Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 20 Matgerð TJÓÐHILD PATURSSON E in tann vakrasta orðingin í før­oyska málinum, er eftir mín­um tykki: at geva sær stundir. Orðingin minnir okk­um á, at tað at ‘hava tíð’ til at gera tað sum man heldur hava týdn­ing, í stóran mun handlar um at ‘geva sær tíð - at geva sær stund­ ir. At geva sær stundir til at ganga heim úr barnagarðinum, og leggja til merkis alt tað, ið hugtekur barn­ ið. At geva sær stundir at gera mat, geva matinum stundir at búnast, og at síðani geva sær stundur at eta og njóta. At geva sær stundir at keða seg, soleiðis at pláss verður, ikki til at gera, men til at vera… Hesum vakra friðinum trái eg eft­ir. Ynski, men røkki ov sjálvdan. Tað er sum um, at eg royni at skunda mær í tí eg geri, soleiðis at eg skal hava tíð til at gera tað næsta, men aftur tá skundi eg mær og komi ongantíð fram á løtuna í friði; SUM lívið hevði kenst nógv longri um eg gjørdi minni. Tað er sum við keyptu tom­at­ sós­ini, sum stundum gevur mær fræls­ið frá pottunum og pann­un­ um; men alt ov ofta verða hes­ar skundmáltíðirnar og skjótu loysn­ ir­nar ikki brúktar til at fáa stundir í friði, men heldur fyri at trýsta enn meira niður í mín framanundan so fylta gerandisdag. Eg veit ikki. Tað er kanska eisini fínt. Jú, tað er fínt, tá ið eg trívist í tí. Men onkuntíð fái eg kensluna av at lívið er ov stutt til at lata tað flúgva framvið. Onk­un­ tíð fái eg kensluna av at lívið er ov stutt til at renna aftaná framtíðini, sum ikki finnst, fyrr enn hon er har. Ja, lívið er ov stutt til at ikki brúka 4 tímar uppá at gera eina tom­at­sós. Tá ið eg byrjaði hesar mat­ar­síð­ ur­nar skrivaði eg um havragreyt, og nú síðsta síðan er komin, ja, so skrivi eg um nakað minst líka eink­ ult – tomatsós. Ein einkult byrjan og nú ein einkultur endi á hesa spenn­andi og stundum krevjandi tíð­ina við matarsíðunum. Takk fyri tykk­ara forvirni og fyri tykkara áhuga. Einkul tomatsós sum tekur og gevur tíð: 2 dósir av tomat 1 leyk 2 hvítleyksfet olivenolju salt sukur møguliga kryddaraurtir tol Hita olivenoljuna í eini grýtu. Kahha leykin og pressa hvítleykin. Brúnka leyk og hvítleyk – lat hann ikki fáa ov nógvan lit, bara so­leið­is at hann verður gyltur. Lat tom­at­irnar í grýtuna. Set á lágan hita og lat kóka. Leingi. Einar 4 tímar. Ímeð­an kanst tú keða teg, hyggja pinn­un­um á klokkuni, flenna ella bara sita. Av og á kanst tú smakka uppá sósina, og smakka til við salti og einum sinduri av sukuri. Tom­at­sósin smakkar væl afturvið pasta – og hon er best endur upphita dag­in eftir. Preið Ynskir tú kremuttari sós kanst tú lata eitt sindur av róma í sósina at enda. Eitt sindur av víni fremur eisini undirverk, men keð­ir tú teg illa, og forvitni byrjar at prika til tín, ja, so kanst tú royna at koyra eitt sindur av vodka í sós­ina (minst til at gera hetta eitt sind­ur tíðliga, soleiðis at alkoholið nær at kóka av) - summir smakkir í tom­at­um eru alkoholupploysiligir, og tríva tí ikki veruliga fram fyrr enn t.d. vodka verður latið í. Vert at royna. MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON – Um at geva sær stundir og um at taka ein steðg SPAGETTI OG TOMATSÓS At hugsa um Tomatir í dós eru ráar, og tí smakka tomatsósir ikki av so nógvum, um tær ikki sleppa at kóka leingi. Tað er sum við vanligum tomatum - tær skulu vera ógvuliga góðar, fyri at tær eru leskiligar ráar; men bakar tú tær, ja, so kemur altíð ein rúgva av smakki fram, eisini úr annars keðiligum og smakkleysum tomatum. Kóka tí tomatsósina leingi leingi leingi.