, at koma við rættingum til Hvítu síður í telefonbókini fyri ár 2005 (vanliga telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu síður er á síðu 660 í telefonbókini 2004,og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 93 01. Eykaupptøkur v.m.: Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum tele- fonnummari, við undirstrikingum, eykaupptøkum og undir- upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undirstriking, eykaupptøku ella undirupptøku. Búmerki: Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri búmerki er 2.000,00 kr. (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku. Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist at boða frá av nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum. Prísir: (A) Standardlýsing ................................. kr.700,00 (B) Innramming...................................... kr. 800,00 (E) Grafisk lýsing pr. mm (min. 30 mm) . kr. 25,00 (sí dømi á s. 658 í Telefonbókini 2004) Litlýsingar: Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bakgrund er kr. 500,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.250,00. Skrásetingar-/Rættingarblað til Gulu síður er á síðu 659 í telefonbókini 2004, og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66. GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg! Í mars 2005 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum. Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum. Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist við óbroytt. Hvítu síður Gulu síður tel 30 30 30 www.tele.fo www.nummar.fo · info@nummar.fo - www.gulu.fo · info@gulu.fo