týsdagur 5. oktober 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 5. oktober 2004
25
Mistøk kostaðu
VB vann fult uppi-
bornan 4-2 sigur á GÍ
í Gøtu leygardagin, tá
ið heimaliðið royndi
seg við heilt nýggjari
verju og nýggjum
málverja
GÍ-VB
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Vágbingar gjørdu bart, tá ið
teir leygardagin vóru á
vitjan í Serpigerði í Gøtu.
Gøtumenn
vóru
nógv
skerdir undan dystinum, og
undir upphitingini gjørdist
tað greitt, at heldur ikki
málverjin, Hallur Jacobsen,
bleiv klárur til dystin, og
tískil noyddist eykamál-
verjin, Rúni Joensen, mill-
um stengurnar at standa.
Símun í essinum
Dysturin var ikki serliga
gamal, tá ið vágbingar vístu
heimaliðnum, at teir ætlaðu
sær øll trý stigini. Ein sera
væl upplagdur Símun Sam-
uelsen fær hendur á bóltin-
um úti í øðrum borðinum
og sær, at Rúni í GÍ-málin-
um stendur nakað væl
burtur frá sjálvum málin-
um. Símun ger tí bart og úr
eini 40 metra fjarstøðu
langar hann til, og bólturin
fer upp um Rúna og í netið
til 1-0. Tá vóru ikki meiri
enn sjey minuttir leiktir.
Longu
minuttin
eftir
vóru vágbingar aftur upp á
spæl, tá ið rangstøðufellan
hjá GÍ miseydnast. Símun
Samuelsen sleppur at renna
púra einsamallur móti mál-
inum hjá gøtumonnum, og
hann var tryggur og skoraði
til 2-0 móti sínum gomlu
liðfeløgum.
Hetta var vorðið sum
byrjan hjá VB, og unga
verjan hjá GÍ hevði als ikki
fingið høvi til at finna sær
til rættis, áðrenn vágbingar
høvdu revsað teirra mistøk.
Gøtumenn komu tó eitt
sindur meiri við í dystin, so
hvørt sum hálvleikurin leið,
og Hans Pauli Petersen fekk
minkað um munin til 1-2
eftir trunkaspæl framman
fyri Bjarna Johansen í
málinum hjá VB.
Gleðin var tó stokkut hjá
heimaliðnum, tí vágbingar
vóru grammari og dugdu
betur at brúka nógv vindin,
sum var í Gøtu leygardagin.
Ungt stjørnuskot
Enn einaferð var tað eitt
persónligt mistak hjá GÍ,
sum kostaði, tá ið VB legði
seg á odda 3-1. Leikandi
venjarin hjá gøtumonnum,
Krystof Popczynski, hevði
bóltin í egnum brotsteigi,
men misti hann til altíð
vandamikla Milan Kuljic,
og endin var, at 16 ára
gamli Jón K. Poulsen, sum
hesaferð var við frá byrjan í
álopinum hjá vágbingum,
kundi økja um leiðsluna hjá
VB til 3-1, sum eisini var
hálvleiksstøðan.
Tað sást á øllum brøgd-
um, at verjan hjá GÍ ikki
var samanspæld, og vág-
bingar dugdu eisini at gera
sær dælt av hesum. Í seinna
hálvleiki var ungi Jón K.
Poulsen enn einaferð upp á
spæla, og hann legði VB á
odda 4-1. Landsliðsleikarin
Súni Olsen fekk við sínum
12 máli í hesum kappingar-
árinum minkað um munin
til 2-4, men veruligur
spenningur kom ongantíð í
dystin, tí til tað var munur-
in á liðunum báðum ov
stórur.
Vágbingar vóru sum vera
man stak væl nøgdir við
avrikið í Gøtu leygardagin,
og tað er vert at nevna, at
VB ongan leikara hevði á
beinkinum, tí tann eini
eykaleikarin, ið skuldi við
til Gøtu, hevði forsovið seg
til bátin leygarmorgunin.
Ringasti
dystur í ár
Leikandi venjarin
hjá GÍ, Krystof
Popczynski, var stak
illa nøgdur við av-
rikið leygardagin, og
hann kallaði dystin
fyri ringasta dyst hjá
GÍ í ár
FÓTBÓLTSPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Krystof var als ikki
nøgdur við dystin leygar-
dagin. – Vit gera alt ov
nógv mistøk, sum verða
revsaði av VB. Minst trý
av teimum fýra málunum,
sum VB fær, fáa teir, tí at
vit gera persónlig mistøk,
sigur Krystof.
Nýggj verja
Leikandi venjarin sigur, at
nýggja verjan hjá gøtu-
monnum ikki fekk eitt
bein til jørðina, tí at vág-
bingar vóru klárir frá
fyrsta bríksli. – Tað var
nógvur vindur leygardag-
in, men tað var líka fyri
báðar partar, so tað kann
ikki nýtast sum umbering,
sigur Krystof.
