hósdagur 9. mars 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017
SOSIALURIN 30
7
Hans Skálagarð, sum doyði farna
vikuskiftið, var víðagitin maritimur
málari í USA. Hann hevur málað
eina ørgrynnu av søguligum skipum
hjá amerikumonnum, og hansara
málningar hanga í nógvum týðandi
bygningum í USA – okkurt verk skal
enntá hava hingið í Hvítu húsunum
EYÐUN KLAKSTEIN
S
um unglingi leitaði Hans
Skálagarð av landinum
og út í heim at sigla. Hann
kom ongantíð veruliga
heimaftur, men búsettist í USA, har
hann gjørdist kendur maritimur
málari. Hann málaði umleið 5000
olju- og vatnlitismálningar av
skipum, umframt at hann eisini
teknaði eitt ótal av tekningum.
Tað verður sagt, at tað finnist
ikki ein herflotayvirmaður, sum
ikki hevur ein málning hjá Hans
Skálagarð hangandi onkrastaðni,
og sjálvt inni í Hvítu húsunum skal
málningur hjá Hans Skálagarð
hava hingið.
Farna vikuskiftið doyði Hans
Skálagarð 93 ára gamal.
– Hans málaði til fyri umleið
einum ári síðani, tá ið hann var
blivin so sjúkur, at hann ikki orkaði
at mála meira. Seinasta hálva árið
var hann seingjaliggjandi og fekk
røkt í heiminum, sigur Hjartvard
Skálagarð, sum er beiggi Hans.
Sigldi og varð søktur
Tíðliga í seinna heimsbardaga
slapp Hans Skálagarð umvegis
Ísland til USA, og hann sigldi
øll krígsárini og eisini undir
Koreakrígnum. Hans var fýra
ferðir við skipum, sum vórðu søkt.
Tá ið teir sameindu í 1944 gjørdu
innrás í Normandínum var Hans
við. Hann var umborð á einum
skipi, sum millum annað tók her
menn upp úr sjónum.
Hans Skálagarð var við meira
enn fimmti skipum í sínum 22
árum til sjós við United States
Merchant Marine.
Fyrst í 1950’unum hitti Hans
Skálagarð eina amerikanska
kvinnu í San Francisco, og í 1955
giftust hann og Mignon Hack.
Tey hildu saman alt lívið, fingu
eina dóttir og áttu eisini ommu-
og abbabørn og langommu- og
langabbabørn. Mignon Skálagarð
doyði fyri tveimum árum síðani.
Málaði burturav
Miðskeiðis í 1960’unum legðist
Hans Skálagarð upp á land og fór
at mála burturav. Síðani barna
árini hevði hann teknað, og um
framt at hugurin serliga var til
sjógvin, dámdi honum eisini væl
at mála sjógv og skip. Hans greiddi
frá í samrøðu við amerikanskt
blað, at hann einaferð hevði spurt
mammu sína, um tað vóru aðrir
málarar í familjuni, og hon hevði
svarað honum »nei, tú ert tann
serligi«.
Hans og Mignon í høvdu í meira
enn trý áratíggju gallarí í býnum
Carmel í California, har kendi
sjónleikarin Clint Eastwood eitt
skifti var borgarstjóri og millum
kenningarnar hjá Skálagarð-hjún
unum.
Fyri sløkum tjúgu árum síðani
lótu Hans og Mignon gallaríið í
Carmel aftur og fluttu til familju
bústaðin í Petaluma, har Hans helt
fram at mála líka til fyri umleið
einum ári síðani. Mignon var sera
virkin og promoveraði listina hjá
Hans í USA.
Hans Skálagarð gjørdist
amerikumaður, og hansara list
er ikki so kend í Føroyum, sum
hon er í ávísum umhvørvi í USA,
men hóast Hans nú er farin, liggur
eitt lívsverk av málningum eftir
hann, og tað kann verða, at tey
við tíðini fara at vinna meira fram
í Føroyum.
HANS SKÁLAGARÐ:
SKÚVOYINGUR MÁLAÐI
SKIPINI HJÁ AMERIKANARUM
Ein týpiskur málningur hjá Hans Skálagarð
Hans Skálagarð og konan Mignon á eldri árum. Tey hildu saman alt lívið, og Mignon var ein
týðandi partur av listarliga virkseminum hjá Hans – hon promoveraði hansara list
Hans Skálagarð greiddi frá, at hann einaferð hevði spurt mammu sína, um tað vóru
aðrir málarar í familjuni, og hon hevði svarað honum ”nei, tú ert tann serligi”
NØVN