Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 6 SAMRØÐA ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO S íðani hjartað hjá Rólanti varð skift hevur tað sligið, sum tað skal, greiðir hann frá. Beint eftir trans­planti­ ónina var støðan eitt sindur óreglu­ lig, av tí at hann fekk nógvan heili­ vág, sum skuldi lagast til kropp­in, so­leið­is at kroppurin ikki leyp á nýggja hjartað. Hann var tá í Dan­ mark í seks mánaðir, men flutti síð­ani heim aftur til klett­arn­ar at búgva. Tó krevur støð­an hjá hon­ um, at hann verður kann­að­ur triðja hvønn mánað, og hetta er aðru hvørja ferð á Lands­sjúkra­hús­in­um og aðru hvørja ferð á Rík­is­sjúkra­ hús­inum í Keyp­manna­havn. – Eg má ansa væl eftir blóð­trýst­ in­um, royna at íðka ítrótt og røra meg, og so má eg heldur ikki eta rátt kjøt, tí imunverjan hjá mær er so lág, greiðir hann frá. Stóra hjartatransplantiónin hev­ur ikki hildið Rólanti frá at vera virk­in í skúla, arbeiði og ymiskum áhuga­málum. Seinastu árini hevur hann roynt eitt sindur av hvørjum, og síðani funnið útav hvat hann veru­liga ynskir at takast við. Hann greið­ir frá, at hann hevur roynt at funn­ið seg sjálvan. Í leitanini eft­ ir sær sjálvum hevur hann sitið á skúla­bonki, verið í læru og í arb­eiði – og givist aftur. Nú er hann næst­ an liðugur við HF, og ætlar sær at flyta til Danmarkar eftir summ­ ar­frítíðina, har hann eisini hevur funn­ið kærleikan. Føroyar eru ov lítlar til mín – Eg ætli at lesa til psykomotorisk tera­put, tá eg flyti niður, tí hetta er nakað, sum eg kann realatera til við míni sjúkralegu, og mær dámar væl at fáast við og arbeiða við fólki, sig­ur hann. – Eg eri ikki ein stillur persónur, og skal alla tíðina hava okkurt at gera, og tí var kontór arbeiði ikki akk­urat eg, leggur hann afturat. Hann leggur ikki fingrar ímillum, at hann eisini leingist til størri støð við fleiri avbjóðingum og møguleikum, enn tí sum er í Før­oy­um. – Tað kann eisni vera tí, at Før­ oy­ar eru ov óinteresantar til mín. Um eg fái útbúgving og fast starv niðri, so vænti eg ikki at eg komi aft­ur til Føroyar at búgva. Tað er tó ringt at siga við við vissu nú, tí eg eri enn so ungur, og hesin hug­ burð­urin kann broytast. – Tað at vera í Danmark er eisini tryggj­andi fyri meg, tí tað er meir kunn­skapur um hjartatransplatión har. Eg kenni tað trygt at vera har, sum serfrøðingarnir eru. Eisini dám­ar mær betri sjúkrahúsverkið í Dan­mark enn tað her heima, sig­ur Ról­ant, tá hann hugsar um broyt­ ing­ina, sum fer at henda eftir summ­arfrítíðina. – Har eru eisni betri umstøður fyri meg vera við í stuðulsbólkum og tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum eg. Hendan møguleikan havi eg ikki í Føroyum, sigur hann Trívist á leikpallinum Seinastu tíðina hevur Rólant verið nógv at sæð á palli í leikinum Landa­strokið, sum Ria Tórgarð leik­stjórnaði, í samband við 40 ára jube­læ­umið hjá Klaksvíkar Sjón­ leik­ara­felag í ár. Rólant hevur verið virkin sum drama­lærari og hjálparleikstjóri í sjón­leikaheiminum í langa tíð, men hevur ikki