Pólverjin vísir á, at
fleiri av monnunum í
verjuni vóru blaðungir, og
millum annað leikti Sam
Jacobsen sín fyrsta dyst á
besta liðnum hjá GÍ.
Krystof
Popczynski
verður verandi í Gøtu
komandi kappingarár, og
hann sigur, at í vetur ætlar
hann sær at verða verandi
í Føroyum, og ikki fara til
Pólands, sum annars hev-
ur verið vanligt, meðan
hann hevur verið í Føroy-
um. – Eg ætli mær, at vit
skulu fara undir at venja
aftur longu um einar
tríggjar vikur, so at vit
verða betur fyri komandi
kappingarár, sigur leik-
andi venjarin hjá GÍ.
Pólverjin heldur, at tað
er neyðugt hjá GÍ at fáa
ein nýggjan málverja til
komandi kappingarár, tí at
Hallur Jacobsen fer til
Danmarkar. Hann sigur
somuleiðis, at tað er al-
neyðugt, at GÍ ikki missir
nakað fólk í vetur, tí hóp-
urin er sera lítil sum er,
sigur Popczynski. – Um
vit skulu standa okkum
betur komandi ár, er eisini
neyðugt, at vit fáa einar
tveir ella tríggjar heilt
sterkar nýggjar leikarar, tí
annars hava vit ikki nóg
breiðan hóp, heldur Kry-
stof Popczynski.
Málverjin hjá VB,
Bjarni Johansen,
helt tað verða fult
uppiborið, at vág-
bingar vunnu í Gøtu
leygardagin
FÓTBÓLTSPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bjarni Johansen hevur í
nógv ár staðið millum
stengurnar hjá VB, men
sjáldan hevur hann fingið
so lítla mótstøðu í Gøtu
sum leygardagin.
Tætt millum
keturnar
– Eg haldi, at vit spældu
ein fínan dyst leygar-
dagin. Teir tóktust heldur
ikki verða serliga væl
fyri, og tað vóru nógvir
ungir spælarar á liðnum
hjá teimum, men tað var
tað eisini hjá okkum,
sigur hann.
Bjarni Johansen sigur,
at eftir hansara tykki var
VB-liðið sera væl skipað
leygardagin, og teir stóðu
sera væl á vøllinum.
Somuleiðis heldur royndi
málverjin hjá vágbingum,
at gøtumenn als ikki
fingu nakað pláss at
spæla á, tí at so tætt var
millum keturnar hjá VB,
og tað hóvaði ikki gøtu-
monnnum.
Bjarni Johansen letur
eisini væl at 16 ára gamla
Jón K. Poulsen, sum leyg-
ardagin taldist millum teir
fyrstu ellivu hjá VB, og
ungi maðurin gjørdi ikki
mætari enn at skora tvær
ferðir!
Vit stóðu væl
GÍ-VB 2-4(1-3)
0-1 Símun Samuelsen
0-2 Símun Samuelsen
1-2 Hans Pauli Petersen
1-3 Jón K. Poulsen
1-4 Jón K. Poulsen
2-4 Súni Olsen
GÍ: Rúni Joensen - Jónreid Dalheim(Poul A. Jac-
obsen 64.), Sam Jacobsen, Kaj Ennigarð, Poul
Henning Jacobsen - Áslakkur Petersen, Símun
Louis Jacobsen(Poul Arni Jacobsen 70.), Krystof
Popczynski, Hans Pauli Petersen(Poul Rói Poulsen
74.) - Súni Olsen, Adam Paulucek
VB: Bjarni Johansen - Eyðstein í Lágabø, Eyðun
Jacobsen, Poul N. Poulsen, Kári í Lágabø - John
Eystberg, Jón Pauli Olsen, Milan Kuljic, Símun
Samuelsen - Dan Djurhuus, Jón K. Poulsen
Dómari: Eiler Rasmussen
Gul kort: Poul Arni Jacobsen, Kaj Ennigarð, Poul
Henning Jacobsen - Jón Pauli Olsen
FAKTA
Leikandi venjarin hjá GÍ, Krystof Popczynski, var alt annað enn nøgdur við dystin móti
vágbingum leygardagin, sum hann kallaði ringasta dystin hjá GÍ í ár
Savnsmynd
25
24
Nr. 189 - 5. oktober 2004
Heimaliðið á Mølini
megnaði ikki at hótta
gestirnar av Skála,
sum í einki serliga
sannførandi uppgerð
vóru væl stinnari í
fótbóltsspælinum
EB/STREYMUR-SKÁLA
Jóannes Hansen
Um talan fer at gerast um
klassikara, fer bara tíðin at
vísa. Tá ið Skála vitjaði á
Eiði, bóru karmarnir boð
um toppuppgerð. Tað man
vera sjáldan, at tað hava
verið so nógvir áskoðarar á
Mølini, sum tað vóru leyg-
ardagin.
