týsdagur 7. mars 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í dag, mikudagin 8. mars, verður
Niklas Foldbo á Toftum 80 ár. Nikl
as er byggiverkfrøðingur, og tað eru
nógvar og spennandi avbjóðingar,
sum hann hevur havt við at gera.
Samstundis hevur hann í síni frítíð
verið við til at projektera og havt
ábyrgd av fleiri stórum byggiætlan
um, umframt at hann hevur verið
við í øðrum innan mentan og ítrótt.
Hann var avlærdur snikkari
hjá Jakku á Verkstaðnum á Glyvr
um í 1957, og í 1964 var hann aftur
í Føroyum við prógvi frá verkfrøð
ingaskúlanum í Horsens. Hetta var
tá ið føroyska samfelagið stóð á
gáttini til risastóru samferðsluút
byggingarnar, ið hesa síðstu stóru
hálvu øldina hava átt so stóran lut
í menningini.
Eftir at hava starvast í fimm
ár hjá Landsbyggifelagnum flutti
Niklas úr høvuðsstaðnum og til
heimstaðin, har hann bygdi ikki so
langt frá barndómsheiminum. Tá
fór hann í starv hjá Phil & Søn og
stóð fyri havnagerðini í Runavík.
Næstu árini snúði tað seg eisini um
brúnna um Streymin, og um Norð
skálatunnilin og Leynatunnilin, har
Niklas var byggileiðari.
Á heysti í 1976 fór Niklas í starv
hjá Landsverkfrøðinginum, har
hann varð deildarleiðari á Lamb
areiði. Landsverkfrøðingurin stóð
sjálvur fyri fleiri tunnilsarbeiðum.
Tað var so upplagt, at royndirnar
hjá Niklasi á hesum økinum komu
stovninum til góða, og Niklas var
1978-81 byggileiðari, tá ið tunlarnir
vórðu gjørdir í Kalsoy, og síðani í
Leirvíkstunlinum, sum var liðugur
í 1985.
Niklas man vera ein av teimum
føroyingunum, sum hevur fing
ist mest við tunnilsgerðir. Longu
tá ið Sandvíkartunnilin varð fyri
reikaður og bygdur, var hann við
til at máta upp og hava eftirlit,
og við øllum royndunum og har
við innlitinum í huga frá tunn
ilsprojektum hjá Phil & Søn og
Landsverkfrøðinginum, so mundi
tað liggja til høgra beinið, at hann
skuldi eiga sentralan leiklut í sam
bandi við undirsjóvartunlarnar,
sum hava verið á skrá nógvu tey
seinastu árini.
Niklas arbeiddi hjá tí almenna
inntil ár 2000. Tá gjørdist hann
byggileiðari í Vágatunlinum, og
hann var eisini uppií, tá ið Norð
oyatunnilin varð gjørdur.
Henda dagin, tá ið hátíðarhald
var á Strondum í sambandi við,
at fyrsta skotið varð latið av í
Eysturoyartunlinum, var Niklas
hjástaddur, og gamli tunnilsmað
urin mundi fegnast um, at tað nú
verður farið undir at knýta Skála
fjørðin og Suðurstreymoy saman.
Tankin um tunnil undir Tanga
firði er gamal. Men tað var ikki fyrr
enn einstaklingar á Toftum á heysti
í 2002 tóku seg saman í bólk við tí
endamáli at skunda undir tunnils
ætlanina, at tað kom ferð á. Bólk
urin var mannaður við serfrøðing
um innan jarðfrøði, búskaparfrøði,
løgfrøði, siglingarfrøði og verkfrøði.
Bólkurin samstarvaði við bestu
serfrøði í eitt nú Noregi og útar
beiddi tunnilsverkætlan, syrgdi fyri
ferðsluteljingum og framskriving
um og vísti á, hvussu verkætlanin
kundi hanga saman fíggjarliga,
og hvussu stóran samfelagsligan
týdning hon fór at fáa.
Forðingar, byltingar og broyt
ingar vóru á leiðini. Tunnilsætlanin
fór á aðrar hendur, og vit minnast
kjakið, sum var, áðrenn endaligi
leisturin varð funnin. Tá ið tað nú
verður hugt aftur á, so er verkætl
anin tann, ið varð løgd fram fyri
fjúrtan árum síðani – við rund
koyring.
Entreprenørar brenna fyri síni
søk og eru støðugt í holtur við okk
urt, og soleiðis hevur tað verið hjá
Niklasi.
Hann var í nógv ár formaður í
nevndini fyri Menningargrunnin
og eitt skifti bygdaráðslimur í Nes
kommunu. Niklas var formaður
í bygginevndini, tá ið ellisheimið
í Runavík varð bygt fyrst í áttati
árunum. Tað er tiltikið, hvussu
væl tann verkætlanin hepnaðist. Í
nógv ár var hann limur og formað
ur í kirkjuráðnum. Tá var stóra
takið at syrgja fyri nýggjari kirkju.
