Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 4 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA T á Orit og Omri Galperin í 2007 fyri fyrstu ferð settu fótin á føroyska jørð, var tað byrjanin til eitt langt vinalag millum ísraelska parið og føroyingar. Tey bæði fingu nevniliga ein so djúpan alsk til fólkið, mentanina og náttúruna, at tann eina ferðin gjørdist til eina aftrat, og næstu nógvu árini vendu tey fleiri ferðirnar aftur til Føroyar. Tíggju ár eru farin síðan parið fyrstu ferð vitjaði Føroyar, og nógv er broytt síðan fyrstu vitjanina. Í dag hava Orit og Omri Galperin býtt teirra tilveru í Ísrael um við eini tilveru í Tórshavn, har tey búgva í einum húsi saman við teirra tveimum børnum, ið bæði ganga í føroyska fólkaskúlanum. Fyri hálvumøðrum ári síð­ an valdu Orit og Omri Galperin nevniliga at fara heimanífrá, og royna eydnuna í fjarskotna oyggja­samfelagnum í Norður­ atlantshavinum. Omri Galperin fekk eitt starv í køkinum á Hotel Føroyum, meðan Orit Galperin, ið hevur tvær master útbúgvingar, aðra í lívfrøði og hina í verkfrøði, tók við einum eitt ára starvi á Tjaldurs Apoteki. Sostatt tryggjaði parið sær eitt stað í føroyskari søgu. – So vítt sum vit vita, so eru vit søgulig. Hóast tað frammanundan eru nakrir føroyingar, ið hava ísraelskan maka í Føroyum, so eru vit tað fyrsta parið, har bæði eru úr Ísrael, ið hava búsett seg í Føroyum, siga tey bæði við einum smíli. Serstakt gestablídni Hóast familjan einans hevur búð í landinum í fimtan mánaðir, so hava tey í dag trupult at ímynda sær eitt lív aðrastaðni. – Lívið her er nógv meira róligt enn har vit koma frá. Tað er ikki líka intenst sum í Ísrael. Fólk geva sær betri tíð at vera saman og hjálpa hvørjum øðrum. Føroyingar eru veruliga nakað serstakt, siga tey bæði við ein munn. Serliga er tað ein søga, ið fellir Omri Galperin í huga, tá hann skal royna at lýsa tann føroyska blíð­ skapin. – Ein dagin hevði eg eitt ørindi í Klaksvík. Eg hevði aldrin verið har áður, men hugsaði, at tað nokk skuldi ganga. So eg setti meg í bilin og koyrdi norðureftir. Eg veit ikki heilt, hvar eg endaði, men tað var hvørt fall fleiri kilometrar frá býnum, og visti eg ikki hvussu eg skuldi sleppa til Klaksvíkar. So har var einki annað at gera enn at spyrja um veg, greiðir Omri Galperin frá. Omri Galperin fekk samband við ein føroying, og spurdi við­ komandi um hvussu hann slapp til Klaksvíkar. Hvat maðurin síðan gjørdi fer Omri Galperin aldrin at gloyma. – Hann segði, at tað var eingin trupulleiki, og at eg bara skuldi fylgja honum. Síðan setti hann seg í sín bil, og so koyrdi eg fleiri kilometrar eftir honum inntil vit komu til Klaksvíkar. Slíka hjálp ella blíðskap høvdu vit ikki fingið nakra aðrastaðni, greiðir Omri Galperin frá, áðrenn Orit Galperin leggur afturat. – Hatta er bara ein av mongum slíkum søgum um hvussu blíðir føroyingar eru. Stúra fyri framtíðini Men hóast lítla familjan hevur funnið eitt nýtt heim í Føroyum, og kenna seg væl móttikin, so er ikki vist, at tey framhaldandi verða ein partur av føroyska samfelagnum Orsøkin er manglandi starvs­ møguleikar á føroyska arbeiðs­ marknaðinum. Sáttmálin hjá Orit Galperin við gamla arbeiðsplássið var avmarkaður til eitt ár, og endaði 1. januar 2017. Sostatt er hon í løtuni arbeiðsleys, og er tað als ikki ein haldbar støða hjá familjuni. – Eg hevði ein eitt ára sáttmála við Tjaldurs Apotek, ið endaði 1. januar 2017. Har arbeiddi eg við eini verkætlan sum ráðgevi inn­ an góðskutrygging. Tað var ein verkætlan, har eg kundi brúka mínar arbeiðsroyndir og út­búgv­ ingar, og dámdi mær væl tað ar­ beiðið, greiðir Orit Galperin frá. Undrast Síðan tá hevur Orit Galperin leitað eftir einum nýggju arbeiði, men tað hevur víst seg at verða verri enn væntað. – Eg kundi tikið við einum vaskiarbeiði ella staðið í handli, men eg eri meira enn væl kvalifisera at arbeiða sum ráðgevi innan góðsku í bæði heilsuverkinum og hjá privatum fyritøkum, ið seta høg heilsulig krøv til framleiðslu. Tað er tað, ið eg havi arbeitt við nógvu síðstu árini. Men tað vísir seg, at verða torført at fáa nakað slíkt arbeiði í Føroyum, greiðir Orit Galperin frá. – Almennar og privatar fyritøkur rinda dýrt fyri útlendskar serfrøðingar, ið koma til landið, halda onkrar fyrilestrar ella veita ráðgeving, og fara so avstað aftur við allari vitanini. So eg skilji ikki hví tað skal vera so torført at finna eitt arbeiði, tá eg eri her í Føroyum. Tað sigur ísraelska Orit Galperin, ið saman við manni og børnum fluttu til Føroyar fyri einum ári síðan. Men um tað ikki eydnast faklærdu kvinnuni at finna arbeiði skjótt, so flytur familjan av landinum aftur VILJA VERÐA V Orit og Omri Galperin: Vit hava ikki sett eina tíðarfreist á, men um tað ganga fleiri mánaðir uttan, at Orit fær eitt nýtt starv, so mugu vit flyta av landinum aftur« OMRI GALPERIN