hósdagur 9. mars 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017
SOSIALURIN 30
16
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
H
júnini Theresa og Berg
ur Enghamar búgva í
Hoyvík saman við
døtrum sínum, seks
ára gomlu Sasju og tvey ára gomlu
Seliu. Theresa og Bergur hava stór
an áhuga í tøkni og brúka nógv
teldu. Bergur arbeiðir dagliga við
teldum, og Theresa gongur í skúla
og brúkar telduna nógv bæði til
skúlabrúks og annað.
Hóast hetta, so er nýtslan av
teldlum hjá Theresu, Bergi og báð
um døtrunum nú vorðin heilt lítil
– so lítil, at Theresa ikki veit hvar
teldilin liggur, tí tað er so langt síð
ani, at hann var í brúki.
Marruna av teldlinum
Tá seks ára gamla Sasja var um
tvey ella trý ára gomul var hon
hart trongd í svøvni við ringara
marru.
– Hon fekk illsinnisherðindi um
náttina og skríggjaði og slóg. Vit
fingu ikki nærkast henni, tí hon
bleiv so ill í svøvni, sigur Theresa
Enghamar.
Theresa tosaði nógv við ymisk
ar námsfrøðingar í familjuni, og
kom tá fram á, at hetta møguliga
vóru avleiðingar av ovurnýtsu
av teldlum. Hon legði merki til
at herðindini vórðu verri náttina
eftir, at dótturin hevði hugt nógv
ein dag. Hon valdi tí at steðga allari
nýtslu av teldlum uttan himpr.
– Herðindini steðgaðu tá við
tað sama. Tað gekk tó ein tíð, og so
linkaðust reglurnar heima, og tá
fekk Sasja aftur herðindini, sigur
Theresa Enghamar.
Eisini sigur Theresa at tað, sum
børn hyggja at á Youtube er ofta
ikki hóskandi til børn, tí tað er
ofta ræðandi og óhugnaligt. Hetta
er eisini ein av orsøkunum til, at
børnini hjá Theresu og Bergi ikki
óhindrað sleppa at hyggja í skerm
in á teldlinum.
Theresa og Bergur sóu eisini at
eldra dóttir teirra ikki kláraði at
rúma kenslum sínum, tá hon bleiv
ill. Tá tey avmarkaðu nýtsluna av
teldli, so hjálpti tað eisini við hes
um trupulleikanum.
– Tey byrjaðu við at avmarka
nýtsluna av teldli til vikuskiftini,
men fóru skjótt frá tí eisni og slein
asta árið er hon slett ikki sloppin
at brúka teldil. Ístaðin sleppur hon
at hyggja at teknifilmi í sjónvarp
inum, tí tá fáa vit fylgt við hvørj
um hon hyggur at, sigur Theresa
Enghamar.
– Seinni hava vit síðani funnið
útav at avgerðirnar samsvara við
tað, sum granskarir eisini siga,
leggur hon afturat.
Dótturin saknar teldilin
Tá dóttur Theresu og Berg fer inn
til onnur fólk, so spyr hon tó ofta
fyrst eftir at sleppa at hyggja í
teldil.
– Foreldur eru ofta skjót til
at spyrja, um tey kunnu geva
børnum mínum bomm, men tey
spyrja ikki, um tey kunnu sleppa
at hyggja iPad, og tað er keðiligt.
Tað er so lætt at geva børnum
iPad, tí tey verða still, og so fær
man gjørt alt møguligt annað. Vit
merkja avleiðingarnar aftana, tí
hon reagerar við at verða ill, tá hon
kemur heim til tryggar umstøður,
sigur hon.
Hetta, at børn reagera, tá tey
eru trygg, vísur granskingin eisini.
Eru tey yvirstimuleraði og heilin
stressaður, so reagera tey tá tey
eru í tryggum umstøðum, sigur
hon.
Theresa hevur eisini sagt við
starvsfólkini á stovninum hjá
døtrunum, at tær ikki skulu hyggja
í sjónvarp, tá hini børnini hyggja,
og tað hava tey respekterað og sett
dóttur hennara í gongd við onkr
um øðrum, greiðir hon frá.
Endurfinna skapandi evni
Fyrstu tíðina eftir at nýtslan av
teldlum varð steðgað heima hjá
Theresu og Bergi gingu døtrarnar
aftaná mammu síni, og spurdu
hvat tær nú skuldu gera. Tær fóru
síðani út og keyptu ein pakka av
modellervoks og spældu við tað í
fleiri dagar. Nú eru tær nógv meir
kreativar, enn tær vóru fyrr, greið
ir hon frá.
