Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mars 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nógvir greiðir favorittar eru í 1/8-finalunum í kappingini um Løgmanssteypið, men serliga tveir dystir verða spennandi har. Tað heldur Bill McLeod Jacobsen, nú fyrrverandi U21- landsliðsvenjari, sum í kvøld hevur fylgt við lutakastinum úr Farum, Danmark, har hann er á námsferð í sambandi við sína Pro Licence-útbúgving. – Teir mest spennandi dystirnir eru heilt greitt EB/ Streymur – Skála og 07 Vestur – NSÍ. Sunda­lagsmenn vilja prógva, at teir eru við aftur og vilja bjóða miðliðunum av í ár. 07 Vestur hevur styrkt seg markant og hetta verður ein styrki­roynd hjá teimum. Skála og NSÍ eiga at vinna greitt, men steypa­kapping er steypakapping, so hetta verður spennandi, heldur Bill M. Jacobsen. – Suðuroyarliðið eigur at vinna á AB, men spennandi verður eisini at fylgja teimum í fyrstu umførunum og í steypakappingini. Víkingur, B36, HB, ÍF og KÍ eiga at vinna greitt, um tey vilja nakað í ár. Men tað er jú sjarman við steypa­ kappingini, at alt kann henda, sigur Bill McLeod Jacobsen. trondur@sosialurin.fo sum bleiv nummar fýra í 1. deild farna kappingarár. Liðið er nógv broyt til í ár, og fáir spælarar ganga aftur. Hetta er helst ein av teimum dystunum, at um ÍF skorar fyrst, so verður torført at fáa nakarn spenning í. Giza Hoyvík prógvaði tó í fjør, at liðið kann bíta frá sær, tá teir vunnu á B68 og taptu tepurt fyri Skála í steypakappingini. Víkingur hevur ikki tapt í steypa­ ­kappingini í fleiri ár í van­ligari leiktíð. Uppgávan hjá Súna Olsen og B68 er tí stór, tá gøtumenn og leirvíkingar koma á vitjan á Toft­um. Her er tó vert at minna á, at B68 í fjør fekk stig móti júst Víkingi á Toftum. Annað enn tað, so er torført at síggja ein annan vinnara enn sigursvandu víkingarnir. Effo-uppgerðir Tveir teir seinastu dystirnir eru millum tvey feløg í Effo-deildini. Í Streymnesi tekur EB/Streymur moti Skála. Tvey feløg sum sam­ starva á kvinnusíðuni og annars eru áleið í somu støðu, tá hugsað verður um málsetningin. Her ber illa til at peika á ein favoritt. Skála er nokk betri á papírinum, men sundalagsmenn hava heimavøll og góðar royndir søguliga í steypakappingini. Skála hevur fyrimunin av, at liðið hevur spælt eitt fult kappingarár í bestu deildini, meðan EB/Streymur er uppflytari, eftir at ár við 1. deildarfótbólti, sum ikki er á høgu stigi í løtuni. Í Sørvági verður dystur millum uppflytarnar úr 07 Vestur og steypafinalistunum í 2015, NSÍ. Her NSÍ rímiliga greiðir favorittur, men tað røkist fyri at 07 Vestur, við Ken Fagerberg á odda, er í holt við at byggja eitt lið upp, ið kann vinna seg fast í bestu deildini. Hetta verður ein møguleiki at prógva tað. Nær? 1/8-finalurnar verða spældar 2. Apríl. Síðani verður nýtt lutakast til fjórðingsfinalurnar, sum verða spældar 13. apríl. Hálvfinalur verða spældar 10. og 25. mai. Sjálv steypa­ finalan um Løgmanssteypið verður spæld 26. august á Tórsvølli trondur@sosialurin.fo Tveir spennandi dystir Jóan Símun Edmundsson, sum skoraði tvey ferðir í 4-0 sigrinum á AaB í gjár, er enn eina ferð valdur á eitt vikulið. Hesa ferð er toftamaðurin komin á vikuliðið hjá superliguni. Landsliðsframherjin fær meting 10 av 10, eftir at hann skoraði tvey góð mál í gjár. Tað fyrra, tá hann aftaná ein tíma øtki til 2-0, eftir innlegg úr høgru. Tað seinna til 4-0 tíggju minuttir fyri tíð, tá hann rann seg leysan av verjuni, dribbl­ aði framvið málverjanum og trillaði bóltin í málið. OB hevur fingið tveir spælarar á vikuliðið. Annar av teimum er mið­ verjin Jeppe Tverskov, meðan hin er føroyski landsliðsáleyparin, Jóan Símun Edmundsson. Hetta er sjeynda málið hjá toftamanninum hetta kappingar­ árið. Hann hevur spælt 21 dystir, men fleiri av teimum á høgra mið­ vøllinum. Jóan Símun Edmundsson fekk eisini eitt gult kort, og tað er hansara fimta hetta kappingarárið. Umframt at skjóta mál, so hevur hann eisini lagt upp til trý mál. trondur@sosialurin.fo Superliga: Hægsta meting til Jóan Símun Toftamaðurin er aftur á vikuliðnum í superliguni Lutakastið til 1/8 finalurnar: AB – TB/FCS/Royn B68 – Víkingur EB/Streymur – Skála B36 – B71 07 Vestur – NSÍ HB – MB ÍF – Giza Hoyvík Undrið FF – KÍ