týsdagur 7. mars 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
GREIÐIR FAVORITTAR
Lutakastið til 1/8 finalurnar í kappingini um Løgmanssteypið gav fleiri greiðar favorittar. Serliga
havnarfeløgini fingu á papírinum lættar uppgávur, meðan KÍ eisini kom í tann bólkin
Tróndur Arge
Tað er ein góður møguleiki fyri, at
tað bara eru lið úr Effo-deildini,
sum møtast í fjórðingsfinaluni.
Lutakastið gjørdi, at øll liðini úr
lægru deildunum møta liðum úr
bestu deildini. Bara í tveimum
førum møtast tvey lið úr Effo-
deildini. Tey eru EB/Streymur –
Skála og 07 Vestur – NSÍ.
Vandi fyri stórsigrum
Tað eru trý feløg við í steypa
kappingini, sum ikki spæla í antin
bestu ella næstbestu deildini. Tey
eru B71, sum spælir í 2.deild, og MB
og Undrið FF, sum bæði spæla í
3.deild. Tey fingu øll trý eitt avbera
torført lutakast.
B71 skal annað ári á rað til
Havnar í steypakappingini. Í fjør
tapti sandoyingar heili 9-1 fyri HB,
har millum annað núverandi venj
arin, Símin Hansen, skoraði fyri
vertirnar. Hann og B71 skulu í ár til
Havnar at takast við B36.
Hitt felagið í Gundadali skal
spæla móti javnaldrinum MB. Mið
vingar hava verið í miðdeplinum í
føroyskum fótbólti, eftir at felagið
valdi at skjóta mótvalevni upp til
forsetavalið hjá Fótbóltssambandi
num. Liðið hevur tó trupult við at
liva upp til bestu løturnar í løtu, tí
liðið er í dag at finna í 3.deild. MB
fær heldur onga náði frá HB.
– Steypakappingin er skjótasti
vegur til Evropa, so eg kann ikki
ímynda mær annað, enn at vit stilla
við sterkastu uppstilling. Um man
fer inn við tí fyri eyga, at hesin
dysturin er ókeypis, so tekur man
feil, sigur Sigfríður Clementsen.
Eisini KÍ er risafavorittur, tá teir
koma til Havnar at spæla móti
Undrinum. KÍ er nokk tað liðið,
sum hevur staðið seg best í
venjingardystunum og liðið er
verandi steypavinnari.
Her lúrir vandin fyri stórsigrum
til favorittarnar.
Hesir hava ein kjans
Í trimum førum er talan um upp
gerðir, har liðini í lægru deildunum
kunnu metast at hava ein møgu
leika at bjóða av. Størsta møgu
leikan hava argjamenn, sum taka
móti
nýggja
felagsliðnum
úr
suðuroynni.
Argjamenn hava fingið kær
komnan styrk í spælarum sum
Mikkjali T. Hentze og Teiti Jóan
nesarson, sum eru komnir úr Giza
Hoyvík, meðan ungi og evnaríki
Bjarki Nielsen er afturkomin frá
útlondum.
Liðið hevur eisini góðar royndir
úr bestu deildini við spælarum sum
Heðini Stenberg, Dimitrije Jan
kovic, Sørini Samuelsen, Jobin
Drangastein, Bárði Olsen og Kars
tini Højgaard.
Mótstøðuliðið er ikki spælt
saman enn, og higarti hevur tað
verið torført at siga hvørja styrki
nýggja liðið í suðuroynni hevur.
Argjamenn hava eisini heimavøllin.
Tí er ein rímiligur møguleiki fyri, at
AB kann vinna seg víðari.
ÍF hevur í nøkur ár verið í
ongamannalandi í landskappingini.
Í ár hvílir ábyrgdin á nýggjum
herðum og tað er óvist hvussu
sterkt liðið er. Mótstøðuliðið í
steypakappingini er Giza Hoyvík,
Løgmanssteypið:
KÍ og Jóannes Bjartalíð t.v. skulu til Havnar at spæla móti Undrinum. Einar Tróndargjógv og teir i NSÍ skulu vestur at spæla ímóti 07 Vestur.