Fríðrikskirkjan varð bygd í svár
astu krepputíð. Kirkjuráðið stóð
fyri byggingini, og kirkjufólkið tók
dyggiliga undir. Niklas var ein av
teimum, sum legði stóra orku í at
fáa leguhúsið í Nesvík liðugt.
Tá ið felagið fyri kirkjuráðslimir
varð stovnað miðskeiðis í níti árun
um, var Niklas ein av stigtakarun
um, og hann var fyrsti formaður í
felagnum.
Um góðar tvær vikur, 24. mars,
verður ítróttarfelagið NSÍ 60 ár.
Fyrsti formaður í felagnum var
Niklas Foldbo, sum harvið var bara
20 ára gamal, tá ið hann saman
við Ib Hauritz, sála, tók stig til at
stovna ítróttarfelag á eystara armi
á Skálafjørðinum. Niklas bæði róði
kapp og spældi hondbólt.
Seinni er nógv orka løgd í ítr
óttarfelagið í heimbygdini. Tað er
tiltikið, hvussu bygdafólkið stóð
saman, tá ið fleiri vallir og tvey fe
lagshús vórðu bygd.
Niklas Foldbo giftist í 1963 við
Rakul fødd Johannesen og ættað
av Hellunum. Rakul og Niklas eiga
tríggjar døtrar: Inga, Helga og Ól
uva.
J
Tann 13. februar 2015 andaðist Odd
ur, bróðir. Tað vil siga, at 3. februar
hevði hann fylt 70 ár, átti hann lív
og heilsu.
Oddur vaks upp í Skálum í
Hvalba, sum var eitt paradís fyri
børn at vaksa upp. Umhvørvið í
Skálum umfataði Mølina, árabátar,
flakar, sandin, fótbóltsplenuna,
bøin, hagan, keiina, sandflundrur,
ternumurtar, seið, reyðfisk – ja, fríir
sum fuglarnir vóru vit børnini – og
síðst, men ikki minst, og tað sum tá
hevði nógv at siga – so var mamma
altíð heima, ein tryggan og góðan
barndóm fekk man.
Systkini hjá Oddi vóru fýra
systrar og so eg, ið kom nøkur ár
seinni, so eg minnist bert Odd sum
siglandi mann; fyrst við Leivi Øss
ursson sum messur, síðani Jógvani
á Gørðum, og so í Íslandi á várstíð.
T. v. s, at í staðin fyri at fara bein
leiðis í realskúla frá fólkaskúlanum,
fór hann til skips fyrst, og síðani
tók hann tvey ár í real á Tvøroyri,
áðrenn leiðin lá til Havnar á stud
entaskúla. Í trý ára skúlatíðini búði
hann hjá elstu systrini, Katrin.
Liðugur við skúlan fór hann til
Skopunar at vera læraravikarur
skúlaárið 1970-71, har Jógvan Adolf
Johannesen var fyrstilærari.
Minnist sera væl ein summardag
í 1971, at hann ringdi til mín í Hvalba
og bað meg koma norður til Skop
unar eitt vikuskifti. Pride var júst
inni á Hvalba, so eg tók eina skjóta
avgerð og setti meg umborð. Áðr
enn eg fór, legði eg ein seðil til
mammu, ið ikki var inni, tá eg fór.
Oddur tók ímóti við BSA-motor
súkklu og koyrdu vit runt í Sand
oynni í tveir dagar, tað var síðsti
skúladagur í Skopun og fóru vit
báðir aftur til Hvalbiar við Pride.
Motorsúkklur
høvdu
hansara
áhuga tá; hann kom heim við einari
Nimbus, eftir at hann hevði verið á
sjófartsskúla í Danmark.
Eftir tíðina í Skopun var hann
eitt hálvt ár í Danmark, har hann
stóð í revisorlæru, men hann treivst
ikki niðri, og heimafturkomin fór
hann umborð á klaksvíkstrolaran
Stellu Karinu og var tað fyrstu fer
at vit báðir vóru saman til skips, ár
ini 1973-74. Seinni var hann saman
við øðrum hvalbingum fleiri túrar
við norska flakatrolaranum Hav
strand. Ein túr gjørdi hann við Kap
Farvel.
Í 1977 fór Oddur á stýrimans
skúla og bleiv í 1980 liðugur sum
skipsførari við góðum prógvi. Frits
Thomsen á Skála var nummar eitt
og Oddur nummar tvey. Tað sein
asta skúlaárið búði hann hjá okk
um á Tórsbyrgi – mær, Marin og
Guðrið, Herdis og Hjalmar.
Fyri at sleppa at brúka pappírini,
fór hann við einum gasstangaskipi
hjá Torm, men bara í tveir mánaðir.
Heimafturkomin vóru boð eftir ein
um trolmanni til Nónhamar – fiski
skapur lá meira til hansara, haldi eg
– og har sigldi hann frá 1980 til 1990
sum trolbassi, annar stýrimaður og
fyrsti stýrimaður.
