Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. oktober 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2004 23 Dysturin í Runavík leygardagin var fyri- bils seinasti dysturin hjá Rógva Jacobsen í reyðu og svørtu stríp- unum hjá HB, sum í komandi mánað fer til Íslands, har hann skal spæla við sigurs- vanda KR úr Reykja- vík. FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Við tólv málum í lands- kappingini gjørdist Rógvi Jacobsen toppskjútti hjá føroyameistarunum úr HB. Komandi kappingarár skal havnarliðið hava nýggjan toppskjútta, tí Rógvi skal næstu tvey árini spæla við íslendska KR. Fari at sakna liðið Rógvi Jacobsen segði eftir dystin, at tað var við ikki sørt av blandaðum kensl- um, at hann tók ímóti gull- heiðursmerki, tí hetta var samstundis seinasti dystur- in hjá honum í HB fyribils. – Eg fari at sakna liðið ómetaliga nógv, tí vit hava havt eitt serstakliga gott samanhald. Vit hava ikki bara verið savnaðir til venjing, tí vit hava gjørt øll møgulig onnur ting saman, sigur hann. Í farnu viku var Rógvi sjálvur í Íslandi og hugdi at umstøðunum í KR, og hann letur bara heilt væl at. Í fyrstu atløgu verður tað bara fótbóltur á skránni, men gerast dagarnir ov langir, kann væl verða at fara at arbeiða eisini, sigur Rógvi Jacobsen, ið er útbúgvin timburmaður. Tá ið vit spyrja Rógva, um dysturin móti NSÍ leygardagin bara var ein slíkur dystur, ið skuldi av- greiðast, svarar hann av- gjørdur, at tað var tað ikki, tí teir vildu veruliga vinna dystin. – Eg haldi ikki, at byrj- anin av dystinum var nakað serligt, men aftan á fyrsta málið, kom meiri lív í dystin, og eg haldi, at vit høvdu yvirvág, men vit brendu ov nógvar kjansir, sigur hann. Spurdur um tað verður stórur saknur í Rógva Jacobsen í HB komandi kappingarár, sigur høvuðs- persónurin sjálvur, at tað væntar hann avgjørt ikki. – HB hevur so ótrúliga nógv gott ungt fólk, sum er klárt til at taka yvir, so eg beri ongan ótta fyri komandi kappingarári, sigur Rógvi Jacobsen at enda. Blandaðar kenslur Rúni Nolsøe, liðformaður hjá HB, kann fyri fjórðu ferð í sínari HB-tíð taka ímóti steypinum sum prógv um, at HB er føroyameistari. Mynd: Álvur Haraldsen Rógvi Jacobsen spældi leygar- dagin sín fyribils seinasta dyst fyri HB, og nú gongur leiðin hjá landsliðsleikara- num til Íslands, har hann næstu tvey árini skal spæla við KR. Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 189 - 5. oktober 2004 Føroyameistararnir úr HB høvdu funnið sær gullskógvarnar frá teimum báðum undanfarnu árunum fram úr skápinum, og høvdu stroytt seg við gulli yvir tað heila, tá ið teir vitjaðu í Runa- vík leygardagin og saman við NSÍ settu punktum fyri kapp- ingarárinum. GULLVEITSLA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað glitraði á vøllinum í Runavík leygrdagin, tá ið NSÍ og HB spældu seinasta dystin á árinum. Leikarar- nir hjá HB høvdu gull í hárinum, á kjálkunum og eftir øllum búnanum. Lítil ferð á Fyrstu løtuna av dystinum tóktist tað eisini sum um, at tað einasta spælararnir á vøllinum hugsaðu um var at fáa dystin avgreiddan, og harvið takka fyri árið í ár. HB var føroyameistari und- an dystinum, og NSÍ hevði sum so heldur ikki nakað at spæla fyri. Á HB-liðnum var stutt- ligt at síggja gomlu kemp- una, Kaj Leo Johannesen, aftur standa millum steng- urnar, nú Bárður Johanne- sen var leikbannaður, og Pól N. Joensen ikki var førur fyri at spæla. Sam- bandsformaðurin vísti eitt sindur av sínum gomlu kynstrum, og hann skal ikki lastast fyri nakað av mál- unum hjá runavíkingum. Ein tann týdningar- miklasti leikarin