týsdagur 7. mars 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Hjá 33 ára gomlu Lív Pat
ursson hava spurningar um
samfelagsviðurskifti
altíð
fylt nógv. Lív er limur í javn
støðunevndini og arbeiðir
sum ráðgevi í javnstøðumál
um. Eisini hevur hon eina
kandidatútbúgving í samfe
lagsvísindum við kyn sum
sergrein.
Lív greiðir frá, at hon
altíð hevur undrast yvir
normar í samfelagnum, og
sett spurningar við hvat av
hesum er biologiskt og hvat
er menniskjaskapt. Hon var
heilt ung, tá hon fyrstu ferð
reisti spurningar um hvaðani
kyns normarnir koma og
hvør definerar teir.
– Vit vilja altíð hava eitt
einfalt svar uppá hesar
spurningarnar,
sigur
Lív.
Men svarið er helst, at tað er
eitt sindur av hvørjum.
Feminisman
anno 2017
Tað er torført at definera
orðið feminisma, tí tað er
ymiskt, hvussu vit skilja hug
takið og hvat vit leggja í tað,
greiðir Lív frá.
– Ein modernaður fem
inistur kann vera ein og
hvør. Tað er ongin einføld
definatión, men grundleggj
andi kann ein og hvør, sum
heldur at øll – ótengt at kyni
– skulu hava somu politisku,
búskaparligu, sosialu og per
sónligu rættindi, skyldur og
møguleikar kalla seg femin
ist, sigur Lív.
Í dag er feminisman í
ávísum umhvørvum eyð
kend av einum fakligum
substansi, sum eisini leiðir
til vaksandi eftirspurningi
og arbeiði innan javnstøðu
integrering.
Hóast
hesir
bólkar av fakfóki, sum Lív
eisini hoyrir til, ikki arbeiða
aktivistiskt, so er tørvurin
á aktivismu enn har, greiðir
hon frá.
– Vit hava avgjørt tørv á
einum kjaki um og við fem
inismu í Føroyum í dag. Før
oyska samfelagið er siðbund
ið og kynsuppbýtt, og tað er
serliga býtt í tveir bólkar:
‘rættar’ kvinnur og ‘rættir’
menn.
Vit
læra
okkara
børn hetta frá tí, at tey eru
smá, og hóast hetta er mest
ótilvitað, so vísa vit teimum
bara helvtina av valmøgu
leikunum – teir sum passa til
teirra biologiska kyn. Hetta
er spell, tí við hesum lata vit
ikki upp fyri fjølbroytni, sum
vit í stóran mun hava tørv á,
sigur Lív.
– Tað er deiligt og neyðugt
fyri eitt lítið og fólksliga
viðbrekið samfelag við eitt
sindur av fjølbroytni í upp
runa, átrúnaði og mentan.
Tá øll ikki noyðast at passa í
hesar báðu homogenu kyns
bólkarnar fáa vit eitt sindur
av neyðugum ymiskleika, og
harvið vøkstur í samfelagið,
sigur hon.
Hon leggur tó afturat at
hon sær mun á yngra ættar
liðnum, og serliga á politisku
ungmannafeløgnum,
sum
flest øll vísa á týdningin
av meira fjølbroytni. Hetta
møguliga partvís tí, at tey
hava
gott
samstarv
við
grannalondini, og har verða
spurningar ikki settir við
orðaskifti um javnstøðu ella
feminismu, sum sjálvsagt er
ein náttúrligur partur í sam
felagskjakinum.
Er feminisma
viðkomandi í Føroyum
Lív heldur, at um ein ivast
í, hvørki stríðið fyri javn
rættindum enn hevur týdn
ing í Føroyum, so er bara
at hyggja at hagfrøðini,
hvussu kynini verða lýst í al
menna rúminum, umframt
í almenna og politiska orða
skiftinum. Tað er langt á mál,
heldur hon.
– Tað er tó týðandi munur
á javnrætti og javnstøðu. Hó
ast kvinnur og menn hava
somu rættindi á næstan
øllum økjum, so eru atkomu
møguleikarnir ikki altíð teir
somu. Tað er tað sum er tann
tunga, torføra og samansetta
avbjóðingin, sum vit sum eitt
modernað,
demokratiskt
samfelag hava skyldu at fá
ast við.
Tað eru tó tey, sum vilja
vera við, at kjakið um javn
rættindi ikki er viðkomandi
fyri tey, tí tey trívast í sið
bundnu kynsrollunum – ja,
hava møguliga tilvitað valt
tær til.
– Tað er ikki uppgávan hjá
politikarum, feministum og
samfelagsfrøðingum at siga
hvussu føroyskar kvinnur
og menn skulu liva, ella at
geva ráð um hvat er rætt fyri
hvønn einstakan. Tað er ikki
tað feminisma snýr seg um,
slær Lív fast.
– Heldur snýr hon seg
um, at seta spurnartekin
við, hvat tað er sum elvir til
ójavna býtið í samfelagnum
og um tað er okkurt, sum vit
kunnu gera betur til frama
fyri øll. Ójavna býtið er jú
ikki bara nakað, sum rakar
kvinnurnar, slær Lív fast
og nevnir arbeiðsstrongd
og páparættindi sum dømi.
Hon væntar til dømis ikki, at
menn framyvir fara at finna
seg í, at vit býta upp í A og
B foreldur, og at teir oftast
hoyra til seinna bólkin.
– Tá vit byrja at seta hesar
spurningarnar og viðgera
teir, so síggja vit positivar
broytingar í samfelagnum,
greiðir hon frá. Eisini hóast
mótstøðan er stór at byrja
við.
Samanbera vit okkum við
grannalondini, so er støðan í
Føroyum hampulig, og før
oyska
samfelagið
hevur
nógv positiv virðir, heldur
hon.
– Hesi virðini skulu ikki
skotrast burtur, bara tí at
alt skal verða líka fyri líka,
tí tað snýr seg ikki um at
telja hvør hevur smurt flest
matpakkar. Tó, so eru vænt
anir til bæði menn og kvinn
ur sera snævurskygdar og
avmarkandi í føroyska sam
felagnum, umframt at vit
hava eina trista hagfrøði at
vísa á, tá tað kemur til eitt
nú lønarmun og harðskaps
SAMRØÐA
Vit hava avgjørt tørv á feminismu í Føroyum í dag. Føroyska samfelagið
er sera kynsuppbýtt, og tað er serliga býtt í tveir bólkar: ‘rættar’ kvinnur
og ‘rættir’ menn. Fatanin og uppbýtingin er so søguliga og menturnarliga
rótfest, at vit geva okkum ikki far um hví tað er so, men trívast í at soleiðis
hevur tað altíð verið. Hetta er spell, tí við hesum lata vit ikki upp fyri
fjølbroytni, sum vit í stóran mun hava tørv á, um vit skulu vaksa og mennast
sum samfelag, sigur Lív Patursson, sum sjálv kallar seg feminist.
Lív Patursson:
EIN
MODERNAÐUR
FEMINISTUR
Mynd: Kvinna