Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mars 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggj lóg um sjófeingi broytir vinnulandslagið Lógin um fyrisiting av sjófeinginum kann broyta myndina av føroysku fiskivinnuni komandi árini Árni Gregersen Teir stóðu saman har, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Poul Michelsxen, landsstýris­ maður við vinnumálum, og Høgni Hoydal, landsstýris­ maður við fiskivinnumálum, tá ið uppskotið um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap varð lagt alment fram. Lógin um vinnuligan fiski­ skap eitur nú lóg um fyri­ siting av sjófeingi, men fevnir um allan vinnuligan fiski­skap. Uppskotið er umfattandi og í mongum førum koll­ veltandi fyri føroysku fiski­ vinnuna. Eit er, at ein partur av rættindunum eftir hesum uppskoti skal seljast um eina almenna uppboðssølu – eitt annað er, at lógin nú fer at seta mark fyri hvussu stór einstøku reiðaríini kunnu vera. – Sum lógaruppskotið leggur upp til, so er støðan hjá okkum, at vit alt fyri eitt noyðast at fara at hugsa um at selja annan av trolarunum, sum fiskar í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík.ð Hjá JFK er tað bæði, at ein stórur partur av rættindun­ um í Barentshavinum verða seld um eina uppboðssølu og at ein anti trust lóg kemurs, sum forðar teimum at halda fram, sum higartil í Baarents­ havinum. Lítil undirtøka politiskt Nýskipanin av fiskivinnuni hevur verið ávegis, síðani øll loyvini vóru uppsøgd við 10 ára freist í 2007. Bæði vinnan og politiska skipanin hava vitað, at dag­ urin fór at koma, tá ið av­ gerðin, sum var tikin í 2007 fór at virka og fáa avleið­ ingar. Hóast tað, so eru ongar álvarsligar royndir gjørdar til at finna eina nýggja skip­ an fyrr enn hendan sam­ gongan tók við. Smærri royndir hava ver­ ið, men grundleggjandi eru so mong ymisk áhugamál í vinnuni og í politisku skip­ anini, at torført er at finna meirluta fyri einari kós. At tað eisini er torført at finna semjur, sæst væl, nú hendan samgongan hevur sæð,, at broytingar mugu gerast. Ongar samráðingar mill­ um samgongu og andstøðu hava borið á mál – og hóast samgonguleiðararnir siga nakað annað, so hevur eisini verið torført at finna semju í samgongununi. Tað kann so væl henda, at uppskotið verður samtykt og at samgongan tekur undir við uppskotinum, men hend­ ir tað, so er tað ikki semjan sum ger tað, men heldur tann veruleiki, at fer upp­ skotið ikki ígjøgnum, so eru dagarnir hjá hesi samgongu­ ni taldir. Tørva vitan Uppskotið hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi er lagt fram. Tað fyllur meira enn 100 síður, men framvegis eru tað nógvir spurningar, sum uppskotið við viðmerk­ ingum ikki svarar. Tað er heldur ikki so und­ arligt, tí at fiskivinnu­skip­ anin hevur verið og er regul­ erað á ein sera tekniskan hátt. Nógv av gomlu reguler­ ing­unum eru førddar yvir í nýggju lógina, har tær mill­ um annað verða brúktar sum grundarlag fyri út­rokn­ing­ um. Fiskidagarnir skulu í stóra mun roknast um til kvotur og serliga hjá línuflotanum er torført at síggja, hvussu einmstøku skipini fara at standa, tá ið lógin kemur í gildi. Til dømis hava summi skip spart fiskidagar við at hava fiskað aðrastaðni enn undir Føroyum. Spurning­ urin er so um tey verða revsaði, tít ey hava brúkt so fáar dagar – ella kvotan verður ásett á annan hátt. Ein annar spurningur er, hvussu útlutingin til serlig øki fer at virka. Heldur ikki har er svar uppá allar spurn­ ingarnar, men nú er uppskot­ ið lagt fram og vinnan hevur fingið tað til hoyringar. Tað vil siga, at kjakið heldur fram til samgongan fer í tingið við uppskotinum. Burðardygd Uppskotið hevur higartil fingið mong skot fyri bógvin frá pørtum av vinnuni, men tað er fyrst og fremst upp­ boðssølan og anti-trust lógin. Umsitingarætlanin og burð­ardygd fær í stóran mun undirtøku – eisini frá teim­ um sum annars hava funnist at samlaða uppskotinum. Viðvíkjandi burðardygd, so er vinnan í ávísum førum frammanfyri almennu mynd­ ugleikarnar, tí vinnan hevur í fleiri ár arbeitt við at fáa altjóða góðkenning fyri burð­ ardygd av fleiri fiskasløg­um. Sum lógaruppskotið er sett saman sær út til, at vinnulandslagið, tá ið vit hugsa umn fiskivinnu, fer at broytast markant komandi árini. Samgongan hevur boð­ að frá, at broytingar skulu gerast í býti av virðunum í samfelagnum og hetta upp­ skotið er ein partur av tí. Hanus Hansen, reiðari, sigur, at JFK alt fyri eitt noyðist at selja annan av trolarunum, sum fiskar í Barentshavinum. Teir tríggir formennirnir siga, at samgongan tekur undir við uppskotinum, sum er lagt fram. Hvørki Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin ella Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, siga seg kunna taka undir við uppskotinum hjá samgonguni. Myndin av fiskivinnuni verður broytt komandi árini, samtykkir Løgtingið , uppskotið hjá landsstýrinum. GREINING