Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 19 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1994: Nyrup vitjar í mitt í kreppuni Búskaparkreppa rakti Før­ oyar sera meint fyrst í 1990’unum, arbeiðsloysið var sera høgt, og fráflytingin var ræðandi stór. Mitt í kreppuni vitjar danski forsætis­ráð­ harrin Poul Nyrup Ras­ mussen í Føroyum, her hann ikki telist millum best um­ tóktu fólkini. – Eg havi úr at gera á Før­ oyaferð míni. Eg skal hitta so mong sum gjørligt, og tað er júst tað, eg eri komin til. Og eg fari við áhuga at lurta eftir sjónarmiðnum hjá landsstýrinum eins og øllum øðrum, sigur Poul Nyrup Ras­ mussen. Hann sigur, at hann er kløkkur av fólkaflytingini úr Føroyum. – Eg kann ikki vera ann­ að enn skelkaður av frá­flyt­ ingini úr Føroyum, sum í Danmark svarar til, at helm­ ingurin av íbúgvunum í Århus fór av landinum eftir einum ári. Hett er ein spurn­ ingur, sum eg haldi vera sera álvarsaman, segði Nyrup. 70 bíða eftir at sleppa í geglið SOSIALURIN 1978 Fútin vil hava varðhaldið útbygt fyri at kunna hýsa mongu fólkunum, sum fáa dóm fyri rúsdrekkakoyring Sosialurin skrivar í oktober 1978 um umfatandi rúsdrekkakoyring, sum leggur stórt trýst á geglið: »Frá 1. januar til 1. oktober í ár hevði politiið tikið 135 fólk í Føroyum, sum høvdu koyrt við kenning. Enn er ákæra ikki reist ímóti øllum av teimum skuldsettu. 53 av teimum, sum hava koyrt við kenning, eru tikin í Tórshavn, upplýsir politistøðin. Í fjør vórðu tilsamans 176 fólk tikin fyri at hava koyrt við kenning. 157 av hesum fólkum vórðu ákærd. Eftir tølunum at døma kann roknast við, at talið á fólki, sum hava koyrt við kenning, ikki verður hægri enn í fjør. Politiið oftari úti Hóast hetta, sigur Nepper Christ­ ensen, fúti, er talið á fólki, sum eru tikin fyri at hava koyrt við kenn­ing, alt ov høgt. Politiið ger annars javnan paragraf 13 kanningar – og hesar kanningar eru nógv øktar seinastu tíðina. Nepper Christensen vónar, at kann­ingarnar hjá politinum fara at minka um talið á »spiritusbilistum«. Møguleikin fyri at verða tikin er í dag størri enn nakrantíð. Fútin sigur, at talið á kvinnum, sum eru tiknar fyri at hava koyrt við kenning, er ógvuliga lítið. Sjálvt geglið á politigarðinum í Havn er ikki gjørt til at taka ímóti bæði kvinnum og monnum. Sum støðan er í dag mugu tí allar kvinnur sita í Danmark. Økta tilgongdin til varðhaldið á politigarðinum er stórt, og fútin vónar, at varðhaldið verður útbygt. Somuleiðis vónar hann, at talið á fólki, sum koyra við kenning, verður minni. Í løtuni er pláss fyri 8 til 10 fólk­ um í geglinum. Fólk, sum hava meira enn 1,0 promillu av rúsdrekka í blóðinum, meðan tey koyra, verða ákærd. Hava fólk undir 1,0 promillu vera tey vanliga ikki ákærd. Men í førum, har tey hava verið atvoldin til samanstoyt í ferðsluni, verða tey oftast ákærd.« Rætt at brúka útlendsk orð í føroyskum Jóhan Hendrik Winther Poulsen, formaður í Málnevndini heldur, at føroyingar eiga at taka út­ lendsk orð inn í málið. Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin í 1997. – Málið er livandi, og tað er rætt at brúka fremmand orð, um vit megna at lata tey í føroyskan ham. Men vit eiga at ansa eftir, at tað gongur hóvliga fyri seg, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Tá tosað verður um at fáa sjón­ varpsteksting á føroyskum máli heldur enn á donskum, verður nevnt, at summi fólk halda, at før­ oyskt mál tykist so stirvið at lesa. – Tað er lagt í okkum, at før­ oyskt mál er tungt. Hetta er ikki rætt. Men vit eiga, um okkurt so­ vorðið er, at bróta tað niður og byggja upp aftur av nýggjum, sigur Jóhan Hendrik Winther Poul­sen Blaðmaðurin Sólvit Nolsø tel­ ist millum nýggjaru fólkini í Miðla­húsinum – hann byrjaði í august í fjør. Sólvit er uppvaksin í Dali, men flutti til Havnar at búgva í 2002. Í seks ár búði hann í Onglandi, har hann tók út­ búgving. Sólvit arbeiðir á redak­ tiónini í Miðlahúsinum. – Dagurin byrjar altíð við at skriva um veðrið og við at ringja til vakthavandi á Politistøðini. Síðani hava vit redaktiónsfund, har vit ganga ígjøgnum dagin, og hvat kann koma fyri. Vanliga arbeiðir mann við einum ella tveimum søgum til Sosialin ella við nógvum ymiskum greinum til in.fo, sigur Sólvit Emilsson Nolsø. – Miðlahúsið er stuttligt, spenn­ andi og hektiskt arbeiðspláss. Tað er er ein samanrenning av góðum evnum, góðum starvsfeløgum og tíðarfreistum, ið halda gerandis­ degnum koyrandi, sigur hann. Starvsfólk: Sólvit Emilsson Nolsø Edmund Joensen, løgmaður, er vertur, tá ið danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen vitjar í Føroyum Fyrstu 9 mánaðirnar í 1978 vóru 135 fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring