Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 15 DANJAL AV RANA T órshavnar býráð er vit­ andi um av­bjóð­ingarnar á bú­stað­ar­øk­inum og hev­ur peikað øki út til út­stykking komandi árini. Fram til 2030 hevur Tórshavnar bý­ráð peikað grønu økini á kort­in­ um út sum býarvakstrarøki. Talan er um tilsamans 95 ha í 16 ymiskum økjum. Sjálv sig­ ur kommunan, at øll økini lúka krøv um staðseting og styrkja bý­ arpartsdeplarnar. Øll bý­ar­vakstr­ arøkini liggja eisini upp at teim­ um, býarøkjum, sum eru í Havnini. Umleið 35 % av øllum bý­ar­ menn­ing­arøki er sett av í Hoy­víks­ haga, umleið 48 % í Vesturbýnum, og umleið 17 % á Argjum. Talan er um trý stykki uppi á Argjahamri, nevnd Argjaskot (14A), Undir Klingrutjørn (14B) og Und­ir Ljósávatni (14C). Økt ferð verður eisini sett á at útstykkja býin vestureftir. Tí eru tvey øki fram við Vel­ba­staðs­ vegnum, millum Heimasta horn og Norðasta horn sett av til út­ stykking. Nógv útstykking er eisini gjørd klár í Marknagili og sum sæst á mynd­ini fer býurin at vaksa út nið­an um Oyggjarvegin, niðan í Húsa­haga (6). Hini bæði økini eita Undir Marknagili (8) og Undir Vest­urvarða (9). Fram við nýggja inn­komu­veg­ num skulu eisini fleiri øki byggj­ ast. Tvey bústaðarøki eru løgd und­ir Krákugjógv (7A og 7B), og tvey undir Brúnni (5A og 5B) og í Hoy­víkshaganum eru øki sett av á Vatnaskørðum, Oman Gil, við gomlu glæstriætlanina við Stóru­ tjørn og á Heygnum (3A) mill­um býlingin Inni á Gøtu og Mylnu­ tjørn. Ætlað bygging, ið er íroknað í bý­ar­vakstrarøkini omanfyri, er: -- Hoyvík: 24 sethús í oman Gil (1D) -- Tórshavn norður: 14 raðhús undir Brúnni (5A) -- Vesturbýurin: 61 sethús undir Krákugjógv (7A-B) og 30 hús við Velbastaðvegin (13A) Roknað verður við, at raðhús og íbúðir verða bygdar á Heygnum (3A), 50 % av hvørjum. Eisini verður roknað við eini meirbygging við 215 bústøðum í verandi býarøki, sum ikki er við í býarvakstrarøkinum. -- Undir Marknagili (8), umleið 87 sethús -- Á Argjum, 5 sethús og umleið 25 raðhús -- Í Tórshavnar býi, 30 raðhús og 68 íbúðir Umframt hetta, verður roknað við, at 75 bústaðir verða bygdir í bygdunum fram til 2030 HAVNIN SKAL VAKSA NIÐAN UM OYGGJARVEGIN Nýggjar útstykkingar verða gjørdar út til Norðasta Horn og niðan um Ringvegin, umframt á Argjum og í Hoyvíkshaga