staðið nógv á palli sjálv­ur. Nú hevur hann tó framført all­an februar mánað, og hetta er nak­að hann vil halda á við. – Hetta við sjónleiki havi eg altíð tímað ordiliga væl, men tó, so er tað er ikki lætt at liva av at vera sjón­ leik­ari. Hóast eg ikki velji tað sum yrk­is­leið, so sleppi eg tí nokk ong­ an­tíð heilt, sigur hann Lívið er sett í perspektiv Tað at Rólant bleiv sjúkur, sum bert 13 ára gamal, hevur myndað lív hansara. Hann greiðir frá, at tað hev­ur verið ein hørð tíð fyri hann og fyri familjuna. – Tað setur lívið í perspektiv, og nú dugi eg betri at síggja av­leið­ ingar av tí sum eg geri, og at virð­ is­meta lívið á ein heilt annan hátt, hug­leiðir hann. – Eg var ikki meir enn 13 ár, tá eg bleiv sjúkur, og bert 14 ár tá eg fekk nýtt hjarta. Tá javnaldrarnir fingu sær sína fyrstu siggarett og sína fyrstu øl lá eg sjúkur í Keyp­ manna­havn, sigur Rólant. – Tá man hevur meir at taka sær av enn hini, so búnast man uppá ein annan máta. Eg var noyddur at taka ábyrgd fyri heiliváginum, og nær hann kundi takast. Tað gjørdi eisini, at eg ikki kundi liva líka frítt og vilt, sum javnaldrarnir gjørdu. Tí havi eg ikki havt ein buldr­as­lig­ an ungdóm, sigur hann. Framtíðin er bjørt Rólant fekk at vita frá læknunum, tá hann fekk nýggja hjartað, at av tí at tað er eitt fremmant likam, so held­ur tað ikki óendaliga leingi. Tí skal hann vænta, at fáa eina nýggja tran­splantión aftur, tá hann verður eldri. Tá hjartað so skal skiftast aft­ ur kann hann vænta, at skula hava tørv á eini nýratansplantión eisini, av tí at hann hevur tikið so nógvan heili­vág. – Heilivágurin hjálpir uppá okk­ urt, og niðurbrýtur okkurt annað, sig­ur hann alvorligur. Hann greiðir frá, at av tí at hann hev­ur upplivað hvussu stutt lív­ið kann verða, so velur hann at liva sum hann vil, og at taka ein dag í senn, og leggur ikki fram­tíð­ar­ætl­ an­ir á sama hátt, sum áðrenn hann bleiv sjúk­ur. – Eg taka ein dag í senn, tí eg veit ikki um eg havi morg­indagin, sigur hann. Eg veit at eg altíð kann blíva sjúk­ur, fáa trupulleikar av onkr­um slagi og enda á sjúkra­hús­in­um. So tí royni eg at liva ein dag í senn, sig­ ur hann. – Eg veit ikki nær tað aft­ur kann ganga galið, og tí vil eg ikki bíða við nøkrum. Tá alt ikki gongur sum tað skal, so læri eg av tí, taki tað til eftirtektar og haldi áfram, sig­ur hann. Tó, so sær Rólant bjart uppá fram­tíðina og letur ikki sjúk­una tyngja seg. – Av tí at eg eg havi ver­ið nógv sjúk­ur, so eri eg eis­ini bliv­in sterk­ ari sum per­són­ur. Eg eri ikki erk­ vis­in, og tað skal eitt sindur til fyri at genera meg, tí eg kenni til nak­að sum er nógv ræðu­ligari, sigur Ról­ ant til end­ans. EG LATI IKKI SJÚKUNA TYNGJA MEG Av miðlunum varð hann doyptur hjartadrongurin, tá hann sum 13 ára gamal fekk nýtt hjarta, og læknarnir søgdu honum, at tað bert var ein 50 prosent møguleiki fyri at hann yvirlivdi skurðviðgerina. Nú, skjótt sjey ár seinni, hevur 21 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø roynt eitt sindur av hvørjum, og sær bjart uppá framtíðina.