Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mars 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fingu væl burtur úr kongafiskaveiði – At íslendski fiskiflotin ikki hevur verið til fiskiskap og ikki hevur fiskað kongafisk, sum er endaður á týska og franska marknaðinum, hevur lyft væl undir prísin, sum vit hava fingið, sigur trolaraskipari Vilmund Jacobsen Tað var tann tíð, tá stór roynd var eftir kongafiski og blálongu, men í fleiri ár hevur ikki verið so nógv at hoyrt um kongafiskaveiði. Tey, sum hava fylgt við upp­boðssøluni hjá Fiska­ markn­aði Føroya seinastu tíð­ina, hava kanska lagt til merkis, at kongafiskur stund­um hevur fingið rætti­ liga góðan prís - ja, heilt upp í slak­ar 25 krónur fyri kilo. Ein trolaraskipari, sum Sosi­al­urin hevur tosað við, sig­ur, at teir í eina tíð hava fisk­að kongafisk vestur úr Myki­nesi. – Lítil roynd hevur verið eft­ir kongafiski á hesar leið í fleiri ár, og her hevur eisini víst seg at vera væl at fáa. Verkfall í Íslandi Høvuðsorsøkin til, at konga­ fiska­veiðan hevur loyst seg, er, at veiðan hevur verið rími­liga góð, og haraftrat hev­ur íslendski fiskiflotin lig­ið so leingi í verkfalli. – At íslendski fiskiflotin ikki hevur verið til fiski­skap og ikki hevur fiskað konga­ fisk, sum er endaður á týska og franska marknaðinum, hev­ur lyft væl undir prísin, sum vit hava fingið. Skiparin sigur, at prísurin á kongafiski hevur ligið heilt upp ímóti 25 krónum fyri kilo, tá hann hevur verið best­ur. – Stutt eftir, at fiski­ manna­verkfallið í Íslandi varð avblást, og fiskiflotin fór út aftur, fall prísurin á konga­fiski niður aftur á sítt van­liga støði, sum liggur um einar 12 krónur fyri kilo, sig­ ur hann. Vánalig upsaveiða Trolaraskiparar lata annars illa at upsaveiðini undir Før­ oy­um, og soleiðis hevur verið yv­ir eina longri tíð. Onkur skipari hevur eisini sagt, at hann ikki minnist so vánaliga upsaveiði, heilt síð­ an hann byrja at trola undir Før­oyum fyri nógvum árum síð­an. – Onkrir partrolarar gera ein rímiligan túr av og á, men sum heild er upsaveiðan vána­lig, eins og upsin sum heild er smáur, siga menn, sum fiska við partrolara und­ir Føroyum. Teir eru eisini teir, sum halda, at rímiliga góði prís­ ur­in, sum hevur fingist fyri upsa – eisini fyri smáan upsa – hev­ur verið við til at gjørt, at ov nógvur smáur upsi hev­ ur verið fiskaður. Menn hava eisini funn­ist av eftirlitinum við upsa­veið­ ini, sum onkrir trol­ara­skip­ ar­ar meta hevur verið ov vána­ligt. – Vit meta, at tað tekur ov langa tíð frá tí, at boðað verð­ ur frá ov nógvum smá­upsa, til leiðirnar verða bráð­feing­ is­stongd­ar, hevur onkur trol­ ara­skip­ari sagt. Prísurin á kongafiski hevur ligið heilt upp ímóti 25 krónum fyri kilo, tá hann hevur verið bestur Broyttar fyritreytir – Næstu árini fara vit at fyrireika uppaftur fleiri spennandi granskingar-og menningarverkætlanir saman við føroysku alifyritøkunum, sigur stjórin í Fiskaaling, Jóhanna Lava Køtlum Vilmund Jacobsen – Fiskaaling fer við góðum treysti inn í framtíðina, og vit hava fleiri góðar orsøkir til at gleða okkum til eitt spenn­andi og mennandi sam­starv við føroysku ali­ vinn­una næstu árini. Tað sigur Jóhanna Lava Køtl­um, stjóri í Fiskaaling, í nýggjastu útgávuni av Ali­tíð­ ind­um. Hon vísir á, at sjálv­ andi harmast tey á Fiska­al­ ing um avgerðina at steðga at framleiða rogn, tí rogna­ fram­leiðslan hevur ver­ið ein stór­ur partur av sam­leik­an­ um hjá Fiskaaling. – Vit noyðast tó at ásanna, at fyritreytirnar fyri at framleiða rogn eru ikki til staðar longur. Fram­ leiðslu­kervið hjá okkum er nið­ur­slitið, kapasiteturin at fram­leiða er avmarkaður, og kappingin við útlendskar rogna­veitarar er hørð. Hon sigur, at tað at fram­ leiða rogn tó bara er ein part­ur av virkseminum hjá Fiska­aling, tí felagið hevur nógv annað virksemi í gongd, sum hevur ment seg seinastu ár­ini, bæði innan gransking, menn­ing, ráðgeving og ym­ isk­ar tænastuveitingar, sum ali­vinn­an brúkar. Fiskaaling hevur gott sam­starv við alifeløgini og sentralar aktørar í vinn­uni. Bæði, tá ræður um dag­ligu uppgávurnar sum eitt nú at telja lýs, gera streym­mát­ ing­ar, meta um lúsaátið hjá rogn­kelsum og at kanna bio­ filt­ur. Eisini, tá ræður um at granska og menna vitan inn­ an burðardygga aling, er fe­ lag­ið ein sentralur aktørur í vinn­uni. Stjórin vísir á, at eitt nú eru einar 15 ymiskar gransk­ ing­ar­verk­ætl­an­ir í gongd á Fiskaaling í løt­uni, um­ framt at felagið hev­ur fleiri um­sókn­ir um gransk­ing­ar­ stuð­ul inni hjá Gransk­ing­ ar­ráðnum og altjóða gransk­ ing­ar­grunnum. – Næstu árini er ætlanin at halda fram við at fyri­ reika uppaftur fleiri spenn­andi granskingar-og menningarverkætlanir sam­ an við føroysku ali­fyri­tøk­ un­um. Jóhanna Lava Køtlum sig­ur, at fyri Fiskaaling hev­ ur tað avgerandi týdn­ing støðugt at menna kunn­ leika­støðið í alivinnuni, bæði á sjógvi og landi umframt menn­ing av alternativum ali­vinn­um.