týsdagur 7. mars 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1979:
Politi og
ungdómar
bresta
saman
Ófriður er á Vaglinum í Havn
í februar mánaði, og løgregl
an roynir at spjaða manna
múgvuna, sum kastar við
fløskum. Sagt verður, at or
søkin til ófriðin er, at eingin
dansur er.
Niclas Akraberg Poulsen,
politiassistentur, heldur, at
mannalív stóðu upp á spæl,
og álvarsamur fólkaskaði
kundi hent.
– Mannalív standa uppá
spæl, tá tað verður kastað
við fløskum, sigur hann við
Sosialin.
Hann sigur, at tað verður
ført fram, at hetta hendir,
tí eingin dansur er. Tað er
sjálvandi tað, sum kanska
ger, at so nógv ungfólk kem
ur saman.
- Eg meini sjalvur, at tað
var frægast, um tað unga
fólkið var heima ella onkra
aðrastaðni sum at standa har
uppi og bíða eftir, hvat fer at
henda, tí nógv av teimum
gjørdu einki og vóru stak
friðarlig. Tey tóku ikki lut í tí,
sum fór fram, men tey fáa ein
lut í tí uttan at vita tað av tí,
at tey blivu við at vera har. Og
tað er fyri teimum, at hesir
”fýrarnir” gera seg upp, sigur
Niclas
Akraberg
Poulsen,
sum heldur, at nakrir ”fýrar”
útnytta støðuna til at gera
okkurt.
Fundast við danir um
flogvøll á Glyvursnesi
SOSIALURIN 1998
Danskir byggifrøðingar hava verið í Havn og havt fund
við býráðið um flogvøll á Glyvursnesi
S
osialurin skrivar í 1998 um, at
danskir byggifrøðingar hava
verið í Føroyum og tosað við
Tórshavnar býráð um bygging av
flogvølli á Glyvursnesi:
”Ætlanin at byggja flogvøll á
Glyvursnesi er ikki slept.
Tað eru nú eini 10-12 ár síðani, at
býráðið í Havn fyrstu ferð legði fram
ætlanir um flogvøll á Glyvursnesi
og gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at
fáa ætlanina framda í verki.
Men komið varð ongantíð rættu
liga í gongd, áðrenn búskapurin
skramblaði saman og beindi alt
tos um flogvøll í mølposan saman
við so mongum øðrum ætlanum.
Men málið hevur alla tíðina spøkt
meira og minni. Og býráðið, sum nú
er, heldur, at nú er tíðin búgvin at
taka málið framaftur av álvara.
Eitt fyribils úrslit av hesum er,
at fyri nøkrum døgum síðani vóru
danskir byggifrøðingar í Havn og
tosaðu við býráðið um flogvøll á
Glyvursnesi.
Tað er trupult at fáa at vita
akkurát, hvat fundurin var um.
Leivur Hansen, býráðsformað
ur, er tættur sum fløskan og sigur,
at hann hevur ongar viðmerkingar
enn. Og hann vil hvørki vátta ella
avsanna, um fundur hevur verið
um flogvøllin. Men spurdur nærri,
viðgongur hann kortini, at tað
hava verið nakrir danir í Havn og
tosað við býráðið. Men hann vil
ikki siga, hvat tosað varð um.
Bjóða seg fram
Frá øðrum keldur hava vit fing
ið vátað, at fundurin var um flog
vøllin á Glyvursnesi. Og tað skilst
frá somu keldum, at talan er um
byggifrøðingar, sum hava bjóðað
seg fram at gera ein flogvøll á
Glyvursnesi. Í øllum førum vilja
teir tryggja sær at koma uppí part,
verður flogvøllur gjørdur.
Nú meiri enn 10 ár síðani, at
kanningar og kostnaðarmetingar
av flogvøllinum á Glyvursnesi, og
tað skilst, at millum annað var
fundurin um at dagføra kostn
aðarmetingarnar og tær kanning
ar, sum annars vórðu gjørdar tá.
Teir skulu eisini greiða frá, um
nakrar fortreytir eru broyttar
tey 10-12 árini, síðani málið um
flogvøllin var uppi seinast.
Hóast borgarstjórin í Havn
ikki vil siga nakað um fundin,
sum hevur verið millum býráðið
og donsku byggifrøðingarnar um
flogvøll á Glyvursnesi, spurdi
vit hann, hvat hann heldur um
flogvallarmálið sum heild.
Og Leivur Hansen dylir ikki
fyri, at hann heldur, at vit eiga at
gera nýggjan flogvøll í Føroyum.
Og tað skal gerast, áðrenn støða
verður tikin til málið um at byggja
flogvøllin í Vágum út. Ein ítøkilig
ætlan er um at leingja flogvøllin í
Vágum 200 m, upp í 1.450 m.
– Eg haldi, at vit sakna tað
kjakið í Tinginum. Og tað kjakið
skuldi verið tikið upp, áðrenn støða
verður tikin til at leingja flogvøllin
í Vágum, sigur Leivur Hansen.
Sandoyingar keypa skip
Í november 1982 skrivar Sosi
alurin, at eitt nýstovnað parta
felag á Sandi, Greivatáin, hevur
keypt línubátin Miðving frá
P/F Vágadali í Miðvági fyri 3,5
mill. kr. Miðvingur er bygdur í
Søviknes í 1960 og kallaðist fyrr
Gamli Andrass. Teir, sum hava
stovnað nýggja partafelagið, eru
Klæmint Nicodeumssen, Niels
Olsen, Martin Madsen, Bjarki
Henriksen, Klæmint Hansen
og Mikael Olsen, allir á Sandi.
Klæmint Nicodemussen verður
skipari.
Síðani 1. februar í 1986 hevur
Jóhanna Vang úr Kvívík starvast
fulla tíð sum skrivstovukvinna
á Sosialinum. Áðrenn tað
hevði hon arbeitt nakrar tímar
um vikuna í hálvt annað ár.
Jóhanna hevur ábyrgdina av
skrivstovuarbeiðinum, og ringir
tú til Sosialin, kann tað verða,
at Jóhanna tekur telefonina og
beinir teg á rætta stað í húsinum.
- Sosialurin er eitt sera gott
arbeiðspláss. Eingin dagur er eins.
Starvsfólkini eru dugnalig og fitt,
og vit hitta nógv fólk – bæði høg
og lág, sigur Jóhanna Vang.
Starvsfólk:
Jóhanna Vang
Eftir búskaparkreppuna í fyrru hálvu av 1990’unum verður
hugskotið um flogvøll á Glyvursnesi tikið framaftur