Aftur her vóru vit til skips sam
an, hesaferð í seks ár, og tíðin har
umborð var ein sera góð tíð, har
vit samstarvaðu – eg sum fabriks
formaður og hann sum annar ella
fyrsti stýrimaður – og har komu vit
veruliga hvørjum øðrum við.
Oddur var verðandi í Kjølbro-
reiðarínum, og kom Sundaberg at
verða tað skipið, hann var longst
við, frá 1990 til 2007, mest sum
trolbassi, annar stýrimaður og sein
astu tíðina sum maður á fabrikkini.
Lívsstarv hansara bleiv at vera
trolmaður, og ikki kann sigast ann
að enn, at tað røkti hann til fuln
ar. Tiltikin skjótur og kvikur var
hann á trolaradekki, bæði tá tað
galt at bøta trol o.a., og ikki minst,
tá alt kom inn av hekkuni í ein
um roka og skrætt. Eg haldi, at tá
var hann veruliga í sínum rætta
elementi, tí har kundi hann loysa
arbeiðstrupulleikar við sínum evn
um sum ein raskur, dugnaligur, og
framúr skilagóður sjómaður. Ein
álitismaður í orðsins rætta týdn
ingi. Mátini á øllum trolunum hevði
hann øll í høvdinum.
Ein sera vitandi maður var
Oddur. Tað gav at bíta , tá hann
ein heilan vetur,- eg haldi tað var
1998-99, - sat leygarkvøld eftir leyg
arkvøld í eini spurnarkapping í Út
varpinum, har hann koppaði øllum,
ið bjóðaðu honum av.
Hann las nógv; t.d. las hann alt,
sum hann kundi finna um polar
farar og aðrar kendar pionerar, og
heimssøga og stórpolitikkur høvdu
eisini hansara stóra áhuga. Leksi
kon hansara var uppslitin. Men
serliga var hann hugtikin av eyst
urríkska rithøvundinum, Stefan
Zweig, hann átti og las allar bøkur
hansara.
Ættargranskingin gav honum –
sum visti nógv um familju framm
anundan – sera nógva vitan, ið festi
seg, tí hann hevði eitt minni sum
fáur.
Sum hvalbingar flestir, var
Oddur eisini virkin í Royn, og sum
fótbóltsspælara
minnast
bæði
hvalbingar og aðrir hann væl sum
ein góðan verjuspælara tey fyrstu
árini, eftir at fótbólturin hja Royn
var tikin uppaftur í 1968. Tað liðið
frá -68 til -73 hevur verið tað besta,
ið Royn hevur havt! Seinni var
hann eisini í nevndini eitt stutt tíð
arbil.
Boksing hevði eisini hansara
stóra áhuga, og var nakað at spyrja
um á tí økinum, so var bara at ringja
til hansara. Tá Mike Tyson kom til
Keypmannahavnar at boksa ímóti
Brian Nielsen, var Oddur skjótur
at keypa sær eitt atgongumerki við
»ringside« fyri fleiri túsund krónur.
Men ólukkutíð fyri hann, vóru boð
eftir honum at koma ein túr við við
Sundabergi beint áðrenn dystin, so
hann gav mær atgongumerkið og
bleiv tað sjálvandi ein ógloymandi
uppliving.
Men soleiðis minnist eg Oddur,
bróðir – altíð kom eg í fremstu røð;
Eg minnist sum smádrongur, at
hann hevði meg ofta við í tí hann
tókst við.
Tá Oddur legðist uppi, eftir at
hava siglt í eini 45 ár, fekk hann
sær ymiskt fyrifallandi arbeiði, tí
inni tímdi hann ikki at sita. Eina
stutta tíð arbeiddi hann á flaka
virkinum, og málaði eisini hjá
skyldmanninum, Martin í Nesi.
Síðstu tvey árini skiftist hann
ímillum at arbeiða nakrar dagar í
kolinum og so at rógva út, ávika
vist við Bárðardrangi hjá Hjartvard
Thomsen og so sínum egna »einkar
barni«, Knørri, sum var seksæring
urin, hann hevði keypt frá pabba og
øðrum.
Nei, ikki lá tað til bróður at liggja
á tí latu síðuni, men hóast Oddur
fekk eina tíð á landi, bleiv hon alt
ov stutt.
Seinasta hálva árið fekk Oddur –
og øll vit í familjuni – ein sovorðnan
lúsing, tá Hjalmar bleiv tikin frá
okkum; haldi at Oddur kom ong
antíð yvir tað. Tá bleiv so nógv
oyðilagt fyri okkara familju.
Hetta vóru bert nøkur fá orð um
beiggja mín, eg kundi skriva okkurt
aftrat, men velji at steðga her.
Góði Oddur, bróðir! Hvíl í friði
og takk fyri alt, vit báðir hava havt
saman.
Heini
Niklas Foldbo 80 ár
Oddur Holm til minnis
NØVN