Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 17 1. Ikki sleppa ætlanini ov skjótt, tí tað tekur tíð av venja børnini av við teldilin, serliga um tey eru bundin. Tað er serliga torført fyrstu dagarnar, men so verður skjótt lættari. 2. Hjálpið børnunum at seta orð á kenslurnar, sum tey hava, tí tey skilja nógv meir enn vit geva okkum far um. 3. Fyrireikið børnini uppá tað, sum henda skal og sigið teimum dagin fyri, at nú fara vit ikki at brúka teldilin meir, ella at minka brúkið til vikuskiftini. 4. Verið sjálvi ein fyrimynd, og bíða við teldu og telefonnýtslu inntil tey eru farin í song, ella far inn í eitt annað rúm og ger telduarbeiði. 5. Ikki vera bangin fyri at lurta eftir hvat serfrøðingarnir siga. Vit hava verið bangin fyri at lurta, tí retorikkurin hevur havt ein dømandi tóna, soleiðis at man sum foreldur følir seg sum eitt vánaligt foreldur. 6. Hyggið saman eftir teknifilmi, tí tað er heilt nakað annað tá man er saman um tað sum familja. 7. Tað besta er at finna útav hvat er best fyri títt egna barn, og halda eyga við hvussu títt barn reagerar, tá tað hyggur nógv í skermar. Hvussu minki eg um nýtsluna av teldlum? Ráð til foreldur frá Theresu TIL ILLSINNIS­ RINGA MARRU Hon sigur ofta,’mamma eg verði so ræðuliga ill’, eftir at hon hevur hugt iPad Tað er so lætt at geva børnum iPad, tí tey verða still, og so fær man gjørt alt møguligt annað