Viðhaldsfólkini
hjá bæði EB/Streymi og
Skála vónaðu og roknaðu
við møguleikanum at teirra
skuldu vinna fyrstu heið-
ursmerkini nakrantíð.
Tað vóru gestirnir, sum
vóru fegnast eftir tvær
ferðir trý korter. Skála vann
1-0. Málið skoraði lands-
liðsspælarin Jónhard Frede-
riksberg, tá ið ein stórur
hálvur tími var farin. Málið
kom eftir besta álopið í all-
ari uppgerðini. Á egnari
hálvu spældi Skála úr
høgru og tvørtur um til
Alexandur Johansen, sum
legði aftur til Iulian Flo-
rescu. Hann sendi djúpa
diagonalsending í høgra
borð, har Bogi Gregersen
gjørdist leysur, lyfti upp um
málverjan og mitt innfyri
málið, har Jónhard Frede-
riksberg úr stuttari fjar-
støðu setti krúllin undir
bóltin.
So var 1-0 til Skála. Har-
við skuldi heimaliðið gera
tvey mál, áðrenn bronsu-
plássið kundi gerast veru-
leiki. Mótbrekkan var tung,
og EB/Streymur megnaði
ongantíð at hótta Skálalið-
ið. Seinna partin av seinna
umfarinum royndi heima-
liðið at leggja trýst á, men
tað eydnaðist bara lutvíst.
Næst við at fáa mál vóru
teir, tá ið skotroynd eftir
horna úr høgru varð bjarg-
að á strikuni.
Talan var um ikki serliga
væl leikta uppgerð. Heima-
liðið tóktist hava viljan at
royna, men teir megnaðu
ikki at finna eyka girið,
sum skuldi til, um tað
skuldi eydnast. Miðvøllurin
fekk ongantíð rættuligt tak
á spælinum. Oftast vóru tað
skálamenn, sum vunnu
nærdystirnar og vóru fyrstir
á returbóltunum, og Sonni
L.
Petersen
og
Sorin
Anghel, sum tóktist darv-
aður av skaðanum, sum
hann fekk á Toftum, vóru
ongantíð
vandamiklir.
Besta møguleikan í 1.
hálvleiki fekk miðvallarin í
høgru, Bárður Olsen, dygst
undan steðginum. Møgu-
leikin stóðst eftir kiks í
miðverjuni, men skotið úr
seytjan metrum fór langt
upp um málið.
Disilpineraðir
skálamenn
Skálaliðið var eitt sindur
meiri verjukent í uppstill-
ing, enn tað hevur verið
flestu ferðirnar fyrr í ár.
Jónhard Frederiksberg var
einsamallur á toppinum.
Hann var skjótur og ágang-
andi, og hann megnaði at
binda Pacek og tveir aftur-
at, og teir høvdu stórar
trupulleikar
av
skjóta
manninum. Miðvøllurin hjá
Skála var sera tættur. Tað er
framúr styrkur, at liðfor-
maðurin, Pauli G. Hansen,
er komin fyri seg aftur.
Hann er sera skilagóður í
uppspælinum,
og
hann
hevur uppaftur størri virði í
verjupartinum.
Johan Nielsen hevði valt
at hava Paula G. Hansen
sum eyka verjukendan mið-
vallara. Nenad Stankovic
og Bárður Danielsen vóru
sentralir frammanfyri hann,
og tá ið mótstøðumenninir
royndu at byggja upp, duttu
miðvallararnir í borðunum
- Bogi Gregersen og
Alexandur Johansen - eitt
sindur longri inn á vøllin.
Felags fyri teir allar var, at
teir støðugt arbeiddu sum
hestar.
Iulian
Florescu
plagar at vera rættuliga
framrættaður vongverji í
vinstru. Hesa ferð helt hann
seg so at siga bara í verju-
støðuni.
Tveir minuttir eftir, at
hann hevði lagt Skála fram-
um, átti Jónhard Frederiks-
berg at havt staðfest Skála
sigurin. Pauli G. Hansen
spældi hann leysan eitt
sindur til høgru. Gunnar á
Steig kendi seg noyddan at
leypa út úr málinum, og tá
ið Jónhard royndi at lyfta
upp um málverjan, fór bólt-
urin dygst skeivu megin
stólpan.
Í roynd at tippa fyri
landsliðsmanninum
hjá
Skála og ivaleyst eisini tí, at
teirra maður ikki var heilt
væl fyri, flutti EB/Streymur
miðskeiðis í 2. hálvleiki
Sorin Anghel úr álopinum
og aftur í miðverjuna.