– Tær tekna nú nógv á hvíta
talvu og hava fingið vaksandi
áhuga fyri at leggja tøl saman og
fyri bókstavum, tí nú skal heilin
jú í gongd. Nú sleppa tær at vera
kreativar, sigur hon.
Ætla ikki at broyta
vanar aftur
Hetta er ein varandi loysn, heldur
Theresa. Hon og maðurin royna
eisini av avmarka sína nýtslu av
skermi framman fyri børnunum.
– So skjótt sum eg hyggi í tele
fonina, so byrjar tvey ára gamla
dótturin at rópa eftir mær og
hála í meg. Børn søkja samband, so
skjótt sum vit eru burtur í onkrum
øðrum, sigur hon.
Teldilin nemmara loysnin
Theresa skilur væl, at tað í fleiri
førum er nemmari at geva børn
unum ein teldil, til dømis um
nátturðatíð, tá foreldur eru móð
og børnini ill, tí tey eisini eru móð.
– Tað er ein góð loysn at tosa við
børnini áðrenn vit koma heim, og
greiða frá at vit ikki fara at hyggja
í sjónvarp, tí børnini skilja mær
enn vit halda, sigur hon.
– Onkuntíð eru børnini ikki til
at stýra, og tá fara tær bara í kam
arið at spæla eina løtu. Aðrar tíðir
sleppa tær uppí, tá vit gera nátt
urða, og tað dámar teimum væl,
sigur hon.
Av tí at genturnar ikki hyggja í
skermar heima, so heldur Theresa
eisini at foreldrini hava betri sam
band við døtrarnar.
Vit skulu tó vera varin, tí vit
kenna ikki avleiðingarnar av ov
urnýtslu enn. Hetta er alt so nýtt
og tað er hetta ættarliðið sum fer
at merkja avleiðingarnar. Ongin
dámar at fáa ein peikifingur eftir
sær og fáa at vita at tey gera ting
ini skeiv.
– Eg gevi eisini børnunum
iPad av og á, men dóttir mín var
avhengig og eg avmarki brúki hjá
henni fyri at verja hana. Nú er
eldra dótturin so mikið stór, at hon
sjálv dugur at seta orð á kenslur
nar hon hevur.
– Hon sigur ofta,”mamma eg
verði so ræðuliga ill”, eftir at hon
hevur hugt iPad, sigur Theresa
Enghamar.
Læring á teldlum
Tá iPaddurin av fyrstani tíð kom
á marknaðin hugsaðu Theresa og
Bergur, at hetta var frálíkt, tí tað
har vóru nógvir møguleikar fyri
læring á teldlinum. Tað hevur tú
kortini negativa ávirkan á eitt
barn at sita passivt og hyggja í
ein skerm við skiftani og blinkandi
ljósi. Øll spælini og læringin á
teldlinum kunnu eisini kunnu
eisini fremjast uttan teldil.
– Vit fáa ofta at vita, at teldlar
eru góðir fyri børn, tí tey læra.
Men tey kunnu læra tað sama
uttan teldil. Døtrarnar hjá mær
dámdu gott at skriva á iPaddinum,
so nú eiga tær eina hvíta talvu,
sum tær brúka ístaðin. Vit royna
at venda góðu hugskotunum, og
fáa íblástur til verulig spøl, uttan
teldil, sigur hon.
– Tá alt kemur til alt, so haldi eg
at tað er betri at børnini eru sam
an við familju síni, sigur hon.
SAMRØÐA
Heima hjá Theresu og Bergi Enghamar í Hoyvík sleppa seks og tvey
ára gomlu døturnar ikki at sita við teldli. Eldra dótturin hevði fyri
nøkrum árum síðani svera marru og illsinnisherðindi um náttina, sum
varð serliga ringt eftir nógvari nýtslu av teldli. Tí valdi Theresa fyri
nøkrum árum síðani, at steðga allari nýtslu av teldlum uttan himpr.
TELDIL LEIDDI T
HERÐINDI OG R
So skjótt sum eg
hyggi í telefonina,
so byrjar tvey ára
gamla dótturin at
rópa eftir mær og
hála í meg. Børn
søkja samband so
skjótt sum vit eru
burtur í onkrum
øðrum