Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mars 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 rakt­ar kvinnur – tvey heilt kon­kret, traditionell og enn há­aktu­el javnstøðumál. Síggja sín egna framíhjárætt Tað kann verða truplt at síggja trupulleikar í sam­fe­ lag­num, tá ein sjálv er privili­ ger­að og trup­ul­leik­ar­nar ikki ofta raka ein, heldur Lív. Tað eru fleiri sum passa inn í tradi­tionellu kynsrollurnar, og trívast í teimum. Hesi síggja ofta ikki tørvin á kjak­ in­um um javnstøðu, greiðir hon frá. Tí snýr feminisma seg eisini í stóran mun um at duga at síggja sítt egna pri­vi­ le­gi­um. – Globalt fáa fleiri menn og kvinnur í dag tó eygu upp fyri júst hesum, og tí er feministiska rørslan sera sterk og modernað í partum av heiminum, sigur hon. Elitu-feministar og uppæling av dreingjum Modernaðir feministar tosa ofta um, at tað ikki long­ur er nóg mikið at tosa um kvinnu­ rætt­indi, men at hyggjast má nærri at hvørj­ar kvinn­ ur tal­an er um. Hetta kann vera í mun til ald­ur, etni­si­ tet, bústað, lívs­áskoð­an­ir og stættir. – Um vit ikki viðgera hetta nágreiniliga, so verða tað bert spurningar frá so­ kall­aðu elitu-feminismuni, sum verða viðgjørdir. Elitu-­ fem­in­ist­ar­nir eru privilig­er­ aðu kvinnurnar áleið mill­um 45 til 55 ár, sum sita í løg­ting­ in­um og tosa um barsil og leið­arastørv, sigur Lív. – Vit hava nógvar út­ lendsk­ar kvinnur í føroyum, og hetta er eisini eitt týdn­ ing­armikið evni fyri fem­in­ ism­una. Samfelagsliga hava vit eina felags ábyrgd fyri at hes­ar kvinnurnar verða við­farnar á sama hátt, sum rest­ina av kvinnunum í Før­ oy­um, sigur hon. Tað er ikki eitt ser­før­oyskt fyribrigdi, at um­boð­andi kvinnurnar ikki um­boða allar kvinnurnar í sam­fe­ lagnum, tí hetta síggja vit eis­ ini í grannalondunum. Hóast hetta ikki er serføroyskt, so er tað ein týdningarmikil disku­tión, heldur Lív. – Tí hvat er tað sum ger at lærd­ar kvinnur ikki koma aft­ur til Føroyar, og føroyskir menn velja útlendskar kvinn­ur, spyr hon. Hon heldur, at hetta prát­ ið eisini krevur, at vit eru til­vit­aði og duga at lofta or­ søk­um og avbjóðingum í øll­ um liðum og partum av sam­ fe­lagnum. Eitt nú mugu vit verða nógv meira tilvitað um hvussu vit uppæla børn­ini – og kanska serliga før­oysku dreingirnar. Eisini verð­ur neyðugt at integrera javn­ støðu inn í námsfrøðina, og at útbúgva námsfrøðingar í javn­støðu­pædagogikki. – Tað hevur týdning at læra børnini at tað eru fleiri møguleikar at bólka uppá, enn bert gentir og dreing­ ir. Vit kunnu eisini bólkast eft­ir hárliti, hædd og nógv ann­að. Tað loyvir teimum at vera kreativ og síggja fleiri møguleikar, sigur Lív. Somu­ leið­is hevur tað týdn­ing, at bæði gentur og dreingir læra at vera sterk, bleyt, um­sorg­ anarfull, tekniskt for­vit­in, og so framvegis. Hetta er ein avbjóðing og eitt neyð­ ugt átak, sum vit sum sam­ fe­lag eiga at taka okkum av, serliga okkara politiska org­ an, sum má ganga undan og taka møguliga ópopulerar av­gerðir til tess at tryggja eini burðardyggari framtíð. – Tað er ein grund­leggj­ andi misskiljing av fem­ in­ismu, at tað bert er eitt kvinnu­stríð, tí tað er ein fe­ lags­ábyrgd, sum vit øll hava, og tað tænir okkum øll­um, sig­ur hon. Eru vit komin á mál? Fyri ein modernaðan fem­ in­ist í dag, er málið at halda kjak­ið livandi. At konstant seta spurnartekin við ver­ andi maktstrukturar og kyns­leik­lutir, og ikki bara at taka onkra lunkaða ‘soleiðis- hev­ur-tað-altið-verið’ bio­ log­iska forkláring fyri góða vøru. Tí er tað torført at ímynda sær, at tað endar. Tað snýr seg meira um at halda seg í form, at feminsmu- moti­on­era dagliga og at áhald­andi seta undrandi spurn­ingnar og krøv til okk­ ara samfelagskipanir, greiðir hon frá. Hon sigur, at heilt kon­ kret eru fleiri neyðug átøk. Vit mugu dagføra javn­ støðu­lóg­gáv­una og fáa javn­ støðu­integrering í gongd, og hetta helst bæði lands- og komm­unalpolitiskt, soleiðis at arbeiði verður skipað og pro­fessionaliserað. – Síðani mugu vit steðga við at spyrja, um kjakið um javn­støðu enn er umráðandi og fara til arbeiðis, tí hesin spurn­ingur í sær sjálvum vitn­ar um, at júst tað er av al­stórum týdningi, staðfestir Lív til endans. SAMRØÐA Heldur snýr feminisman seg um, at seta spurn­ar­tekin við, hvat tað er sum elvir til ójavn­a býti í samfelagnum og um tað er okkurt, sum vit kunnu gera betur til frama fyri øll