Pacek fór fyrst á vong-
verjan í vinstru, og síðstu
løtuna varð hann settur í
álopið í vón um, at tað
kanska skuldi eydnast at
fáa málið, ið skuldi birta
eyka íblástur til síðstu løt-
una at stríðast fyri sigurs-
málinum, ið var alneyðugt
fyri at fáa fatur á bronsu-
krónunum.
Men tað eydnaðist ikki.
Skála helt tørn um leiðslu-
málið, teir høvdu fingið í 1.
hálvleiki. Heimamenninir
fokuseraðu ov nógv uppá at
ilskast inn á mótstøðu-
menninar, sum sjálvandi
høvdu hug at draga tíðina
út. Kanska hevði trýstið
verið eitt sindur tyngri, um
teir høvdu fokuserað meiri
upp á sítt egna spæl.
Skála vann 1-0, og harvið
megnaðu teir at spæla øll
átjan umførini uttan at
verða troðkaðir av heiðurs-
merkjaplássunum.
Skála vildi ikki sleppa bronsuni
Skálamenn arbeiða
við at fáa tríggjar av
útlendsku spælar-
unum at halda fram
eitt ár afturat, meðan
tveir nevyan verða
bidnir aftur
SKÁLA
Jóannes Hansen
Eftir at teir tvær tær fyrstu
ferðirnar við neyð og deyð
megnaðu at lyfta seg burtur
frá niðurflytingini, hevur
tað verið heilt øðrvísi á
Skála í ár. Hóast tað hevur
gingið eitt sindur striltið
eftir summarsteðgin, tá ið
fleiri spælarar hava verið
skaddir, og aðrir hava havt
fleiri leikbann, so eydnaðist
tað leygardagin at vinna
fyrstu
heiðurskrónurnar
nakrantíð.
Johan Nielsen hevur ver-
ið venjari, og hóast eingin
sáttmáli er undirskrivaður,
so skilst tað, at ætlanin er,
at samstarvið skal halda
fram.
Skála hevur havt fimm
útlendingar at hjálpa sær.
Tað verður roknað við og
vónað, at tríggir teirra fara
at halda fram, meðan tveir
teirra ikki fáa boð aftur.
Teir, sum teir á Skála fegnir
vilja hava at halda fram, eru
verjuspælararnir
Dusan
Jaic og Iluian Florescu og
miðvallarin Nenad Stanko-
vic. Teir, sum neyvan fáa
møguleikan at halda fram,
eru málverjin Igor Bjarni
Kostic og Eugen Stanciu.
Hesin seinni varð ætlaður
at vera álopsspælari, men í
gjár var hann vongverji í
høgru.
Tveir fáa ikki boð aftur
Skálamaðurin
Arnhold
Berg er úttikin til lands-
liðið, sum næstu dagarnar
skal spæla ímóti ávíkavist
Kypros og Írlandi. Arn-
hold er úttikin fyri Johan
Byrial Hansen, sum av
arbeiðsorsøkum
hevur
verið noyddur til at melda
avboð. Arnhold Berg er
ungur verjuleikari, ið hev-
ur havt eitt gott kapp-
ingarár hjá Skála. Hetta er
fyrstu ferð, at Arnhold er
við í A-landsliðshøpi.
tn
Arnhold Berg á landsliðið
EB/Str.-Skála 0-1
(0-1)
0-1: Jónhard
Frederiksberg 32.
Dómari: Lassin Isaksen
EB/Streymur:
Gunnar á Steig - Gert
Hansen, Andrzej Pacek,
Fróði
Clementsen
(Arnbjørn T. Hansen,
61., Esmar Eiðisgarð
(Knút Vesturtún, 46.) -
Bárður Olsen, Marni
Djurhuus, Jákup Martin
Joensen
(Ólavur
Poulsen,
77.),
Hans
Pauli Samuelsen - Sorin
Anghel, Sonni L. Peter-
sen
Gult kort: Eingin
Skála:
Igor Bjarni Kostic -
Eugen Stanciu, Dusan
Jaic, Rúni Rasmussen,
Iulian Florescu - Bogi
Gregersen (Hanus Thor-
leifsson, 79.), Nenad
Stankovic,
Pauli
G.
Hansen,
Bárður
Danielsen, Alexandur
Johansen
-
Jónhard
Frederiksberg
(Teitur
Joensen, 86.)
Gult kort:
Iulian Florescu,
Igor Bjarni Kostic
Tað gjørdist ikki til gull, men
ein bronsa er eisini verd at
feira, og fyri hana fekk Johan
Nielsen ein lufttúr eftir
seinasta dystin á árinum
Mynd: Sofus D. Johannesen
Rómurin var øgilugur á
Skálamonnum. Fyri fyrst
ferð í søguni hava teir vunnið
heiðursmerki í bestu deildini
Mynd: Sofus D. Johannesen
C
M
Y
K
24