hósdagur 9. mars 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017
SOSIALURIN 30
18
ANNIKA KUNOY IM
Fólkaheilsuráðið mælir til at børn
ikki brúka ov nógva tíð við teldli,
tí børnini verða alt ov óvirkin
kropsliga. Tíðin, har tey sita niðri
við teldlinum er tíð, sum tey ikki
eru virkin í, sigur Magni Mohr,
formaður í fólkaheilsuráðnum.
– Børn í dag eru nógv meir
óvirkin kropsliga enn tey vóru
fyri bert fáum árum síðani. Hetta
er eisini galdandi fyri børn, sum
íðka ítrótt. Einasta undantakið
eru tey børn, sum ganga til kapp
ingarítrótt, og tey eru í stór
um minniluta, sigur Magni Mohr.
Hann greiðir frá, at ovurnýtsla
av teldlum leiðir til ringar vanar,
sum eru torførir at basa seinni í
lívinum. Ert tú kropsliga óvirkin
í barnaárunum, so er sannlíkt at
tú eisini verður tað tá tú verður
vaksin, og tá ert tú beinleiðis
vanda fyri lívsstílssjúkum.
– Hevur tú verið aktivur í
barnaárunum, so leggur tú grund
arlag fyri vanar, sum tú kanst
varðveita gjøgnum lívið.
Eisini kostar kropsligt óvirkni
sjúkrahúsverkinum nógvar milli
ónir hvørt ár.
– Kann man sum safelag góð
taka hetta, tá vit hava trupulleik
ar við at fáa fíggjarligu endarnar
at røkka saman í sjúkrahús
verkinum frammanundan, spyr
Magni?
Tað er tó torført at vísa ná
greiniliga á hvat granskingin vís
ir á økinum, tí tøknin er enn so
nýggj. Skulu vísindalig svar fáast
uppá hesar spurningarnar, so
mugu nógvar ymiskar kanningar
til, og tær hava vit ikki enn, greiðir
hann frá.
– Hóast tøknin letur upp fyri
nógvum nýggjum møguleikum,
og børn í dag eisini duga at brúka
hana konstruktivt, so haldi eg
ikki persónliga, at tað kann verða
gott við ovurnýtslu av skermi, tí
talan er um eitt nýtt slag av av
hengigheit.
POLITIKKUR
Skermráð frá
Fólkaheilsuráðnum:
1. Avmarka tína skermnýtslu
2. Et máltíðir uttan skerm
3. Tosa við onnur, hvønn dag uttan skerm
4. Hav eygnakontakt við tey, sum tú tosar við
5. Ver ein góð fyrimynd
6. Far í song uttan skerm
7. Ger reglur fyri skermnýtslu, sum passar til teg
og tína familju
8. Ver saman við børnunum, tá ið tey brúka
skerm
* Viðmerkast skal, at hetta er fyrsta útkast, og
Fólkaheilsuráðið arbeiðir enn við ráðunum um skermnýtslu.
Ikki brúka teldil
ístaðin fyri relatiónir
Teldlar føra til kropsligt óvirkni
Sálarfrøðingurin:
Fólkaheilsuráðið:
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
T
ú mást ongantíð brúka
ein teldil ísaðin fyri
relatiónir. Tað skal vera
eitt ískoti, men ongantíð
verða primert, sigur hon.
Tað vísir seg, at teldlar verða
ofta nýttir sum eitt slag av barna
gentu, soleiðis at foreldrini kunnu
fáa frið til okkurt annað. Tað er
umráðandi at geva børnunum tað,
sum tey hava brúk fyri, heldur enn
at stinga teimum ein teldil í hond
ina, heldur hon. Tey hava tørv á
ordiligari kontakt við tey vaksnu.
Ein annar trupulleiki er, at
børn eisini verða alt ov inaktiv,
og brúka kroppin ov lítið. Inaktiv
børn verða ikki einans ov tjúkk,
men tey læra ikki at brúka kropp
in ella hugflogið, og júst hetta er
umráðandi í útviklingini hjá barn
inum.
– Rørsla og balansa hevur
stóran týdning fyri innlæring
og samskipan millum vinstru
og høgru heilahálvu. Børn
útvikla bæði fínmotorikk og inn
læringsevni, tá tey flyta seg krops
liga, sigur hon.
Sum sálarfrøðingur hevur
Kathrina upplivað ferð eftir ferð,
at foreldur hava trupulleika við,
at børnini eru bundin at teldlum.
Tey vita ikki, hvussu tey skulu
venja børnini av við trongdina
til at nýta teldil. Hon heldur at í
eini slíkari støðu mugu foreldur
hugsa um hvat skal koma ístaðin
fyri teldlilin.
– Børn læra ikki at spæla av sær
sjálvum, tey skulu læra at vera til
í verðini, og tí riggar ikki at bara
taka teldilin frá teimum. Hetta, at
læra tey hvat tey skulu gera ístað
in, er ein liður í umsorganini av
barninum, sigur hon.
Teldilin er ofta ein stutttíðar
loysn uppá eina stressaða støðu.
Barnið fær ein teldil í hondina og
verður sissað umgangandi, men
verður aftur stressað, tá tað sleppir
teldlinum aftur.
– Børn verða fangaði av litum
og røslum, og eru hugbundin av
undirhaldinum í løtuni, men so
skjótt tey eru liðug at brúka teldil
in eru tey aftur órólig. Eisini verður
mælt til at teldlar ikki verða nýttir
áðrenn songartíð, tí tað aktiverar
og stimulerar ein part av heilanum
og stressar barnið eitt sindur, sigur
hon.
– Tað kann ikki brádliga verða
soleiðis at nærsambond ikki eru
tað, sum er tað týdningarmesta.
Tað hevur tað verið til allar tíðir,
sigur Kathrina.
Um børnini fáa nærleika frá
vaksnum, og røra seg dagliga, so
er avmarkað nýtsla av teldlum ikki
beinleiðis skaðilig, leggur Kathrina
afturat. Hóast hetta, so mást tú
kenna einstaka barnið.
– Barnið er eitt individ. Fyri
summi er tað óheppið at hava at
gongd til teldilin ávísa tíð á deg
num, meðan fyri onnur er tað í
lagi. Børn skulu tó hava loyvi til
at krevja aðra kontakt enn ta frá
teldlinum. Tey vaksu mugu gera
sær ómak at læra sítt egna barn
at kenna.
– Man skal vera varin, og tryggja
sær at tað eru rúm, har menniskju
møta menniskjum, tí relatiónir eru
altavgerandi.
Granskingin vísur, at brúkið av teldlum hjá børnum skal avmarkast, og
ikki koma ístaðin fyri samband og nærveru við vaksin. Tað er tað, sum er
mest umráðandi, sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur.
Tað kann ikki
brádliga verða
soleiðis at
nærsambond ikki
eru tað, sum er
tað týdningarmesta. Tað hevur
tað verið til allar tíðir