hósdagur 9. mars 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017
SOSIALURIN 30
5
Sjálv undrast hon á, at tað skal
vera so torført at finna eitt arbeiði,
tá føroyingar í heilum senda boð
eftir serfrøðingum úr Danmark
innan sama øki.
– Almennar og privatar fyri
tøkur rinda dýrt fyri útlendskar
serfrøðingar, ið koma til landið,
halda onkrar fyrilestrar ella veita
ráðgeving, og fara so avstað aftur
við allari vitanini. Tí skilji eg ikki
hví tað skal vera so torført at finna
eitt arbeiði, tá eg eri í Føroyum,
sigur Orit Galperin.
Um so er, at Orit Galperin ikki
finnur eitt arbeiði innan hennara
fakøki, so verður endin helst tann,
at familjan flytur av landinum
aftur.
– Vit hava ikki sett eina tíðar
freist á, men um tað ganga fleiri
mánaðir uttan, at Orit fær eitt
nýtt starv, so mugu vit flyta av
landinum aftur, tí tað gongur bara
ikki, at hon er arbeiðsleys, sigur
maðurin.
Hava tikið landið til sín
Tað verður tó ikki ein lætt av
gerð hjá familjuni at taka, tí hóast
føroyska mentanin er grund
leggjandi øðrvísi frá tí, ið Orit og
Omri Galperin kenna frá sínum
heimlandi í Miðeystri, so føla tey
og børnini seg heima í Føroyum.
– Hóast børnini ikki dugdu før
oyskt, tá vit fluttu til Føroya, so
ganga bæði í fólkaskúla í dag, og
hava lært seg málið. Tey trívast
her, og vit trívast her. Føroyingar
hava eisini tikið væl móti okkum
og okkara børnum, siga Orit og
Omri Galperin.
Sjálv hava Orit og Omri Galperin
eisini roynt at geva sítt íkast til før
oyska samfelagið, ið tey eru vorðin
góð við.
– Eg havi undirvíst hebraiskt
í kvøldskúlanum. So nú eru tað
eini tólv føroyingar, ið hava fingið
eina grundleggjandi undirvísing
í hebraiskum. Harumframt eru í
løtuni í holt við at skriva eina bók
við útgangsstøði í Føroyum, greiðir
Orit Galperin frá, og leggur afturat.
– Bókin snýr seg um eina
familju á Kalsoynni fyri hundrað
árum síðan, og hvussu tey fingu
endarnar at røkka saman tá. Eg
havi gjørt nógv kanningararbeiði
í samband við bókina, ið eg ætli at
geva út í Ísrael. Tað hevði sjálvandi
verið stuttligt, um onkur hevði
kunna týtt bókina til føroyskt, so
føroyingar eisini fáa høvi at lesa
bókina, sigur Orit Galperin.
– Tað er ein
trupulleiki
Tað er ikki óvanligt, at tilflytarar
hava trupulleikar við at fáa
yrkislærd størv í Føroyum.
Avbjóðingarnar eru tvinnar, sigur
David Im, integratiónssamskipari
í Útlendingastovuni
HALLUR AV RANA
Tað er ikki ókendur trupulleiki,
ið Orit Galperin stríðist við, tá
hon upplivir, at tað sum til
flytari er trupult at finna eitt
arbeiði í Føroyum, ið samsvarar
við hennara útbúgving. Tvørtur
ímóti er tað ein trupulleiki,
ið Útlendingastovan arbeiðir
við í løtuni, greiðir David Im,
integratiónssamskipari hjá
Útlendingastovuni frá.
– Tað er ein trupulleiki hjá
nógvum innflytarum at finna
yrkislærd størv, ið samsvara
við teirra førleikum. Tá er tað
relativt lættari at fáa eitt ófak
lært starv á einum flakavirki
ella sum vaskikona, sigur David
Im.
Tað eru serliga tvær orsøkir,
ið spæla inn, tá ein arbeiðsgevari
heldur velur at seta ein føroying
enn ein tilflytara í starv.
– Málið er høvuðsorsøkin til,
at tað kann vera trupult at fáa
starv. Arbeiðsgevarar ynskja,
at arbeiðsfólkið megnar at
samskifta eitt sindur á før
oyskum, serliga um talan er
um eitt starv, ið inniber nógv
samskifti. Tað áhugaverda er
tó, at nakrir at tilflytarunum, ið
søkja yrkislærd størv, duga væl
føroyskt, men fáa kortini ikki
størvini við grundgevingini, at
tey ikki duga nóg væl føroyskt,
sigur David Im, ið metir tað er
órógvandi.
– Tí nær dugir tú føroyskt so
væl, at tú kanst fáa eitt starv?
Hvar er markið, spyr David Im.
Hin avbjóðingin er, at ar
beiðsgevarar ikki kenna út
búgvingarstovnarnar
ella
útbúgvingarskipanirnar har
umsøkjarin hevur lisið, og tí
krevja øll møgulig skjøl sum
prógv fyri at tryggja, at góðskan
á útbúgvingini samsvarar við
danskar og føroyskar útbúgv
ingar.
– Tað kann vera strævið
arbeiði at fáa øll skjølini til
høldar. At fáa útbúgvingarnar
góðkendar í Danmark kann
vera ein drúgv tilgongd, ið kann
millum annað innibera, at tey
skula seta seg í samband við ein
lærara ella lærustovn, og spyrja
um fimm ella tíggju ára gamlar
góðkenningar og bókalistar. Tað
er ein øgiliga stór arbeiðsbyrða,
tá man søkir eitt arbeiði, greiðir
David Im frá.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
VERANDI
– Lívið her er
nógv meira
róligt enn har vit
koma frá. Tað er
ikki líka intenst
sum í Ísrael.
Fólk geva sær
betri tíð at vera
saman og hjálpa
hvørjum øðrum.
Føroyingar
eru veruliga
nakað serstakt,
siga tey bæði
– Tað er ein trupulleiki hjá nógvum innflytarum at finna
yrkislærd størv, ið samsvara við teirra førleikum