á liðnum hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, hevur enn ikki tikið støðu til, um hann fer at spæla fótbólt aftur komandi ár FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Helgi L. Petersen hevur í mong ár verið ein tann vandamiklasti áleyparin í føroyskum fótbólti og við undantaki av ár 2000, hevur Helgi leikt øll árini í barndómsfelagnum NSÍ. Nú er nógv, sum bendir á, at Helgi kanska ikki fer at spæla fótbólt komandi kappingarár. Skúlin krevur nógv Tá ið vit hitta Helga beint eftir dystin móti føroya- meistarunum úr HB í Runavík leygardagin, stendur hann eitt sindur burtur frá og eygleiðir rúgvuna av ovurfegnum HB-viðhaldsfólkum og leikarum, sum gera klárt til at taka ímóti gullinum. – Hetta hevur verið eitt vánaligt ár hjá okkum. Vit eiga at kunna vinna heið- ursmerkir, men í ár hevur tað ikki gingið nóg væl. Vit hava verið alt ov óstøðugir, og tað er øgiliga skuffandi, sigur Helgi. Rituvíkingurin leggur afturat, at tá ið tað er sagt, so skal eisini skoytast uppí, at HB hevur verið so nógv, nógv tað besta liðið í Føroyum í ár, og føroya- meistaraheitið hjá teimum er so fult uppiborið. Um sjálvan dystin leyg- ardagin sigur Helgi, at fyrsta løtan í dystinum var vánalig, men so líðandi vaknaði dysturin. – Tað sást allarhelst eisini, at hvørki av liðunum hevði nakað serligt at spæla fyri. Hetta gjørdi, at bæði liðini spældu rættiliga frítt, og tað kann skapa ein góðan dyst, sigur hann. – Tá ið vit so verða skerdir til 10 mans, fara allar spælaskipanir og av- talur annars fyri borð, og so verður bara spælt eftir fríum fantasi, og tað eydn- ast so okkum at koma afturíaftur tvær ferðir, og tað er ikki so galið, heldur Helgi L. Petersen. Spurdur um hann hevur gjørt nýggja avtalu við NSÍ fyri komandi kappingarár, sigur Helgi L. Petersen, at hann enn ikki hevur gjørt av, um hann fer at spæla fótbólt komandi ár. – Nú eri eg farin undir skúla aftur, og tað krevur øgiliga nógv, so eg ivist í, um eg skal lata verða við at spæla komandi ár, sigur hann. Skuffandi ár NSÍ-HB 2-2(0-1) 0-1 Rógvi Jacobsen 40. 1-1 Andy Olsen 81. 1-2 Heðin á Lakjuni 82. 2-2 Andy Olsen 88. NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjólvur Nielsen, Johan Troest Davidsen, Óli Hansen , Sjúrður Jacobsen(Einar Hansen 83.) - Kári Hansen, Jústines Hansen (Ian Højgaard 46.), Gert Langgaard - Andy Olsen(Debes Danielsen 89.), Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen HB: Kaj Leo Johannesen - Hallur Danielsen, Jan Dam(Rasmus Nolsøe 55.), Símun Eliasen, Janus Joensen - Rókur Jespersen, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, Heðin á Lakjuni - Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen Dómari: Birgir Sondum Gul kort: Andy Olsen - Kári Nielsen, Rúni Nolsøe Reytt kort: Johan Troest Davidsen Gullklæddir havnarmenn í Runavík Tveir gyltir mans: Janus Joensen og Heðin á Lakjuni taka ímóti gullkrónum mynd: Álvur Haraldsen HB føroyarameistarar, steypavinnarar og atlantsmeistarar 2004: ovast frá vinstru: Sigurd Hansen, liðleiðari, Sámal Hansen málmansvenjari, Eli Thorsteinsson, Páll M. Joensen, Rógvi Jacobsen, Vagnur Mohr Mortensen, Símun Eliasen, Heine Fernandez venjari, Danny Rasmus- sen, Emil N. Leifsson, Hallur Danielsen, Hans á Lag og Oddbjørn Joensen, hjálparvenjari. Húkandi frá vinstru: Kári Nielsen, Janus Joensen, Rókur av Fløtum Jespersen, Rasmus Nolsøe, Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni, Pól Næss Joensen, Bárður Johannesen, Jan Dam, Rúni Nolsøe og Hendrik Rubeksen. mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22